Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. november 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 224 — 25. NOVEMBER 1998 meðan pápin, sum sjálvur er sjómaður, ikki tók Hans Olgar fyri fult, og óivað hevði dámt best, um sonurin var verandi á sjónum. Eisini millum fólk á getuni var ymiskt, hvat tey hildu um ein sjómann, sum fór í land at læra til friser. Hans Olgar greiðir frá, at tað eru fleiri, sum hava spurt hann, um hann er av hinum slagnum, tí at tey í sínum lítla sjónarringi hava tað mynd, at ein mannligur friserur má vera av hinum slagnum. Brosandi leggur ungi klaksvíkingurin afturat, at hann er altso til tað mótsatta kynið, og hevur hann fasta gentu. Stórur munur á Ikki óvæntað sigur Hans Olg- ar eisini, at tað er sera stórur munur á sjólívinum og so gerandisdegnum sum friser- lærlingur. Á sjónum var tað hvønn dag umgyrdur av teimum somu monnunum, og allir dagarnir líktust. Tú var seks tímar á vakt, so hevði tú seks tímar frí, og so aftur seks tímar á vakt, og so framvegis. Í sínum starvi sum friserlær!- ingur í Fríðkuni í SMS, kemur Hans Olgar hvenn dag í sam- band við hópin av fólki. Hvenn dag sær hánn nýggj andlit; og tá ið hann hevur frí, sleppur hann undan at hugsa um at fara í song beinan veg- in, tí at hann skal á vakt. Nei, ístaðin kann hann fara og spáka sær ein túr í býnum, fara í biograf, ella hvat hann nú hevur hug til. Sjålvsagt er tað ein øgiligur munur å lønini eisini, men Hans Olgar hevur spart so mikið upp, meðan hann hevur siglt, at hann nokk skal klára seg næstu árini, hóast lærl- ingalønin hjá einum frisøri ikki er av teimum sterstu. Tó leggur Hans Olgar aftrat, at hann frá fleiri av hinum, sum hann hevur siglt saman tíðindablaðið við, hevur fingið at vita, at man veit ikki av, at man oyð- slar, fyrr enn ov seint er, so tað ræður um at verða ansin. Í letuni leitar Hans Olgar, sum so nógv onnur, eftir eini í íbúð í heyuðsstaðnum, men tær eru jú rættuliga truplar at fáa fatur Mannfólk veit, hvussu konufólk skal síggja út Hans Olgar sigur við Yngd, at innan mótaheimin eru teir flestu toppfrisørarnir mann- fólk. Somuleiðis er við teim- um, sum taka sær av at smyrja kvinnuligu modellunum. Hví so nógv mannfólk ganga á odda innan mótaheimin, er Yngd nr. 31 - 25. nov. 1998 rættuliga eyðsæð sambært Hans Olgari. Hann sigur stutt og greitt, at "mannfólk veit, hvussu eitt konufólk skal síggja út". Sum ådurnevnt, so lærir Hans Olgar í Fríðkuni í SMS, og har er hann í teirri forkunnugu steðu, at hann hevur ein mannligan læru- meistara, nevniliga Petur Jac- obsen, sum somuleiðis er úr Klaksvík. At tað júst var í Fríðkuni og hjá Petur, at Hans Olgar fór í læru, var ikki av tilvild. Hann hugsaði als ikki um at fara í læru í Klaksvík, og haraftrat verður Petur mettur sum ein av fremstu føroysku frisørun- um. So tað er einki dulsmál, at Hans Olgar er fegin um at hava fingið lærupláss í Fríðk- g Í uni. Fyrstu jól í fara ár Jólini nærkast alsamt, og tað er nakað, ið Hans Olgar gleðir seg til. Øll vita vit, at sjó- menn, sum sigla við langfara- trolarum, sjáldan eru heima um hegtíðirnar, og hjá Hans Olgar er einki undantak. Hann hevur ikki verið heima á jólum síðani 1994. Sjálvsagt er hetta við at verða heima við hús um tær ymsu hegtíðirnar nakað, sum Hans Olgar gleðist mest um, nú hann er uppilag- stur. Um hann aftur fer at leita sær út á sjógvin, er ilt at siga, men fyribils hevur hann so klipt sambandi við Barentshavið og aðrar fiskileidir. 13