týsdagur 24. november 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið S082/Ui
Nr. 223 — 24. NOVEMBER 1998
Ófriður á Café Natur leygarkvøldid:
Skotar smildraðu
innbúgv og gjørdu
seg inn å tænarnar
Matstovan var fullsett, tå sjey skotar, sum eru sjómenn, gingu bersærks-
gongd, av ti at tænarnir ikki vildu útflýggja teimum øl. Teir fóru at blaka við
innbúgvinum og løgdu at enda á tveir tænara, meðan skelkaðir gestir hugdu
at
DAGNY JOENSEN
ALVUR HARALDSEN
Tað var illsligt leygarkvøld-
ið, tá skotski trolarin seint
á kveldi legði at bryggju í
Havn
Leygarkvøld var og skot-
arnir fóru beinu leiðina
niðan á Café Nátúr, har tæn-
arnir skonktu fyri teimum
Av onkrari orsøk virkaðu
gjaldskortini hjá teimum
ikki, og menninir høvdu
bert 156 krónur í reiðum
peningi,tá teir skuldu gjalda
rokningina, sum var umleið
266 krónur
Hildu seg hava
ov nógv
lænarin fór aftur eftir øli-
num, sum menninir høvdu
fingið á borðið
Tá kom ein teirra við ødr-
um gjaldskorti, sum riggaði,
og tænarin tók tær írestaðu
110 krónur av kortinum, tá
goldið var áðru ferð fyri
nýggja umbering av øli
nyg
Sjómenninir gjørdust
gðini og skuldsetti tænaran
fyri at hava svikað, og vildu
vera við, at teir høvdu gold-
ið ov nógv. So kom ófrið-
urin
Brúktu stólabein
sum lurkar
Tað byrjaði við at ein skoti
tók ein stól, og blakaði hann
eftir tænaranum, og við eitt
reisti øll skipsmanningin,
sum tali einir sjey mans, seg
upp, og bjóðaði gestunum
av
Teir blakaðu við tí, sum
fyri var - gløs, øskubikar,
fløskum og stólum
Stólirnir vóru pettaðir
sundur og stólabeinini brúkt
sum lurkar
Tænararnir, sum eru
feðgar, pápin er venjari hjá
H 71, og somurin er við á
liðnum, vildu einki gera, av
tí at teir skuldu spæla hond-
bólt dagin eftir, og tí ikki
vildu koma til skaðis við at
leggja uppí. Teir noyddust
tí at lata seg buka, meðan
matstovugestirnir skelkaðir
hugdu at.
Gestur við fartelefon
boðaði løgregluni frå
At enda kom ein av gest-
unum so mikið fyri seg, at
hann ringdi til løgregluna á
fartelefon síni.
Thurid Samró, stjóri á
Café Nátúr, sigur við Sos-
alin, at skotarnir rýmdu
áðrenn løgreglan kom, men
at teir eru meldaðir til løg-
regluna.
Innbúgv fyri einar 10.000
- 12.000 krónur er oyðiligt,
og tað skulu skotsku sjó-
menninir gjalda.
Hon sigur annars, at skot-
arnir bóru seg at sum rættir
ófriðarkroppar, júst sum
bretar eru kendir fyri tá fót-
bóltsdystir eru.
A Café Natúr hava tey
ikki verið fyri slíkum áður.
Bót og sektaruppskot
A Politigarðinum verður
sagt, at skotarnir vórðu av-
hoyrdir áðrenn teir fóru av-
stað aftur. Teir eru skuld-
settir fyri brot á politivið-
tøkurnar, og fingu sektar-
uppskot, sum teir góðtóku.
Hver maður skal gjalda
1500 krónur, umframt at teir
fingu eina bót, ið fer til end-
urgjald fyri oyðilagt inn-
búgv o.a. á Café Natur.
Rættiligur ófriður var á
Café Natúr leygarkvøldid,
tå nakrir skotar, sum vid
skipi sínum vóru komnir
inn á Havnina at troka,
fóru í býin. Teir høvdu ikki
nóg mikið av reiðum
veningi, og gjaldskortini
riggadu ikki so væl.
Skotarnir brutu stólar, og
brúktu stólabeinini sum
lurkar, men ein gestur kom
skjótt fyri seg og rirgdi á
fartelefon síni til
løgregluna, sum kom á
staðið, men tá vóru
skotarnir rýmdir
Fyri viku síðani kom fyrr-
verandi norski forsætis-
ráðharrir Gro Harlem
Brundtland við bók
nummar tvey um sítt lív.
