Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. november 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Samgongan ósamd á barnaansing- arøkinum Tjóðveldisumboðini Finnur Helms- | dal og Anita á Fridriksmørk halda, at landsstýrið hevur brotið avtal- una við kommunurnar og at fleiri pengar skulu játtast til barna- ansing RIGMOR DAM Partar av samgonguni eru samdir um, at fleiri peng- ar áttu at verið játtaðir á fíggjarlógini til barnaans- ing. Ur tjóðveidisflokki- num eru løgtingslimirnir Finnur Helmsdal og Anita á Fridriksmørk til reiðar at taka målid upp i sam- gonguni, og í síðsta enda at atkvøda fyri einum uppskoti frá andstøduni um at hækka upphædd- ina Anita å Fridriksmørk sigur við Sosialin, at hon heldur, at ein loysn hjá samgonguni kundi verið. at minka ætlaðu hækking- ina í barnafrádráttinum. Í hesum málið er skotið upp, at hækkað barnafrá- dráttin til 4000 - kr. árliga, ella tilsamans 11 mill. kr. árliga Anita á Fridriks- mørk sigur, at av hesi upphædd hevði borið til at tikið S mill. til barna ansing, tí so koma peng- arnir veruliga teimum til góðar, sum hava tørv á teimum Avtalubrot Undir orðaskiftinum í unginum vóru fleiri ting- menn ónggdðir við svarið frá Helenu Dam á Neyst- abe til Kristian Magnus- sen um ing. Mill- um annað segði Finnur Helmsdal, at tad sem landsstýrið nú hevur Tí í lógini um barnafor- sorg frá 1997 stendur ing, er neyðugt at útreiðsi- ubýtið millum land og kommunu verður broytt soleiðis, at kommunu- parturin hækkar úr 30% til 35%, og at landskass- ans partur iækkar tilsvar- andi. Spardi peningurin skuldi koma kommunu- | mum til góðar. Eisini segði | hann, at við avtaluni frå | 1997 um útreiðslubýtið | spardi landið 5 mili. bæði | Í 1998 og 1999, soleiðis at samlaða sparingin ble;y tilsamans 10 mili. kr. Tí skuldi man trúð, at fyri 1999 var tað rættast at kommurnar tad vid. Finnur Helmsdal metti tiskil, at kommun- urnar eru farnar undir at økja um talið á plássum, undir skeivum fyritreyt- um. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Finni Helmsdal áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, men sum skilst á út- varpinum hóskveldið, ætlar hann at taka hetta málið upp í samgonguni. Um samgongan ikki ætlar at gera nakað við tað, sig- ur hann, - so kann tað verða, at man tekur undir við einum uppskoti sum, andstødan leggur fram, um at hækka upphædd- ina. Ti eg haldi at hetta målid er so ålvarsligt, og hetta líkist rættiliga nógv emum avtalubroti. Uppskotið Andstødutinglimirnir, Kristian Magnussen úr javnaðarflokkinum og Heðin Mortensen úr sam- bandsflokkinum, ætla seta fram uppskot í Løg- tinginum um at seta fleiri pengar av til barnaansing Teir fara at skjóta upp at seta uml. 5 mill. eyka av á fíggjarlógini. Hesin peningur skal nýtast til at játta tær 12 umsóknirnar annaðhvort í figgjar- nevndini ella f Løgtingi- num, og hvussu hetta ska! gerast. Kristian Magnus- sen sigur, at hetta upp- skotið ikki verður ein út- reiðsla hjá landinum, ti meginparturin fer til at léna fólki, sum gjalda skatt og avgjald. So tað verður eisini ein inntøka hjá samfelagnum. Eisini ivast hann í, um landsstýrið hevur heimild at nokta kommununum pengar, sambært barna- forsorgarlógini. - Tað mugu eisini fylgja skyldur við, tá ið lands- stýrið hevur mynduleika til at góðkenna og at jåtta sin part, sigur hann. tidindabladid Nr. 222 — 21. NOVEMBER 1998 Havnar Kommuna alla abyrgdina næsta år — Nú fáa kommunurnar alla ábyrgdina av barnaansingini. Í fyrstu atløgu verður Tórshavnar Kommunu helst skipað sum eina royndarkommunu i i AK! BERTHOLDSEN Nú skulu kommurnar sjálv- ar hava alla ábyrgdina av barnaansingini. Og tað er eitt mál, sum ætlanin er at avgreiða skjótt. Longu mánadagin verður fundur ímillum landsstýrið og Tórshavnar Kommunu um málið og ætlanin er at røkka einum úrsliti longu í góðari tíð komandi ár. