týsdagur 30. desember 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
John Johannessen
Valevni fyri
Javnaðarflokkin í
Suðurstreymi
Valdið yvir náttúruni í
Føroyum skal liggja hjá
Føroya fólki. Tí skal tað
ikki vera SEV, men
Føroya Løgting, ið setur
yvirskipaða orku-
politikkin út í kortið.
Enn fleiri áir verða turr-
lagdar. Árini á náttúruna
eru ikki kannað. Men SEV
heldur tað vera smart at
brúka 150 milliónir at gera
áirnar til steym. Og so
verður tað gjørt. Ongin skal
seta spurnartekin, tí so-
leiðis arbeiðir SEV. Og
SEV hevur alt vald.
Fyri tað, er tað ikki vist,
at fólkini í SEV eru ser-
stakliga órein og ómøgulig.
Tað er bara ongin, sum
setur
teimum
mørk.
Náttúruvernd, umhvørvis-
og orkupolitikkur, er nakað,
sum politikararnir í Før-
oyum hava hildið seg langt
burtur frá. Burtursæð frá, tá
teir eru farnir á dýrar
ráðstevnur úti í heimi at
spæla, at vit eru við. Tí
hevur SEV fingið óav-
markað vald at gera sum
tað vil.
Valdið til Løgtingið
Javnaðarflokkurin
hevur
sett sær fyri at fáa veruliga
valdið á náttúru- og um-
hvørvispolitikkinum
til
Føroya Løgting, har tað
hoyrir heima. Tað skal vera
Føroya Løgting, ið ger av,
hvussu býtið skal vera
millum orkukeldurnar í
Føroyum.
Málið er at fáa eina
reinari
orkuframleiðslu..
Tað vil siga, at løgtingið
við lóg skal gera av, hvussu
stórur partur av orkuni skal
framleiðast burtur úr vindi,
vatni, aldum, motorum og
so framvegis.
Vit skulu gera eina greiða
ætlan um eina reinari
orkuframleiðslu í Føroyum.
Ein ætlan, sum verður stað-
fest við lóg. Harvið fær
SEV greiðar reglar at ar-
beiða eftir. SEV verður
kravt at halda sínar skyldur
móti føroysku náttúruni.
Umhvørvið verður reinari.
Og Føroyar lúka í sama
viðfangi ein part av sínum
skyldum í heimssamfelag-
num.
Veruligt sjálvbjargni er
eisini at halda sínar altjóða
skyldur.
VIÐMERKINGAR
SEV skal steðgast
Svenning Borg
Vágur
Fullveldi kollsigldi og er
tað onki hjá Føroyingum at
verða keddir av,nú blivu so
ikki fráboðaðu avgjøldini
til veruleika, rentufrádrátt-
urin skuldi jú avtakast sam-
an við skattafrádráttinum
hjá
fiskimonnunum,
minstiforvinningurin
til
útróðrarmenn
avtakast,
M.V.G. skuldi broytast ,alt
fyri at fáa meira inn í lands-
kassan, hesin sami lands-
kassi, sum ongantíð áður
hevur fingið so nógvar
pengar inn, má hava meira
pengar og hví, jú attaná
6árá vanstýring mangla
pengar í og var hettar helst
høvuðsorsøkin til,at full-
veldi kollsigldi.
Hettar hava føroyingar
uppliva fyrr og er hettar
bert vanligt fyri føroyska
fullveldi, tað mangla altíð
pengar í, uttan mun til hvat
føroyska tjóðin tjenar, so
klárar fullveldi at brúka
meir enn hvat í tjóðin
tjenar, var allur blokkurin
avtikin,so vórðu føroyar
seldar ella undir fíggjarl-
igum eftirlitið,tað er onki at
ivast í.