Hendan bókin er um tey
árini, hon sat sum leiðari
fyri norsku stjórnini, og
bókin kallast Dramatiske
ár.
Longu áðrenn bókin
kom út var eitt evni nógv
umtalað, og tað er um
sonin Jørgen, sum tók sítt
egna lív. Men harafturat
fekk Thorbjørn Jagland
eitt spark å skinnabeini.
Ynksti ikki Jagland
Fyri fyrstu ferð síðani Gro
Harlem Brundtland valdi
at leggja frá sær sum
floksleiðari í Arbeiðara-
flokkinum í 1992, hevur
Brundtland studl-
ar ikki Jagland
hon lyft dúkinum eitt
sindur uppfrá. Í bókini
skrivar hon meir og minni
beinleiðis, at hon ikki
ynskti at Thorbjørn Jag-
land skuldi taka við sum
floksleiðari. Jagland var
tá flokksskrivari og røkti
sítt starv væl.
Í bókini sigur hon, at
tankin um at Jagland
kanska skuldi gerast
floksleiðari fekk hana at
1Vast.
Ein frálíkur floksskriv-
ari, ja, men hvat við »evn-
en til á kommunisere og
ikke minst markedsføre
utad«, økir sum »Jens
Stoltenberg gjennom rad-
io og fjernsyn klart hadde
vist hvilke evner han
hadde.«
jhg
Lesarabræv
Brúkarasamfelog
Tað finst ein landsskaðilig
brúkara- og tveit-burtur-
mentan innan alt landshús-
arhaldið. Tað er tá ið vit
hava so nógv ymisk húsar-
haldstól til arbeiðir og loysa
uppgávur.
Tað er eisini flutningstól,
so vit koma til og frá ar-
beiði, heimi, skúla, læru-
plássi, frítíðarítrivi. Tað er
ein fylgja av øllum hesum
tólum, sum hevur skapt
dovinskap, forkelan, leti-
gongdina. Tað er skaðiligt
fyri heilsuna hjá øllum ætt-
arbólkum av báðum kynum,
ið tørva kropsliga røkt.
Tad er eingin, sum i dag
doyr av at fåast vid fritidar-
ítriv, so tú kanst fáa eina
fríska sál í einum frískum
líkami.
Tað er eisini kostnaðar-
mikið at hava slík tól, sum
menniskjan arbeiðir so hart
fyri at gjalda og at oyði-
leggja sær lív og heilsu, sum
vindur uppá seg.
Tað hevdi sømt seg betur,
at fólk sluppu sær av við
fleiri av hesum tólum, flutn-
ingstólum og spardu hesar
útreiðslur.
Tað eru ikki húsarhalds-
tól og flutnignstól, ið skapa
nakra lukku og eydnu, men
eitt gott lív, tá ið tvey klára
væl upp sínámillum
Tað hevur nógv stórri
týdning at vinna sær heilsu-
bót og økta vælveru í tí dag-
liga lívinum við fjølbróytt-
um kosti/kosttilskoti og
motión, ið flest øllum tørv-
ar.
Tað síggja vit, tá ið hjúkl-
að verður um øll hesi væl-
bjargaðu, sum fáa alt borð-
reitt á einum fati, koma til
skorin klæði og fáa alt litið
upp í hendurnar av øðrum.
Tað hevði tí verið gott,
um givist var at hjúkla um
tey vælbjargaðu, sum ikki
vita, hvat tað er at gera nak-
að sjálv ístaðin fyri altíð at
skula líta á onnur.
Tað er ótrúligt, sum nógv-
ir ættarbólkar í dag eru
hjálparleysir. Ødrvisi er við
teimum brekaðu, blindu,
deyvu, menningartarnaðu,
gomlu, sjúku, ein hevur
samkenslu og samhuga fyri.
Tað eru øll hesi, sum tað
altíð er gingið út yvir, tá ið
vælbjargaðu lata sína mis-
nøgd ganga út yvir tey, sum
hava tað ringt í tí dagliga
lívinum, hvat ein sær og
ikki kann góðtaka.
Tað eru nógvir stak vána-
ligir føroyingar, ið ikki eru
sína uppgávu nóg vaksnir,
tá ið hesi flýggja undan á-
byrgdum og skyldum, sum
ein dagliga sær.
Tað eru slík, ein kallar
ræðuskítar og vingliskøltar,
sum ikki hava dirvi og
áræði at siga sína meining
á réttum stað til réttu ar-
beiðsgevarar og arbeiðstak-
arar.
Hans Birgir Hansen
Lesið eisini Sosialin
å Netinum
www.sosialurin.fo