mikudagur 25. november 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 224 — 25. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S0OSs/2lun
Justi Poulsen í Havn kollveltandi åbøtur á bjargingarbát:
Uppfinning
kann bjarga
túsundtals
mannalivum
Hóast verandi gummibjargingarbátar eru tað tryggasta
og besta vit hava i dag, so kunnu åbøtur, sum føroyski
uppfinnarin, Justi Poulsen úr Havn, hevur funnið fram
til, gera bátin nærum 100% tryggan, og harvið kunna
bjarga túsundtals mannalívum í framtíðini
JAN MØLLER
Havnarmaðurin Justi Poul-
sen hevur fingið patent í
Danmark uppá ein nýggjan
gummibjargingarbát. Hesin
er innilokaður við upp-
komuslúsum á báðum síð-
um og við serstakari skipan
fyri at koma umborð úr
sjónum. Uppfinningin er
rættiliga hugvekjandi og
kann fáa stóran týdning fyri
trygdina á gllum heimsins
høvum.
Trupulleikarnir vid dags-
ins gummibjargingarbåtum
eru, at båturin oftani vendir
øvugt vid botninum uppi, tå
teir koma á sjógvin. Hetta
hendi m.a. í fleiri fórum, tá
ferjan Estonia sakk í Eyst-
ursjónum herfyri og fleiri
hundrað fólk sjólótust.
Nú hevur so Justi Poulsen
gjørt nakrar ikki sørt koll-
veltandi broytingar í ver-
andi gummibjargingarbát-
um, sum gera, at tú sleppur
upp í bátin, uttan mun til
hvør síða vendir upp. Tvs.
at bátarnir kunnu gerast
100% tryggir í mun til í dag,
har tað er so, at umleið
helvtin av teimum vanligu
gummibjargingarbátunum
venda botnin uppeftir, tá teir
eru blástir upp í sjónum. Í
kulda og vánaligum veðri
er tað so gott sum 6møgu-
ligt at fáa ein gummibjarg-
ingarbát aftur á beint og at
koma uppí hann liggur tú í
sjónum.
Ein loysn uppá hend
trupulleikan er ein vatn-
tættur innilokaður bjarg-
ingarbátur, sum er symetr-
iskur um sín egna longdar-
ása og við sama tali av
vatntøttum innkomuslúsum
á hvørjari síðu, soleiðis at
tå gjøgnum slúsurnar kann
koma turrur inn í bátin,
líkamikið hver síða av
bátinum vendir upp.
Torført at koma upp
úr sjónum
Ein annar trupulleiki við
vanligu bjargingarbátunum
í dag er tann, at tað er næst-
an Omøguligt hjá fólki í
sjónum at koma upp í bjarg-
ingarbát, uttan hjálp frá
fólki = umborð. Hesin
trupulleikin heldur Justi
Poulsen kann loysast við, at
tað á báðum síðum verður
fest nakað, ið líkist eini
luftmadrass. Við hesi „luft-
madrass“ hevur tú fingið
„fast undir fótum“ og kann
lættliga klintra umborð,
nakað sum er nærum 6gjør-
ligt í dag.
Gummibjargingarbáturin
skal annars kunna blásast
upp og goymast á sama hátt
sum í dag verður gjørt við
vanligu bjargingarbátunum,
sum finnast umborð á flestu
øllum smærri fórum og
eisini umborð á stórri skip-
um.
Tað eru eini 25 ár síðani, at
Justi Poulsen fekk hug-
skotið til hesa uppfinning.
Tað hevur hann frá roynd-
um sínum á sjónum og er
princippið tað sama sum við
kassanum til páhengara í
føroyskum báti, har sjógv-
urin bert stendur eina spón
upp í kassan. Sama prinsipp
verður brúkt í slúsunum á
bjargingarbátinum.
Justi Poulsen, sum eisini
fæst við fleiri aðrar áhuga-
verdar uppfinningar, hevur
í longri tíð fingið holla
ráðgeving frá Tórmóði
Dahl, verkfrødingi. Teir
hava saman sekt danska
„Patentdirektoratið“ um at
fáa patent uppá hesa og
aðrar uppfinningar. Um-
framt hesa hava teir eisini
fingið patent uppá eina aðra
uppfinning, sum er ein
serstakur vegbrunnur. Aftrat
tí arbeiða teir við øðrum
umsóknum til patent, sum
eitt nú hava nakað við
oljudálking at gera. Hjálp-
armaður teirra er Hans
Jacob Beck.
