Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 221 — 20. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið S0S2)urin Eitt ótal av barnafamiljum eru sett í gapistokkin: Helena hevur snýtt okkum so dyggiliga — Landsstýrið hevur so dyggiliga brotið eina avtalu, sum varð gjórd við kommunurnar um barnaansingina AK! BERTHOLDSEN — Tað er harmiligt at ásanna tað: Men nú mugu so stað- festa, at tað ber altso ikki til at gera eina avtalu við landsins hægsta, umsiting- arliga vald: Føroya Lands- stýri. Elin Lindenskov, býráðs- limur í Havn, sigur, at nú hevur Helena Dam á Neystabø so dyggiliga brot- ið avtaluna, sum føroysku kommunurnar gjørdu við landsstýrið fyri einum góð- um ári síðani um barnaans- ing. Elin Lindenskov er fyrr- verandi formaður í sosialu nevnd í Tórshavnar byråd og var sostatt við til at gera avtaluna við Føroya Lands- stýrið. Barnaansingin er ein stór- ur trupulleiki fleiri staðni í Føroyum, ikki minst í Havn. Og kommunurnar gjørdu nettupp avtaluna við lands- stýrið fyri at seta ferð á ar- beiðið at útvega fleiri ans- ingarpláss. Tað vakti annars mikla gsing í kommununum, tá ið landsstýrið minkaði sín part av útreiðslunum til barna- ansingina úr 40% niður í 35%, samstundis sum part- urin hjá kommununum varð hækkaður úr 30% upp í 35%. --Kommunurnar = mót- mæltu harðliga. Men at enda gingu vit við til at broyta býtið ímillum land og kommunur, men bara í tvey ár, tvs í 1998 og 1999, sigur Elin Lindenskov. — Orsøkin til, at vit gingu við til tað, var, at hetta fór at geva landsstýrinum fimm milliónir eyka hvert árið til barnaansingina. — Tvs, at landsstýrið fekk tilsamans 10 milliónir meiri tey bæði árini 1998 og 1999 til barnaansing. — Hesa upphæddina lov- aði landsstýrið at brúka til barnaansingina so at tørv- urin kundi verda nøktadur. Tad var hetta lyftid frå landsstyrinum, sum fekk kommunurnar til yvirhøvur at gera avtaluna við landsstýrið um at broyta prosentini. Fyrrverandi formaðurin í Sosialu nevnd hjá býráð- num í havn sigur, at eftir hesi avtaluni hevði tað borið til at økt talið á barnaansing- arplássum heilt munandi hesi bæði árini. Helena lumpaði Hon sigur, at tað tí var í góð- um treysti at Tórshavnar kommuna rættiliga legði til brots fyri at fáa fleiri barna- ansingarpláss. -Men nú hendir tað heilt ótrúliga, at á uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár, ætlar landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, bara at seta 1,5 milliónir av til barnaansing. — Hetta er ikki nóg mikið til fleiri enn 50 dagstovnar- pláss, ella 100 dagrøktar- pláss-um alt landið, sigur Elin Lindenskov. Og hetta nektar verri enn so tørvin á barnaansingar- plássum. Tí tilsamans hevur landsstýrið fingið umsóknir frá 12 kommununum um tilsamans 235 ansingar- pláss, segði landsstýris- maðurin í tinginum í svar- inum til fyrispurning frá Kristjani Magnussen løg- tingsmanni, sum hevur reist málið. Tilsamans hevði tað kostað landskassanum 5,3 mió. Tað var Kristjan Magn- ussen, sum var landsstýris- maður á økinum, tå ið av- talan varð gjørd. Tórshavnar kommuna einsamøll hevur sekt um fígging til 127 pláss Nú veit kommunan ikki, hvussu nógv pláss, hon fær fígging til, men tað verður bara eina brotpart av tí. Skelkandi Elin Lindenskov heldur, at tað er ikki sért skelkandi, at sjålvt Føroya landsstýrið ber seg soleiðis at. — Landsstýrið hevur brot- ið eina greiða avtalu við kommunurnar. Men hetta vísir bara, at tað ber ikki til at gera avtalur vid Føroya — Avtalubrotið hjá landsstýrinum er ein vanlukka, tí tað setir bæði eitt ótal av barnafamiljum og fleiri kommunur í gapistokkin, sigur Elin Lindenskov, landsstýrið- og tað er í veru- leikanum nógv fyri at noyð- ast at ásanna tað, sigur hon Nú mugu foreldrini betala