fríggjadagur 20. november 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Við lóg
tíðindablaðið SLSsjalurin
(og fólkið kúgast)
skal land byggjast -
Vinarliga hýs mær hesum
reglum, og lat meg fáa luft,
tí nú er ovboðið.
Ein dagin eg gekk í havnar-
getum, síggi eg tveir grann-
vaksnar alvápnaðar politistar
leika í fyri at fáa eina numm-
arplátu av einum bili. Eg
mátti steðga á, tí slíka sjón
hevði eg ikki upplivað áður.
Nummarplåtan var sett føst
á bilin við tveimum skrúv-
um, men hetta hava hesir
politistar allarhelst ikki
varnast, tí annar teirra rykti
og skrykti í nummarplátuna,
fyri at fáa hana av bilinum.
Men illa gekk, nú kemur hin
til og ger seg kláran at seta
fótin á nummarplátuna fyri
at fáa hana av. Tá var ov-
boðið hjá mær, Eg vendi
mær á, eg vildi ikki síggja
meir. Kúfangarin, plátan var
fest á, var at plastik, tað visti
eg. so her kundi valla fara at
spæla gott av. Eg kundi far-
ið til teirra og sagt teimum,
hvussu ein slík nummarpláta
var fest á ein bil, men valdi
at lata vera. Ein skal jú ikki
blanda seg í hvat onnur gera.
Men ikki kundi eg fáa hesa
hending úr tonkunum aftur,
hugsaði um hví teir mundu
taka plátúna av bilinum
Kom til ta nidurstødu, at eig-
arin av bilinum allarhelst
hevði verið ov seinur at
gjalda trygging ella vegskatt
til tað almenna. Síðan fór eg
at hugsa, hvat nú um hetta
var mín bilur, og eg kom
fram á hann við ongum
nummarplátum og einum
skaddum kúfangara, hvar
skuldi eg vent mær til? Pol-
itistødtna og sagt frå at onk-
ur hevði framt herverk á bil-
in hjá mær og brotið mær
kúfangaran? Gjaldstovuna
ella tryggingina og sagt at
eg eri forharmaður um at eg
ikki havi goldið til tíðina,
men um eg fari á Posthúsið
og gjalda skuldina beinanv-
egin, vilja tit so lata meg fáa
ein nýggjan kúfangara, so eg
kann skrúva eimar nýggjar
nummarplátur á bilin? Eg
spyrji bara, næstu fer eri tað
kanska eg, sum standi fyri
skotum.
Apropos skot! Í Bretlandi
búgva meir enn 57 milliónir
fólk. Morð, rán og aðrar
brotsgerðir eru gerandiskost-
ur í hesum landi, umframt
tær mongu bumburnar, ein
hoyrir um sum gera alstóran
skaða og hava dripið og lam-
løstad mong hundrað fólk
seinastu árini. Fyri at koma
hesum bumbumonnum til
lívs eru settar á stovn ser-
vandar eindir. Men tann van-
ligi løgreglumadurin á gøt-
floytu, so hann kann gera
vart við um okkurt er á vási.
Mær vitandi hevur hann um-
framt hesa floytu ein sokall-
aðan knippil. Ja, soleiðis
hava teir gingið í meir enn
arlið í teirra sermerktu hatt-
um, og mong eru tey sum í
gjøgnum árini hava tikið
myndir av hesum sermerktu
„ Jøgreglumonnum.
se
f okkara litla fridsama
oyggjasamfelag búleikast
umleið 44 túsund fólk. Um
so er at ferðafólk, ið her
kemur tekur myndir av okk-
ara løgreglumonnum-
kvinnum, er tað nokk av
teirra orsøk at okkara løg-
regla er alvápnað við revol-
vara og skotum í. (Vónandi
fær hetta ikki ferðafólka-
streymin, ið her kemur, at
kenna seg ótryggan við við-
urskiftini í landinum). Er
hetta nú neyðugt. Álvaratos
tit vaksnu menn og kvinnur,
ið eru sett í starv fyri danska
yvirvaldið, ber ikki til at faá
eina seravtalu um, at í Før-
oyum er ikki brúk fyri so-
vorðnum teksasstíli fyri at
taka eina nummarplátu av
einum bili.
Ella er tað virkuliga so gal-
ið her á landi, at tit fola tykk-
um hótt í tykkara starvi. Um
so er haldi mær til góðar
Men í mínum eygum eru tit
til alment grin. Apropos grin!
