mikudagur 25. november 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Sundabergi
I frisørlæru
Yngd nr. 31 - 25. nov. 1998
sostalurn Nr. 224 — 25. NOVEMBER 1998
25 åra gamli
Hans Olgar
Hansen úr
Klaksvik vendi
fyrr í år sjólivi-
num bakið,
eftir at hava
siglt samfull
sjey ár við
flaka-
trolaranum
Sundaberg.
Nú er Hans
Olgar farin at
læra til frisør
Ikki er tað so vanligt vil
mannligum frisørum i Før
yum. Enn meiri Ovanligt
man verða, at ein ungur
maður, sum leingi hevur
búleikast umborð á langfara-
trolara, velur at fara í land og í
friserlæru. Oansæd, so hevur
25 ára gamli klaksvíkingurin
Hans Olgar Hansen gjert júst
hetta. Á ólavseku í ár kom
hann heim við Sundaberg, og
tá valdi hann at fara av. Hug-
urin var til at sleppa í friser-
læru, og um hálvan oktober
byrjaði hann so at læra í Sa-
long Friðkan i SMS
Treivst væl á sjónum
Tað byrjaði vid, at Hans Olg-
ar, nakað eftir at hann var lið-
ugur í fólkaskúlanum, fekk ein
kjans við Sundaberg. Hann
tók av, og var hann verandi
umborð næstu sjey árini. Hans
Olgar treivst væl á sjónum,hó-
ast túrarnir hjá Sundaberg
mangan eru tríggjar til fýra
mánaðar langir. So væl treivst
hann, at eitt tíðarskeiðið var
hann umborð ikki færri enn
niggju túrar út í eitt, og vardi
hetta eini tvey og eitt hálvt ár.
Hóast honum dámdi væl á sjó-
num, og hýran var góð, so var
hugurin tó allatidina til at fá-
ast við hár. Umborð á Sunda-
berg var fast, at Hans Olgar
klipti manningini.
Manningin flenti
Tá ið Hans Olgar hevði gjørt
av at fara í land og læra til fri-
ser í staðin, segði hann mann-
ingini frá hesum. Hans Olgar
greiður frá, at teir flestu av
manningini bara flentu og
hildu, at hann helt teimum f-Ti
gjøldur, men so var ikki. Hann
gjørdi álvara av sínum ætlan-
um, og gongur alt sum tað
skal, so verður Hans Olgar
útlærður í oktober mánaða í
2002.
Eitt sindur ymiskt var, hvat
familjan helt um ætlanirnar
hjá Hans Olgari. Systramar
hildu tað verða eitt frálíkt
hugskot at fara í friserlæru,