týsdagur 24. november 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Minningarorð um
Deyðsboð eru altíð svár at fáa, og svárast tá ein
góður vinur fer á alt ov ungum aldri. Soleiðis var
henda dagin, eg frætti, at Vøgg knappliga var deyð-
ur. Ta fyrstu løtuna hugsar tú í stuttum um alt tú
minnist um vinmannin, ið farin er. Og Vøgg var av
sonnum góður vinmaður. Trúfastur sum fáur.
Summi kendu mest Vegg frá arbeiði hansara sum
byarverkfrødingur. Onnur lestrarárunum. Og upp-
aftur onnur kendu hann stutt og greitt sum tann
fryntliga mann, hann altid var.
Eg kom mest at kenna Vøgg sum ein hollan studul
uttast á vinstravonginum í politikki. Ikki tí, hann
var trúfastur stuðul øll árini, »Framin« kom út sum
fremsta útisetablað, vit hava havt á vinstravongin-
um, virkandi fyri loysing og sosialismu. Eg minnist
eitt viðtal, sum eitt av føroysku myndablødunum
hevði við Vegg. Hann segði uttan nakað himpr, at
hann var kommunistur. Slíkt krevur dirvi, tí komm-
unistar vóru tá sum nú jagstaðir av máttmiklu íhalds-
kreftunum, ikki minst her á landi.
Eg ivist onga løtu í, at tað gleddi Vøgg almikið,
tå hann saman við nøkrum fáum øðrum, ið høvdu
ta glæsiligu hugsjón at virka fyri Føroyum sum
einum sosialistiskum tjóðveldi, fóru undir útgáv-
una av »Friu Føroyum« í 1983. Blaðnum var lív
lagað í 10 ár, mangan undir ófatuliga trongum
korum, bæði so og so. Men øll hesi 10 árini var
Vøgg ein hollur stuðul, ein sum ongantíð sveik, ein
sum altíð kundi lítast á. Og altíð kundi tú heita á
hann. Fyri meg var hetta ein ógloymandi tíð. Ein
rík og strævin tíð saman við góðum lagsbrødrum.
Og júst Vøgg var ein lagsbróðir, sum skaraði fram-
úr. Hann veik aldri ein tumma frá sínum hugsjón-
um.
Vegg hevði ferðast nógv í táverandi sosialistisku
londunum í Eysturevropa, og hevði hetta hansara
stóra áhuga.
Eisini var hann íðin frímerkjasavnari, og hóast
eg ikk: eri nakar frimerkjasavnari, so må eg siga
frá eini hending, mær var fyri í 1993. Eg var sum
so mangan staddur í Havanna. Tað var so mangan,
at telefonin hjá mær ringdi. Aloftast vóru tað
kubansk vinfólk, ið ringdu. Mea hesaferð var tað
formaðurin í Filatelistfelagnum í Havanna, sum
ringdi og spurdi um eg kendi Vøgg Guttesen. Eg
var púra bilsin, jú, hann kendi eg ógvuliga væl. Tá
hevði Vegg givið honum boð um, at eg var staddur
í Kuba í fleiri mánaðir, og hesin kubanin fekk so
fatur á mær, og vit prátaðu nógv meira um Vegg
enn um frímerki. Vøgg og hann høvdu havt bræva-
samband í mong år. Men Vøgg hevði ongantíð hitt
henda kubanan!
Tann stóri skari, sum fylgdi Vøgg til gravar, sýndi
hvussu avhildin hann var, og gravtaluna hjá Sonju
Klein fari eg seint at gloyma, hon segði so ómeta-
liga nógv. Har var vísdómur aftan fyri hvønn einasta
setning.
Mong eru tey, sum við mær minnast Vøgg við
størsta takksemi. Men hjá tykkum, familjuni, og
serstakliga Olgu, er missurin ófatuliga stórur, og
eg havi mína djúpastu samkenslu við tykkum, sum
mist hava so nógv.
Arnbjern R. Thomsen
tíðindablaðið S082lu
Vøgg Guttesen | Rættleiding
Nr. 223 — 24. NOVEMBER 1998
Til viðmerking frá Toll- og Skattstovu Føroya
Tå eg havi lisid grein i
Dimmalætting, id ein Oli E.
Heinesen hevur skrivad
vegna styrid å Toll- og
Skattstovu Føroya um tann
ruduleika, ið har valdar, er
ikki sørt at eg eri eitt sindur
ørkymladur, kanska eitt
sindur skelkaður av, at ein
persónur við so lítlari vitan
skal sita á so týðandi plássi.
