Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. november 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

at teir til dømis eru dotnir oman og tær eittnå eru deyðar av barnferð, sigur Janus. - Bóndurnir í Dímun eru deyðir óvanligan deyða. Til demis datt abbi oman og oldurabbi datt útav á Drátt- inum, greiðir Janus frá. - Tað sigst, at oldurabbi stóð niðri við eggina. Ein húskallur, ið sat undir, hevði fjasast við eina gentu og hon var hjá honum. Hvussu var og ikki, línan fór á strok og ein bukt tók oldurabban útav, greiðir Janus frá - Pápi doyði 31 ára gamal og abbi var SS ár tå hann doyði, sigur Janus Tá prátað verður um hetta, so fellur prátið sjálv- sagt eisini um Anniku í Dímun, tí eisini hon fór av verðini á ungum árum -Jú, vit hava verið heppin og hava nógv at takka fyrr, siga Janus og Kinna. Goymdi jólatræið - Eg havi ongantíð longst, men kanska saknað okkurt til tíðir. T.d. tá stórri familj- uhendingar vóru. so sum fødingardagar og brúdleyp, so var oftast eingin møgu- leiki at vera við, sigur Kinna. - Postsamband var bert 2 ferðir um mánaðin, men vit vóru glað, um vit fingu postin einaferð um mánað- in, sigur Kinna og Janus tekur undir við henni í, at um veturin var tað sum oft- ast bert einaferð um mán- aðin, at postsamband var. - Men teir vóru fittir, skúvoyingarnir, ið tóku sær av postflutninginum, heldur Kinna. - Eg minnist einaferð, at eg hevði goymt jólatræið frá árinum fyri uppi á ovasta- lofti. Tá var einki grann eft- ir, men vit høvdu nógv at prýða tað við. Men so eina árið komu teir jólamorgun við trænum til okkara og tá hevði eg prýtt gamla træið, men prýddi síðani nýggja træið ístaðin, minnist Kinna. Annars minnast Janus og Kinna ongantíð, at jóla- posturin ikki er komin til tíðina, uttan hesa einu ferð- ina, tá tað nærum ikki eydn- aðist, men ta ferðina fingu tey drigið postin upp eyst- antil á oynni, har eingin hella er og bátur sleppur undir oynna, so tey fóru við línu og fingu postin og jóla- træið. Hentleikar Nógvar broytingar eru farn- ar fram hesi 48 árini, Janus og Kinna hava verið í Dím- un Sentralhiti kom ikki til Dímunar fyrr enn í 1981. - At sentralhiti skuldi koma til Dímunar hevði eg ongantíð droymt um, sigur Kinna, ið minnist, at mang- an var so kalt, at tað tiðnaði ongantíð av rútunum, men tå var gott at fløva seg við komfýrin. Elektriskt ljós kom til Dímunar í 1949. Tá var tað motorur og battarí, sum vit áttu sjálvi í Dímun. Í 1974 kom Dímun so upp í SEV, tó enn við motori, greiðir Janus frá. Telefonsamband var nær- um einki í byrjanini. - 4 ferðir um dagin var "rópt" til støðina á Sandi, um nøkur boð vóru til Dim- unar ella um nakað var at frætta úr Dímun. Hetta vóru fastar tíðir á degnum, sigur Kinna og Janus leggur aft- urat, at hetta samband kom í 1938. Hetta var eitt slag av rad- iotelefon, mest líkt sendara ella skipstelefon. Munurin á Dímun og ymsum gðrum útoyggjum var eisini, at tær fingu altíð boð frá sær alt samdøgrid, tí Havnin var stød hjá teimum og hevði opið alla tíðina. Ur Dímun rukku tey ikki so langt og á Sandi vóru fastar telefuntíð- ir. Boð fingust ikki av oynni, uttan hesar tíðir. Oljufýring fingu tey um- leið 1959-60. Síðsta árið tey skóru torv var í 1961. Oljufýringin