Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 245 - 30. desember 2003 C M Y K 22 Nr. 245 - 30. desember 2003 23 Føroyar vunnu bólkin Føroyska manslands- liðið vann sín undan- kappingarbólk í Skot- landi um vikuskiftið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyar vunnu allar tríggjar dystirnar, tá EM-undan- kappingin í mansflogbólti var á skránni um viku- skiftið. Fyrsti dysturin var fríggjadagin móti Íslandi, sum undan kappingini varð mett sum eitt hitt truplasta mótstøðuliðið hjá Føroy- um. Tað eru fleiri ár síðani, at Føroyar seinast vunnu landsdyst á Íslandi, men hesaferð var eingin sum helst ivi um úrslitið. Tó at talan var um trý tøtt sett, so vóru føroyingar stinnari í hvørjum av hesum, og so var kósin sett móti odda- sessinum. Skotland megn- aði heldur ikki at forða føroyingunum í hesum, tá talan aftur gjørdist um 3-0 sigur, og soleiðis skuldu Føroyar bert vinna eitt sett móti Luksemburg til tess at tryggja oddasessin. Fyrsta settið var eisini tikið í stór- um stíli, men síðani mutaði Luksemburg tó væl ímóti, men ending gjørdist, at Føroyar vunnu dystin 3-2. Sum eyka krydd hjá før- oyska liðnum kom umframt oddasessin, at Rúni Weihe varð kosin besti leikari og besti álopsleikarin í Skot- landi, umframt at Ragnar í Haraldsstovu Petersen varð kosin besti blokkurin í kappingini. Hendan greinin skuldi upprunaliga verið við í blaðnum fyri jól, men orsakað av einum mistaki kom hon tá ikki við í blað- ið. Vit biðja lesaran halda okkum tilgoðar. (blðm.) Úrslitini: Føroyar-Íslandi 3-0 (25-22, 26-24, 25-20) Føroyar-Skotland 3-0 (25- 20, 25-23, 25-18) Føroyar-Luksemburg 3-2 (25-13, 19-25, 25-20, 19- 25, 15-11) Manslandsliðið í flogbólti vann undankappingarbólkin í Skotlandi um vikuskiftið Heini Fernandez var óhepni høvuðspersónurin í eini hending, sum hevur fingið umrøðu í bæðí Se & Hør og í Ekstra-Blaðn- um. Undir eini veitslu, sum Ekstra-Blaðið og danska spælarasambandið, skip- aðu fyri tann 9. desember, var hann heldur áhaldsin, tá hann og fýra aðrir leik- arar skuldu fara heim. Teir sótu í bilinum hjá Mohammed Zidan, sum ætlandi skuldi koyra bilin, men tá hesin fór úr bilin- um at kanna eitthvørt, gjørdi Fernandez skjótt av. Hann setti seg á for- setrið og setti bilin í bak- gear, men ólukkutíð stóð ein annar bilur skamt ífrá, og endin varð ein saman- stoytur. Vitnir, sum sóu til- buðin, meldaðu alt fyri eitt, og stutt eftir kom løg- reglan á staðið, har Fer- nandez varð handtikin fyri brotið, og nú kann hann so rokna við at skula ein túr í rættin, har dóm- arin eftir øllum at døma -jm Útsetti dysturin millum TB og Drátt í meistara- deildini hjá kvinnum, varð leiktur annan jóla- dag. Úrslitið av dystinum gjørdist ein 3-1 sigur til TB, sum við hesum hevur lagt seg undir liðina á Mjølni í oddinum, nú grundspælið er liðugt. Bæði hava tey 16 stig. KÍF er á triðja plássinum við 10 stigum. Við sigrinum á Drátti 2. jóladag, eru tvørakvinnur á odda í meistaradeildini, saman við kvinnunum úr Mjølni -jm Mánakvøldið fyri jól fekk KÍ pappír upp á Atla Danielsen og Ova Nysted FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mánakvøldið var eitt av teimum heilt hugaligu hjá teimum mongu klaksvík- ingunum, sum hava ein brennandi áhuga fyri KÍ. Undan kvøldinum hevði KÍ boðað frá, at talan var um eina lítla samkomu, nú Jákup Mikkelsen skuldi venda heim til felagið, og eisini var løtan ogna Annfinni Danielsen, sum er ung- dómsvenjari í felagnum, og sum júst hevur verið í Danmark, har hann hevur fingið skurðviðgerð. Men tað mundi vera ein illa fjald loyna, at KÍ eisini hevði onnur gera- mál á skránni hetta kvøld- ið. Fyrst og fremst var tað venjarin fyri komandi árið, sum varð almanna- kunngjørdur, og ikki óvæntað gjørdist tað Ove Flindt Bjerg, soleiðis sum vit skrivaðu í seinasta blaðnum fyri jól. Hartil kundi KÍ á fund- inum boða frá, at felagið nú hevur fingið sáttmála í lag við tveir av leikarun- um, sum felagið hevur bygt liðið kring seinnu árini. Ovi Nysted og Atli Danielsen mugu báðir metast sum rimmarfastir í KÍ-verjuni, og tað verða teir eisini eftir øllum at døma komandi árið. Atli setti sítt navn á nýggjan eitt-ára sáttmála, og Ovi hevur givið KÍ pappír upp tey trý komandi árini. Fernandez í fokus TB vann á Drátti Tveir KÍ-leik- arar skrivaðu sáttmála Seinast í januar mán- aði fer Havnar Fim- leikafelag at skipa fyri rútmukapping FIMLEIKUR tíðindaskriv Øll úr 1. flokki og eldri kunnu luttaka - treytað av, at 4-5 luttakarar eru í liðin- um. Harafturat kunnu í mesta lagi 2 í liðinum verða við í stórkappingarfimleiki. Kappingin verður býtt í 4 bólkar: 1. til og við 2. flokkur, 3. til og við 