Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSlalurin Nr. 221 — 20. NOVEMBER 1998 Høgni W. Larsen, arkitektur og listamaOur: - Tilfeingið vit eiga er sera avmarkað og tað verður alt ov snævurskygt bert at byggja á tað. | Tað er avgjórt ikki til at kasta burtur, men tað er ikki nóg mikið. Tí eigur ein lista- og handverksskúli at byggja á hug- takið list og handverk og so skal tað fóroyska koma afturat, sigur Høgni W. Larsen í viðmerking til kjakid um lista- og handverks- skúlan, sum ætlanin er at seta á stovn longu næsta ár. Tur KJØLBRO Eitt sindur av kjaki hevur staðist av lista- og hand- verksskúlanum, sum ætlan- in er at seta á stovn. Hesin skúlin hevur verið uppi og vent nakrar ferðir, onkrar ftøkiligar royndir hava verið gjørdar og meiningarnar eru sum vera man rættiliga ym- iskar um, hvat grundarlag skúlin skal byggja á, hvussu undirvísingin skal skipast og hvar í landinum ein slík- ur skúli skal liggja. Høgni W. Larsen, arki- tektur og listamaður, er ein teirra, ið hevur víst hesum skúlanum serligan ans. Fyri fýra árum síðani skjeyt hann upp fyri táverandi lands- skúlafyrisitingini, at ein listaskúli fekk innivist í høl- um hansara á Argjum, einum stórum bygningi, ið hóskar rættiliga væl til endamálið. Í aftursvari frá landsskúlafyrisitingini fekk hann at vita, at áðrenn farið verður í holt við ein slíkan skúla, sum tað almenna skal gjalda, er neyðugt, at fleiri spurningar verða gjølla lýstir. Og tað er í hesum sam- bandi, at ein arbeiðsbólkur er settur, mannaður við fimm limum, ið allir á ein og annan hátt hava viten og innlit um hesi viðurskifti. Í viðtali í blaðnum við Henz- ar Ellingsgaard á Undirvís- ingar- og mentamálastýr- inum fyri tveimum vikum síðani segði hann, at ar- beiðsbólkurin skal verða liðugur við álitið til várs og at skúlin fer í gongd antin við skúlaársbyrjan ella við ársskiftið næsta ár. Hvat sig? vit Høgni W. Larsen heldur, at um ein komandi lista- og handverksskúli skal byggja á útspælið frá Undirvísing- ar- og mentamálastýrinum, nevniliga á egið tilfeingi, umhvørvi og sidaarv, bíta vit okkum sjálv í halan, tí tað verður ov snævurskygt. - Tilfeingið er sera av- markað og fellur aftur á tað sama. Her verður hugsað um ullina og tað sum vit kunnu fáa burtur úr henni. Tað er avgjørt ikki til at kasta burtur, men tað er ikki nóg mikið. Hinvegin eru royndir gjørdar við hesum, men tær hava ikki givið nóg mikið. At virka burtur úr ull, at gera lampuskermar burt- ur år føroyskum timbri, at gera lampur år føroyskum gróti, målningalist og ann- að. Hetta kann alt verða eitt ískoyti til ein slíkan skúla, men eigur ikki at vera tað, sum skúlin í høvudsheitum skal byggja á. Umframt til- feingið sum er í landinum, trúgvi eg, at tað týdning- armesta tilfeingið eru sjálvi listafólkini vit eiga. Í mun til støddina á landinum eru nógv sera dugnalig lista- fólk. - At byggja á okkara egna tilfeingi er eitt øgiliga vítt hugtak. Eftir mínum tykki eigur ein slíkur skúli at byggja á hugtakið list og handverk sum so, og so skal tað føroyska koma afturat. Vit fáa helst ongantíð ein lista- og handverksskúla sum aðra staðni, tí vit eru so fáment, men vit eiga at hyggja eftir, hvussu slíkir skúlar eru aðra staðni. Tað tydningarmesta trúgvi eg eru sambondini úteftir, ser- liga við hini Norðurlondini, og tey eiga vit ikki at undir- meta, sigur Høgni W. Larsen. Ikki bert ung Ein lista- og handverksskúli eigur ikki bert at vera fyri ungfólk, heldur Høgni W. Larsen. - Atgongd eigur eisini at vera fyri eitt sindur eldri fólkum, sum hava roynt eitt sindur