leygardagur 21. november 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 222 — 21. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið Soslalurfin
Karsten Hansen. landsstýtismaður:
Politiskt
fullveldi
um tvey ár
— Við virðing fyri skrivingini um fullveldisætlanini - fyri
ella ímóti- so trúgvi eg kortini, at tað ber til at fremja
hesa ætlan. Broytingar skulu gerast umsitingarliga og á
légararøkinum, men nú verður farið undir arbeiðið, sig-
ur landsstýrismaðurin, sum umsitir fíggjarmál
DAGNY JOENSEN
— Tað er positivt at banka-
fólk og vinnulívsfólk ann-
ars, taka lut í orðaskiftinum
um fullveldi, men eg veit
ikki, um eg fái ngkur hug-
skot, men eg kann vissa teg
um, at slíka greinar verða
nærlisnar í hjá okkum, sigur
Karsten Hansen, í viðmer-
king til kjakið um fullveld-
isætlanina hjá samgonguni,
og serliga í Tjóðveldis-
flokkinum, ið Karsten Han-
sen umboðar.
Hann leggur tó aftrat, at
uttan fyri standandi, sum
luttaka í orðaskiftinum,
skulu ansa sær, at tey ikki
fara at reka partapolitikk.
Tá landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum fór til arbeið-
is, segði hann m.a. at neyð-
ugt var at kanna nýggja
bygnaðin, sum eftir hansara
tykki er alt ov stórur eftir
føroyskum måtistokki.
Tað heldur hann framveg-
is. Hóast einki hevur verið
at frætt um málið í fíggj-
armálastýrinum, so er or-
søkin ikki, at Karsten Han-
sen er farin frá sínun
Hann er eisini til reiðar
at tosa um tað. Landsstýris
maðurin vil nú kanna bygn
aðin, og um tað gagnar sam-
felagnum at minka um al-
mennu umsitingin, so skal
tað gerast.
Bygnaðurin ov
kostnaðarkrevjandi
— Tað er torført hjá fólki at
skilja, at hópin av nýggjum
fólki verður sett, og eg haldi
eisini, at bygnaðurin er ov
kostnadarkrevjandi, sigur
Karsten Hansen.
— Ætlar tú at siga fólki í
almennu umsitingini upp?
— Eg segði beinanvegin,
tá eg kom í Landsstýrið, at
eg vildi gera nakað við mál-
ið, og tað fari eg at halda.
Saman við aðalstýrunum og
Landsstýrinum fara vit í fel-
ag at kanna støduna, sigur
Karsten Hansen, sum íkki
vil meira um hesar ætlanir
fyribils
Fíggjarlógararbeiðið hey
ur ukiå størsta 7
beiðsorkuni higartil. Tá tað
arbeiðið er fingið frá hond-
artin av ar-
ini, verður farið víðari í ætl-
anini at fyrireika fullveldið.
— Hvussu kann tað gerast,
blokkurin skal avtakast, og
yvirskotið í ár, sum er rokår,
ikki eru meir enn 126 mið.
krónur?
— Vit vita at vit skulu vera
blokkin fyri uttan, og at
kravið er stórri mió.króna
upphædd í avlopi árliga,
men tað er ikki rætt, tá Jan-
us Petersen, bankastjóri, vil
vera við, at 300 mió. krónur
árliga er treytin, sigur Karst-
en Hansen.
40 mió. kr. eyka,
er nóg mikið
Hann nevnir ætlanina við
skiftistíðini í 20 ár, og at tá
er ætlanin at minka blokkin
við ávísari upphædd hvert
árið, til hann fellur burtur.
Tað kostar árliga 40 - 45
mió. krónur.
— Vit hava harnæst gjørt
avtalu við danir at gjalda
skuldina aftur eftir 20 árum,
og eingin grund er fyri at
framskunda tað.
— Tað merkir, at vit ikki
skulu hava fleiri mió.krónur
yvirskot á fíggjarlógini ár-
liga, fyrr enn seinasta árið
í afturgjaldingartíðini, um
inntøkur og útreiðslur eru
tær somu sumí dag, og suin
fíggjarlógaruppskotið legg
ur upp til, sigur Karsten
Hansen
Hann vil heldur tosa um
upphæddina 40 mió. krónur
árliga í landshúsarhaldi-
num, og hvussu tær skulu
fáast inn. Tað kann gerast
við sparingum og rationali-
seringum. Eitt nú við at gera
almenna sektorin einfaldari
so meiri fæst fyri peningin.
