Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSlalurin Nr. 223 — 24. NOVEMBER 1998 Jógvan i Lon Jacobsen um orðasmiðin Jóhan Hendrik Winther Poulsen: „Fyri ti tú veitst er rætt doyggj, um so má vera« Sunnudagin varð sómdargáva úr Grunni Kristians á Brekkumørk latin Jóhan Hendriki Winther Poulsen. Vit prenta røduna, sum Jógvan í Lon Jacobsen helt fyri Jóhan Hendriki Winther Poulsen Mangan fuku neistarnir undir hamrinum orða- smiðjuni, og dúgliga varð blást í smidjubjølgin. Hóast smiðurin hevur lagt frá sær, gongur hann stundum fram at stiðjanum og trívur eftir hamrinum. Treyðugt so Eg veit væl, at tað ikki er heilt rætt at taka eitt brot burtur úr eini heild og so nýta tað í einum heilt ødr- um samanhangi, men eg fari kortini at loyva mær at gera tað her. Mær rann í hug sálmaregluna: >Fyri tí tú veitst er rætt doyggj, um so má vera<. Og eg haldi at henda regla hóskar so ómetaliga væl til tann mannin, sum í dag fær sømdargåvuna úr Grunni Kristians á Brekkumørk Hann doyr ikki fyri sínum sjónarmiðum, gaman í, men hann livir fyri sínum sjón- armiðum. Hann er hug- sjónarmaður, bæði so og so, so tað stendur eft nú at loyva mær at hverjir tankar Dilgjast inn- an i hesum manni } mær er eingin ivi, at mað- urin sum sémdargavan verður latin, er ómetaliga stoltur og legin av al vera ein teirra, sum verður heiðraður við | hesi sømdargåvu, tí Kristian á Brekkumerk er sami mað- ur sum Chr. Matras, soleiðis nevndu viðoyingar hann Og tað er tað, sum ger munin, ti Chr. Matras er ikk! ein harra hvør sum helst. Paulus sigur um seg sjålv- an í Apostlasøguni, at hann varð upplærdur vid føtur Gamaliels. Gamaliel var vidagitin løgkønur madur, og sidan hansara dagar hevur verid tiltikid at sita vid Gamaliels føtur. Hesin maður, sum í dag verður heiðraður, hevur eins og Paulus sitid við Gamaliels føtur eins og so mong onn- ur og nomið sær kunnleika um sítt yrki. Og tað var ikki hissini lærimeistari hann fekk, ongan minni enn mannin tann, sum henda sømdargåva ber navn eftir nevniliga målfrødingin og yrkjaran Chr. Matras. Men dvølin vid føtur hins visa og lærda letur tær tað dýra gullið og tann førning, sum tú hevur í viðféri longri fram á vegin, sum Heðin Brú tekur til í Fedranna talu. Og eingin veit betur enn tann, sum hevur arbeitt trust JUSI saman við hesum manni, hvussu høgt hann metir sín lærumeistara. Orð sum t.d. Kristian = segði altíð, Kristian plagdi at siga, Kristian plagdi at gera, Kristian helt, Kristian og Marianna, heima hjá Kristiani og teimum 0.s.fr. hesi orð, siga nakað um ta virðing, sum hann hevði fyri sínum lærumeistara. Tí haldi eg, at hann bæði er stoltur og fegin og kanska eitt sindur rørdur eisini. Heðin Brú sigur soleiðis í Fedranna talu: lívlát er ikki deyðin, lívlát er hetta at seta førningin av sær við vegin, tað sum frá fedrunum goymdist og sum tú sjálvur søkti, meðan tú førkadi fótin Sonurin tekur aftur vidføri títt at bera longur fram á vegin Vit kundu fyri tað endur- givið alla yrkingina hjá Heðini Brú, tí hon hóskar so avbera væl til mannin og høvid her í dag, tí hon við- ger teir stóru eksistentiellu spurningarnar, hvat vit gera, meðan vit eru á lívi, hvat tað er at liva o.s.fr. Heðin Brú viðger tann stóra týdn- ing. sum mentanararvurin hevur fyri eitt fólk sum okk- um, tí hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu ert tú ein deyður maður Tægan hjá Heðini Brú var ikki tóm, og tægan hjá tí manni, vit heiðra í dag, er heldur ikki tóm. Tægan er á tremur við orðum, og har skyggja m.a. orð sum telda, hugburður og bingja. Hjá fámentari tjóð sum okkara er mentanararvurin ein stór ábyrgd, tí svíkur ein liður, kemur skjótt hóttafall á, og tá liggur okkum vátt undir føti Heðin Brú sigur í somu yrking Gev hesum lítla lummin, teir fornu slitu; gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu Tá ið maðurin, sum vit í dag heiðra, fekk um lummin, kendi hann hitan av hond- unum, ið sleptu, og ta stevnu, sum undanmenn Henda myndin er tikin fyri nógvum árum síðan, tá Jóhan Hendrik nýggja orðinum telda, sum hann hevur smíðað hansara høvdu sum stavn- hald, sveik hann ikki, men helt høgt í metum. Tað eru summi fólk, sum øll kenna at navni, okkara Gamaliel og okkara Paulus eru tveir slíkir menn. Men hóast hesin maður fyrst og fremst er kendur sum mál- frødingur, so er hann so nógv annað, m.a. so er hann ikki einsamallur. Mong tykkara munnu longu hava gitt, hvør maðurin er. Hann er giftur og hevur eina konu og býr í eini bygd. Konan eitur Birna Patursson úr Kirkjubg, og har búgva tey nú. Tey eiga fýra