Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. november 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ég ff UDE Nr. 222- 21. NOVEMBER 1998 Nr. 222 - 21. NOVEMBER 1998 Janus og Kinna hava verid béndahjån i Dimun i 48 år, nå tey Orð og myndir: Dagfinn Olsen Stórur var spenningurin, tá eg fríggjadagin 6. november settist í tyrluna. Hetta var mín fyrsta tyrluferð og, skomm at siga, eisini mín fyrsta ferð á útoyggj. Og vakur var túrurin yvir hvítt- klæddu oyggjarnar, tá tyrlan lætti sær á og løtu seinni settist á Stóru Dímun, har Janus tók ímóti og minti okkum ferðandi á hálkuna, tá vit glað aftur fingu fast undir føti, hóast glerstoytt var. Lættur sum ein unglingi syfti hann so nógv krov í tyrluna, sum rúm var fyri, og so fór tyrlan sína leið, full av jóla- og nýggjárs- krási til fólk á fastlandinum. Veðurtíðindini bodadu ikki frá góðum fyri restina av vikuskiftinum, men hetta var ein vøkur lýta, hóast kalt var, og gott var at koma inn- ar í hitan, har Kinna tók ímóti. Inn í henda serstaka køkshitan, ið bert fæst frá hava gjørt av at fara tíðindabla 3 / Sofalurfin 7 Nú fara tey av Dímun Tey eru bóndaparið, ið hevur livað longst saman á Dímun. Bóndurnir í Stóru Dímun hava nevni- liga ikki átt í sín lut at slíta høgan aldur, men eru oftast farnir av verðini undir óvanligum umstød- um. Men Janus og Kinna hava verið bóndahjún í Dímun í 48 år, nú tey hava gjørt av at fara, og mangur gesturin, høgur sum lágur, hevur sitið væl inni hjá teimum. Nógv er eisini broytt hesi ári- ni, tey hava verið í Dímun einum av gomlu svertu komfýrunum. Og hugnaligt er inni. Húsini eru tvey, ið standa saman. Uttanfyri hoyrast hundarnir Brita og Toya, ið so fegnir tóku ímóti tyrluni. Inni á sofuni liggur nýklipti Smokey, ið loypir fram á gólv til lurtitólið, hvgrjaferð Karl Martin syngur sangin Tillukku. Tá hoyrist ikki mannamál, sum Smokey syngur við. Tað er bert hesin eini sangurin, ið hevur vakt hansara tónlistarliga áhuga. Ein skal tó ansa sær ikki at flenna at honum, tí so gerst hann firtin. Í lótuni gongur Smokey í hosum, tí hann hevur hug at klóra sær ov nógv, so hol kemur á, nú hann er kliptur. Jú, hann er sanniliga at rokna sum eitt av húsfólku- num. Úr køksvindaeyganum sæst Suðuroyggin og tá skýmir síggjast ljósini í Sandvík. Sóu ljósareytt uppá alt Kinna, ið er ættað úr Sand- vík og er dóttir navnframa Niels Mørk, hevði tænt í Havnini í tvey ár, tá hon 19 ára gomul giftist Janusi 11. apríl í 1950 og tað var stórt umskifti at koma til Dim- unar år Havnini, minnist Kinna. Tey giftust í Havnar Kirkju og brúdleypið stóð í Klubbanum. - Síðani fóru vit suður aft- ur til Dímunar 26. apríl, dagin eftir flaggdagin, so tað verða 49 ár nú aftur í apríl. Ár 2000 hava vit gull- brúdleyp, smílist Kinna. Innbúgvið kom suður og mátti sjálvsagt dragast upp, minnast tey bæði. - Tað gekk væl hjá okk- um, vit sóu ljósareytt uppá tað heila, greiðir Kinna skemtandi frá. - Tað mundi vera í 1947 ella '48, at vit hittust, sigur Kinna, sum tó hevði verið einar tvær ferðir í Dímun, áður enn tey giftust. Stein í høvdid Janus er føddur í 1924 í Skúvoy og kom 3 vikur gamal til Dímunar. - Oftast fóru konurnar av Dímun í samband við barnsburð og mamma fór til foreldur síni í Skúvoy, so har varð eg føddur, greiðir Janus frá. Men mamman gjørdist einkja og Janus faðirleysur góðar 2 mánaðir eftir, at - Postsamband var bert 2 ferðir um mánaðin, men vit vóru glað, um vit fingu postin einaferð um mánaðin, sigur Kinna og Janus tekur undir við henni í, at um veturin var tað sum oft- ast bert einaferð um mánaðin, at postsam- band var Janus var føddur. - Fólk úr Suðuroynni vóru útferð í Dímun. Tað var í ræning og ferðafólki skuldi síggja hvussu tað gekk fyri seg. Mamma var eisini við. Línan varð so einaferð drig- in tóm upp og hevur tá rivið ein stein leysan í berginum. Påpi fekk steinin í høvdid og steinurin kleiv tad i tvey. Hann fall og reisti seg å knødini, men small so, greidir Janus frå. Tað hevur verið ein hør3 lagna hjá nýgiftari konu við einum barni, soleiðis at ger- ast einkja, eru Kinna og Jan- us samd um. Hon giftist seinni upp- aftur. Janus er sostatt elstur og einasta barn, sum mammuni untist at fáa við fyrra manninum. Seinni fekk hon børn við seinna manni sínum. - Eg skal ikki siga, at eg eri elsti bóndi, ið hevur ver- ið á Dímun, men eg havi verið longst, og vit eru bóndaparið, ið hevur verið longst saman í Dímun, sigur Janus og leggur afturat, at allir bóndurnir hava ikki verið frá barnsbeini í Dímun. Bóndurnir í Dímun hava ikki átt í sin lut at liva leingi - Teir eru deyðir og tær eru deyðar, sigur Janus og orsøkirnar hava ofta verið, Greinin endar á næstu síðu