4. flokkur, 5. til og við 6. flokkur og 7. flokkur og eldri. Eru luttakarar úr fleiri bólkum á sama liðið, tekur liðið lut í kappingini, har elsti fimleikarin í bólkinum er flokkaður. Liðini seta sjálv saman fimleikaseriu og skulu hava í huga, at dømt verður eftir: Kroppsburði, hvussu trygg- ar genturnar eru í venjing- unum, samsvar millum tón- leik og venjingar og hvussu genturnar fylgjast (gera í takt). Tónleikinum stendur liðið eisini til at finna - og eiga fimleikararnir at hava í huga, um tónleikurin hósk- ar til seriuna. Tilmeldingarseðlarnir skulu vera inni sum skjótast og kappingin verður sunnu- dagin 25. jan. 2004 í høllini á Stórheyggi. Kappingin byrjar kl. 14.00 við bólki 1. Fyrst við innleiðandi um- førum í øllum bólkum, síð- ani eini finalu í hvørjum bólki. Nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðursmerki og heiðursprógv. Øll luttak- andi fáa heiðursbræv. Sein- asta freist fyri tilmeldan er leygardagin, 17. januar. Um jólini fekk HB- hópurin tilgongd av enn einum leikara FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tollaksmessudag stóð greitt, at HB hevur ognað sær enn ein leikara til frammanundan sterka leikarahópin komandi ár Hesa ferð var tað Heðin á Lakjuni, sum setti sína undirskrift á pappírið, og einki er at ivast í, at tey í HB eru fegin um nýggja leikaran. Seinnu árini hevur Heðin verið ein av avgjørt vandamestu leikarunum í føroysku fótbóltskapping- ini, og eitt nú mundi hann vera ein hin mest týðandi leikarin á B36-liðnum, sum í 2001 vann greipuna. í 2002 var hann aftur í KÍ, men eitt beinbrot hetta árið gjørdi sítt til, at tað kappingarárið ikki gjørdist tað besta hjá klaksvíkingin- um. Í ár var hann aftur í B36, og tó at tað so ikki gjørdist til nakra endurtøku av greipuni, so var hann fastur fúsus á liðnum, sum vann Løgmanssteypið og silvur í landskappingini, og tí er einki at siga til, um tey í B36 iðra seg um, at hava mist enn ein leikara til grannarnar úr HB. Steinfinnur Mittelstein, formaður í HB, segði eftir skiftið, at hann nú metti, at felagið var um at hava allan leikarahópin kláran til komandi árið. – Tað er í øllum førum soleiðis, at vit ikki longur beinleiðis eru eftir nøkrum ávísum leikara. Hinvegin fylgja vit sjálvandi við, hvat rørir seg í ymsu feløgunum kring landið, segði hann í telefonini tollaksmessudag. Heðin spælir nú í HB Heðin á Lakjuni er næsti spælarin, sum hevur nýtt vetrarsteðgin til at skifta úr B36 í HB Rútmisk kapping Tvingsilssøla Fríggjadagin 16. januar 2004, kl. 9.15 verður á Dómaraskriv- stovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir ogn- ina matr. nr. 240 Sumba (Lopra),(AS nr. AS 2-29/2003). Talan er um eini sethús 121 kvm. í kjallara- og stovuhædd við lágari reising. Sethúsini eru bygd í 1972. Grundin er stoypt upp, og eru húsini annars gjørd úr og klødd við timbri. Takið er út eternitlíknandi plátum. Húsini eru annars innrættaði soleiðis: Í miðhæddini: Er ein gangur ígjøgnum øll húsini, garderoba og tuflugangur, stova, køkur, fýra sovikømur, eitt baðirúm við wc- kummu og hondvaski, umframt eitt baðirúm við brúsu og baðikari, wc-kummu og hond- vaski. Í kjallarahæddini: trý rúm og ein hjallur. Trappuuppgongd til miðhæddina. Gólvið er stoypt í støðum. Húsini sýnast at vera í rímuligum standi. Tvingsilssølan er um- biðin av Inga Høj- gaard, advokati, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tel. 311260, (sak nr. 44655.01), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina og sum nærri avtala kann ger- ast við, um ynski er at síggja ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur hin 23.12.2003 Gjørt verður kunnugt, at allar skrivstovur hjá SEV eru stongdar frá tollaksmessudegi kl. 16.00 til 5. januar 2004 kl. 08.00 og at øll linjuarbeiðir o.a. sum tolir at bíða, verður steðgað í sama tíðar- skeiðið. Vit hava vakt alt døgnið.Til ber at fáa fatur á vaktini á tlf. nr. 346800 í nevnda tíðarskeiði. Vaktin tekur sær bert av viðurskiftum, sum ikki tola at bíða, sum t.d. streymslit. Tórshavn, tann 22. desember 2003 Elfelagið Gøtu bygdarráð hevur ásett føstu almennu fundirnar at vera niðanfyrinevndu kvøld kl. 19.00. Mánakvøldið 26. januar Týskvøldið 22. juni Mánakvøldið 1. mars Mánakvøldið 6. sept. Mánakvøldið 29. mars Mánakvøldið 27. sept. Mánakvøldið 26. apríl Mánakvøldið 25. okt. Mánakvøldið 24. mai Mánakvøldið 29. nov. Fundirnir verða hildnir í fundarhølinum á komm- unuskrivstovuni. Eykafundir ella broytingar til omanfyrinevndu, verða lýstir í svørtutalu við Gøtugjógv. -tað loysir seg Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Ti t Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið 23