fríggjadagur 20. november 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
Sjónarmið:
tíðindablaðið SLSK
Nr. 221 — 20. NOVEMBER 1998
Privatisering av fiskatilfeinginum
Tað er rættiliga tíðiligt, at privatiseringsskrímslið er við at sníkja seg uppaftur úr
skuffini í Tinganesi. Hesa ferð á ein meira sofistikeraðan hátt, líkasum í bit & pea-
ces. Tekin eru um, at ætlanin er ikki at steðga á fyrr enn alt tilfeingið á fóroya-
grunninum er gjørt til handilsvøru, latið fiskiskipaeigarum at skalta og valta við,
sum teimum lystir, skrivar Sofus Olsen, cand.Polit, m. a. í sjónarmiðnum í dag:
Í hesum suverenitetstíðum
sleppur okkurt óansað aftur
við politiska borðinum ella
í hvussu er verður ikki givið
tær gætur, tað hevur uppi-
borðið. Her kunnu vit nevna
tað aktuella lógaruppskotið
um fiskiveiði í føroyskum
sjogvi
Tað hevur nokk verið í
fyrraárið ella kanska longur
aftur, at onkur av Fróðskap-
arsetrinum hevði grein i
Dimmalætting um ognar-
rættin til fiskin undir Før-
oyum. Minnist meg rætt,
kom, sjålvt um argumentati-
ónin var rættiliga kloddut,
kortin: ein skilagóð konklu-
sjón burturúr, nevniliga at
hann eiga vit øll, sum balast
á hesum klettum
Nú er tað so, at vit ikki
bert liva í eini suverenitets-
tíð, uttan eisini í eini privat-
iseringstíð. Í fjør mundi tað
vera, at teir, sum tá áttu skip
og útróðrarbátar, fingu rætt-
in til at veiða á føroyaleidini
lógarfestan í 10 ár. Við lóg-
aruppskotinum, sum nú
liggur í tinginum in mente
(fasa tvey) kann ein frykta
fyri, at privatiseringsmenn-
irnir ikki helma i fyrr enn
tað hevur hepnast teimum
at smoyggja handilskvotur
ella Individual Transferable
Quotas niður yvir høvuds-
vinnuna. (Hevdi forrestin
fyri fáum árum síðan grein
í Dimmalætting um hvussu
skipanin hevði útartað seg í
New Zealandi. Eitt sindur
seinri heyði ein stubba um,
at new zealendski staturin
hevði verið noyddur at
gjalda kvotaspekulantunum
millióna upphæddir, ti
myndugleikarnir, vegna ov-
fisking, høvdu skert kvot-
urnar)
Vit minnast sokalladu
Bygnadarnevndina, sum av
donskum politiskum mynd-
ugleikum var noydd inn å
okkum. Teirra ætlan vid
nevndini var at sl6da fyri
hjå dønum at, um eg so må
siga, skera føroyska fiski-
vinnu eftir teirra leist. For-
melt var formaðurin føroy-
ingur, meðan hann, sum
spældi fyrstu violin, var
danski flippumaðurin Peter
Andersen. Hon var eisini
skírd Peter Andersen
nevndin og ikki Kjartan
Hoydal nevndin. Høvuds-
boðskapurin var, at handils-
kvotur skuldu áleggjast
fiskivinnuni. Sum vera man
lat høvudsvinnan sær ikki
hesi harraboð lynda, hon
avvísti handilskvotum. So
mikil stiril var í landsstýr-
inum tá, at álitið frá Bygn-
adarnevndini varð burtur-
goymt í onkrari skuffu í
Tinganesi.
Bæði tey seinastu árini,
undir farnu samgonu og aft-
ur undir hesari (landsstýr-
ismadurin í fiskivinnumál-
um hevur erið tann sami)
hevur pípan fingið annað
ljóð. Tað er rættiliga tíðiligt,
at privatiseringsskrímslið er
við at sníkja seg uppaftur
úr skuffini í Tinganesi. Hesa
ferð á ein meira sofistiker-
aðan hátt, líkasum í bit &
peaces. Tekin eru um, at
ætlanin er ikki at steðga á
fyrr enn alt tilfeingið á før-
oyagrunninum er gjørt til
handilsvøru, latið fiski-
skipaeigarum at skalta og
valta vid, sum teimum lyst-
ir. I ringasta føri at selja
útlendskum spekulantum
kvoturnar ella fiskidagarnar
fyri nógvan pening. Hendir
tað, er lívsgrundarlagið hjá
fjøldini burtur og suverenit-
etstankin absurdur. Hvat
skulu eremittar og havhest-
ar gera við suverenitet?