Tá eg sjálvur, saman við
øðrum verði skuldsettur fyri
at hava gjørt ávís krøv ímóti
TÆS, ið eg, vit, ikki hava
rætt til, noyðist eg at koma
við hesi rættleiðing.
Fyri at greiða fløkjuna eitt
sindur, skal fyrst verða
greitt frá málinum, ið sipað
verður til, frá okkara síðu.
I juli mánaða 1997 sekir
eitt felag í Førovum vegna
eitt hálendskt reiðarí eftir
fólki til skip, ið ætlanin er
at keypa úr Føroyum. Søkt
verður eftir heilum mann-
ingum, og vóru royndir og
neyðug skjøl eitt krav. Brúk
var fyri ialt 70 persónum.
Fyrstu menninir fóru úr
Føroyum í september 1997
og eri í dag uml. 90 mans,
ið arbeiða hjá einum felag
(B.O.S.), id er skrásett í Før-
oyum og tí gjalda vit skatt í
Føroyum. Allir mans hava
sjålvstødugan sáttmála við
hetta felag, og okkum upp-
lýst hevur skattavaldið í
Føroyum avrit av øllum
sáttmálunum.
1/1/1998 verður skatta-
lógin broytt, og kemur í
gildi ein sokallaður sjó-
mansskattur. Henda nýggja
stødan elvdi til tvidrått um,
hvørvitt vit skuldu skattast
eftir grein 25A ella 25B i
nýggju lógini. I februar
mánaða 98 fer, smb. Ola,
ein ávísur persónur til Rætt-
arhjålp Føroya við fullum
uppbakningi frá okkum
ødrum, fyri at fáa greiðu á
okkara skattaviðurskiftum,
og í svari frá Fíggjarmála-
stýrinum í september 98
framgongur týðuliga, at
hesin ávísi persónur skal
skattast eftir grein 25B í
skattalógini.
Tá ið vit hildu at lógin var
eins galdandi fyri allar før-
oyingar, ið sigla við somu
skipum eftir sama sáttmála
við sama felag, varð hildið,
at vit høvdu somu rættindi
sum hesin ávísi persónur.
Svarið frá Fíggjarmálastýr-
inum er ikki meira ella
minni almannakent, men
eru vit allir kunnaðir um
innihaldið.
Aftan á fyrispurning á
TÆS í Tórshavn, fingu vit
at vita, at sjálvandi høvdu
vit allir somu rættindi og
skuldu vit bert gera vart við
okkum á deildunum hjá
TÆS, har vit vóru skråsett-
ir. Hetta vísti seg kortini
ikki at vera so líkatil, grund-
að á innanhysis umstødur,
ið eg ikki skal koma inn á.
I dag er stødan so tann, at
ert tå skråsettur i Sudur-
streymi ella Nordoyggjum,
rindar tú skatt eftir 25B, og
ert tú skrásettur í onkrum
av hinum gkjunum í landin-
um, rindar tú skatt eftir
grein 25A, so ruðuleiki
valdar og tað við lít.
Annars er at siga, at tað
er frálíkt, at tað er møguligt
at kunna sigla úti og sam-
stundis vera í tí føroysku
skipanini.
Um vidmerkingarnar frå
TÆS annars er bert at siga,
at greinskrivarin týðuliga
ikki hevur lisið lógina um
sjómansskatt, og um bare-
boat charter finnast reglur,
ið hann átti at kunna seg
betur við, tær eru ikki ser-
føroyskar. Glediligt er tó
(um lógin er eins fyri øll),
at hann gevur okkum við-
hald í, at vit eiga at gjalda
skatt eftir grein 25B, tá hann
staðfestir at skipini, vit sigla
við, ikki eru skrásett í F.A.S.
skipanini, so vónandi kem-
ur alt í rættlag nú kortini.
Vinarliga,
Í Norðsjónum
tann 20/11/1998
Høgni við Rætt
Ein áheitan á Finnboga Arge,
landsstýrismann í vinnumálum
Fyri 4 árum síðan smekkað-
ust hurðarnar í á Polarfrost
og fóru ikki uppaftur. Tað
skapti eitt so stórt arbeiðs-
loysi í Vági, ella í sunnaru
helvt av Suðuroy, so tað vil
ongin koma út fyri aftur,
men bílætið í dag sær út
sum tað kann henda aftur.
Virkisfúsir menn her í
Vági sótu ikki hendur í favn
og dúvaðu uppá Als-pengar,
men fóru í holt við at byggja
egið virki, væl stuðlaðir av
bygdarfólkinum og gjørdu
tad, at arbeidi bleiv til n6gv-
ar hendur og fólkið stødad-
ist her.
Stødan er nú hjá teimum
smáu fiskakeyparunum, at
teir fáa kapping við tey
hálvalmennu virkini, sum
hava fingið pening úr Fram-
taksgrunninum og eisini úr
landskassanum.
