leygardagur 21. november 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áhugaverd sending
í danska útvarpinum
Oddagrein
LEYGARDAGIN í næstu viku fer danska
útvarpið at hava eina hoyring um Ríkis-
felagsskapin. Sendingin varir í tveir tímar
og fara eisini umboð úr Føroyum at luttaka
í sendingini. Sendingin sær framtíðar
broytingarnar fyri ikki at siga avtokuna av
Ríkisfelagsskapinum serstakliga við
donskum eygum, tvs. hverjar avleiðingar
- positivar sum negativar - fer ein avtoku
av Ríkisfelagsskapinum, har Feroyar fáa
fullveldi og Grønland meira sjálvstýri - at
hava fyri Danmark!
HETTA má sigast at vera eitt gott tiltak.
Nevniliga hetta at spurningurin um ríkis-
felagsskap, fullveldi, sjálvstýri ol. eisini
verður vidgjørdur í einum so stórum
donskum forum sum sendingin Orienter-
ing í Danmarks Radio er tað.
VIT hava sum blað lagt stóra dent á at
fáa eitt opið, breitt og sakligt orðaskifti
um júst hesar somu spurningar um enn
sæð við foroyskum eygum. Tað er tí sera
kærkomið, at danskir fjølmiðlar eisini taka
málið upp, tí tað kann bert gera orðaskiftið
í Føroyum enn meira breitt og dekkandi.
So ein slík sending í DR er avgjørt eitt
gott og gevandi ikast til orðaskiftið í For-
oyum um umleið somu spurningar, um
enn við øvugtum forteknum. Sjálandi eigur
tað eisini at hava okkara áhuga, hvussu
danir meta um hesar spumingar, og er
tað eisini áhugavert og týdningarmikið at
hoyra, hvat okkara grønlendsku frændir
ætla og hava at siga.
TAÐ skal vera vón okkara, at Útvarp Før-
oya tekur stig til at hava eina samsending
við DR. Hetta skuldi eisini verið lagamanni
ein leygardag millum klokkan 13 og 15.
Ti vilja vit heita á leiðsluna í Útvarpi Før-
oya um at senda beinleiðis frá DR. Tað
kundi so eisini verið eitt hugskot, at út-
varpið í forlongilsi av slíkari sending tók
ein føroyskan fimmara, har fólk kundu
ringt til útvarpið og sagt sína hugsan um
okkurt frá sendingini í danska útvarpinum.
Kann vera at tað er nógv at skula taka
tríggjar tímar av skránni, men eftir okkkara
hugsan eigur so mikið at vera til av fleks-
ibiliteti eisini í eini útvarpsskrá, at slíkt mål
fekk innivist.
SOSIALURIN ætlar sær í hvussu er at
halda fram við at umrøda hesi málini, og
fara vit eisini at bæði undan og eftir send-
ingina í DR at viðgera somu spurningar.
Lat okkum í hesum sambandi endurtaka,
at blaðleiðslan fegin sær, at orðaskiíftið
um vidurskiftini millum Danmark og Før-
oyar og annars framtíð Foroya verða við-
gjørd her. Allar áskoðanir eiga at sleppa
framat, og so verður eisini í framtíðini.
Sosialurin
Góða mamma tað var ikki eg...
Fyri einari viku síðan ella so
varð eg ringdur upp av einum
blaðmanni á Dimmalætting,
sum segði seg hava frætt at eg
ætlaði at kæra til mannarætt-
indadómstólin um framferðina
hjá Nepper-Christensen, fúta í
tí sonevnda skipamálinum, har
eg saman við øðrum nú havi
verið skuldsettur fyri groft
figgjarsvik í fýra ár. Eg kundi
ikki svara annað enn sum satt
var, at hetta var so. Hevdi blað-
maðurin havt ringt aftur, heyði
hann fingið at vita, at sjálvan
fýra ára dagin, tann 16. nov-
ember 1998, varð kæran send
dómstólinum, so tann partin av
málinum er ikki meira at siga
um sum er.
Eg hevði heldur ikki ætlað
at gera fleiri viðmerkingar, var
tað ikki viðtalið við fútan í
blaðnum tann 17. november, ið
eg ikki haldi kann standa heilt
ósvarað. Sjáldan havi eg sæð
ússaligari umberingar frá
manni, ið við so nógvari orku
hevur forfylgt so nógvum
monnum í so langa tíð.