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna - og heilsumálum sigur, at vit mugu koma burturúr teirri ógreiðu stóðu, sum nú er, og sum bara førir ósemj- ur og skuldsetingar við sær, tá ið tað ikki gongur eftir vild Og hon er eisini sinnað at gera nakað við tað sum skjótast Reringur í Nú er rættiligur røringur komin í málið viðvíkjandi barnaansing. Seinastu dagarnar hevur ein sannur orðadráttur verið ímillum kommunurnar og landsstýrið um barnaans- ingina, tí kommunurnar hava hildid, at landsstyrid radfestir barnaansingina ov aftarliga og setir ov lítið av pengum av til endamálið. Hinvegin sigur landsstýr- ið, at tað eru ikki umstødur til at seta meiri av til enda- málið enn tað er gjørt Fyrr var tað so, at landið betalti 40% av barnaansing- ini, kommunurnar 30% og foreldrini 30%. Men fyri 1998 og 1999 gjørdu landsstýrið og kommunurnar eina neyð- semju um, at parturin hjá landinum skuldi lækka úr 40% niður 35% og parturin hjá kommununum skuldi hækka úr 30% upp í 35%. Sostatt kundi landsstýrið fíggja væl fleiri ansingar- plás fyri somu upphædd og ætlanin var, at hetta skuldi nøkta tørvin á barnaansing. — Tí loypti tað ødi i kommunurnar, tå id figgjar- lógin fyri komandi ár varð løgd fram og landsstýrið bara setir 1,5 millión av til barnansing. Hetta er ikki meiri enn fígging til 50 dagstovnar- pláss av teimum 235, sum kommunurnar hava sekt um. Avleidingin av hesum var, at kommunurnar skuld- setti landsstýrismannin fyri avtalubrot og fyri at hava lumpað kommunurnar til at ganga við til eina semju Longu komandi ár Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í komm- unumálum, sigur, at vit mugu sleppa burturúr hesi ógreiðu stødunu sum nú er, har ið fleiri stovnar hava ábyrgdina av barnaansing, tí tað førir bara til sinamill- um skuldsetingar um líkt og ólíkt tá ið tað ikki gongur eftir vild Tað er greiðari fyri allar partar, um ábyrgdin og av- gerðarrætturin verður lagd- ur á eitt stað, sigur hon. Hon sigur, at tað hevur verið frammi fyrr um at leggja barnaansingina út til kommunurnar at umsita. Og hesum tekur hon und- ir við og fer at arbeiða fyri. Ein fundur hevur fyrr ver- ið ímillum Tórshavnar Kommunu og landsstyrið um málið. Men nú er ætlanin at taka arbeiðið uppaftur aválvara og fundur verður aftur long- u mánadagin. --Eg vil sleppa burturúr hesi skipanini sum nú er, at partarnir binda hvønn ann- an, og bara skylda uppá uppá hvønn annan, tå ið tað ikki gongur eftir vild, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon heldur, at tað er nógv greiðari fyri allar partar av savna ábyrgdina á einum stað. Hon sigur, at hon dugir ikki at siga, nær kommun- urnar fáa barnaansingina at umsita einsamallar Men eftir hvat skilst, kann tað koma uppá tal at gera Tórshavnar Kommunu til eina royndarkommunu í fyrstu atløgu, og so at lata restina av landinum bíða. — Meta vit, at vit eiga at gera Tórshavnar Kommjnu til eina royndarkommunu fyri at kanna eftir, hvussu hetta riggar, so gera vit tað í fyrstu atløgu, og so gera vit eina heildarloysn aftaná. Hon sigur, at hon miðjar eftir, at samráðingarnar í- millum Havnina og lands- stýrið skulu ganga skjótt. — Eg miði eftir, at tað skal verða greitt longu komandi ár, í góðari tíð, áðrenn næst- a fíggjarár er liðið ov langt