týsdagur 24. november 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOS!ANN
Nr. 223 — 24. NOVEMBER 1998
23
Lesarabrav
Tann torskildi Javnaðarflokkurin
Øll eru úti eftir okkum.
Eingin vil hava nakað við
okkum at gera. Tað er so
synd í okkum, tí eingin skil-
ir, at tað eru vit og eingin
annar, ið setur normarnar
fyri hvat er rættvísi og sann-
leikin. Vita tit ikki, at tað
bert eru vit, sum verja tey
demokratisku rættindini í
samfelagnum. Eingin skilir
okkum, hóast vit hava
staðið á tingsins rødarapalli
og greitt Føroya fólki frá,
at tað vit søgdu undan val-
inum ikki er tað sama sum
vit meina aftan á valið, —
eisini fólkatingsvalið.
Ja, hví munnu so fá skilja
Javnaðarflokkin.
Tað er ikki óserigst, tå
javnaðarfólk skíra tjóðveld-
isfólk at líða av Hoydals-
syndromi (syndrom eru
symtom uppá eina sjúku).
Tað er heldur ikki óserigst,
tå vrakaða løgmansvalevnid
samanber fullveldiskjakid
vid håttin, sum Hitler nytti.
Eidesgaard sigur, at soleidis
skuldi samanberingin ikki
skiljast, men hvi skal hann
so nevna slíkan persón í
fullveldiskjakinum?
Teir vilja heldur íkki
koma vælferðarsamfelag-
num í ófgri, siga teir. Hvat
var tað so, sum m.a. javn-
aðarmenn á odda vóru við
til at gera í 80'unum, tá
veðhaldini vórðu pumpað
úr landskassanum, og hetta
gjørdist ein av størstu
grundunum til, at Føroya
land fór á heysin. Var tað
ikki at spæla við vælferðina
og spæla alt burtur. Nei, eg
spyrji bara.
Teir finnast 6smædnir at,
hví einki er gjørt við pen-
sjónirnar í 90'unum. Hví
gjørdu teir einki, tá teir
høvdu møguleikan? Lands-
styrismenninir f almanna-
málum í 90'unum hava m.a.
verið Jóannes Eidesgaard,
Andreas Petersen, Kristjan
Magnussen, Axel Nolsge og
Óli Jacobsen. Hesir tríggir
seinastu vóru úr VMF, men
til løgtingsvalid 1994 heittu
javnaðarmenninir Kristjan
og Hans Pauli á fólk um at
velja VMF. Hesir báðir
seinastu, sum nú eru teir
mest kritisku, eiga tí part í
øllum teimum, sum sótu við
evstu ábyrgdini í 90'unum.
Í Sosialinum týsdagin
tann 17.11. finst oddagrein-
in at Tjóðveldisflokkinum,
tí hann á einum fundi inni í
Eysturoynni ikki hevði
bjóðað Javnaðarflokkinum
við at kjakast um fullveldis-
málið. Bert Sambands-
flokkurin, ein búskapar-
frødingur og ein banka-
stjóri, sum javnadarmenn
ofta f seinastuni hava end-
urtikid til egnan fyrimun,
vóru bodnir vid. Sagt verð-
ur, at Tjóðveldisflokkurin
ikki torir í ein dialog, og tí
vil halda javnaðarmenn utt-
anfyri. Men í kunngerðun-
um í kveld, månakvøldid
16.11., boðar Javnadar-
flokkurin til almennan fund
i Vågum um sama mål.
Einastu rødarar eru J6ann-
es Eidesgaard og Hans
Pauli Strøm. So sig at javn-
adarmenn ikki tora.
H6ast eg altid havi valt
Tjóðveldisflokkin, havi eg
eisini havt virðing fyri
grundhugsjónini hjá javn-
aðarmonnum um tað soli-
dariska samfelagið. Torført
er at tó ofta at fáa saman-
hang millum hugsjón og
førdan politikk. Hvussu
kunnu t.d. javnadarmenn
rættvisgera, at teir ogna sær
90000 kr. skattafriar årliga,
tå teir vita, at tad bædi løg-
frødisliga og moralskt er
skeivt. Hjå javnadarmonn-
um, sum ikki himprast vi at
leggja moralskar og demo-
kratiskar linjur fyri øll onn-
ur, átti umberingin, at aðrir
eru líka ómoralskir ikki at
verið nóg góð. Torførari
verður tað at skilja, tá hesir
somu javnaðarmenn í tíð og
úrtíð gera seg til talsmenn
hjá teimum gomlu, sum liva
undir trongum fíggjarligum
korum.