Nekur fá orð um
skipamálið sum heild
Minnið er reiðiliga stutt hjá
teimum flestu, og óivað er
hetta eisini galdandi um skipa-
málið, ið annars mangan rudd-
aði forsíðurnar á bløðunum
tann tíð tað var. Tá skortaði
heldur ikki við viðmerkingum
frá fútanum og hansara monn-
um, og lítið var at hoyra um
»manglende ressourcer< og
aðrar undanførslur. Satt at siga
vóru tað mong, ið undraðust á,
at so nógv orka og so nógvir
pengar kundu verða oyðslaðir
burtur við so lítlum úrsliti.
Her skal bert verða mint á,
at tá fútin setti ta ógvisligu
herferðina í verk tann 16. nov-
ember 1994, hevði hann longu
fingið dóm í Heygadrangsmál-
inum, har allir teir fýra ákærdu
vórðu fríkendir bæði av Føroya
rætti og Eystaralandsrætti. Um
sama mundið hevði Skálafjals-
málið ligið á borðinum hjá
Sorinskrivaranum í drúgva tíð,
so fútin man helst hava havt
eina hóming av, at tað stóð ikki
so væl til. Hevdi hann havt bert
eitt lítið vet av skili og sømi-
ligheit í kroppinum, hevði
hann ikki verið farin sum glød-
andi dýna um alt ríkið við hús-
arannsóknum, skuldsetingum
og handtøkum, men heldur
bíðað eftir næsta dóminum,
sum tá var væntandi um reiði-
liga stutta tíð.
Fyrst og fremst orsakað av
meira og minni panikkendum
tillókum hjá fútanum varð
Skálafjalsmálið seinkað so
mikið, at dómur ikki fall fyrr
enn tann 5. desember 1995 við
sama úrsliti: allir teir ákærdu,
ið nú vóru ikki færri enn sjey,
fríkendir. Onkur minnist
kanska enn gruggið eftir at fút-
in hevdi fingið greið boð frá
ríkisadvokatinum, at nú var
slutt. Privat skjól ólógliga
kunngjørd, ein óskyldigur
Mikinestúrur, sum fútin hevði
vitað um alla tíðina, blástur
upp til eina generalsamansvør)-
ing millum verjar og dómara,
dómarin útspiltur fyri sín dóm
í bløðunum, og royndir at fáa
verjarnar dømdar fyri revsilóg-
arbrot. Øll hendan orkan og alt
hetta arbeiðið til onga nyttu, tí
fútin fekk alt aftur í høvdid.
Men útspillingin eydnaðist tó
partvís, so tað varð ið hvussu
er vunnið.
Aftur til herferðina í
november 1994
Sum nevnt var tað ikki små-
vegis orka og peningur, ið
vórðu brúkt til at savna inn ta
skjalarúgvu, ið fútin og hand-
gingnu menn hansara lótu seg
avmynda mitt í til frama fyri
sjónvarpshyggjararnar, meðan
bláu ljósini frå løgreglubilu-
num kastaðu sín ófrættadám á
myndina. Her var sanniliga
fongur, og her mundu mangir
brotsmenn fara at hitta sítt Wat-
erloo. Tey ikki alt ov stuttmintu
hóma kanska enn tær óenda-
ligu reolirnar, ið javnan vóru
at síggja í sjónvarpinum ta einu
tíðina. Seinni frættist, at ikki
færri enn 700 metrar av reolum
vóru á tremur av skjølum, ið
løgreglan hevði verið so hepp-
in at leggja hondina á í tí djarva
tiltakinum tann myrka novem-
berdagin. Onkur skjalakgnur
sigst at hava roknað út, at so00
nógvir metrar svara til eini
fjúrtantúsund ringbind av teim-
um vanligu, og at eru tey bert
nøkunlunda væl stappaði,
skuldu skjølini verid f minsta
lagi tvær miljónir, so her er
sanniliga dúgliga arbeitt.
Hvat er so
komið burturúr?
Eg hugsi tað mundu vera einir
150 menn, ið fingu óbodna
vitjan hendan dagin. Nakrar
konur, sum vóru so óhepnar,
at menninir vóru til skips, fingu
sovorðnan kvøkk tá tær fingu
løgregluna á kroppin, at tær
hava ikki vunnid å honum enn.
