Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: postesosialurin.fo Folkaatkvødur og valrættur Oddagrein Tað var eitt mikið áhugavert evni, ið vidgjørt varð i »Kvørnini« í SVF mikukvøldid - um hver, ið skal sleppa at atkvoða um Feroya framtíð. Politisku mótpolarnir vóru lands- stýrismaðurin , í sjálvstýrismál- um, Hegni Hoydal og Jóannes Eidesgaard, formaður Javnað- arfloksins. Uttan her at taka dagar ímillum, hver teirra er á rættari kós í full- veldismálinum, so skurrar í oyru- num, tá tosað verður um, at vit av nýggjum skulu definera, hver skal sleppa at atkvoða - atlso, um vit skulu broyta vallógina við tí endamáli, at fáa nøkrum føroy- ingum úti í heimi valrætt, sum annars ikki hava tað. Tað er sjálvsagt, at skal vallógin broytast, so skal tað gerast á rættan hátt. Tá valrættaraldurin verður broyttur, ella nú tá lesandi foroyingar uttanlands fingu val- rætt, tá mátti hetta samtykkjast av tveimum legtingum. Tað kann væl verða, at vit skulu definera foroyingar oðrvísi - eftir einhverjum skilagóðum kreteri- umi. Men vit kunnu íkki í eini handavend broyta hetta - og so- leiðis geva foroyingum uttanlands valrætt til eina fólkaatkvoðu, tá tey ikki hava valrætt til logtingið. Til tær fólkaatkvoður, sum verða í hesum valskeiði, eiga bara tey, sum hava valrætt til logtingið at sleppa at velja. Verður annað gjørt, kann alt í einum ruðuleika. Sosialurin Lesarabræv: Aftur til Afrika Nú í heyst kom áheitan úr Botswana til Hildu Jóhann- essen, um at koma aftur til Maun í Botswana. Aheitan- in kemur frá felagsskapin- um, W.A.R., sum er felags- skapur ímóti kynsligum misbrúki. Felagsskapurin var stovnaður í 1992 og var Hilda við til at stovna henda felagsskap. W.A.R. (Wo- men Against Rape) arbeiðir bæði við børnum og vaksn- um, ið eru rakt av kynslig- um misbrúki og neydtøku. Kynsligt misbrúk er sera vanligt í Maun og norður Botswana. Vit vóru nakrar kvinnur, sum tóku okkum saman og stovnaðu W.A.R. Í dag eru 3 fólk sett í starv. Tvær teirra ferðast íkring og vitja skúlar og fyritøkur at hjálpa teimum, ið eru mis- brúkt og neyðtikin til løg- reglu og til kanningar, til tess at fáa neyðug prógv til vega, um tey seinni ynskja at leggja sak. Tá menniskju eru kyns- liga misbrúkt, neyðtikin, ynskja tey sum skjótast at gloyma tað, ið er hent. Men sum frá líður og fylgjurnar koma til sjóndar, fara tey at hugsa um rættarsak. Men tá eru prógv og vitni mangan horvin. W.A.R. er í dag kendur um alt Botswana, men trup- ult er at fáa fíggjarligan stuðul. Tí heldur hesin ónd- skapur fram. Eg arbeiddi í fýra ár innan henda felagsskap. Og nú biðja tey meg koma út aftur í 3 mánaðir at hjálpa teim- um, tí tey eru bangin fyri, at felagsskapurin ikki orkar at loysa tær uppgávur, ið liggja fyri durunum. Tvær skulu til víðari útbúgving, so arbeiði kann detta niður fyri. Tí er tað, at tey ynskja at fáa meg út aftur. Tey ynskja, at eg skal undirvísa fýra lokalum, so tær kunnu taka við, tá hinar fara í víðari útbúgving sum ávikavist terapeutar og psy- kolog. Tá yngri gentur eru neyð- tiknar, leggja vit áherðslu á, at mamman og familjan stuðla dóttrini, so henni kann unnast at gjøgnumliva tað sváru pínu og eyðmýk- ing, ein kynsligur ágangur ber í sær. Síðan W.A.R. var stovn- að, eru fleiri lógir broyttar og nýggjar eru komnar ístaðin. Vit eru mangan spurdar til ráðs tá lógarsmíð skal gerast. Undan 1992 sluppu flest allir lógbrótarar undan sekt, men í dag er stødan ein