Bæði Tjóðveldisflokkur-
in og Javnaðarflokkurin áttu
at vitað, at veljarar teirra
revsa flokkin hart, um vikið
verður frá grundsjónarmið-
um floksins. Hetta merkti
Tjóðveldisflokkurin í 1990
og Javnaðarflokkurin í
1994. Og hesa revsingina
høvdu teir fult uppiborið.
Núverandi hugsj6narfløkta
og konservativa stødan hjá
Javnaðarflokkinum kann
koma teimum aftur um
brekku. Tað ber ikki bert til
at vera ímóti øllum broyt-
ingum og nýhugsan, og bert
føra gamlan vanapolitikk.
Hvør å tingi umbodar
40% av javnaðarveljarum,
sum í veljarakanningini
søgdu seg stuðla fullveldis-
tankanum?
Fyri fyrstu ferð hevur po-
litikari havt dirvi til at seta
kanning í verk, sum greitt
skal siga okkum hvar vit
standa, nú fullveldishugs-
anin skal setast í verk. Hví
kunnu menn ikki bíða eftir
úrslitinum, men heldur
mála ræðslumyndir á vegg-
in? Føroya fólk sleppur
eisini sjálvt at avgera,
hvussu verður og ikki. Hetta
er so meira enn gjørt varð í
1948, tá m.a. Javnaðar-
flokkurin setti Heimastýris-
lógina í gildi.
Sosialurin hevur bjóðað
til opið kjak um fullveldis
spurningin, og tað er sera
positivt. Teir gloyma tó at
siga, at tú av Ola Petersen
kanst vænta at verða út-
hongdur, um tað ikki passar
hansara hugsan. Áður kundi
hann vera skemtiligur, men
heldur hann á í sama stíli,
verður bókin á jólum og
framsýningin á ólavsgku
dekan ov einstáttað.
Fyri tjúgu árum síðan
hevdi tann tá gott 30 ára
gamli Hans Pauli Strøm
saman við ødrum ábyrgd-
ina av Framanum. Lesið
hvussu beinrakin hann
longu tá, í eini oddagrein,
var um Javnaðarflokkin. Í
dag er hann fremsti verji
floksins. H.P.S. skrivar
m.a.:
>Tá javnaðarmenn fara
at skriva um sosialismu, tá
er ikki alt, sum tað skal
vera. Sjálvbodnir taka teir
hana ikki fram úr goymsl-
uni, úr gloymskuni.
Men nú uppundir løg-
tingsvalið kom hon fram
aftur í ljósmálan, sosialism-
an, ella rættari, tað serliga
slagið, sum javnaðarmenn
hava kannað sær, og sum
teir nevna demokratiska
sosialisman. Noydd fram av
afturhaldinum, sum knapp-
liga helt, at hendan sosial-
isman var vorðin heldur lík
kommunismuni«.
»Vit hava ferð eftir ferð
ákært Javnaðarflokkin fyri
at víkja fyri afturhaldinum.
Teir svara sjálvandi, at tað
gera teir ikki, men veruleik-
in vísir nakað annað.
Mynstið í politikki teirra
mótvegis afturhaldinum er
sera einfalt. Fyri hvørja
ferð, ið afturhaldið fer í
hernað í einum ávísum
máli, so víkir Javnaðar
flokkurin eitt sindur. Stig
fyri stig politikkur við mót-
settum fortekni. Krevur aft-
urhaldið t.d. at kommunist
ar skulu útihýsast úr fór
oyskum skúlum, so siga
javnaðarmenn í fyrstu syft
nei. Men teir stuðla heldur
ikki teimum, sum standa fyri
skotum. Og verið vís í, at
so við og við leggja teir
stórri dent á politisku hug-
sjónirnar hjá læraranum.
Grundarlagið undir hes-
um viðvíkjandi politikki er
ein fullkomilig misskiljing
av afturhaldinum. Av roynd-
um vita vit, at tað áttu javn-
aðarmenn eisini at vitað, so
ofta teir hava roynt tað, at
fyri hvørja ferð, ein víkir
fyri afturhaldinum, so herj-
ar tað enn harðari á. Tað
verður enn djarvari, tað fær
blóð upp á tonnina og krev-
ur meir.
At Javnaðarflokkurin enn
ikki skilir, at hesin politikk-
ur altíð førir til tap, er í
veruleikanum margháttligt.