Skipini, ið góvu høvi til her-
ferðina, mundu vera eini 12 í
tali. Nú fortelur fútin fyri einari
helst undrandi fjøld, at eftir eru
fýra skip, restina hevur hann
so hvert verið noyddur at
krøkja av, helst við ringum
tannabiti. Ikki fyrr enn nú faá
vit at vita, hvgrjar grundirnar
eru til at so lítið er komið burt-
urúr so stórum strevi og oyðsli
av almennum pengum, og tað
er eingin minni enn fútin sjálv-
ur, ið kemur við teimum skelk-
andi upplýsingunum.
Undanferslur fútans
>Fútin vísir á, at tá málið um
Heygadrang byrjaði, bað hann
bakmanspolitiið um at yvirtaka
málið, tí tað var ov stórt og
komplekst til hansara embæti«.
Jú, rætt er lisið. Hetta av-
dúkar fútin nú eftir at hann í
skjótt níggju ár hevur gingið
so nógvum ósekum fólkum so
nær. Hevdi hann so havt dugað
sær at tikið tær neyðugu nið-
urstødurnar av hesi alt ov rættu
meting hansara, ið man vera
tann skilabesta, hann higartil
hevur gjørt í gllum málunum.
Í staðin fyri í minsta lagi at
gevast, tá hann fekk rætt í hesi
metingini við landsrættardómi-
num í Heygadrangsmálinum,
helt hann fram og herdi ágang-
in so hvgrt sum hann átti at
verið enn meira sannførdur
um, at upprunaliga metingin
var tann rætta.
»Orsøkin til, at málið dreg-
ur út, er fyrst og fremst >af
ressourcemæssige årsager«.
Fútin veit, at hendan umber-
ingin dugir ikki. Hann hevur
ikki loyvi at lata so grovar
skuldsetingar liggja og savna
dust av pengatroti. Annadhvørt
eigur hann at tryggja sær neyð-
ugu orkuna, áðrenn hann legg-
ur í vaðið, ella sleppa skuld-
setingunum tá orkan gongur
undan. Mannalagnur eru hóast
alt ikki fyrst fimmpundsfløk,
ið arbeidd kunnu verða undan
so hvørt sum orkan loyvir tí.
- Mannarættindadómstólurin er
ikki kendur fyri at taka tílíkar
umberingar fyri góðar vørur.
>Tað tykist, sum tað verður
gloymt í hesum kjakinum, hvor
tað var, sum setti meg í gongd
við at gera kanningarnar. Tað
var nevniliga Føroya Lands-
styri«.
So vita vit tað. Tað er lands-
stýrið, sum hevur skyldina. Var
tað so eisini landsstýrið, ið
beitti fútan út um landið í nov-
ember 1994? Tað kundi verið
áhugavert at fingið at vita.
Sjálvt um fútin lat landsstýrið
„lokka seg« at fara undir
Heygadrang, átti hann at havt
sett seg niður at hugsa seg um
áðrenn hann helt fram eftir
dómin í Heygadrangsmálinum.
>Fútin hevur saknað »en
fornuftig dialog« við teir skuld-
settu«.
Álvaratos, er maðurin vorð-
in púra óður í høvdinum. Fyrst
senda løgreglumenn út um
landið at róta í hvørjum skápi
og undir hvgrjari song og síðan
krevja, at hesi somu fólk skulu
vera til reiðar at fara í »for-
nuftig dialog< við seg. Sjálvur
kann eg vátta, at síðan ta ser-
deilis óvælkomnu vitjanina av
fútans monnum fyri fýra árum
síðan, havi eg hvørki hoyrt orð
ella eið frá honum ella hansara.
Til »dialog« krevjast ið hvussu
er tveir partar, og til »fornuftig
dialog« krevst eitt sindur aft-
urat. Hvørgin av hesum for-
treytum hevur verið til steðar í
tí málinum, eg kenni best til.
>Tað er ikki rætt, at eg havi
ákæruheimild, sum liggur om-
anfyri ta hjá einum donskum
politimeistara«.
Her talar fútin móti betri vit-
an.
Fyrst skal eg royna í stutt-
um at greiða lesarunum frá
hvat hetta merkir, og hví rætt-
artrygdin í Føroyum lættliga
kann koma í vanda, er fútin
ikki uppgávu sína vaksin. Í
flestu londum, Danmark plagar
at dáma at bera saman við, eru
vatntøtt skott millum, løgreglu
og ákæruvald. Meðan løgregl-
an hevur til uppgávu at halda
skil á, verða møgulig lógarbrot
kannað av óheftum dómarum,
ið eru púra óheftir av løgregl-
uni, og gera av, um tað tilfarið,
ið er fingið til vega m.a. av
løgregluni, er nóg álítandi til
at ákæra kann verða borin fram
fyri dómstólarnar.
