fríggjadagur 20. november 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 221 — 20. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið 9
Guðrun S. Hansen, handarbeiðslærari:
Tydning at
fáa iblåstur
aðra staðni
- Mær dámar væl tankan, at lista- og handverksskúlin
skal byggja á tað fóroyska við atliti at okkara egna
umhvórvi og tilfeingi, men samstundis mugu vit fáa
íblástur aðra staðni. Í høvudsheitum eigur skúlin at
byggja á list og handverk sum heild, har tað fóroyska
vigar tungt, sigur Guðrun S. Hansen í viðmerking til
kjakið um lista- og handverksskúlan, sum ætlanin er
at seta á stovn longu næsta ár.
TURIÐ KJØLBRO
Hon átti egnan verkstað fyri
nøkrum árum síðani, Vev-
stovan æt tað saman við
Eydnu Berg. Tað var sam-
stundis ein handil, ið seldi
lutir virkaðir úr ull. Guðrun
S. Hansen er útbúgvin
handarbeiðslærari og hon
var tann fyrsta í Føroyum,
sum fór undir at lita før-
oyskt tógv til sølu. Hevdi
tað gingið, sum hon ætlaði
tá, tað vil siga fyrst í níti-
árunum, átti hon eitt litari í
dag, tað vil siga, eitt verk-
stað sum litaði føroyskt
tógv í alskyns litir. Áhugin
tá var sera stórur, handilin
seldi litaða tógvið nærum
áðrenn tað varð litað, men
orsakað av at bankarnir tá
ikki vildu veita fígging til
eitt litarí, mátti hon gevast
á hendur og sleppa ætlanini
- hóast tað ikki snúði seg
um tær stóru upphæddirnar.
Landsstýrið stuðlaði við
helminginum av útreiðslun-
um, men tað var ikki nóg
mikið. Í dag er Guðrun S.
Hansen leiðari á frítíðar-
skúlanum á Eysturskúlan-
um.
- Tað gekk so væl hjá
okkum, at vit kláraðu ikki
at fylgja við. At byrja við
litaðu vit bert tað tógvið vit
sjálvar brúktu at virka burt-
ur úr. Men tað gjørdist so
væl umtókt og enn í dag
spyrja fólk eftir tí, sigur
Guðrun S. Hansen.
Hvat vilja vit
Sum handarbeiðslærari við
sergrein í vevnadi, og út-
búgvin á lista- og hand-
verksskúla í Danmark,
heldur Guðrun S. Hansen,
at hugskotið at seta ein lista-
og handverksskúla á stovn
í Føroyum er sera gott.
- Mær dámar væl tankan,
at skúlin skal byggja á tað
føroyska við atliti at okkara
egna umhvgrvi, men sam-
stundis mugu vit fáa íblástur
aðra staðni. Í høvudsheitum
eigur skúlin at byggja á líst
»g handverk sum heild, har
tað føroyska kemur at viga
tungt. Hugsað vit um til-
feingið hjá okkum er tað
serliga ullin, alt sum vit
kunnu virka úr hornum,
fiskaskræðu, skinni og ødr-
um. Fyri at vera realistisk
fær tað føroyska uttan iva
stóran týdning á einum slík-
um skúla, sigur Guðrun S.
Hansen.
- Spurningurin er so, hvat
vit vilja vit hesum næm-
ingunum. Um fólk skulu
liva av tí tey læra á skúlan-
um er ikki grundarlag fyri,
at tað eru fleiri fólk, ið ar-
beiða innan sama gki. Vilja
vit gera ein skúla fyri mark-
naðin ella bæði fyri markn-
að og undirvísing, eru við-
urskifti stóða eigur at verða
tikin til. Har haldi eg tað
hevur týdning at fáa allar
partar við.
Samband úteftir
Ein lista- og handverksskúli
eigur ikki at vera avmark-
aður bert fyri ungfólk, held-
ur Guðrun S. Hansen.
