leygardagur 21. november 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Dagny Joensen
Jens Kr. Vang
Í dag er kanska meira van-
ligt en áður, at kvinnur seta
sær spurningin, hvat tær
skulu gera, tá børnini flyta
heimanifrå, og møguleikar-
nir at fara undir eitthvørt
nytt eru eisini til stadar f
størri mun enn ådur.
Tad, at tå nærkast seksti,
er eingin fording fyri at fara
í skúla, um tú hevur hug at
læra nakað nýtt. Tað var júst
hugskotið, sum Borgný Pat-
ursson fekk, og gjørdi til
veruleika.
Í heyst hevur hon verið
til upptókuroynd á Skolen
for Mode og Design í Goth-
ersgøtu í Keypmannahavn,
har hon m.a. skuldi sýna
fram klædnapløgg, sum hon
hevur bundið.
Tað gekst væl í hond, og
í februar byrjar hon tvey ára
útbúgving, har hon m.a.
skal læra tekning og design,
tilsekring og seyming, eins
og at gera arbeiðsætlanir.
Keypti sær bindi-
maskinu til >húsbrúk>
Um orsøkina til at Borgný
Patursson, sum annars hev-
ur arbeitt sum sjúkrahjálp-
ari, tá hon sum ung búði í
Noregi, og eisini seinastu
árini hevur verið avloysari
á gamla arbeiðsplássi sín-
um, nú fer undir nýtt virk-
semi er, at hon fyri tveim-
um árum síðan keypti sær
eina bindimaskinu.
Upprunaliga ætlaði hon
bert at nýta maskinuna til
>húsbrúk>,men hetta gjørd-
ist meira eitt spennandi ar-
beiði, sum rættiliga birti
undir hugflogið.
Tá kom hugskotið at læra
meiri um at skapa síni egnu
snið úr bundnavgrum, sum
ikki bert eru tey somu, ið
vit vanliga eru von við at
lata okkum í.
— Eg havi arbeitt nógv við
føroyskari ull, og havi eisini
gingið á vevskúla, tá eg var
yngri, sigur Borgný Paturs-
son, men nú havi eg hug at
royna nakað nýtt, og so er
tørvurin til staðar, at læra
tað frá byrjan og til plaggið
er liðugt.
Gomul føroysk mynstur
á nýggjan hátt
— Vit hava gll tey gomlu,
vøkru føroysku mynstrini,
men eg haldi tad vera
spennandi at seta tey saman
á gðrvísi hátt enn vanligt er.
— Tú verður bitin av at
arbeiða við føroyskari ull,
tí einki mark er fyri, hvat
hon kann nýtast til, um tú
letur hugflogið ráða, sigur
Borgný.
Ætlan hennara er at vera
tvey ár í Danmark, fyri síð-
ani at koma heimaftur at
seta eitt hvørt tiltak í verk,
sum skal hava til endamál
at framleiða mótavgrur úr
føroyskari ull.
— Hvussu verður tað at
sessast á skúlabonk saman
við ungum fólki?
— Tað hevði eg umhugs-
að áðrenn eg setti meg í
samband við skúlan, og seg-
di tí beinanvegin við skúla-
stjóran, hvussu gomul eg
var.
Nr. 222- 21. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið/ SOSi—alun
— Eitt er at
hava åhuga og
hegni at skapa
úr nýggjum,
; men tá heldur
Borgný
Patursson at
; ein skal læra
tað grundleggj-
(13 andi í hesum
$rbeiði,og tí fer
on nú í skúla.
Her er eitt
úrval av tí,
sum verður
sýnt fram í 2
næsta mánað
í Danmark
Hóast Borgný Patursson er 58 ára gomul, kennir hon seg ikki ov gamlan at
fara undir útbúgving. Fyri tveimum árum síðan keypti hon sær bindimaskinu
at binda troyggjur o.a. til familjuna, men hon gjørdist so hugtikin av binding-
ini, ið rættiliga setir ferð á hugflogið. Tað ætlar hon at gera meira við
— Skúlastjórin segði, at
skúlin bert hevði eina reglu,
og tað var, at bert fólk á
høkjum ella í koyristóli
sluppu ikki inn á skúlan -
av tí at hann liggur á tridu
hædd, og eingin lyfta er. Eg
var nøgd við svarið, sigur
Borgný brosandi
Framsýning í Smiðjuni
I løtuni arbeiðir Borgný Pat-
ursson við at leggja seinastu
hond á eina framsýning,
sum verður í Smiðjuni 8. -
13. desember, har hon sýnir
fram nútíðar bundin klæð-
ir, við gomlum føroyskum
mynstrum.
Ein partur av úrvalinum
var við á upptøkuroyndini
á skúlanum, umframt ann-
að, sum hon hevur bundið
seinastu tvey árini, við tí
fyri eyga at skipa fyri slíkari
framsýning. Hetta er sam-
stundis sølusyning.
Har eru frakkar, troyggj-
ur og skjúrt, umframt aðrir
lutir úr føroyskari ull, sum
als ikki líkjast teimum, ið
vit vanliga síggja á gøtuni.
Kann gerast ein vinna
Borgný Patursson heldur, at
tað eru so nógvir møgu-
leikar at fáa góð, nútíðar
pløgg burtur ur føroyskari
ull, og at vit eins og fram-
leiðarar í Íslandi hava
prógvað, kunnu skapa eitt-
hvert nýtt og spennandi úr
føroyskari ull. Hon vónar,
og at hetta sum frálíður
kann gerast ein vinna.