Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. november 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EGL + | 12 sum í princippinum kunnu arbeida å einum globalum marknadi. Og her er nyggja samstarvið hjá Formula Xerox við eina islendska fyritøku eitt gott dómi um nýskapan Fiskivinnan eftirbátur Í sjálvari høvudsvinnuni hevur tað kortini í nógv ár meiri ella minni staðið í stað. Nógvi studningurin og vanahugsanin um mongdar- framleiðsluna hevur ikki júst stimbrad nyhugsanina, og her finna vit tíverri eisini eitt negativt dómi um, hvussu eitt traditionelt hugsandi vinnulív kann blokera fyri nýggjum hug- skotum Í nógv harrans ár hevur John Smith víst á, hvussu vit kunnu fáa meira burturúr fiskitilfeinginum. Hansara hugskot hava verið nýskap- andi vid egnari teknologi, og sjálv framleiðslan hevur eisini verið burðardygg Men hann hevur næstan einki fingið burturúr, og meginorsøkin er, at hann sum einstaklingur var uppi ímóti einari vinnulívs- grundhugsjón (fordistiska mongdarframleiðslan), ið gekk beint tann øvugta veg- in. Úrslitið hevur verið, at hansara mongu uppskot ngantíð hava fingið ta sak- ligu viðgerð, ið tey hava uppiborið Men nú er kortini okkurt sum kundi týtt uppá, at vend spakuliga er við at koma í hugburðin innan fiskiidnad- in. Aftaná eina sera torføra byrjan er líkt til, at Fiska- virking bæði hevur fingið fótin fyri seg og fingið tað rætta fólkið. Hóast lítið enn er komið fram fyri almenn- ingin, hoyrist at Fiskavirk- ing arbeiðir við fleiri spenn- andi nýggjum ætlanum Hetta er ein verulig stór- broyting í mun til ta mis- trúgv, ið fyritøkan higartil hevur upplivað, tí fyri bert einum ári síðani, vóru tað ógvuliga fá, ið trúðu uppá at nøkur nýhugsan skuldi koma haðani. Havsbrún í Fuglafirði hevur eisini megnað at skapa nýggj produkt igjøgn- um miðvíst útviklingsar- beiði og gransking. Serliga fóðurframleiðslan til ali- vinnuna hevur hepnast væl, og fyritøkan er ivaleyst ein av teim sterkastu i landi- num Avbjóðingin Greitt er, at hugskotini ikki tørva í Føroyum, og tað er heldur onki sum týðir uppá, at lokalar fyritreytir og fleksibilitetur ikki eru til- staðar í samfelagnum. Uttan felags stev, samstarv (net- verk) og fleksibilitet (felags studul og tænastur), høvdu nógvar bygdir fyri langari tíð síðani verið útdeyðar. Mongu royndirnar at fáa gongd aftur á vinnulívið kring landið aftan á krepp- una sýna eisini tað sama. Tá onki sæst aftur til allar hesar fyritreytirnar í útflutn- ingstølunum er greitt, at onkrar blokeringar fyri vinnulívsmenningini eru í samfelagnum. Vit hava á- víst, at hugflogið, entre- prengrskapurin og fleksibil- iteturin er tilstaðar, so blok- eringin (ella avbjóðingin) er onkra aðrastaðni. Og her eru tað aftur avbjóðingarnar frá globaliseringini, sum hava størsta týdningin. Globaliseringin hevur vidført, at fólk ikki longur eru so staðbundin, sum tey t.d. vóru fyri 30 árum síð- ani. Urslitid er, at útjaðara- gkini hava stórar trupulleik- ar við at tryggja sær, at fólk við servitan (útbúgving), ungdómurin og kvinnurnar stødast í økjunum. Hesin spurningurin verður nú mettur at hava stórri týdn- ing fyri framtíðina og menningina í útjaðaragkju- num enn atgongdin til rá- vøru, kapital og tænastur. Avleiðingin er ein hørå kapping millum gkini, bæði innan fyri landamerk og millum lond, um at vinna hesar menniskjansligu ress- ourcirnar. Urslitid av kapp- ingini er ofta, at tey centralu økini gerast vinnarar. Um- framt góðar lønir hava tey eisini aðrar ágóðar at bjóða hesum eftirspurdu fólku- num, t.d. undirhaldstilboð, frítíðartilboð, vælferðartil- tíðindablaðið SLS2UTN Nr. 222 — 21. NOVEMBER 1998 Hvussu fáa vit gagnnýtt hesa råvøruna í føroyska vinnulívinum ? boð, arbeiði sum samsvarar við ta útbúgving, fólk hava tikið o.s.fr. Óneyðugt er kanska at siga, at innanhýsis í Føroyum er hesin trupul- leikin størri, jå longur burt- ur frå Havnini ein kemur. Eftir okkara fatan er høv- uðsavbjóðingin í føroyskari samfelagsmenning sostatt at skapa eitt vinnulív, ið kann menna seg í takt við socialu og kulturellu menningina í restini av samfelagnum Føroyski arbeiðsmarknað- urin svarar heilt einfalt ikki til eftirspurningin hjá teim stødugt betri útbúnu og víð- skygdu føroyingunum! Júst hesi fólkini eru tann væntandi lidurin í, at vit kunnu skapa tann fjøltåttada arbeiðsmarknaðin, sum øll í veruleikanum spyrja