týsdagur 24. november 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 223 — 24. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið
K +
Ferðsluvan-
lukka kravdi }
mannaliv
Tann 20 ára gamli maðurin, sum var
einsamallur í bilinum, doyði av løst-
unum hann fekk, tá bilurin fór út av
ovara vegnum í Vestmanna leygar-
morgunin
EIRIKUR LINDENSKOV
Ein ferðsluvanlukka í Vest-
manna sunnumorgunin
kravdi eitt mannaliv. Ein 20
ára gamal maður, sum var
einsamallur í bilinum, doyði
av løstunum hann fekk.
Maðurin koyrdi eystureft-
ir ovara vegnum i Vest-
manna. Tá hann kom í
svingið beint áðrenn Fossá,
misti hann tamarhaldið á
bilinum, sum slongdist í ein
betongkant og síðan í ánna.
Suni Vinther á Politigarð-
inum í Havn upplýsir, at
fólk á Válinum sóu tilburð-
in og boðaðu frá beinan-
vegin.
Lækni, løgregla, brand-
menn og froskmenn komu
á staðið, tí tey vistu ikki,
um fleiri fólk vóru í bilinum
og kanska farin oman við
streyminum í ánni. Tað
hevði regnað illa, og tí var
nógv vatn í ánni, sigur Suni
Vinther.
Sambært løgregluni er
Maðurin var einsamallur í bilinum, sum endaði í ánni
hetta fyrsta ferðsluvanlukk-
an í ár, ið hevur kravt mann-
alív.
Mynd: John Vilhelmsen
Útróðrarmenn studl-
aðir at flyta fiskin á
uppbodssølu
- Endamálið vid studninginum er i rimiligan mun at javnstilla fiska-
framleidarar i utjadaraøkjunum vid meginøkid. Hetta er galdandi bædi
fyri at flyta fiskin frå uppbodssølwlandingarmidstød til fiskavirki og
virkaðan fisk frå fiskavirkjum til avskipingarhavn, segði Finnbogi Arge,
landsstýrismaður, tå hann legði uppskotið fram fyrr i mánaðinum. Eftir
fyrstu viðgerð fríggjadagin í farnu viku, er uppskotið nú í Vinnunevndini
ÓLAVUR Í BETI
Í viðmerkingunum til upp-
skotið, segði Finnbogi Arge
m.a., at galdandi løgtings-
lóg frá 1995 er broytt fyrr,
og nú verður uppskot gjørt
til nýggja, í staðin fyr at
broyta hana einaferð enn.
Innihaldið í hesum uppskoti
er stórt sæð tað sama sum í
verandi lóg.
- Endamálið við studn-
inginum er í rímiligan mun
at javnstilla fiskaframleið-
arar í útjaðaragkjunum við
megingkið. Hetta er gald-
andi bæði fyri at flyta fiskin
frá uppboðssglu/landingar-
miðstøð til fiskavirki og
virkaðan fisk frá fiskavirkj-
um til avskipingarhavn.
Og landsstýrismaðurin
sigur eisini, at landsstýrið
arbeiðir við at finna aðrar
loysnir í flutningsvinnuni,
sum f stórri høpi kunnu lúka
sama endamál. Harafturat
verða útróðrarmenn stuðl-
aðir at flyta fiskin á upp-
bodssølu.
1,5 mió. øking
Vinnumálaráðharrin upp-
lýsti, at broytingin verður
mett at føra til eina minni
øking í útgoldnum studn-
ingi. Tann nýggja heimildin
til flutning av virkaðum,
veiddum fiski frá fiskavirkj-
um til avskipingarhavn, har
firðir ella sund skilja,
verður mett at føra til eina
øking í studningi uppá uml.
1,5 mió. kr.
I 1998 eru avsettar 3 mi6.
kr. á fíggjarlógini, og sama
upphædd er sett á fíggjar-
lógaruppskotið fyri 1999,
upplýsti Finnbogi Arge.
Heimildirnar
Verður uppskotið samtykt
í verandi líki, so verður
landsstýrismanninum
heimilað at útgjalda stuðul
til flutning av fiski frá upp-
bodssølu ella landingar-
miåstød til virkingar í økj-
savnsmynd
um, har firdir ella sund
skilja.
Og landsstyrismanninum
verdur somuleidis heimilad
at útgjalda útróðrarbátum
stuðul til flutning av fiski frá
økjum, har eingin upp-
bodssøla er, til nærmastu
uppbodssølu. Honum verð-
ur heimilað at útgjalda stuð-
ul til flutning av virkaðum,
veiddum fiski frá fiska-
virkjum til avskipingarhavn,
har firðir ella sund skilja
Uppskotið varð til 1. við-
gerð fríggjadagin í farnu
viku, og er nú beint í Vinnu-
nevndina.
Sunnumorgunin ringdu
fólk úr Sundunum í Kolla-
firði til politistødina í
Havn, tí at ein bilur við
tendraðum lyktum stóð
tvørur á landsvegnum nið-
anfyri bygdina.
Tá løgreglan kom á
Løgreglan vil frætta um horvnan bil
staðið sóu teir, at framrút-
urin í bilinum var brotin.
Bilurin var heimahoyr-
andi í Streymnesi, men har
sá løgreglan ongan. Seinni
um dagin hevur ánarin
meldað til løgregluna, at
bilurin var horvin úr túni-
num, meðan eigarin hevði
verið út í veitslu
— Vit frætta tí fegnir frá |
fólki, sum hevur sæð
hendan bilin, ella veit
hvussu hann er endaður á
landsvegnum í Kollafirði,
sigur Suni Vinther
Renault Mégane
RL 1,4 Overture
Bakrútavískari
Deilt baksetur
El-rútar framman
Sentrallás
Servostýring
ABS bremsur
Radio v/bandspælara 8 6 hátalarum
Spruttlappar á máttur
Kr.
»: Broður Petersen BILAR
Hoyviksvegur 61 -
100 Torshavn - Tel 31 43 60