týsdagur 30. desember 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
20
Nr. 245 - 30. desember 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Ætlaðu atsókn at flogfari
Myndugleikarnir í Saudiarabia hava tikið tveir menn,
sum eru undir illgruna fyri at hava ætlað at stoyta eitt
lítið flogfar ímóti einum fullsettum ferðamannaflogfari
hjá bretska flogfelagnum British Airways.
Bretska blaðið The Mail on Sunday skrivar, at saudi-
arabisku myndugleikarnir hava einki sagt um handtøk-
una, tí teir royna at dylja hana, og ein talsmaður hjá
myndugleikunum avsannar eisini, at teir báðir menn-
inir eru tiknir. Men ein bretskur politikari sigur við
blaðið, at hann frá álítandi keldum hevur fingið váttað,
at tíðindini eru sonn.
Bretska uttanríkisráðið vil ikki gera viðmerkingar til
tíðindini í The Mail on Sunday. British Airways hevur
heldur ongar viðmerkingar, men tað hevur flogfelagið
ongantíð, tá tílík tíðindini verða borin.
Valstríðið fingið neytaøði
Tilburðurin, tá amerikonsku myndugleikarnir stutt fyri
jól staðfestu neytaøði hjá einari kúgv í statinum Wash-
ington, fær nú ávirkan á valstríðið upp undir forseta-
valið næsta ár.
Eitt av teimum demokratisku valevnunum, Howard
Dean, leggur nú George W. Bush, forseta og stjórnina
undir at hava slept amerikonsku bøndrunum upp á fjall.
Hann sigur, at amerikanska stjórnin átti at havt lært av
teimum ovurstóru trupulleikunum, sum neytaøði elvdi
til í Bretlandi í nítiárunum, men at stjórnin hevur
snorksovið.
Tollaksmessudag staðfestu amerikanararnir fyri
fyrstu ferð neytaøði í USA. Talan var um eina kúgv í
statinum Washington við Kyrrahavið, og illgruni er
um, at sjúkan er komin úr Kanada. Síðani sjúkan varð
staðfest, hava 30 lond sett bann fyri at innflyta kjøt úr
USA.
Berger vann
Tann konservativi Oscar Berger vann forsetavalið í
Guatemala sunnudagin. Sambært valnevndini fekk
hann umleið 56 prosent av atkvøðunum.
Oscar Berger hevur fyrr verið borgarstjóri í høvuðs-
staðnum Guatemala City, og hann fekk eisini 64 prosent
av atkvøðunum har. Undir valstríðnum hevur hann lovað
at beina fyri rasuskilnaðinum í Guatemala og at bøta um
tey búskaparligu viðurskiftini. Tað eru serliga stórbønd-
urnir og vinnulívið, sum hava stuðlað Berger undir val-
stríðnum. Uppteljingin sunnukvøldið vísti, at Oscar
Berger hevði fingið flestu atkvøðurnar í øllum teimum
stóru býunum, meðan mótvalevnið, tann vinstrasinnaði
Alvaro Colon, fekk flestu atkvøðurnar á bygd.
Hetta er aðru ferð síðani 1996, at forsetaval er í
Guatemala. Tá endaði eitt 36 ára langt borgarakríggj,
sum kravdi meiri enn 200.000 mannalív. Umleið 80
prosent av teimum, sum doyðu í borgarakrígnum, vóru
indiánar.
Ikki eitt kis frá Beagle
Hóast fleiri royndir hevur eingin hoyrt eitt kis frá
evropeiska rúmdarfarinum Beagle 2, sum fyri nøkrum
døgum síðani lendi á gongustjørnuni Mars.
Leygardagin var amerikanski fylgisveinurin "Mars
Odyssey" uppi yvir staðnum, har "Beagle 2" lendi,
men hann kundi ikki fáa samband við evropeiska farið.
Heldur ikki tann stóra støðin í Jodrell Bank í Onglandi
hevur kunnað fingið samband við hann. Næsta royndin
verður ætlandi gjørd tann 4. januar, tá móðurfarið
"Mars Express" verður uppi yvir lendingarstaðnum.