eftir. Hesin arbeiðsmarknaður má miðvíst skapast (hann kemur ikki av sær sjálvum), har má serlig rúmd gerast fyri at hugflogið og nýskap- anarhugurin, sum jú finnst í føroyska samfelagnum, kunnu renna saman við eina globala gongd ímóti stórri Almikið av hugskotum, men hvussu kunnu tey umsetast til útflutningsvirði ? vitan og persónliggering. Fleiri útbúgvin fólk í før- oyskari vinnulívsmenning loysir ikki í sær sjálvum nakran trupulleika. Men tey útbúnu fólkini eru tann vantandi liðurin í eini stórri heild, har kjarnin í stuttum er, at: samanrenningin mill- um útbúgving og praktiska lívið í fóroyska samfelag- num kann gerast grundar- lagið undir einum sjálvber- andi føroyskum vinnulivi! Møguleikarnir Hendan nidurstødan i sær sjålvum skapar heldur ikki nakad nytt. Men hon leggur eitt heilt annad grundstødi at arbeida ut frå, um vit skulu uppbyggja eitt burð- ardygt føroyskt vinnulív. Tí vinnulívsmenning er nevn- iliga nógv annað enn ein einfaldur spurningur um antin alment ella privat. Hetta er tí bæði ein trupul og fløktur spurningur at greina. Men vit skulu kort- ini vísa á tríggjar gongdar leiðir, sum í sær sjálvum geva nógvar møguleikar fyri mennandi samanspæli millum almenna og privata sektorin. I. Fyrst og fremst mugu vit læra av teim vinn- ulívsroyndum, sum longu hava verið gjørdar í Før- oyum. Tað liggur til dømis ein stórur lærdómur í, hví onkur roynd mieydnast, meðan ein onnur var væl- eydnað. Við gðrum orðum er gransking eitt alneyðugt íkast til føroyska vinnulívs- menning, sum kan geva okkum nýggja vitan um egnar fyritreytir,um tekno- logi og fyriskipan v.m. 2. Tað liggur eisini ein stór avbjóðing í at loysa praktiskar- trupulleikar við íverkseting. Henda krevur nevniliga eina breiða vitan um teknologi, lógarverk, studulsmøguleikar, patent, umhvørvisspurningar, sum ein fverksetari sjålvandi ikki kann vita alt um. Her er neyðugt at bøta munandi um tey tilboðini, vit hava í dag. 3. Ein tridji møguleiki er at gera skipanir, ið kunnu stimbra vinnuliga hugflogið í føroyska samfelagnum. Hetta kann m.a. gerast við at skapa menningarfeløg (t. d. millum virki), við at gera vinnuligar hugskotskapp- ingar, við at skapa møgu- leikar fyri ígongdsetara- stuðuli, gera vitanarbankar 0. s. fr. Grundleggjandi kravið er í øllum førum menning av nyggjum hugskotum og til- tókum innan vinnulívið, sum samstundis kunnu at leggja grundarlagið fyri ein- um meiri fjøltåttadum ar- beiðsmarknaði. Men eisini føroyskt vinnulív virkar í einum samanspæli við sam- felagið, á positivan eins væl og negativan hátt. Í Sosialinum tann 11. november vísir Høgni Ras- mussen á, hvussu trupul- leikin við barnaansingini í Suðurstreymi er til beinleið- is bága fyri vinnulívið. Fat- ur fæst ikki á neyðugari kvinnuligari arbeiðismegi, tí tær noyðast jú at sita heima og ansa børnum. Hann finst at tvørrandi vilj- anum til at loysa trupulleik- an og vísir á, at hesin stavar frá teimum politikarum, sum júst siga seg verja vinn- ulívið. Hetta er í veruleikanum eitt skåladømi um vantandi samanspæl millum vinnulív og samfelag, ið er til bága fyri vinnuna. Tað sigur sam- stundis nakað um, at spurn- ingurin um vælferðina, sum samfelagið bjóðar borgaru- num, má takast í størsta ålv- ara. Annars er møguleikin stórur fyri, at vit tapa kapp- ingina um tann “sosiala kapitalin”. Og júst hesin er tann veruliga meginfyri- treytin fyri búskaparligum vøkstri í einum nútímans samfelagi. Tann almenni vælferðarsektorurin er so- statt eisini við til at leggja grundarlagið fyri einum vælvirkandi vinnulívi, og er ikki bara ein útreiðsla, sum summi vilja gera hann til. Leikluturin hjá tí almenna sektorinum hevur verið tann veiki lidurin í føroyskari samfelagsmenning. Hetta er ein av orsøkunum til, at før- oyskur vinnulfvspolitikkur einamest hevur verið ein spurningur um stuðulsskip- anir uttan stórri áhuga fyri spurningum sum teknologi, útbúgving og egnan før- leika. Nú er kortini líkt til, at henda stødan er við at broytast orsakað av stóru umskipanini av almenna sektorinum, ið hevur verið framd í seinastuni. Men broytingarnar í miðfyrisit- ingini hava als ikki tíkið fyrilit fyri teim komandi broytingunum í kommunu- bygnaðinum. Og á sama hátt hevur arbeiðið hjá kommunubólkinum íkki verið samansjóðað við broytingunum í miðfyrisit- ingini. Hesin trupulleikin verður m.a. vidgjørdur i greinini næsta leygardag.