fríggjadagur 20. november 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
I AO At
Nr. 221 — 20. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið SOS)
Húsalánsgrunnurin |
hevur ikki tryst
prisin upp
— Vit hava spælt vid opnum kortum, og alment sagt, at vit ætla okkum undir
alternativa húsabygging. Tá vit bjóðaðu upp á tróðna á Bodaneshamri var
tað við tí í hyggju, at byggja íbúðir, serliga ætlaðar eldri, ungum og rørslu-
tarnaðum
EIRIKUR LINDENSKOV
— Tað er órættvíst av Høgna
Mikkelsen at leggja Húsa-
lánsgrunnin undir at hava
trýst prísin á trødni á Boða-
neshamri í Havn upp. Um-
framt Húsalánsgrunnin
vóru tað tríggir aðrir, ið
bjóðaðu.
Hetta sigur Jóannes Dals-
garð, stjóri í Húsaláns-
grunninum í viðmerking til
tað, sum Høgni Mikkelsen,
byggiharri, bar fram í Sosi-
alinum í gjár um, at hann
mátti kappbjóða við al-
menna Húsalánsgrunnin um
trødna, sum tískil gjørdist
óneyðuga dýr.
— Vit hava týðuliga og
greitt boðað frá, at vit ætla
at fara undir alternativa
bygging. Trupulleikin hjá
okkum hevur verið, at okk-
um hevur tørvad lendi.
Trødin á Boðaneshamri er
sera væl egnað til endamál-
ið, og tí valdu vit at bjóða
upp á hana, sigur Jóannes
Dalsgarð.
Ætlanin hjá Húsaláns-
grunninum var at byggja í
smærri eindum - beinleiðis
ætlað til ávís endamál.
— Nú liggur hendan trødin
nærindis býnum. Hon ligg-
ur beint við Láargarð og
vardu íbúðirnar. Tí høvdu
vit ætlanir um m. a. at gera
smærri íbúðir til eldri fólk,
eins og íbúðir til yngri og
til rørslutarnad fólk, sigur
Jóannes Dalgsarð.
— Nógv eldri fólk sita í
stórum húsum, og okkara
royndir eru, at fleiri teirra
fegin vildu flutt í eina minni
íbúð.
Jóannes Dalsgarð sigur, at
or. Hang æðar at DYSE
ur ilt við at góðtaka, at Hús
jørdist so dyr er, at
a almennur grunnur ella
fyritøka, Húslánsgrunnunn,
randarhús og vanlig 005 Tdr) leiðis press pris
á trgðna. %# ímar uppeftir.
Hø Me hann Fyrr skyldaðu fólk ofin
IN harðari kapp- uppá. tar Upp
ing við Húdánsgrunnin um Per 120 20 tað al
at fáa trøbna. -
teir eisini hava verið í sam-
band við kommununa í
Havn, sum eisini hevur víst
á okkurt gki, men hetta
liggur so langt burtur frá
býnum, og so er tað heldur
ikki byggibúgvið enn.
Vit hava sama rætt
Annars vóru tað fleiri, sum
buðu upp á trødna. Um-
framt sakføraran hjá Húsa-
lánsgrunninum vóru tríggir
aðrir advokatar, sum bjóð-
aðu.
— Vit gjørdu hinum bein-
anvegin greitt, hvgrjir vit
vóru, tí vit vildu spæla við
opnum kortum. Men hinir
sakførararnir søgdu ikki,
hvønn teir umbodadu, sigur
Jóannes Dalsgarð.
Hann sigur víðari, at
Húsalánsgrunnurin bakkaði
út, tá boðið var komið upp
á 2,8 milliónir. Tveir aðrir
sakførarar bjóðaðu víðari,
til boðið endaði uppi á 3,1
millión - og var tað sakfør-
arin hjá Høgna Mikkelsen,
sum átti síðsta boðið.
— Vit hava als ongan á-
huga í at pressa traðarprísir
upp, og var tað júst tí, at vit
spældu við opnum kortum.
Vit hava sjálvandi sama rætt
sum aðrir at bjóða, og vit
hava jú alment boðað frá, at
vit hava ætlanir um at fara
undir alternativa bygging.