Vit eiga nógvar
Tórmóður Dahl sigur í eini
viðmerking, at tað er ótrú-
liga hugaligt og hugvekj-
andi at arbeiða saman við
monnum sum Justi Poulsen.
-Veruleikin er tann, at vit
eiga fleiri fólk av hansara
slag, sum veruliga hava
nakað at vísa fram. Hetta
eru fólk við lívsroyndum,
og tað er spell, at tað skal
vera so torført at koma
víðari við uppfinningum,
sum tað er í Føroyum í dag.
Tað er alt ov lítil hjálp at
fáa frá tí almenna, tá eitt nú
patentumsóknir skulu ger-
ast. Hetta er sera kostnað-
armikið og krevur nógv av
einum. Skal tú so eisini
hava heimspatent, so verður
hetta at kosta sera nógv, og
hetta kann eingin einstakur
uppfinnari klára.
Tórmóður Dahl sigur víð-
ari, at fæst hjálp til at fara
undir at gera eina prototypu,
so kann hugsast, at ein
seinni framleiðsla kann
geva nógv til samfelagið.
Hetta átti at havt týdning,
nú tosað verður um at finna
alternativar inntøkur til
fiskivinnuna. Hann heldur
sjålvur, at uppfinningin er
so mikid tydningarmikil, at
tað væl kann henda, at tað í
framtíðini fer at verða álagt
við lóg at brúka nýggja
slagið av bjargingarbáti.
Herfyri vóru umboð fyri
danska skipaeftirlitid í Før-
oyum og frættu tey eisini
um uppfinningina. Teir
hildu hana vera sera áhuga-
verda.
Betrað um verandi bát
Justi Poulsen, sum eitt skifti
var sjómaður og annars
hevur arbeitt á Meiðaríinum
í meira enn 40 ár, heldur
sjálvur, at vit áttu at havt
eitt patentkontór í Føroyum.
Í hvussu so er áttu upp-
finnarar at fingið meiri hjálp
frá tí almenna, soleiðis at
ein góð uppfinning endaði
við eini framleiðslu her á
landi tvs. skapti arbeiðs-
pláss og inntøkur til sam-
felagið. -Er talan um okkurt,
sum hevur við fisk at gera,
so ber alt til. Men skulu vit
í framtíðini bara liva av
fiskinum, so verður smáligt
í Føroyum.
Justi Poulsen ger greitt,
at gummibjargingarbáturin,
sum vit hava í dag, er ein
ótrúlig uppfinning. Tað er
tað besta, sum nakrantíð er
gjørt innan bjarging. Hann
hevur verið ómetaliga hent-
ur, hóast hann ikki hevur
verið 100% tryggur, tá eitt
nú verður hugsað um,
hvussu nógvir bátar holvast,
tá teir koma á sjógv. So er
eisini Óvissan um, at báturin
kann koppa í tí ringa veðr-
inum.
-Verandi bátur er eitt frå-
5
Justi Poulsen, uppfinnari
til høgru, í miðjuni
Tórmóður Dahl, ráðgevi
og vm. Hans Jacob Beck,
hjálparmaður. Slúsurnar
síggja fremst til høgru
Mynd Jan Miller
líkt uppfinnilsi. Vit koma so
við nøkrum nýggjum aftrat,
sum skal gera hann uppaftur
tryggari. Justi Poulsen sigur
seg hava tosað við nógvar
menn, sum hava verið í
gummibjargingarbáti. -Teir
siga allir tað sama um hetta
bangilsi, sum kemur á teir,
meðan teir eru í bátinum,
nevniliga orsakað av ótt-
anum fyri, at hann kann fara
runt aftur.
-Um tú kemur í ein slíkan
broyttan bát, og tú situr í
trygdarbeltinum og tú veit,
at báturin kann fara runt
fleiri ferðir, uttan at tær
nýtist at fara úr honum, so
er tað sera týdningarmikið
fyri alla trygdina sum heild.
Kemur tað hartil, at tað
kann farast undir fram-
leiðslu av einum nýggjum
bjargingarbáti, so kann
hetta eisini gerast í Fer-
oyum. Talan er um hand-
arbeiði í stóran mun.
Tvær av tekningunum sum
vísa part av uppfingini hjá
Justi Poulsen.