var til kom- fýrin. Um nøkulunda somu tíð fingu tey WC í Dímun. Áðrenn varð nátthúsið nýtt. At fáa oljufýr í komfýrin hevði tó við sær nógv strev hjá Janusi. Einaferð árliga kom olja til Dímunar og mátti hann tá fyrst bera olj- una yvir á Dráttin og síðani draga upp, fyri síðani at fáa alt á pláss. Høg og lág vitja í Dímun Nógv fólk hevur altíð vitjað í Stóru Dímun á sumri og Janus og Kinna eru samd um, at á ein hátt livdu tey uppá tað og gleddu seg til hesa árstíðina. Nógv fólk vitjaði og gekk túr niðan á oynna, komu innar til ein kaffimunn og fóru síðani avstað aftur, sigur Kinna. Eisini fólk, ið vanliga verða mett sum verandi av "betra slagnum“, hava vitj- að í Dímun. Á bróstinum í stovuni hongur mynd av Vígdis Finnbogadóttir og hyggur ein leysliga í gesta- bókina, so eru nógvar heils- anir og mong nøvn, m. 0. síggjast Drotning Mar- gretha, Heindrikur prinsur og Frederik krónprinsur. Mangir ráðharrar og forsæt- isrådharrar hava eisini vitj- að og nakrir teirra eru Anker Jørgensen, Baunsgaard og Hækkerup. Sjålvsagt hava eisini mangir av føroya løgmonnum vitjad og nakrir í rødini eru Petur M. Dam, Atli Dam, Jógvan Sundstein og Edmund Joensen. Spurd um, hvussu tað er at hava so fín vitjandi siga Kinna og Janus, at tað ein- asta at gera, er at vera so náttúrligur sum gjørligt, og at fara við gestunum, sum vóru tey einhvør annar vitj- andi. Og Janus og Kinna eru samd um, at hetta hava gest- irnir verið glaðir fyri, ístað- in fyri, at nakað varð gjørt burtur úr teimum. - Ein stúrdi kanska eitt sindur framman undan, men tá tey so komu, so vóru tey sum vanlig fólk, sigur Jan- Us. Hús í Havn Janus og Kinna vóru á oynni alt árið fram til 1973, tá tey byrjaðu at fara til Havnar um veturin. Síðst í sekstiárunum keyptu tey hús í Havn, í fyrstu syftu til at leiga út. Í 1980 tók Óla Jákup við festinum og hann og konan Sunniva hava síðani 1978 verið í Dímun Nógvir av nýggju hentleikunum eru eisini komnir til Dímunar við tað, at nýtt ættarlið tók við. Í 1985 avgjørdu Óla Jákup og Sunniva at fara aftur til Dímunar at vera alt árið og Kinna og fara við - Nú eru so nógvar trapp- ur her úti í Dímun, so eg segði við Janus, at tá vit flyta úr Dímun, so skulu vit hava eini hús við ongun trappum. Men ikki veit eg, í húsunum í Havn eru eisini trappur og so eitur tað enntá í Trapputúni, flennir Kinna. Neyðugt hevur verið at hava hjálparfólk í Dímun. Eitt skifti vóru t.d. systir Kinnu og maðurin, men tá tey fóru, var trupult at fáa nakran, tí tidirnar gjørdust so góðar, og fólk skulu hava samsýning. - Til tíðir hava vit verið tveyeini um t.d. rakstur, sig- ur Kinna, sum eisini av á hevur tikið lut í ymsun gðr- um arbeiði, eittnú ræning, har hon segði frá, meðan ein fór niður og ein sat við lín- una. Janus og Kinna royndu tó ikki so nógv at fáa hjálpar- fólk, tí ístaðin hildu tey tað vera eina roynd verda at drepa neytini og bara hava seyð og síðani flyta burtur um veturin og koma aftur á Skúli Ein trupulleiki stakk seg upp, tá børnini hjá Janusi og Kinnu nåddu skúlaaldur, ti eingin skúli hevði tá verið hildin í Dímun, síðani yngstu beiggjarnir hjá Jan- usi gingu í skúla. Men ein dagin var ríkis- umboðsmaðurin á ferð í Dímun og hann lovaði at gera