Í Danmark er skipanin væl
lakari, hvat rættartrygd viðvík-
ur, men kortini eru viðurskiftini
langt omanfyri tey, ið galdandi
eru í Føroyum. Har er tað við-
komandi politimeistari, ið
stendur fyir kanningunum,
meðan málið síðan verður sent
einum statsadvokati, ið ger av
um ákæra skal verða reist í
málinum. Statsadvokaturin
hevur einki við kanningarar-
beiðið at gera og sær tí málið
við >óspiltum eygum«. Eiheld-
ur hevur hann nakað >í
klemmu< um hann letur málið
falla, tí hann hevur jú onga á-
byrgd av kanningararbeidi-
num.
Í Føroyum er ødrvisi. Her er
fútin sum politimeistari ovastur
fyri løgregluni og hevur sostatt
ábyrgdina av øllum hennara
kanningarstarvi. Tað sást eisini
skilliga í skipamálunum, at
hann helt seg ikki aftur í so
máta. Men harafturat hevur fút-
in sambært føroysku rættar-
gangslógini allar heimildir,
sum ein statsadvokatur hevur í
Danmark. Hann skal sostatt tá
Halgir W. Poulsen
kanningararbeiðið er lokið,
taka stóðu til um hesar kann-
ingar, sum hann sjálvur hevur
ábyrgdina av, eru nóg dyggar
og um málið tolir at koma fyri
rættin.
Nú kann hvør einstakur gera
sær sínar egnu tankar um,
hvussu gott hetta er fyri rætt-
artrygdina. Urslitini higartil í
skipamálunum bert ið hvussu
er ikki boð um, at alt er sum
tað eigur at vera. Fútin kann
ikki umbera seg við, at hann
kann ikki lastast fyri, at dóm-
stólarnir hava verið hinum 6-
mildir í hesum málum. Hann
hevur nevniliga bæði skyldu til
at reisa ákæru, har hetta er
neyðugt, og at lata vera við at
reisa ákæru, har ikki kann
roknast við dómi.
Eiheldur er tað nøkur um-
bering, men heldur ein vanda-
mikil óskikkur, at fútin, sum
hann sjálvur greiðir frá, vendir
sær til ríkisadvokatin í tíð og
ótíð um ráð og leiðbeining. Á-
byrgdin av fútastarvinum er
fult og heilt fútans og allar
royndir hansara at knýta ríkis-
advokatin afturat sær sum sam-
sekan broyta einki í hesum.
Men leiklutur ríkisadvokatsins
sum kærumyndugleiki hjá al-
menninginum um fútans em-
bætisførslu verður gjørdur til
einkis f sama mun sum tad
eydnast fútanum at heingja
ríkisadvokatum upp sum sín
samseka.
Samanumtikid
Eg havi sum nevnt omanfyri
sent mannarættindad6mst6li-
num kæru um málsviðgerð fút-
ans og ætli mær tí ikki at um-
røda tað málið alment fyrr enn
dómstólurin hevur tikid av-
gerð.
Tað er ikki bert í Føroyum
at >skipamál< hava verið nógv
umrødd. Sum kunnugt hava
ikki smávegis skipagølur verið
uppi og vent í Danmark, og har
eydnaðist eisini at fáa tríggjar
menn dømdar í tí sonevnda
Svendborgmálinum, har sami
taktikkur var brúktur av ákær-
uvaldinum, sum fútin royndi
til fánýtis í Heygadrangsmáli-
num, nevniliga at lýsa málið
sum nakað heilt einastandandi
og dylja leiklut myndugleik-
anna. Tíbetur hevur eydnast at
fáa Svendborgmálið uppaftur-
tikið, so vónir eru um, at teir
báðir dømdu, ið eru á lívi, fáa
uppreisn. Øll hini málini hevur
danska stjórnin lagt lok á, so
tað er bert fútin, ið framvegis
drívur á. Hvat endaliga úrslitið
verður av hansara royndum
vita vit ikki enn, men livst so
spyrst.
Halgir Winther Poulsen