Nú um dagarnar fekk eg
hendur á eintaki av Shetland
Fishing News, har var grein
um handil við fiskavkotum.
Høvundin er skrivarin í
Shetland Fishermen's Asso-
ciation. Er forrestin eisini
næstformaður í Scottish
Fishermen's Federation.
Tað sum ger greinina serliga
forvitnisliga og sannførandi
er, at heisn ungi maðurin
hevur sera stóran kunnleika
og vitan um alla fiskivinnu,
lokalt og í EU høpi og eisini
globalt. Her er greinin í før-
oyskari týðing.
Kósin er sett
Allir innan fiskivinnuna her
vóru ovfarnir, tá tað frættist,
at pelagiska fiskiloyvið ella
kvotan hjá Silvery Sea var,
sum skilst, seld fyri umleið
6.5 milliónir sterlingpund
(út við 70 milliónir krónur)
ella ca. 2000 GBP tonsið.
Loyvt er at selja pelagisku
kvoturnar. Eitt slag av ITQ
er galdandi her.
Tíðindi ganga um, at fleiri
skotskir fiskasglumenn
royna at keypa allar botn-
fiskakvoturnar, teir kunnu
fáa hendur á, fyri at hava
nokk til seinri at byggja
fiskiskip. Men halda, at tað
sum er legalt fyri pelagisku
kvoturnar, ólógliga verður
praktiserað innan botnfiska-
flotan. Vit vita, at fiskivinn-
an dag og dagliga brýtir lóg-
ir og reglugerðir, so tað er
helst sannlíkt, at gramlið
um handil við botnfiska-
kvotum er meira enn bert
gitingar.
Annars kann sigast, at
handil við fiskakvotum
eftirhondini meira og meira
er vorðið eitt globalt fyri-
brigdi, er farið at strekkja
seg yvirum landamørk.
Nevnast kann, at írskir skip-
arar keypa rættindi at veiða
uttanfyri eysturstrond
USA's. Eitt annað dómi er,
at íslendskt felag hevur
keypt stóran part av týska
flotanum av frystitrolarum
(meira undir viðmerking-
um). Í EU verður forrestin
handil við botnfiskakvotum
loyvdur í 1999.
Uttan iva kemur handilin
við fiskakvotum at broyta
fiskivinnumynstrið mun-
andi. Til dømis koma fiski-
menn og aðrir, sum eiga
fiskiskip ella part í einum
(og harvið kvotu ella part
av henni) at sita við einum
aktivi, sum dag og dagliga
økist í virði. Selja teir, ella
rættari tá teir selja, verða
teir ríkmenn.
Men, hvat kemur at henda
við samfelag okkara, sum í
so stóran mun byggir sína
tilveru á fiskiskap, um nú-
verandi ættarlið av skipa-
eigarum selur kvoturnar til
norðmenn, íslendingar, há-
lendingar ella aðrar útlend-
ingar? Hetland kemur at
missa størsta partin av síni
EU kvotu. Tað sum er høv-
uðsvinnan, kemur møguliga
bert at verða viðfáningur.
Og tað, sum selt er, kemur
neyvan nakran tíð heimaft-
ur. Hetta er ikki nøkur utop-
isk rædumynd, tí freistingin
at realisera tey einstøku
kvotuvirðini verður so ovur-
honds stór. Hvussu nógvir
alarar sýttu fyri at selja ali-
loyvini til norðmenn? Ikki
nógvir. Hvussu nógvir het-
lendskir fiskiskipaeigarar
vilja sýta fyri at selja teirra
kvotur til keyparar uttanfyri
Hetland. Ikki nógvir eri eg
bangin fyri.
Tað stóra vandamálið hjá
okkum er, at høvudstil-
feingið, fiskurin í sjónum
her um leið, er ogn einstakl-
inga, er á privatum hondum.
Tað kann føra við sær, at
samfelagið alt sum tað er
kemur í dýrastu neyð. Oljan
hevur tey seinastu nógvu
árini givið arbeiði til eina
mongd av hondum. Her er
komin vend í. Byrjanin eil
endan hevur gjørt vart við
seg. Í ikki so fjarari framtíð
verður arbeiðið í oljuvinn-
uni ikki til longur. Áðrenn
oljan fór at renna, var fiski-
vinnan næstan einasti
vinnuvegur her í oyggjun-
um. Skuldi tann vanlukkan
hent, at størsti parturin av
kvotunum verður seldur út-
lendingum (íroknaðir skotar
og onglendingar), verður
sera lítið vinnugrundarlag
eftir. Knska okkurt norskt
ella skotskt fiskifar leggur
at og tekur onkran het-
lendskan fiskimann um-
bord. Men in the long term
kemur hetta at halda uppat.