Nú sleppa so føroyingar
aftur at velja,og skuldi tað
verði lætt at valt,persónligt
frælsi, hvar í hvør kann
svara sínum sítt ella full-
veldis frælsi,hvar í ongin
klárar hvørjum sítt
Persónligt frælsi finnur
tú á lista B
Eitt val
18
Nr. 245 - 30. desember 2003
Nr. 245 - 30. desember 2003
19
MARKNAÐARRÁK
Orsakað av mongu halgi- og frí-
døgunum um jólini og nýggjárið,
er sera stórur partur av markn-
aðarluttakarunum farnir í jóla-
og nýggjársfrí. Hetta hevur ført
við sær, at sera friðarligt hevur
verið á marknaðunum seinastu
dagarnar.
Tollaksmessudag var endaliga
staðfest, at búskaparvøksturin í
USA gjørdist 8,2% í 3. ársfjórð-
ingi. Hetta er sum áður nevnt
hægsti búskaparvøkstur í einum
ávísum ársfjórðingi síðani 1984.
Samstundis vístu uppgerðir jóla-
aftan, enn einaferð, at arbeiðs-
marknaðurin í USA er í fram-
gongd. Hinvegin gjørdist upp-
gerðin fyri bíleggingarnar av var-
andi nýtsluvørum negativ.
Seinastu dagarnar hava vána-
ligar búskaparligar uppgerðir
havt lutfalsliga størri ávirkan á
virðisbrævamarknaðirnar, og tá
ávarað samstundis hevur verið
um møguligar yvirgangsatsøknir,
eru lánsbrævarenturnar í USA
sum heild lækkaðar um jólini.
Rentulækkingin í USA hevur
ført við sær, at eisini lánsbræva-
renturnar um okkara leiðir eru
falnar.
Verður hugt eftir effektivu
rentuni á eitt nú danska láns-
brævinum við 10 ára gildistíð, er
hendan á lægsta stigi síðani byrj-
an av oktobur. Sum heild eru
lánsbrævarenturnar falnar javnt
og samt í desembur mánaða, og
hetta hevur ført við sær, at láns-
brævaíløgur hóast alt, hava verið
hampuligar í ár, sammett við
vanligt innlán.
Mánamorgunin 29. desembur
setti amerikanski dollarin aftur
nýtt met. Tó kostaðu 100 dollarar
einans 596,39. Ein orsøk til hetta
er, at neytaøði er staðfest í USA.
Ilt er at siga hvussu umfatandi
neytaøðin er, men tað er ein
sannroynd, at um neytaøði fer at
gera um seg í USA, er hetta tálm-
andi fyri amerikanskan útflutn-
ing og kann økja um hallið á
teirra handilsjavna. Tí er vandi
fyri, at dollarin kann vikna enn
meira. Hetta økir um sannlík-
indið, at veiki dollarin fer at seta
dám á virðisbrævamarknaðirnar í
byrjanini av 2004. Møguleiki er
tískil fyri, at ECB fer at lækka
leiðandi evropisku rentuna. Hetta
er tó lítið sannlíkt enn, men víst
er, at hendan rentan ikki verður
hækkað í bræði.
Fleiri av heimsbúskapunum
eru í 2003 farnir frá afturgongd
til framgongd. Tá flestu parta-
brævamarknaðir
samstundis
vóru á sera lágum stigi við árs-
byrjan av 2003, hevur 2003 eisini
verið eitt sera gott partabrævaár.
Trupult er at siga hvussu 2004
fer at roynast. Fyrstu ábendingar-
nar koma tó miðskeiðis í januar,
tá gongd kemur á roknskapir-
kunngerðirnar fyri 2003.
Virðisbrævamarknaðir í jólafrí
Vika 52, 2003
www.kaupthing.fo
Heðin Mortensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Óansæð um komandi løg-
tingsvalið skal vera ein
uppgerð millum vinstru og
høgru ella samband og full-
veldi, so er valdagurin 20.
januar ein einastandandi
møguleiki hjá Føroya fólki.