út, so at kommunan fær fyrireika seg tá í næsta fíggjarlóg skal gerast, sigur Landsstýrismaðurin. Blokkur ella skattur -Helena Dam á Neystabø veit heldur ikki, hvussu tað kann lata seg gera og, hvussu kommunurnar skulu gerast førar fyri at fíggja barnaansingina. — Tað vildi verið skeivt at sett seg á eina ávísa loysn nú. — Tað mugu samråding- arnar vísa, men ymsir møguleikar eru. — Kommunurnar kunnu fáa ein blokk frá landinum, ella skatturin kann verða byttur gðrvísi ímillum kommunurnar og landið Men at býta skattin ødr- vísi ímillum land og komm- unur er kanska eitt størri mál, sum eigur at bíða til allur tann nýggi, kommun- ali bygnaðurin er liðugur — Men hinvegin haldi eg, at allir partar eru sinnaðir til at fáa greiðar linjur í barnaansingini, áðrenn tann tann kommunala heildar- loysnin er sett í verk, leggur hon afturat. Hetta er láturligt Ongantíð betri um tað gongur skjótt at fáa ábyrgdina av barnaansingini yvir á kommunurnar. Tí tað sum fer fram nú er láturiligt, sigur Leivur Hansen AK! BERTHOLDSEN — Tað sum fer fram nú er láturligt, 150 milliónir til barnaansingina loysir onki. Leivur Hansen, býráðs- formaður í Havn sigur, at hann fegnast um at gongd nú aftur kemur á arbeiðið at gera barnaansing til eitt kommunalt mál burturav. — Og ongantíð betri um tað gongur skjótt, leggur hann afturat. Sum greitt frá í greinini omanfyri, ætlar Helena Dam Á Neystabø, at av- greiða málið heilt skjótt, so at kommurnar kunnu taka ábyrgdina av barnaansing- ini á seg sum skjótast — Hon heldur, at tað kann koma uppá tal at gera Havn- ar Kommunu til eina roynd- arkommunu longu komandi ár, so at tað fæst at vita, hvussu ein slík skipan virk- ar Taka arbeiðið uppaftur Leivur Hansen borgarstjóri í Havn fegnast um ætlanina. — Hetta er tað, sum vit hava tosað um leingi nú. Hann sigur, at longu undir seinasta landsstýrinum varð farið undir arbeiðið at gera barnaansingina kommunala burturav. — Men so tók so nógvur ófriður seg upp í politikki, sum kom í hæddina, tá ið løgtingsval varð útskrivað úr úrtíð. — Avleidingin var, at ar- beiði at gera barnaansingina kommunala, steðgaði upp. Borgarstjórin í Havn sig- ur, at tá varð ein arbeiðs- bólkur settur við umboðum fyri landsstýrið, almanna- stovuna og býráðið, sum skuldi lýsa málið. Hann sigur, at hugsar sær til, at tann arbeiðsbólkurin verður biðin um at taka ar- beiðið uppaftur. Eftir gamla býtinum Leivur Hansen sigur vísir á, at avtalan um at lækka partin hjá landsstýrinum úr 40% niður í 35% og at hækka partin hjá kommun- um úr 30% uppí 35% í 1998 og 1999, skal heilt avgjørt metast sum ein kreppu- loysn. — Skulu kommunurnar yvirtaka barnaansinina må tað tí verða eftir teirri gomlu skipanini, so at landið be- talir 40% og kommunurnar 30%. Hann sigur, at talan má so verða um, at landið rind- ar kommununum fyri barnaansingina eftir einari ella aðrari skipan. Hann heldur, at mest sannlíkt er „at talan verður um ein blokk úr landskass- anum til kommunurnar. Ein annar máti er, at býta skattainntøkurnar gðrvísi í- millum landið og kommun urnar. Men hann ivast í, um tað letur seg gera ímeðan talan er um eina royndarætlan, áðrenn tann endaliga loysn- in er funnin. Annars setir býráðsfor- 5 Tað gleðir meg at gongd kemur á málið nú, og ongantíð betri um tað gongur skjótt, sigur Leivur Hansen maðurin í Havn sítt álít á, at tingmenn taka um endan og hækka játtanina á kom andi fíggjarlógini — At seta 1,5 millión av til barnaansing um alt land ið sum landsstýrið ætlar, er heilt láturligt, tí tað loysir ikki tann mest átrokandi tørvin, sigur hann.