Ein talsmaður hjá evropeiska rúmdarsamstarvinum
ESA sigur, at har hava tey framvegis vónir um at fáa
samband við "Beagle 2". Samstundis verður gitt, hvat
kann vera hent. Colin Pillinger, sum stendur á odda fyri
verkætlanini hjá ESA, sigur, at kanska vendir antennan
á farinum skeivan veg, kanska er farið lent á skeivum
staði, og tann seinasti møguleikin er so, at tað er farið
í smildur undir lendingini.
Jarðskjálvtin í Bam er
eftir øllum at døma
tann ringasti seinastu
tíggju árini.
JARÐSKJÁLVTI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í gjár kunngjørdu iransku
myndugleikarnir, at jarð-
skjálvtin í Bam hevði kravt
umleið 24.000 mannalív.
Tað merkir, at skjálvtin er
tann ringasti seinastu tíggju
árini.
Aðrir ringir jarðskjálvtar
seinastu tíggju árini:
• India í januar í 2001:
Minst 19.700 deyð.
• Turkaland 17. august
1999: Minst 17.800
deyð
• India 30. september
1993: Næstan 10.000
deyð.
• Japan 17. januar 1995:
6.430 deyð
• Afghanistan 4. februar
1998: Minst 4.500 deyð
• Afghanistan 30. mai
1998: Næstan 4.000
deyð
• Algeria 21. mai 2003:
2.251 deyð.
• Indonesia 12. desember
1992: Minst 2.200 deyð
• Papua Ný-Guinea 17.
juli 1998: Minst 2.100
deyð
Ringasti jarðskjálvtin í tíggju ár
Kann hava kravt
40.000 mannalív
Tað eru ikki stundir
til at jarða fólk í egn-
um gravum eftir jarð-
skjálvtan í iranska
býnum Bam. Higartil
eru umleið 24.000
funnin deyð, men
talið fer kanska at
veksa nógv.
JARÐSKJÁLVTI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann trý ára gamli Moham-
mad Assan Rostan Abade
var heppin. Sunnukvøldið
varð hann funnin á lívi
undir
húsaleivdunum
í
Bam. Samstundis minkaðu
vónirnar um at finna fleiri á
lívi eftir tann ógvusliga
jarðskjálvtan.
– Eg vænti ikki, at vit
fara at finna mong á lívi
afturat, soleiðis sum húsini
her vóru bygd. Tey eru jú úr
leiri og sandi og eru tí farin
í smildur av skjálvtanum,
segði finski bjargingar-
maðurin Ari Vakkilainen
við tíðindastovurnar sunnu-
kvøldið.
Í gøtunum ella tí, sum er
eftir av gøtunum í Bam,
lógu fleiri hundrað løstað
fólk, og í floghavnini var
sannur ruðuleiki. Ein partur
av floghavnini er gjørdur til
sjúkrahús, og fólk í stórum
tali leitaðu sær hjálp har.
Samstundis eru umleið
100.000 fólk vorðin heim-
leys, og hóast umfatandi
hjálpartiltøk eru tað fram-
vegis mong, sum ikki hava
fingið nakað at sova í tær
køldu næturnar.
Í gjár søgdu iransku
myndugleikarnir, at umleið
24.000 fólk høvdu latið lív,
men samstundis siga teir, at
talið á deyðum kann koma
upp ímóti teimum 40.000.
Víst varð á, at í gjár vóru
bjargingarliðini framvegis
ikki byrjað at leita í
summum pørtum av tí
oyðilagda býnum.
Tey, sum verða funnin
deyð, verða jarðað at kalla
beinanvegin. Av tí at tað er
ógjørligt at jarða fólk í
egnari grøv, verða fólk løgd
í hópgravir, sum gravi-
maskinur
síðani
tyrva.
Rundanum sita syrgjandi
og hyggja at.
– Eg síggi einar fýra lítlar
lastbilar koyra lík hvønn
einasta minutt, og einar
tíggju gravimaskinur hava
úr at gera við at grava grav-
ir og at tyrva tær aftur.
Millum 300 og 400 lík
liggja og bíða eftir at verða
jarðað, og í einari serligari
røð liggja líkini av nógvum
børnum. Eisini tey bíða.