— Vit eru farin undir hetta
arbeiðið, og vóna at at
síggja fyrsta vinningin av
hesum í 1999, sigur Karsten
Hansen
— Harnæst skulu vit skapa
fortreytir í vinnuni. Føroy-
ingar eiga nógvan pening
innistandandi í Føroyum og
uttanlands, og teir fara kans-
ka at seta pening í nýggjar
vinnur, tá politikararnir
sagt, hvat teir vilja
Spurdur um tað ikki fór
at elva til nýggjar stuðuls-
veitingar, viðgongur Karst-
en Hansen, at stuðulsskip-
anir higartil hava verið ein
sovikoddi hjá vinnuni, sum
bert bíðar eftir at fáa stuðul,
um ætlanin er at fara undir
eitthvørt vinnuligt tiltak.
Hann heldur kortini ikki,
at allir vinnulívsmenn uttan
víðari vilja taka ímóti stuðli,
men at tá grannin fær stuð-
ul, noyðast aðrir at taka við
hesum, tí annars virkar tað
kappingaravlagandi.
— Er ikki vandi fyri at bú-
skapurin hevur fingið ov
nógva ferð á seg?
— Eg hugsi ikki at vandi
er á ferð. Vit fylgja við
gongdini alla tíðina og
kunnu seta tiltøk í verk, sum
kunnu stýra búskaðinum,
sigur landsstýrismaðurin.
Um ætlanirnar at ratio-
nalisera og umleggja, tekur
Karsten Hansen fram dómi
| Í mikudagsútgávuni av
| Sosialinum var samrøda |
vid Janus Petersen, |
bankastjóra um fullveld- |
isætlaninar og hvat skal
til, fyri at hetta búskap-
arliga kann gerast veru- |
leiki |
Hann tekur ikki stødu |
til fullveldi ella samvel-
| di, men vísir m.a. á, at |
myndugleikarnir í verki
| Mugu visa, um tað ber |
til at at vaksa um yvir-
skotið á fíggjarlógini við
umleið 300 mió. krónur
meira enn í dag, áðrenn
tað ber til at trúgva upp
á fullveldisætlanina.
Bankastjórin helt at
krøvini eru breiðar polit-
ískar semjur og nógy ar-
beiði, um veruligur vilji
er aftan fyri visiónirnar
um fullveldi, men vísti á
dømi um at í løtuni verða
nógv tiltøk gjørd, sum
bera burtur frá málsetn-
inginum um fullveldi.
Tað kann hava við sær,
| at vit noyðast at diva
enn meiri upp á blokkin, |
og hervid flyta okkum |
| burtur frá møguleikan-
| um um fullveldi.
L
— Almenni bygnaðurin er ov kostnaðarkrevjandi. Tað fara vit at gera nakað við, sigur
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
um mvg-légina, sum var
rímiliga einføld í byrjaini,
men sum nú er vorðin ein
frumskógur av undantøk-
um, sum kostar nógv at um-
sita.
Spurningurin er um ikki
eins gjald fyri øll hevði ver-
ið besta loysnin soleiðis at
hetta bleiv ein standard
skipan. Tað vil landsstýris-
maðurin helst fremja, men
skal tó hava politiska stødu-
takan til málið í samgong-
uni. Hann vónar at sam-
gongan gongur við til tað.
— Eru tá dómi um at mvg-
"ið rakar so skeivt í onkrari
vinnu, at hon drepur virk-
semið, mugu vit taka tað
upp fyri seg, sigur Karsten
Hansen.
Spurdur um skattalættan,
sigur Karsten Hansen, at
trupulleikin ikki er, at ov lít-
ið kemur inn í skatti. Spurn-
ingurin er, hvussu lands-
kassin regulerar gongdina í
samfelagnum, eitt nú við at
gera stórar íløgur í góðum
tíðum og lítar í vánaligum
tíðum.
Viðvíkjandi skattalætta,
so verður bert latið barna-
familjum. Barnafrádrátturin
veksur úr 2900 krónum upp
í 4000 krónur fyri hvert
barnið
— Hetta verður gjørt fyri
at sýna ungum familjum
vælvild, og fyri at fáa tær
ungu familjurnar, sum fluttu
av landinum, heimaftur. Tað
kostar 11 mió.krónur.
— Vit eru so nýggir í
Landsstýrinum, men vit vil-
ja gera haldgott arbeiði til
tess at framja fullveldi -
vónandi innan tvey ár eru
umliðin, sigur Karsten Han-
sen.
Renault Mégane
RL 1,4 Overture
Standard útgerð
Radio v/bandspælara á 6 hátalarum
Bakrútavískari
Deilt baksetur
El-rútar framman
Sentrallás
Servostýring
ABS bremsur
Spruttlappar á máttur
Kr.
» Broður Petersen BILAR
Hoyvíksvegur 61 - 100 Tórshavn - Tel 31 43 60