Tað kemur heldur at verða
filippinar, pólendingar og
onnur bílig arbeiðskraft,
sum tikin verður umborð.
Akkurát sum innan farma-
vinnuna og hjá Røkke.
Eg loyvi mær enn eina
ferð at undirstrika, at beiski
veruleikin kann blíva, at vit
ongar ella fáar kvotur koma
at eiga og verða tá fáir ella
eingir fiskimenn eftir í Het-
landi. Livilíkindini hjá stór-
um parti av fólki okkara
verða ikki til og koma
oyggjarnar tí meira ella
minni at avfólkast
>R
Sofus Olsen, cand. Polit
Hetta er so meginparturin
av greinini hjá skrivaranum
í SFA. Skilamaður, sum
hann er, hevur tað ligið hon-
um uppá hjarta at gera
skipaeigarum, fiskimonn-
um, annars øllum medborg-
arum greitt, hvussu trupul
stødan kann blíva, um ikki
øll gera sítt til, at kvoturnar
ella meginparturin av teim-
um verða verðandi ogn het-
lendinga. Samstundis sum
greinin er ein sterk ávaring
móti at selja, er hon nokk
eisini ein óbeinleiðis áheit-
an á SIC um fíggjarligan
stuðul til keyp av kvotum,
sum eventuelt koma á
marknaðin.
Síggja vit burtur frá løtu-
vinnnginum av oljuni, so er
vinnugrundarlagið í Het-
landi so meinlíkt tí hjá okk-
um. Fiskivinnan er alfa og
omega hjá báðum oyggja-
bólkunum. Tí átti endur-
givna grein at sagt serisøum
føroyskum plitikarum og
landsmonnum sum heild so
rættiliga nógv. Hon er ein
greið ávaring móti at
privatisera tað, sum svimur
í sjónum. Hon er ein greið
ávaring móti privatiserings-
dilluni.
Ein fundamentalur munur
er tó millum fiskivinnuna
her og hjá grannunum fyri
sunnan. Meðan teir fult og
heilt eru undirgivnir EU
fiskivinnupolitikkinum,
sum verður stungin útí
kortið bureaukratunum í
Brussels og útintur av
teimum, hava vit her hjá
okkum tann fulla
avgerðarrættin sjálvir. Tað
er her á landi, at ognarrætt-
urin til fiskin í sjónum hoyr-
ir heima. Nú eru ikki allir
landspolitikarar júst kendir
fyri konsekvent at taka rati-
onellar og objektivar av-
gerðir. Við gongdini hesi
bæði seinastu árini in mente
ósannlíkt, at opnað verður
fyri handli við kvotum ella
fiskidøgum ov, sum nevnt,
at tær í ringasta føri verða
seldar útlendskum spekul-
antum at vinna sær gull og
grónar skógir burturúr.
Viðmerkingar:
1) Silvery Sea var gamal og
lítil kraftblokkabátur. Á veg
til Danmarkar at landa 400
tons av nebbasild og komin
uppundir land, var skipið
ásiglt av týskum farmaskipi.
Tað sakk beinan vegin og
øll manningin, fimm mans,
sjólótust. Silvery Sea átti
sum nevnt pelagiska kvotu,
sum fyri stuttum varð seld
felagnum Interfish í Ply-
mouth. Eigarin av Interfish
er hálendingur. Hetlending-
ar bjóða upp móti 6 milli-
ónir GBP. men vóru teir ov
stuttir.
2) Íslendska felagið, sum
keypti týsku frystitrolarnar
er Samherji á Akureyri.
Samherji hevur nýliga
gjøgnum týska dóttirfelagið
keypt trolarafelag í Aber-
deen. Onward Fishing
Company, sum eigur 4 trol-
arar við kvotu í Barentshav-
inum og í Norðsjónum.
Onkur sigur, at Samherji
eisini hevur fingið fótin
fastan her á landi, tó íkki
enn í føroyskum sjógvi.
3) Skrivarin í Shetland Fis-
hermen's Association segði
nú um dagarnar, at teirra PO
ikki so langt aftur í tíðini
keypti botnfiskakvotu fyri
250 GBP tonsið. Fyri nøkr-
um døgum síðan keyptu teir
kvotu, men nú var tonsa-
prísurin 1600 GBP.
Sofus Olsen