Teir áttu at verið teir fyrstu
at skilt tað við øllum roynd-
um, teir hava gjórt seinastu
hundrað årini«.
Hetta vóru so orðini og ráð-
ini síðst í
nú konverteraða Hans Paula
Stróm.
Nú vænti eg ikki, at hesi
fáu orðini fara at rína við,
hóast flest onnur, enn júst
tey frelstu javnaðarfólkini,
hava varnast skugga flok-
sins, ella skulu vit heldur
minna á ævintýrið um
nýggju klæði keisarans.
På
Manne Persson
Hoyvik
70'unum frå ti
Kórið
Glymur og
Tórshavnar
Kamartrio
konsert í
annadkvøld
Komandi mikukvøid
hava Glymur og Tórs-
havnar Kamartrio vetrar/
jólakonsert í auluni i
Kommunuskúlanum.
Skráin hjá kórínum
fevnir um traditioneltar
kórsangir, sum td
svenska lagið »Morgon«
hjá Gunnar Persson, ís-
lendska »Heilrædavisa«
hjá Jón Nordal. »Nu ligg-
ur ein kavafonn tindi ás,
sum íslendingurin Gunn-
ar Reynir hevur lagt til
rættis og tann meira mo-
dernaða „Hvíta nåttin«
hjá Sunleifi Rasmussen,
cn Hoydal eigur
mi.
tí rytmiska partinum
av skránni eru løg sum
wlIears In Heaven«,
»California dreamin« —
meðan tann jólalígi part-
urin eru løg sum »Happy
X-mas« hjá fola Lennon,
»Mary's Boychild« og
»Rudolf etedjin
reyða< í skemtiligu um-
seting Jógvan Tellings.
Tórshavnar Kamartrio
framførir verk eftir Lud-
vig Spohr, Peter Cornel-
jus og Kår Bæk, um-
framt løg sum Panis
Angelicum og Jóla-
klo aftur ringir fyri
at neyna nøkur.
Glymur er me. pod
49 glaðum
einum líka sp fróðum kúr
leiðara - Bjarna Berg.
Kamartrio'in er mann-
að við Hansen,
Berghild Poulsen og
sama Bjarna Berg.
Hesi í felag bjóða til
eina hugnaliga letu í
Kommanuskólaanfuni
mikukveldið 25.11. kl.
19,30.
Nýggj fløga við
Annfinn 8 Co.
Einstakir gamlir sangir eru spældir inn av nýggjum, men
meginparturin eru spildurnýgg løg
EmiL L. JACOBSEN
Øll somul kenna vit løg sum
>Lítli Fuglur«, »Utsøla« og
»Gubbi og eg«, og øll hava
tey tad til felags, at tad er
Anfinn Nielsen, sum er
upphavsmaður til tey.
Hann gjørdi ikki so nógv
um seg eina tíð, men kom
so út við fløguni >Sera gott
úrval<, har løg av útgávun-
um >Hví< og >Tí< vóru við.
Nú eru Anfinn á Co. so
aftur fløguaktuellir, og
hesaferð eitur fløgan »Betur
seint enn álvara<.
Hetta er eitt heiti, sum
hóskar væl til tónleikin hjá
bólkinum, tí uttan at leggja
Anfinn og hinar undir at
vera óserigsar tónleikarar,
so eru sangirnir ikki altíð
so álvarsligir, og tað bilar
heldur einki.
Skemtingarlyndið, sum
vit kenna Anfinn & Co. fyri,
gongur aftur á nýggju fløg-
uni, m.a. f sangunum
»Fjollywood«, »Ginn Oli«
og »Salomonella« — ein
kærleikssangur til bakteri-
una, sum fólk ræðast meira
enn dinosaurarnar hjá Spiel-
berg.
Nýggjar innspælingar eru
av sanginum »Summar«,
sum var á útgávuni »Hvi«
og av góða gamla >Í Skúri<,
sum Science Ficticn gav út
á sinni. Hann skrivaði An-
finn í 1976
Annars eru flestu sangir-
nir skrivaðir í 1996 og ein-
stakir í 1997, og ein spild-
urnýggjur er frá 10 septem-
ber í ár.
Nógvir frægir tónleikarar
eru við á fløguni, eitt nú
Jóhannus á Rógvu Joensen,
Olavur Øster, Karl Martin
Samuelsen og Ronnie Niel-
sen
Tilsamans eru 13 løg
fløguni, sum fæst til keyps
kring alt landið