Vit høvdu
beinanvegin
Jóannes Dalsgarð vísir ann-
ars á, at tað er munur á
bygging - privatari bygging,
har tú roynir at gera alt á
bíligasta hátt, og so á bygg-
ing við vinningi fyri eyga.
— Tá tú sjálvur byggir tær
eini hús, so roynir tú alt hvat
tú kanst at gera hetta á bíl-
igasta hátt. Men tá tú keypir
eina trød at stykkjar út, so
er tað við vinningi fyri eyga.
Soleiðis er tað bara.
— Men okkara endamál
var ikki at vinna pening. Vit
ssar prísirnar uppeftir.
Greinin vid Høgna Mikkelsen stóð í Sosialinum í gjár
lánsgrunnurin kappbjóðar
ætlaðu at fara undir altern-
ativa bygging, smærri
eindir, sum skuldu gerast so
lagaliga, sum gjørligt. Tað
skuldi bara malið runt
fíggjarliga.
Jóannes Dalsgarð sigur
eisini, at Húsalánsgrunnurin
hevdi farið undir arbeiðið
beinanvegin, tí tørvurin á
slíkum íbúðum er í dag.
Men tað ætlar Høgni
Mikkelsen ikki.
— Hann sigur, at hann
bæði skal gera 1., 2. og 3.
byggistig við Løgmanna-
breyt liðugt fyrst, og at hann
tí ikki fer undir byggingina
á Boðaneshamri enn, vísir
Jóannes Dalsgarð á.
Hann leggur dent á, at tað
ikki er Húsalánsgrunnurin,
sum hevur trýst prísin upp.
At Høgni Mikkelsen
heldur tað vera órættvíst, at
Húsalánsgrunnurin í heila
SMILLLAT
slj8888003
í
MNODUU +
í #45 88 2828 ARI
METII I Á
LE 3 % »
%
ERE
if»
frit. *
KNÆET
5, på 4 MfS
4 1904
1
', Søe
+
øf
må: á é
8 #4
+
2 #
Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunninum sigur, at
Húsalánsgrunnurin ætlar sær undir alternativa bygging
tikið bjóðar upp áeinaslíka hann heldur. Tað er hansara
ogn, hevur Jóannes Dals-
garð ikki so nógv at siga
um.
— Eg respekteri tað, sum
meining. Tí haldi eg, at vit
eisini mugu kunna hava
okkara meining og okkara
ætlanir.
Jólainnkeyp
við MAERSK AIR
VIKUSKIFTISFERÐ FØROYAR-BILLUND-FØROYAR
Innivist á Hotel Royal í miðbýnum í Aarhus
3 nætur á dupultkamari…...kr. 2.670.-
3 nætur á einakamafi...........- ee...kr. 2.960.-
Innivist á Hotel La Tour
ið liggur uml. 3 km. uttanfyri miðbýin í Aarhus
3 nætur á dupultkamari........................kr. 2.825.-
3 nætur á einakamari............e......kr. 3.635.-
íroknað prísin er ferð, ferðagjald og uppihald v/morgunmati og bussur
ímillum Billund og Aarhuus v.v.
Vejle Center Hotel í Vejle
3 nætur á dupultkamari..................e....kr. 3.095.-
3 nætur á einakamari.................e.......kr. 4.995.-
íroknað prisin er ferð, ferdagjøld og uppihald v/morgunmati.
JÓLAINNKEYP Í KEYPMANNAHAVN VIÐ MAERSK AIR
Vikuskifti í Keypmannahavn - Copenhagen Star Hotel
2 nætur á dupultkamari........................kr. 2.931.-
2 nætur á einakamari...........................kr. 3.237.-
íroknað prisin er ferð, ferdagjøld og uppihald v/morgunmati.
VIKUSKIFTI Í LONDON VIA BILLUND
3 nætur á dupultkamari....................úr kr. 4.285.-
VIKUSKIFTI Í PARIS VIA BILLUND
3 nætur á dupultkamari....................úr kr. 4.140.-
íroknað prisin er ferð, feråagjøld og uppihald v/morgunmati.
Ý
FLOGFELAG FØROYA
Åarvegur 6, Postrúm 3225, FR-110 Tórshavn, Tel 31 10 25, Fax 3186 70, E-mail travel(ff.fo