Eini 4.000 fólk standa
syrgjandi og eygleiða tað,
sum fer fram her, segði ein
tíðindamaður hjá fronsku
tíðindastovuni AFP í gjár.
Nr. 245 • týsdagur • 30. desmber 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Nýggir
sátt-
málar
í B36
Jólaaftansmorgun boð-
aði B36 umvegis heima-
síðu sína frá, at teir nú
hava fingið pappír upp á
fýra av leikarunum, sum
komandi
árið
skulu
styrkja um fyrstudeild-
arhópin hjá felagnum.
Teir fýra eru Egil á Bø
og Ronnie Samuelsen úr
EB/Streymi, Arnbjørn
Danielsen úr B68 og
Jens Erik Rasmussen,
sum kemur úr FS Vág-
um. Teir tríggir fyrst-
nevndu hava allir fleiri
ár á baki í felagnum,
meðan tað hjá Jens Eriki
verður talan um nýggja
uppliving, tá hann fer í
hvíta búnan um fáar
mánaðir.
Umframt hesar sigur
felagið eisini, at talan
helst verður um annan
styrk til liðið. Sum vit
áður hava skrivað, so er
Jóhannis Joensen, sum í
ár leikti við FS Vágum,
ivaleyst ein av teimum,
sum felagið fer at knýta
afturat hópinum, og
hartil hevur tosið kring
felagið leingi snúð seg
um, at ein nýggjur
álopsleikari skal fáast til
vega. Leingi sá út til, at
talan skuldi gerast um
Hjalgrím Elttør, men nú
hann tykist mistur, eru
eyðuni helst vend aðrar
vegir.
Formaðurin í felagn-
um, Kristian á Neysta-
bø, vil als ongar við-
merkingar gera til hetta,
men sum Sosialurin
hevur skilt, so hevur
B36 seinastu tíðina havt
eyguni vend móti Ís-
landi í hesum royndum.
-jm
Triði føroyingurin í
Fremad Amager
Tað verða vanda-
mestu føroyski álops-
menninir tey bæði
seinastu árini, sum
komandi árið fara at
manna álopið hjá
Fremad Amager
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki er at ivast í, at flestu
fótbóltshugaðu føroyingar
fara at fylgja væl við,
hvussu gongst hjá Fremad
Amager, tá næst besta
danska
fótbóltsdeildin
verður blást ígongd eftir
vetrarsteðgin.
Felagið gjørdi í heyst
sáttmála við Jann Inga
Petersen, og eftir øllum at
døma hevur leiðslan í fel-
agnum verið sera væl nøgd
við tað, sum ungi toftamað-
urin hevur víst. Fyrr í hes-
um mánaðinum skrivaði
felagið
sáttmála
við
Andrew av Fløtum, sum í
fjør var toppskjútti í før-
oysku landskappingini, og
nú er so toppskjúttin fyri
2003 eisini komin til
felagið.
Vil aftur í hitan
Talan er sjálvandi um 20
ára gamla klaksvíkingin,
Hjalgrím Elttør, sum fyri
góðum ári síðani bara var
sentimetrar frá at skapa
eina risa-sensatión, tá skot
hansara tók skeivu megin
stólpan
hjá
Kahn
í
Hannover.
Hjalgrím kundi mána-
dagin váttað, at sáttmálin
var undirskrivaður, tó at
onkrir smálutir enn skuldu
fáast upp á pláss, og sjálvur
dylir leikarin ikki fyri, at
hann er sera spentur, nú ein
tilvera sum fulltíðar yrkis-
leikari bíðar honum.
– Nú hevur tað jú fleiri
ferðir verið upp á tal, at eg
skal royna meg onkra
staðni
uttanlands,
men
higartil er okkurt komið
tvørt fyri mest sum hvørja
ferð.
Fyrr
ella
seinni
noyðist tú tó at taka lopið,
og so er tað ikki so um-
ráðandi, akkurát hvat felag
talan er um. Fyri meg er tað
týdningarmesta, at eg komi
til eitt felag, har eg havi
góðar møguleikar at menn-
ast sum leikari, og tað ivist
eg ikki í, at eg havi í
Fremad
Amager,
sigur
hann, og leggur afturat, at
tað sjálvandi ikki hevur
gjørt valið truplari, at
felagið framman undan
hevur tveir føroyingar í
hópinum.