børn, tveir dreingir og tvær gentur, og abbabørnini fjølgast. Og barngóður er hann sum fáur, og blíð og fryntlig eru hjún- ini at koma inn til. Madurin er Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Hann er skopuningur, men barnvaksin suður í Sumba. Påpi hansara Niels var lær- ari har suðuri. Jóhan Hendrik er elstur av trim- um brødrum. Foreldrini vóru Niels Winther Poulsen úr Skopun, og mamman var Kristianna fødd Mikkelsen av Tvgroyri. Í 1940 fluttu tey úr Sumba til heimbygd- ina Skopun, har ið pápin hevði fingið lærarastarv. Eftir barnaskúlan kom hann til Havnar at ganga í skúla. Síðan gekk leiðin til Keyp- mannahavnar at lesa, fyrst enskt og latín, men seinni fór hann undir at lesa norrøna målfrødi. Eitt skifti las hann í Íslandi. Tá ið hann hevði tikið magistara- prógv í norrønari målfrødi í 1966 við universitetið í Keypmannahavn við serrit- gerð um føroyskar fólka- navnasiðir, arbeiddi hann fyrst sum orðabókarritstjóri á Den Arnamagnæanske Kommisions Ordbog í Keypmannahavn, síðan starvaðist hann eitt ár á uni- versitetinum í Illinois í USA, har hann undirvísti í norðurlendskum serliga norrønum máli. Og síðan 1968 hevur hann starvast á Føroyamålsdeildini á Fróð- skaparsetri Føroya. Eftir umbøn varð hann loystur úr starvi í fjór. Sostatt hevur hann verið knýttur á Før- oyamålsdeildini í sløk 30 ár. Á Fróðskaparsetrinum hev- ur hann mest fingist við orðasavning, orðabókarar- beiði og navnafrødi um- framt undirvísing mest í norrønum og í målrøkt og tyding. Hann undirvisti å årsskeidum í føroyskum, og eisini hevði hann eitt langt skifti ábyrgdina av summ- arskeiðunum í føroyskum fyri útlendskar studentar. Hann hevur verið nógv uppi í norðurlendskum mál- nevndararbeidi. Vónandi kunnu føroyingar eisini í framtíðini njóta gott av hansara stóru vitan um før- oyskt mál. Uppískoytið til ta føryosk-donsku orðabók- ina og móðurmálsorðabók- in eru verk, sum hann eigur sín drúgva lut í umframt vísindaligar greinir um før- oyskt. Hetta skal eg ikki siga meira um her, tað verður lisið upp um eina løtu. Ikki mugu vit gloyma orðabókina í útvarpinum, sum mong munnu sakna. Kanska hann nú hevur tíð at fara undir tær sendingar- nar aftur. Hann var orða- bókin. Jóhan Hendrik myndaði Setrið úteftir, og gjørdist sum fráleið ein í- mynd av Setrinum og Før- oyamálsdeildini: Setrið var hann ella hann var Setrið. Sum ein, ið hevur arbeitt tætt saman við Jóhan Hendriki nú í mong ár, fari eg at nýta høvi at takka honum fyri ta tíðina, sum vit fingu høvi at arbeiða saman, og tað er fyrst og fremst arbeiðið við móður- málsorðabókini. Eg øvund- aði honum mangan hansara eldhuga og vitan um før- oyskt. Og eg fari samstund- is at takka honum fyri eggj- an og vælvild, hann sýndi okkum yngru, hvølpunum, og eisini mær persónliga. Vit vóru ikki altíð samdir, men soleiðis eigur tað at vera. Jóhan Hendrik plagdi onkuntíð at siga, at tá ið hann og Kristian arbeiddu saman í Keypinannahavn á sinni, tá ivadist Kristian mangan í tí, sum Jóhan Hendrik segði honum um, hvussu føroyingar tosaðu. Hetta vísir, at málið er ein livandi vera, sum er í stød- ugari broyting. Tað ið Jóhan Hendrik fekk upp í tæguna frá Kristiani, læt hann okk- um yngru sleppa at kaga í og leita eftir tí dýra gulli. Eg spyrji mangan meg sjálvan, hví er hann so gamaldags? Hví súkklar Winther Poulsen fyri fyrstu ferð kom fram við tí tá Mynd: Jan Miller hann í staðin fyri at koyra, og hví rér hann og siglir hann við seglum, langt eftir at motorur er komin í hvørja jollu? Hetta ger hann til júst hann. Tá ið Ketil og Kálvur fóru til Sørvågs í grind, valdu teir ikki ta høgligastu leiðina. Teir fóru ikki bara til gongu, hóast bæði bilar og motorbåtar vóru komn- nir, nei, teir fóru enntá eftir teirri gomlu bygdargøtuni og ikki eftir vegnum. Men teir komu eisini fram og fingu sín grindapart. Nei, svarið er ikki so einfalt, hetta eru nøkur lyndiseyð- kenni sum er partur av gomlum lívsvirðum. Men vit eru góð við hesar ser- knokkarnar, tí teir umboða nakað upprunaligt føroyskt og gamlan føroyskan hugs- anarhátt. Eg hugsi ikki, at Jóhan Hendrik kundi fingið eitt betur hóskandi kelinavn enn orðabókin, eg sigi við vilja ikki eyknevni, tí tað er niðr- andi. Tað er í roynd og veru eitt sera positivt og dámligt kelinavn, og eg hugsi neyv- an at honum stendst við tað. Eg havi enntá hoyrt onkran siga, at orðabókin var í grind. At enda fari eg at ynskja Jóhan Hendriki, Birnu og gllum hansara næstu hjartaliga til lukku við sømdargåvuni úr Grunni Kristians á Brekku- mørk. I fyrstani var orðið — orðið.