her í lívinum og sum hava verið burturi og sæð, hvussu gjørt verður aðra staðni. Hesi hava avgjørt eina barlast og nakrar royndir, og kunnu tí vera ein stuðul hjá skúlanum. Verður skúlin bert fyri ungfólk, er vandi fyri, at næminga- grundarlagið verður ov tunt, tí sannlíkt er, at nógv teirra halda uppat um tey finna út av, at tað er einki fyri tey og at tey ikki kunnu liva av tí. Undirvísingin kann vera samskipað við fólkaskúlan, men ikki bara hann. - Tað kostar øgiliga nógv at seta ein slíkan skúla á stovn, men har má landið stuðla við tí, ið krevst. Ann- ars er tað burtur í vón og viti at seta skúlan á stovn yvirhøvur. Skúlin eigur at geva atgongd til víðari út- búgvingar í gðrum londum, men tað krevur aftur tað, at vit til deils fáa útlendingar at undirvísa. Annars verður undirvísingin ov einstáttað, sigur Høgni W. Larsen. Marknaðurin Ein stórur, um ikki tann størsti trupulleikin við hes- um er avmarkaði marknað- urin í Føroyum. - Vit hava ein øgiliga litl- an marknað. Listafólk sum fara aðra staðni vid verkum sínum finna skjótt út av, hvussu trupult tað er at gera seg galdandi. Hugurin hjá fólki dettur burtur, tá ið tey síggja, hvussu trupult tað í grundini er. Ein skúli eigur at miða ímóti at røkka út um tað føroyska og tå nyttar ikki bara at hava tað før- oyska tilfeingið at byggja á, sigur Høgni W. Larsen. Høgni W. Larsen hevur í fleiri ár arbeitt við at tekna og gera lampur burtur úr stáli og glasi. Sum flest vita hevur hann teknað Fríðríks- kirkjuna og lampurnar, ið hanga í skipinum. Hesar lampurnar verða nú gjørdar í Svøriki og fýra av teimum verða hongdar upp í Kví- víkar kirkju til jóla. - Mest sum alt eg brúki til lampurnar kemur úr út- landinum, tí vit kunnu ikki framleiða tað sum krevst í Føroyum. Men alt tað skap- andi og listarliga í lamp- unum er føroyskt og tær verða settar saman í Før- oyum. Soleiðis er tað eisini hjá kendum handlum sum til dómis Louis Poulsen og B&O. Her verða størstu partarnir av deilunum gjørdir í útlandinum, men „designið“ er danskt og nærum alt verður savnað í Danmark. Og hetta verður roknað sum danskt burtur- av, sigur Høgni W. Larsen. Hvar Hvar lista- og handverks- skúlin skal liggja verður utt- Ov snævurt bert at byggja å føroyskt tilfeingi - Vit hava ein øgiliga lítlan marknað. Listafólk sum fara aðra staðni við verkum sínum finna skjótt út av, hvussu trupult tað er at gera seg galdandi, sigur Høgni W. Larsen, arkitektur og listamaður. Mynd: Jens Kr. Vang an iva ein trupul spurningur at greiða hjá arbeiðsbólk- inum. Tað vísir seg hvgrja ferð ein nýggjur skúli verð- ur stovnaður. Samanseting- in av arbeiðsbólkinum, sum skal evna álitið um lista- og handverksskúlan = gevur ábendingar um, at hann skal liggja í Klaksvík, tí tveir limir í bólkinum umboða áhugamál í Klaksvík, annað hvørt kommununa og húsarhaldsskúlan. - Skúlin eigur at liggja, har møguleikarnir eru best- ir, soleiðis at vit kunnu gera brúk av teimum amboðum vit longu eiga. Listaskálin hevur til dømis besta gra- fiska verkstaðin í Norður- londum og tað trúgvi eg má telja við. Tí trúgvi eg, at skúlin eigur at liggja í Havn. Eg dugi ikki at ímynda mær, at skúlin kann liggja í Klaksvík, tí tað verður alt ov trupult. Næmingatalið verður beinanvegin av- markað um skúlin verður lagður út í útjaðaran, sigur Høgni W. Larsen at enda í viðtali. A ør Nyggjar | TANNPROTESUR | || Broytingar og umvælingar av gomlum protesum | | Kliniskur tannteknikari || | BERGUR Á REYNATRØD | Børkuvegur, 620 Runavík | TIf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9—16