Hesi somu hálvalmennu
virkini halda, at tey hava
einarætt til fiskin á Føroya-
grunninum. Tí tá ið fiskurin
verður bjóðaður fram á upp-
bodssølu, er orðalagið,
haldið tykkum burtur frá
hesum bátunum, teir eiga
vit, og eisini vilja tit kriggj,
so skulu tit fáa tað. Hetta
eru orðini, sum hesir virkis-
leiðarar skulu hoyra hvgnn
dag.
Arbeitt varð eisini við at
fáa malið slógv á Polarfrost,
men nei, Føroya Fiskavirk-
ing vildi ikki, áðrenn kundu
fiskavirkini her sleppa av
við slógvið hjá Føroya
Fiskavirking á Tveroyri,
men tað bleiv eisini boy-
kottað. So tað sær út sum
tað verður spent bein fyri
teimum smáu fiskavirkjun-
um her, sum ikki hava fing-
ið eitt oyra úr landskass-
anum ella grunnum lands-
»Stødan í føroysku
ferdavinnuni«
við Lise Lyck, búskaparfréðingi, mikukvøldid
25. nov. kl. 19.30 í Norður húsi
Almenna kjakið um ferðavinnu vísir. at feroyingar hava stór-
an úhuga í hest vinnu og hava eisini nøgvar spurningar um
kassans.
Tí vilja arbeidarafeløgini
her heita å landsstyrismann-
in í vinnumálum, at fiska-
virki her verða líkastillað
við tey hálvalmennu virkini
viðvíkjandi stuðli úr lands-
kassanum.
Flutningur av fiski til og
úr Suðuroy hevur eisini
verið ein trupulleiki, men
ein bati er at hóma, at flutn-
ingsstuðulin er aftur komin
fyri løgtingid, so allir fiska-
keyparar verða líkastillaðir.
Fiskavirkini her í Vági
lúka øll krøv viðvíkjandi
innaneftirliti eftir forskrift-
um frá Heilsufrødisligu
Starvsstovuni. Tí krevja vit,
at hesi fiskavirki, sum lúka
hesi krgv, fáa endurgoldið
tann pening, sum tað hevur
kostað teimum at lúka hesi
krøv. Nú tað møguliga
kemur fyri løgtingid, um at
fiskavirki skulu fáa stuðul
úr landskassanum til at lúka
ES krøv.
Tað verður stórt arbeiðs-
loysi her í sunnaru helvt av
Suðuroy, verða hesi fiska-
virki stongd vegna tað, at
tey ikki fáa somu sømdir
sum onnur fiskavirki í land-
inum.
Tí verður henda áheitan
send landsstýrismanninum
í vinnumálum um at finna
eina loysn á hesum álvars-
máli fyri okkum, sum ætla
at búleikast her.
Við arbeidarakvødu, vin-
arlig heilsan,
Arbeiðskvinnufelagið
Fjallbrúður
Rannvá Samuelsen
Arbeiðsmannafelagið
Framtíðin
Kári Jacobsen
Fyri at lýsa hetta, bjóðar
Ferðaráð Føroya til
fyrilestur, sum byrjar við, at Lise Lyck í stuttum greiðir frá
bók síni >Tourisme
strategi og -udvikling í Grønland« og |
nevnast a) ov høgt sett mál fyri tali av ferdafélk:, b) vantandi
ferðafólkahagigl og jvasom hagtøl á gísti
samanspæl
€) vantandi
millum almenna og privata sm: sm dytrupul-
leikar við innanlands flutningi.
Hon fer eisini at greiða frá fyrimunum við ferðavínnu og
svarar tå spurninginum“ Hví skúlu vit arbeiða við at menna
ferðavinnuna?
hana: Hverjir fyrimunir eru t.d. við ferðavinnu, og hví skulu
Føroyar gera iløgur í ferðavinnuna ?
Hvussu er stødan í føroysku ferðavinnuni í dag, og hvussu
kunnu vit finna eina gongda leið, har vit við ferðavinnunt i
felag menna. a 5 fúapefí
sambandi við útvarpssendingina s Norðurlønd í dag< í farna
mánaða, har ferðavinnan varð umrødd, reisi
spurningurin seg, hvert støðan í føroysku ferðavinnuni kann
Ætlanin er, at fundarfólkið síðani sigur sína hugsan, so vit
stara Rr artur í arbeiðinum ýggja,
in er beidinum af gera eina n
saman við trimum fyrireikandi vinnufundam til
væl, og hvat virkar sum forðing fyri
ur :
endamáls at støbuna í |
visa á, hvat