týsdagur 24. november 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið SOSlalurin
Nr. 223 — 24. NOVEMBER 1998
Bretska blaðið Sunday Times:
Bretar fáa eina
sóða avtalu
um markið
Í farnu viku skrivaði bretska blaðið „Sunday Times“, at
ein avtala er við at koma uppá pláss millum Bretland og
Danmark um landgrunnsmarkið millum Føroyar og
Bretland, og at innihaldið í avtaluni er sera gott fyri
áhugamálini hjá bretska oljuídnaðinum. Árni Olafsson
vísir tó aftur, at ein slík avtala er um at verða klár
Jan MØLLER
Bretska blaðið Sunday Ti-
mes hevði nú um dagarnar
grein um marknatrætuna
millum Føroyar og Bret-
land og vil blaðið vera við,
at ein avtala, sum serstak-
liga gagnar bretskum olju-
áhugamálum er komin und-
ir land. Undir yvirskriftini
Britain set for oil deal bo-
nanza“ skrivar blaðið, at
ráðharrar í bretska uttan-
ríkismálaráðnum eru tætt
Bretski
Ce
skjola Lo)
rkumálaráðharrin, John Battle
við at gera ein sera góða
avtalu, sum kann geva bret-
ska olju- og gasíðnaðinum
nýggjar leitingarmøguleikar
á Atlantsmótinum
laðið skrivar, at tað
skilst á fólkunum, ið ar-
beiða í uttanríkisráðnum hjá
Robin Cook, at tey eru við
at leggja seinastu hond á
innihaldið í eini avtalu við
danskar myndugleikar um
rættindi til at kanna tað, ið
er kent sum „Hvíta ekið“,
umráðið norðan fyri bretska
Sum
landgrunnsmarkið móti
Føroyum.
Avtalan, sum blaðið
umrødur, verður sera væl
mótttikin av ídnaðarfólki, tí
hon kann geva bretskum
feløgum stórar fyrimunir.
Tíðindini eru sera kærkom-
in fyri oljusektorin, sum er
hart raktur av lækkandi
oljuprísum hesar seinastu
12 mánaðirnar.
Ein leiðandi kelda sigur
við blaðið: -Eg skilji, at
uttanríkisráðið er nær við
vitjaði féroyska básin á framsýningini í
inger herfyri, gjørdi á fundi við Eyðun Elttør, greitt, at bretar síggja helst eina
sn í marknatrætuni, soleiðis at oljuídnaðurin sleppur út í Hvíta økid at bora
tryggja „a very good deal“
- eina sera góða avtalu - fyri
bretska oljuídnaðin. Um
hetta er veruleiki, so eru
møguleikar fyri kunna
framleiða milliardir tunnur
av olju í økinum, og hetta
er nakað, sum verður sera
væl móttikið í okkara ídn-
aði.
Ein talsmaður fyri uttan-
ríkisráðið í London vil ikki
siga, um ein avtala er við at
koma uppá pláss við Dan-
mark, sum umboðar Føroy-
ar í utanríkismálum. Hann
sigur tó, at uttanríkismála-
ráðið kennir seg trygt við,
at ein loysn verður funnin á
trætuni um Hvíta gkið, sum
hevur staðið við í umleið 8
ár.
Ein talsmaður fyri British
Petroleum sigur við Sunday
Times: -Vit høvdu verið
sera fegnir, um ein loysn
varð funnin á hesi trætuni
Um ein slík ikki fer at loysa
aktuellu trupulleikarnar í
oljuvinnuni, so kann økid
(Hvíta sonan) vísa seg at
vera av sera stórum virði
komandi árini.
Arni Olafsson vísir
aftur leysatíðindum
Oljublaðmaðurin hjá skot-
ska blaðnum Press & Jour-
nal, Geremy Cresswell, sum
vanliga ger nógv burtur úr
oljumálum, ið viðvíkja At-
lantsmótinum, hevur í
mánadagsútgávuni lagt
greinina í Sunday Times
fyri vid Árna Olafsson,
leiðara í føroysku samráð-
ingarnevndini.
Hann visir aftur, at nøkur
endalig avtala er gjørd, sum
skal tryggja bretskum å-
hugamålum stérar nyggjar
møguleikar. Hóast tað at
„some progress“ - einstøk
framstig - sýnast at verða
gjørd seinastu mánaðirnar,
so var seinasti almenni
fundurin millum Bretland
og føroysk-donsku nevnd-
ina um eitt nå Hvita økid
hildin fyri meira enn einum
ári síðani. Seinastu ferð, at
partarnir formelt hittust var
í september 1997 upplýsir
Árni Olafsson fyri blaðn-
um.
-Eftir tað stóð fast í
drúgva tíð. Síðani komu
valini í bæði Danmark og
Føroyum sigur Arni Olafs-
son.
Press & Journal skrivar
annars, at danski forsætis-
ráðharrin hevur nevnt mål-
ið, tá hann herfyri hitti Tony
Blair, bretska starvsbróður
sín. Blaðið veit eisini at siga
frá, at tað hava verið ófor-
mellir fundir millum Árna
Olafsson og Tony Brenton,
sum er leiðari í bretsku sam-
rådingarnevndini.
Tad synast at verda gjørd
onkur framstig um, hvussu
ein skal gera eina avtalu um
tåsundtals fjórðingar mill-
um londini.
Árni Olafsson vil ikki
fara út í smálutir, men Press
& Journal skilur á honum,
at ein avtala við Bretland er
ikki eins nær, sum Sunday
Times heldur.
Eg kann vátta, at eg havi
samband við mín bretska
starvsbróður og at royndir
Frá fundinum í
Uttanlandsneyndini í
farnu viku. Arni Olafsson
og Anfinn Kallsberg
kunnað neyndinaum
gongdina í
marknamálinum
verða gjørdar til tess at finna
fram til eina møguliga
loysn.
Olafsson tykist sambart
Press á Journal at verða
ikki sért bilsin av, at ein
avtala, sum í stórum gong-
ur Bretlandi á meti og gev-
ur „big gains for British
companies“ tvs. stóran
vinning fyri bretsk feløg, er
um at gerast veruleiki.
Hetta hevði verið ringt fyri
(anathema) Føroyar, hvors
búskapur nærum fult og
heilt er heftur at fiskivinn-
uni. Landsstýrið í Føroyum
hevði ikki fingið undirtøku
til at loyvt boripallum undir
bretskari „jurisdiction“ at
arbeiða í tí sum føroyingar
meta vera sínar fiskigrunn-
ar. Undir øllum umstødum
skal málið um eina skila-
góða avgerð um miðlinju
millum bretsku og føroysku
fiskarísonurnar eisini verða
loyst, hóast hetta ikki er
nakar grundleggjandi trup-
Herólvur Joensen, leiðari
á Oljufyrisitingini og
Martin Heinesen, leiðari
av Jarðfréðissavninum eru
báðir við í fóroysku
samráðignarneyndini og
her eru teir á veg á fund
við Uttanlandsneyndini.