alt hann kundi, fyri at fáa lærara til Dímunar. Og lærari kom og Arni Ludvík var tann fyrsti av mongum í rødini. Hann var í 3 mán- aðar og fór síðani á Lær- araskúla. Tá mátti dóttur Janus og Kinnu, Óluva, til Skúvoyar í skúla. Árið eftir fingu tey ráð frá Danbjørg lærara, um at søkja um at fáa 3 mánaðar afturat og tað fingu tey. Annars gingu børnini eisini í skúla í Vági. - Men tungt var, tå børnini fóru burtur at ganga í skúla, minnist Kinna. - Tá vóru vit tveyeini frá meimánað, til børnini komu í summarfrí, sigur Janus. Fyrst í sjeytiárunum, tá tey bert vóru í Dímun um summarið, avgjørdi sonurin Óla Jákup at fara niður til Danmarkar á studentaskúla. Beiggi Janus, Jóannes, | 15 das gjørðu túar at::110) Hundurin Smokey hevur tónlistarligar gávur. Hoyrir Nr. 222- 21. NOVEMBER 1998 hann Karl Martin syngja sangin Tillukku, loypir fram á gólv til lurtitólið. Tá hoyrist ikki mannamál, sum Smokey syngur við plagdi at hjálpa til at reka og Kinna minnist, at hon í augustmánað úr stovuvind- eyganum fylgdi Jóannesi og Janusi, tá teir fylgdu Óla Jákupi, tá hann fór niður- aftur eftir summarfrítíðina, tí Smyril steðgaði uttanfyri Dímun. - Tað var tungt at sita og síggja. Tá fall okkurt tár, men man hugsaði, at tað var gott fyri hann at læra okk- urt, minnist Kinna. Útaftur í 1985 Í 1980 tók Óla Jákup við festinum og hann og konan Sunniva hava síðani 1978 verið í Dímun. Nógvir av nýggju hentleikunum eru eisini komnir til Dímunar við tað, at nýtt ættarlið tók Í 1985 avgjørdu Óla Ják- up og Sunniva at fara aftur til Dímunar at vera alt árið og Kinna og Janus gjørdu tå av at fara við. Tå settu tey aftur kålvar vid, men neytini eru nå aftur dripin. - Eini 450 seydir eru å oynni. Tad hava verid um 500, men tad hevur verid heldur nógv, sigur Jan- us.Vanliga verða eini 350 seyðir tiknir til slakt, men í ár er talið um 300, tí tey mistu so nógvan seyð í vet- ur og í vár. Eingin trupulleiki er at sleppa av við kjøtid, tí dim- unarkjøt hevur altíð verið væl dámt, so tey bæði læta væl at í so máta. - Fyrr vað eisni nógv meira gjørt burturúr, alt bleiv saltað. Frystirúm fingu vit ikki fyrr enn í átta- tiår-unum, siga Janus og Kinna. Fuglur hevur eisini verið ein partur av lívinum í Dím- un, men síðst í sekstiáru- num varð lítið fleygað. - Fyrr varð selt óroytt, men so bleiv tað ikki keypt. Her var einki fólk til at royta, so tað minkaði við tí. Ikki fyrr enn vit fingu fryst- arí og roytimaskinu, kom gongd á aftur, greiðir Janus frá. Flyta nú til Havnar Men nú er tann stundin komin, at Janus og Kinna hava tikið avgerð um at fara av oynni og til Havnar. - Tað verður eitt sindur ødrvisi at búgva í Havn. Tá vit hildu til í Havn um vetr- arnar vóru vit nakað yngri, nú eru vit komin nakað upp í árini og tað ger tað ikki lættari, siga Janus og Kinna. - Men eg sigi fyri meg, at sinnalagið er lætt. Tað segði pappa eisini altíð við meg, at eg hevði ikki kunna búð í Dímun, um eg ikki heyði slíkt sinnalag, sigur Kinna. Men sjálvt um Janus og Kinna nú fara av Dímun, so er ikki vist, at tey leggja árarnar heilt inn. Tey vænta bæði at fara útaftur í summ- ar at taka eina hond í, tí sum tey siga, so verður óivað ringt at halda seg heilt burt- ur, eftir 48 ár í Dímun. +