heilt onnur. Nú er sektin 7 ára fongsul fyri kynsligt mis- brot. Er prógv um AIDS, so er dómurin upp í 14 ára fongsul. Fyri meg er hesin felags- skapur ein hjartasak. Tað er neyðugt at mótmæla hesum óndskapi so hann ikki ótarn- aður fremur sítt oyðandi yrki. Við Guds hjálp og stuðli frá góðum fólki er hetta møguligt. Hilda Johannessen Bokmentakvøld i Mettustovu Månakvøldid 23. november kl. 20.00 verður aftur bók- mentakvøld í Mettustovu. Hesaferð er tað Turið Kjøl- bro, sum heldur fyirlesturin: Barnabókmentir og barna- fatan út frá ritgerðini Bókin og barnið. Kanningin umfatar upp- runa føroyskar bøkur fyri stórri børn, skrivaðar í tíð- arskeiðnum 1987 til 1997 við serligum atliti til ta barnafatan, sum bókment- irnar avdúka. Í fyrilestrinum verður nomið við høvudsråk í barnabókmentum, og ávísir træðrir, sum eyðkenna før- oyskar barnabókmentir, verða vidgjørdir. Hugleitt verður eisini um føroyskar barnabókmentir í dag. Høvid verður sjálvsagt at seta spurningar og tosa víð- ari um málið aftur við ein- um drekkamunni aftan á fyrilesturin. Nýggjur tógvhandil letur upp heima á Sandi Ja, nú skal bindast! Nýggjur tógvhandil, »Ellubitin« let- ur upp nú leygardagin heima á Sandi. Ungu Húsa- víkssystrarnar, Kristina og Marin Johannesen, hava leigað seg inn kjallaran, har handilin hjá Lim helt tl í nógv harrans ár. Tí kunnu sandoyingar flestir helst vænta sær bleytar jólapakk- ar undir trænum í ár. Um tað verður Elis ella onkur annar jólamaðurin, 13 kem- ur við pakkunum, var enn ikki staðfest seinast vit frættu frá jólamannafelag- num At handil letur upp ber helst boð um, at samfelags- kreppan, ið rakti Sandoynna sera hart, er farin eysturum á hesum sinni. Sandoyingar í hópatali fluttu av oynni, men síðani flakavirkini í Skopun og heima á Sandi lótu upp aftur hevur stødugt gingið framá. Tað hevur ómetaliga stór- an týdning fyri oynna, at flakavirkini eru opin. Peng- arnir, ið koma í umfar, opna fyri møguleikum, ið annars helst ikki vóru til staðar. Men hetta er ikki øll frå- greiðingin. Týdning hevur tað eisini, at talið av ungum fólkum gkist í oynni. Ung- um fólki, eldhugað at seta nakað í gongd. Ung fólk, ið síggja seg tvingað til at berjast fyri at fáa betrað viðurskifti á øllum økjum. Kanska hetta júst er høv- udsorsøkin til, at tær báðar eru farnar undir handilsvirk- semi. So er bara at vóna, at tær ikki vinda alla oynna upp í ein ellubita! Kristina Johannesen sig- ur, at hetta er ein gamalur dreymur hjá sær og systrini Hon heldur, at tað er spenn- andi at royna nakað, ið er annarleiðis. Kristina er út- búgvin sjúkrasystir og ar- beiðir á ellisheiminum Aar- garði heima á Sandi. - Vit fara fyrst og fremst at selja tógv, men eisini til- far til binding so sum stokk- ar, lynlás, knappar o.a. Or- søkin til navnið »Ellubitin« er millum annað tann, at vit fara at selja smáar nøgdir av tógvi, um brúkarin ynskir tað. Er brúk fyri lítlum enda, fæst hann hjá okkum. Før- oyska tógvið er frá Tøting í Gøtu. Haðani hava vit eisini troyggjur og vælumtóktu kotini. Vit hava eisini tógv úr Danmark frá vælumtóktu Marianne Isager Kristina hevur varhugan av, at fólk í Sandoynni binda nógv, men hon dugir ikki at siga, hvussu stórur marknaðurin er. Nú leygardagin er opið frá 09.00 —14.00, og henda fyrsta dagin hevur handilin upplatingartilboð: Føroyskt tógv 29 kr fyri 100 gramm. Annars verður opið vanligar dagar frá 10.00 — 17.00 og leygardag frá 10.00 — 13.00.