Og eins og Andrew av
Fløtum segði tað fyrr í
mánaðinum, so er tað
serliga tað at koma út um
landoddarnar at royna seg,
sum tykist hava eggjað
Hjalgrím til skiftið.
– Talan er um eitt av
mongu feløgunum í Keyp-
mannahavn, og bara tað í
sjálvum sær ger ivaleyst, at
nógv meira fokus verður á
avrikini hjá mær. Tey bæði
størstu donsku feløgini
halda eisini til nærhendis,
og yvirhøvur fylgja bestu
feløgini sera væl við, hvat
rørir seg í deildunum beint
undir toppinum. Fyri meg
hevur tað eisini nógv at
siga, at Henrik Larsen býr í
økinum, og tí skuldu møgu-
leikarnir hjá mær at endur-
vinna plássið á lands-
liðnum eisini verið góðir.
Fær kjansin
Um møguleikarnar í Frem-
ad Amager at mennast,
sigur Hjalgrím, at teir eftir
hansara tykki eru góðir.
– Eg havi sjálvandi roynt
at ráðført meg við tey, sum
kenna til felagið og danska
fótbólt, og eftir hetta eri eg
ikki í iva um, at eg kann
gerast ein betri leikari her
niðri.
– Jann Ingi er sjálvandi
ein av teimum, sum eg havi
tosað nógv við, og hann
tykist ikki ivast í, at hetta
kann vera eitt gott stig at
taka. Støðið er – sum eg
havi skilt tað - nakað hægri
enn í bestu føroysku deild-
ini, og tí verður talan um
harðari dystir, enn eg eri
vanur við. At talan eisini er
um sterkan leikarahóp gev-
ur eisini nakað í venjingun-
um, og sjálvt um eg ikki
ivist í, at tað verður hart at
vinna sær pláss á liðnum,
so eigur alt hetta at verða
nakað, sum kann gera meg
til ein betri leikara. Eisini tí
eg soleiðis verði tvungin til
at arbeiða við teimum
lutum, sum eg kanska ikki
eri so stinnur í.
– Eisini spurdi eg Jákup
Mikkelsen, sum jú hevur
drúgvar royndir sum yrkis-
leikari, hvat hann helt um
hendan møguleikan, og
hann segði sjálvur, at har
var so einki at ivast í, um eg
veruliga ætlaði mær nakað,
so alt í alt var avgerðin ikki
so trupul at taka.
Spurningurin er so, í
hvønn mun Hjalgrím fær
spælitíð í felagnum, og um
hetta kanska verður í einum
reint føroyskum álopi, har
hann og Andrew av Fløtum
eru makkarar. Tað ber
sjálvandi illa til at spáa um
í verandi støðu, men tað
tykist hinvegin vera lítil ivi
um, at teir báðir føroyingar-
nir fara at fáa møguleikan.
Hóast spælið hjá felagum
hevur verið á eini heilt
góðari leið, so er liðið bert
eitt pláss omanfyri niður-
flytingarstrikuna, o g størsti
trupulleikin í hesum hevur
verið væntandi málskjót-
ing. Tí vil felagið eftir øll-
um at døma leggja nógv
fyri í royndunum at fáa hol
á, og tvey av vápnunum í
hesum verða so í øllum før-
um teir báðir fremstu før-
oysku málskjúttarnir sein-
astu tvey árini.
Tað er North Atlantic
Football Agency við Jákupi
í Stórustovu, sum hevur
staðið fyri samráðingunum
við Fremad Amager, og er
hetta soleiðis triðju ferð
innan ein góðan ársfjórð-
ing, at Jákup hevur fingið
sáttmála í lag við danska
felagið.
20 ára gamli Hjalgrím Elttør
verður triði føroyingurin í
Fremad Amager, og saman
við Andrew av Fløtum skal
hann royna at loysa
trupulleikan, sum felagið
hevur havt frammanfyri
mótstøðumálunum
C
M
Y
K
20