Taka vit tann borgarliga
politikkin, so er eyðsýnt, at
Fólkaflokkurin fullkomu-
liga hevur spælt fallit hesi
fimm farnu árini, tí al-
mennu útreiðslurnar eru
blivnar himmalhøgar, hóast
flokkurin sigur seg standa
fyri øðrum politikki, tá
lesast skal úr stevnuskrá og
politiskum málsetningi.
Her hevur einki hingið
saman, og tað dugir veljarin
sjálvandi lættliga at rokna
út, tí hann letur seg ikki
lumpa fleiri ferðir.
Hyggja vit so at spurn-
inginum um samband ella
loysing, er enn minni at
fara skeivur av, tí Tjóð-
veldisflokkurin hevur uttan
kumpass roynt at stýrt síni
fullveldisskútu.
Kósin
hevur verið hareftir!
Ein skuldi trúð, at fyrsta
fyritreytin fyri fullveldi var
at fáa beinini undir seg,
men tvørturímóti hevur
verið kappað undan, so
bæði politikkur og hugsjón
at enda máttu fara um koll.
Annað bar snøgt sagt ikki
til.
Tá hesir flokkar alment
hava latið seg úr og givið til
kennar, at teir eru innan-
tómir og uttan politiskt
gonguvit, er komandi løg-
tingsvalið kærkomin kjans-
ur at hjálpa Føroyum á
føtur aftur.
Saman við Sambands-
flokkinum kanst tú hyggja
frameftir og líta á, at rikin
verður ein ábyrgdarfullur
realpolitikkur, ið fer at gera
tað liviligari at liva í hesum
landinum. Ikki bara eina
ferð í framtíðini, men nú og
í framtíðini!
Johan Mortensen,
Restorffs Bryggjarí
Tað er at harmast um, at
okkara politiska verðurlag
ikki er meira støðugt, men
á hinum bógvinum er at
fegnast um, at ætlaða
sukuravgjaldi hjá fráfarandi
landsstýri fór aftur við
borðinum.
Uppskotið var sera illa
umhugsað og vóru fleiri
læknar og tannlæknar iv-
ingarsamir um nyttuna av
slíkum ætlaðum avgjaldi.
Verri var kanska, at hvørki
av
teimum
føroysku
bryggjaríunum vóru kunn-
aði ella hoyrd av Heilsu-
málastýri, Fíggjarmálastýri
ella
Fíggjarnevnd,
ein
óhoyrd og ófólkalig fram-
ferð havandi i huga teir
trupulleikar,
uppskotið
vildi havt fyri bryggjaríini.
Heldur enn at pretendera, at
uppskotið var fyri fólka-
heilsuna var tað ein illa
fjald roynd at skaffa inn-
tøkur til eina fíggjarlóg,
sum ein og hvør kann
síggja er órealistisk og ikki
fer at halda.
Nevnast kann at á Føroya
Bjór og Restorffs Bryggjarí
eru tilsamans sløk 40 ar-
beiðspláss og umframt ar-
beiðslønir, MVG osfrs.,
gjalda hesi feløg umleið Kr
25 Mio árliga í avgjøldum
til Landskassan. Heldur
enn at leggja stein oman á
byrðu átti Landsstýrið at
lívgað hesum arbeiðspløss-
um við t. d. at lagt eitt inn-
flutningsgjald á alt tað út-
lendska ølið og sodavatnið,
sum floymir inn í landið
sum t. d. Ísland ger fyri at
verja síni arbeiðspláss.
Tað er okkara vón, at
komandi Landsstýri fer at
geva føroyskum arbeiðs-
plássum størri ans og vóna
vit somuleiðis, at næsti
landsstýrismaður í Vinnu-
málum er so frætt at sær
komin, at hon/hann torir at
taka stig til at ajourføra
okkara
avoldaðu
Rús-
drekkalóg; at loyva sølu av
øli og víni í handlum og at
loyva framleiðslu av rús-
drekka í Føroyum.
VIÐMERKINGAR
Góðan dag, Føroyar!
Sukuravgjaldið exit
C
M
Y
K
19
18