- Skúlin eigur ikki at vera
heftur at nøkrum ávísum
skúla, men at vera fyri seg
sum ein sjálvsognar stovn-
ur. Øll eiga at hava møgu-
leikan at sleppa inn á skúl-
an. Undirvísingin kundi
verið skipað sum grund-
skeið og víðkað skeið,
kanska við fleiri valmøgu-
leikum. Lærugreinirnar
kundu verið ymiskar, men
alt innan list og handverk
hevði sjálvandi verið tað
besta. Undirvísingin eigur
heilt avgjørt at geva at-
gongd til víðari útbúgvingar
aðra staðni. Eisini hevur tað
týdning at hava samband
við listaskúlar í Norður-
londum, ikki bara í Dan-
mark, men eisini til dømis í
Islandi og Finnlandi, har
næmingar kundu skift imill-
um og komið víðari. Ein
útbúgving innan list og
handverk kann brúkast til
øgiliga nógv. Sum hand-
arbeiðslærari havi eg brúkt
mína útbúgving bæði til at
hava verkstað og undiryísa.
Bestu meguleikarnir
Guðrun S. Hansen ivast
ikki, tå ið vit spyrja hana,
hvar lista- og handverks-
skúlin skal liggja.
- Hann eigur at liggja í
miðstaðargkinum. Her er
Listaskálin við grafiska
verkstaðnum, í Havn eru
fleiri listafólk við egnum
verkstaði, her er Norður-
landahúsið og framsýning-
arhøli. Eg veit í grundini
ikki, hvat er í Klaksvík og
hvørjir møguleikar eru har,
men eg trúgvi, at teir eru
sera avmarkaðir í mun til
miðstaðargkið.
Um skúlin á hesum sinni
verður veruleiki, sigur
Guðrun S. Hansen.
- Ja, um byrjað verður í
smáum. Um viljin er til
staðar kemur hann upp at
standa. Eitt sum eisini eigur
at verða tikið við er ferða-
fólkavinnan. Nógv ferða-
fólk koma til landið og vit
kunnu hugsa okkum, at talið
veksur. Tað sum er til sølu
til ferðafólk er ógvuliga av-
markað og næstan tað sama,
sum vit hava sæð í 30 ár,
somu turriklødini, hosurnar
og vøtturnar. Her er lítil og
eingin nýhugsan, tað er alt
ov einstáttað, og vit hava
sum heild øgiliga lítið at
bjóða ferðafólki at keypa.
Okkurt er nýtt og spenn-
andi, men í rúgvuni munar
tað lítið. Tá kunnu vit hugsa
okkum, at nógv nýskapandi
sprettur burtur úr einum
lista- og handverksskúla,
sum ferðavinnan kann fáa
gagn av. Her er kortini
neyðugt við eini hugburðs-
broyting, tí fólk gjalda
treyðugt nógv fyri virkaðar
verur. Hinvegin halda tey
seg ikki frá at keypa ein
leðurjakka fyri fleiri túsund
krónur, men tá ið til dømis
fyriklæði og turriklædi til
føroyska búnan kosta 2000
krónur muta tey ímóti.
Veruleikin er, at tann sum
virkar, evnar og skapar
lutin, fær sera lítið burtur
úr og tað má broytast, sigur
Guðrun S. Hansen at enda í
viðtali.
- Lista- og handverksskúlin eigur at liggja í midstadarøkinum. Her er Listaskálin við
grafiska verkstaðnum, í Havn eru fleiri listafólk við egnum verkstaði, her er Norður-
landahúsið og framsyningarhøli. Eg veit í grundini ikki, hvat er í Klaksvík og hverjir
møguleikar eru har, men eg trúgvi, at teir eru sera avmarkaðir í mun til miðstaðarókið,
sigur Guðrun S. Hansen, útbúgvin handarbeiðslærari. Mynd. Jens Kr. Vang.
Vit kunnu útvega stórt úrval
av nýggjum og brúktum
maskinum til fiskivinnuna,
somuleiðis allar stoddir av
frystarum.
Vit útvega lágorkuheitluftsbingjur við hillum til turking av ymiskum
fiskasløgum. Setið tykkum í samband vid okkum, - vit hava loysnina.
Vit hava keyparar til brúktar fiskivinnumaskinur. Vit hava úrval av snellum og
línubátum fyri sámuligan prís. Eisini hava vit ódýrar, brúktar fiskakassar
THOR CONSULT
Ráðgeving á umboð
Jón Kjartanson
==”
Hólmsbakka - 350 Vestmanna - Tlf. 424 712 - fax 424 712