Hesir somu lovens håndhæ-
vere på Færøerne, vórðu bid-
nir um at bera so i bandi, at
skil fekst á ferðsluna i mið-
bynum i Havn, har ruduleiki
og lógloysi valdar i ferðsluni
nærum hvert hóskveld, viku
eftir viku og mánaða eftir
mánaða. Ringir ein og kærir
sína neyð er svarið >tað
kunnu vit onki gera við, fara
vit oman í býin verða vit til
grin<. Kanska skuldu tit
roynt at stilla tykkum mitt í
gongugøtuna og skotið nøk-
ur ávaringarskot upp í lufti-
na, útgerðina hava tit. Vit
minnast øll hvussu dugnalig-
ir tit vóru fyri nøkrum árum
síðani, tá ungdómurin í Havn
var énøgdur við dansividur-
skiftini. Tað tók tykkum ikki
nógv kveld at basa hesum
uppreistri við táragassi og
servandum hundum.
Apropos hundar! Vanligi
føroyingurin hevur tað ikki
gott í hesum døgum, ákærur
og skuldsetingar verða í tíð
og úrtíð settar fram ímóti tí
vanliga føroyinginum, høg-
um sum lágum. Onkur verð-
ur skuldsettur fyri svik, er
tað ikki yvirfyri landskass-
anum, so er tað ein skips-
kreditgrunnur ella okkurt
heilt annað. Onkur annar fyri
beinleiðis morð, summi fyri
at smugla narkotisk evnir til
landið, og onkur fyri eina
neydtøku sum skal verða
framd fyri fleiri árum síðani.
So míni ráð til tann vanliga
føroyingin er skrivið dag-
bók! Gloymið ikki at skriva
niður hvønn tann einasta dag
í árinum, hvar tit hava verið,
hverjum tit hava sitið á fundi
við, og so framvegis. Fara
tit á meti ella í biograf, fái
so nøvnini við á teimum, ið
har eru, so hesi kunnu vitna
til tygara fyrimun, um so er
at fútin og hansara menn og
kvinnur nøkur ár seinni eir-
indarleyst loypa á teg og
familju tína, tí tey meina at
tað er neyðugt at reisa ákæru
ímóti tykkum fyri eitthvert
revsivert. Tað er ikki stuttligt
at sita og svara fyri hvar ein
var kl. 15.00 fyrsta týsdag
eftir Trinitatis fyri kanska
einum fýra árum síðani, um
ein ikki hevur eina dagbók
at halda seg til.
Men eg kann kanska ugga
tykkum við at ein stórur part-
ur av hesum fólki, ið ákærd
og skuldsett verða av fúta-
num, seinni verða fríkend,
annadhvørt av honum sjálv-
um, við at ákæran fellur burt-
ur, ella rætturin tekur um
endan og ger ein enda á
støduni og frikennir størsta
partin. Tað veri seg fyri skip-
amál ella morð o.a. Dømini
tala fyri seg. Men eftir situr
skommin og byrðan ákærdu
og familjur teirra skulu liva
við restina av lívinum. Tey
mugu liva við at fútin hevur
reist ákæru ímóti teimum,
borið navn teirra út í hvønn
krók í landinum, væl hjálptur
av teim føroysku tíðindafróu
tíðindafólkunum, ið mangan
virka sum fútans longdi arm-
ur, sum aftur bera slík tíðindi
út aftur um landoddarnar.
Hetta er kanska ikki so illa
meint av teimum, kanska
vilja tey við slíkum tíðind-
um, har teir navngeva ávís
fólk vísa á, at den er gruelig
gal med retsvæsenet ud i
Færø.
Um so er, so er ein mein-
ing vid slikum tidindum.
Men ikki ber til at verja seg
ímóti slatri og ødrum ónd-
sinnaðum ágangi, ið fær góð
gróðrarlíkindi í kjalarvørr-
inum á slíkum ákærum og
skuldsetingum. Eg ætlaði
mær tí at spyrja fútan sjálv-
an, um hann kundi ímynda
sær, hvussu tað var at hava
slíkar ålvarsligar ákærur
hangandi yvir sær, og verða
uppringdur nátt sum dag og
standa model fyri bæði ein-
um og gðrum í telefonini. Og
Nr. 221 — 20. NOVEMBER 1998
er ein ikki heima sjálvur, eru
tað jú onnur, sum svara tele-
fonini, tá hon ringir, til dømis
børnini.
Men gakk, klokkan var
farin av try i dag, tå eg
royndi at fáa fútan uppá tal,
so skrivstovan var stongd.
Men hvat hugsaði eg við
mær sjálvum, eg ringi bara
heim til hansara, men gakk,
hvussu eg enn leiti so finni
eg ikki privatnummarið hjá
fútanum í telefonbókini.