alt sjálvi Heili 358 bórn eru á bíðlista í Havn. Um neyðugt má kommunan-foreldrini- betala alt or SP Ka sjålvi. Men so má sparast, t .d. må kontantgjaldið takast aftur, heldur Elin Lindenskov Stendur lands- stýrið fast við sítt, noyðast vit at be- tala alt sjálvi, tí tað ber ikki til at svíkja barnafam- iljurnar Áki! BERTHOLDSEN — Kommunan kann 6møgu- ligt sleppa øllum barnafam- iljunum uppá fjall. So um landsstýrið heldur fast við sítt um ikki at játta meiri enn 1,5 millión til barna- ansingarpláss komandi ár, noyðist kommunan at betala alt sjálv. Elin Lindenskov, limur í sosialu nevnd hjá býráð- num, veit ikki enn, hvgrjar avleiðingar tað fær, at landsstýrið er lopið frá sín- um lyftum og bara vil játtað 1,5 millión til barnaansing komandi ár, ístaðin fyri minst fimm milliónir, sum tað lovaði kommununum fyri einum góðum ári síð- ani, eins og greitt er frá í greinini omaniyri. Býráðið í Havn hevði annars nógv jørn í eldinum á barnaansingargkinum. — Vit ætlaðu at seta 127 barnaansingarpláss á stovn komandi ár. Barnaansing skuldi m.a. verða í nýggju býlingshúsinum inni á Gøt- u, í Sjónleikarhúsinum, um- framt at ætlanin var at út- byggja fleiri býlingshús so at pláss verður fyri fleiri børnum í teimum eisini. Men í alt røkkur jåttanin hjå landsstyrinum bara til 50 plåss- um alt landið. Vit mugu ikki svíkja barnafamiljurnar Elin lindenskov sigur, at hon nú setir sítt álit á, at løgtingid broytir avgerðina hjá landsstýrinum so at meiri pengar kunnu verða settir av til barnaansing-og gjørdar avtalur kunnu hald- ast. — Men heldur samgongan við sítt, noyðist kommunan at finna útvegir fyri at fíggja alla barnaansininga sjálv. — Tí vit kunnu ómeguligt sleppa øllum barnafamilj- unum uppå fjall, sigur hon. Hon sigur, at tað er ein vanlukka fyri kommununa, og barnafamiljurnar, um løgtingid ikki tekur um end- an og tekur landsstýrið av ræði í hesum máli. — Í løtuni eru heili 358 børn á bidilistanum hjá bý- ráðnum til at fáa ansingar- pláss. — Men eftir ætlanini hjá landsstýrinum fáa vit bara pláss fyri nøkrum heilt fá- um, tí landsstýrið vil bara játta fígging til 50 pláss um alt landið. — Avtalubrotið hjá lands- stýrinum er tí ein ólukka fyri kommununa og foreldr- ini, sigur hon. Fær lands- stýrið sín vilja, og komm- unan onki ger, fær tað so- statt tað álvarsligu avleið- ing, at bíðilistarnir fara at longjast heilt upp um høvd- ið á okkum. Tað fer eisini at føra nógv øktar sosialar útreiðslur vid sær, tí fólk sleppa ikki til arbeiðis, tå ið tey ikki fáa børnini passað. Vit mugu spara aðra- staðni Elin Lindenskov sigur at tað tí verður neyðugt, at komm- unan heldur á við arbeið- num at útvega fleiri ansing- ingarplás, hvussu víkir og vendir. — Tvs, at vil landsstýrið ikki betala, må kommunan finna útvegir fyri at betala alt sjálv. Tað vil so aftur siga, at tað verða foreldrini, sum noyðast at betala alt sjálvi. — Men tað merkir so aftur, at tað verður neyðugt hjá kommununi at spara taka pengarnar aðrastaðni frá. --Sostatt verður neyðugt at spara á øðrum økjum fyri at fáa ráð til at útvega ans- ingarplássini. Elin Lindenskov sigur, at hon hevur ikki gjørt sær greitt, hvar tað kann sparast. Men hon heldur, at tað er nokk so sjálvsagt, at spurn- ingurin um kontantgjaldið verður tikin upp til nýggja viðgerð. Talan er um 1,8 millión, sum er sett av til foreldur, sum vilja ansa bernini heima, og Elin Lindenskov heldur, at tað verður neyð- ugt hjá kommunum at um- hugsa at taka tað avaftur, fyri at fáa ráð til fleiri ans- ingarpláss, um landsstýrið annars heldur fast við ikki at játta meiri enn 1,5 millión til barnaansing um alt land- ið. Restin av pengunum má so takast frá ødrum økjum, sigur hon Vit fingu tíverri onga við- merking frá Helenu Dam á Neystabø.