Kona hansara K.... (dekan
fari mundi eg verið gáloysin
og skriva navnið á henni)
stendur heldur ikki í telefon-
bókini. Tey vita allarhelst
hvussu tað er við ágangi og
uppringingum igjøgnum tel-
efonina. Tí hava tey fingið
sær dult nummar. Legið at
hugsa sær til at hesin sami
maður eirindarleyst útflýggj-
ar navnið á einum, ið hann
>Tror, eller gár ud fra, er
værdig en nærmere under-
søgelse« til bæði blød, sjón-
varp og útvarp, áðrenn við-
komandi er dømdur sekur av
rættinum. (Her má eg skoyta
uppí, at verri er, at tann før-
oyska pressan leggur seg í
kjalarvørin á hesum fúta og
eptirapar hansara ófantaligu
åratøkum). Er tað virkuliga
HEILSUFRØDILIGA STARVSSTOVAN
Fiskivinnudeildin á Heilsufrødiligu Starvsstovuni
søkir eftir fólki
Starvið fevnir um alt tað vanliga virksemi,
sum gongur fyri seg á Fiskivinnudeildini.
Hetta merkir í tí dagliga, at tú kemur at
arbeiða við:
* málsviðgerð av ymiskum slagi (løggild-
ingar, eftirlit, fyrispurningar o.a.)
* eftirliti á virkjum og fiskiførum
* skoðan av innaneftirliti
* avgreiðslu av t.d. heilsuváttanum
* fakligum metingum.
Starvið er sera fjølbroytt. Tú kemur nógv
runt í Føroyum og í tal við hópin av fólki,
sum arbeiða í fiskivinnuni. Starvið er bæði
fakliga og persónliga avbjóðandi og tú fært
samstundis møguleika at menna teg til av-
bjóðingarnar.
Heilsufrødiliga starvsstovan arbeiðir eisini
við gransking og menning. Tú hevur í hes-
um sambandi møguleika at vera við í verk-
ætlanum innan fiskiídnaðargkið.
Vit vilja hava at tú:
* kanst arbeiða sjålvstødugt
* ert samstarvsfús/ur
* hevur góð evni at samskifta við onnur,
bæði munnliga og skrivliga
* dugur við fólki
* hevur koyrikort.
Fiskivinnudeildin hevur lógarfestar umsitingar- og eftirlitsskyldur sambært lóg nr. 46 um matvørur,
galdandi fyri fisk til útflutnings og kunngerðir í hesum sambandi. Umframt hetta hevur deildin fakliga
førleikan á fiskivinnuøkinum á stovninum, sum ma. er grundarlag undir regluåsetingum og fakligum
metingum. Á deildini arbeiða 6 fólk.
ou
við akademiskari útbúgving
so galið, at um fútin sjálvur,
ella ein av skutilsveinum
hansara, heldur, at okkurt
revsivert er framt, so kunnu
hesir byrja við at almanna-
kunngera navn á viðkom-
andi, so hesin fyrst kann
dømast av fólkinum. Eg
kann ikki siga annað enn
Guð skal seg yvir forbarma.
Eg vil bæði spýggja og
svíma. Er tað virkuliga so
vorðið í hesum lítla landi, so
er tað mín vón at landsins
leiðsla (her meini eg lands-
stýri og løgting) ongantíð ov
skjótt yvirtekur fútans em-
bæti og finnur annan skikk-
aðan mann ella kvinnu í
hansara stað. Og at løgting-
ið/landsstýrið setir hansara
skutilsveinar undir eitt ser-
føroyskt lóggávuvald, ong-
antíð ov skjótt. Í einum møg-
uligum framtíðar fullveldi í
Føroyum.
Og eg, og fleiri vid mær,
sum hildu, at Gabels tidin
var ein farin tid. Framtidin
fer at visa, hvat søgumenn
fara at skriva um, tå fútin og
hansara skutilsveinar kúgaðu
føroyingin í Føroyum.
f Térshavn undir
Klæmintsmennu 1998,
Klæmint Johan Poulsen
Tú skalt hava akademiska nåttåruvisinda-
liga útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tå
kennir til ella hevur royndir å hesum økjum:
Góðskustýring, matvørufrødi, framleiðslu-
tøkni o.t.
Í samráð við hini í deildini kemur tú at
hava ávirkan á, hvussu títt egna arbeidsøki
skal verða og annars hvussu arbeiðsupp-
gávurnar verða raðfestar.
Tú skalt helst kunna byrja 1. januar 1999.
Tann fyrsta tíðin verður burturav nýtt til at
seta teg inn í arbeiðsuppgávurnar og tú kem-
ur saman við leiðsluni at leggja tína egnu
menning til rættis.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
avvarðandi yrkisfelag og fíggjarmálastýrið.
Umsóknir við avriti av prógvi, viðmælum,
CV o.t. skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi hósdagin 10. desember 1998.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Bárð Enni, stjóra ella Ásmund Guðjóns-
son, deildarleiðara.
Debesartrød
FR-100 Tórshavn
Faroe Íslands
Tel. #298 31 53 00
Fax. * 298 31 05 08
E-mail: feagency Ghfs.fo