hósdagur 26. november 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ruddast skal
tíðindablaðið
2/A 3 |
SSI UL
upp og loggåvan
serast einfaldari
- Landsstýrið ásannar, at hesin bólkur av starvsfólkum - starvandi umborð á
flogførum - vid hesum hevur mist nøkur peningalig rættindi, sum tey hava
havt í mong år, og skjýtur ti við hesum upp, at lógin verður broytt, so eingin
ivi er um, at tey sleppa undan at inntøkuføra gjøld, ið landsstýrismaðurin á-
setir við kunn gerð, og sum arbeiðsgevarin veitir sum endurgjald fyri flogfar-
astarvið uttan mun til, um tey liggja nátt í óðrum landi ella ikki, verður m.a.
sagt í nýggja uppskotinum um landsskatt og kommunuskatt, sum hevur fleiri
broytingar við sær á fleiri økjum
Fa lite ur á
Nú skal skil fáast á skattaviðurskiftunum - m. a. hjá teimum, sum starvast umborð á flogfarinum hjá Atlantsflog
ÓLAVUR í Bem
- Føroyska skattaskipanin
verður fyrisitin av Toll- og
Skattaráð Føroya og Toll-
og Skattstovu Føroya.
Landsstýrið heldur tí, at
rættast er, at tað eisini er
Toll- og Skattaráðið, sum
fær myndugleikan at veita
skattafrælsi til persónar,
sum vinna inntøkurnar í
samband við kirkjulig ella
manngóð endamál og til fel-
agsskapir, sum sambært
vidtøkunum einans nýta
inntøkurnar til alment góð-
gerin ella kirkjulig, mann-
góð, listarlig, visindalig ella
tílík endamál, sigur Signar
á Brúnni í viðmerkingunum
til uppskotið
- Uppihaldspeningur til
børn yngir enn 18 år og
hjånafelaga, sum tad al-
menna hevur álagt einum
persóni at rinda, hevur síð-
ani 1. januar 1997 verið
Skauskyldugur hjá åvikavist
barninum og hjúnafelaga-
num. Hinvegin hevur per-
sónurin, sum hevði skyldu
til at rinda uppihaldspening-
in, kunna fingið endurgold-
ið 50% av goldnu upphædd-
ini í stuðli úr landskassa-
num. Uppskot verður nú
lagt fram fyri løgtingid um
at strika stuðulslógina, og
samstundis verður uppi-
haldspeningur til børn og
hjúnafelaga vid hesum upp-
skoti gjørdur skattafriur. Við
tað, at stuðulslógin sam-
stundis verður tikin av, sum
henda broyting kemur í
gildi, fer uppskotið vænt-
andi ikki at hava eyka út-
reiðslur við sær fyri lands-
kassan.
- Lóggávan um skatting
av vinningum frá speglum
hevur verið sera ógreið og
í einstøkum fórum beinleið-
is misvísandi. Ein arbeiðs-
bólkur varð settur at rudda
upp á økinum og gera lóg-
gávuna einfaldari. Hetta
hevur eisini við sær broyt-
ingar í skattalógini.
Telda ikki skatt-
inntska
Ogv starvsfólk ráða í dag
yvir teldu, ið arbeiðsgevarin
hevur latið - telda, sum kann
verða nýtt í arbeiði og privat.
Tann í dag nógv nýtta
farteldan hevur við sær møg-
uleikan at kombinera arbeiðs-
og privattelduna. Hetta hevur
við sær størri fleksibilitet í til-
rættaleggingini av arbeiði-
num; m.a. ber tað í ávísum
fórum til at verða heima og
arbeiða, og møguleika at hava
teldu við sær í
arbeidsørindum. Við atliti til
galdandi lóg hevur ein ávís
óvissa og eftirlitstrupulleiki
verið, tá fáir ella ongir eftir-
litsmøguleikar hava verið.
Sambært galdandi lóg er telda
ikki undantikin skattskyldu.
- Fyri at fáa hesa óvissu
burtur á hesum øki, verður
uppskot sett fram um, at priv-
ata nýtsluvirðið av teldu við
útbúnaði, sum arbeiðsgevari
hevur latið løntakara at ráða
yvir í sambandi við arbeiði,
ikki telist til ta skattskyldigu
inntgkuna, sjálvt um teldan
o.a. eisini kann nýtast privat.
Hetta hevur ongar figgjarligar
útreiðslur vid sær og umsit-
Mynd: Jens Kristian Vang
ingarliga vil hetta verða
ein lætti, vísir Signar á
brúnni á sum hevur lagt
uppskotið fyri tngið
vegna landsstýrið.
Starvsfólk á
m
tarvsfólk umborð á
flogfgrum hava í mong ár
fingið útgoldnan tíma-og
dagpening, sum
arbeidsgevarin hevur
rindað sum endurgjald
fyri útreiðslur í sambandi
við starvið, skattafrían.
Við gildi frá 1. januar
1998 hava líkn-
ingarmyndugleikarnir
kravt, at starvsfólk
umborð á flogførum
skulu skattast av hesum
peningi uttan so, at tey
hava ligið nátt yvir í út-
londum.
- Landsstýrið heldur, at
hesin starvsfólkabólkur
skal varðveita síni
rættindi, og skjýtur tí upp,
at landsstýrismaðurin í
skattamálum fær heimild
í kunngerð at áseta nærri
reglur hesum viðvíkjandi.
Tá talan er um at varðveita
eina higartil galdandi
mannagongd, hevur
broytingin hvørki fíggj-
arligar ella umsitingarligar
avleiðingar við sær.
Tænastufólk ;
- Tad hevur vist seg at verid
trupult at manna størv innan
fyri almennu tænastuna,
sum krevja fólk við
serligum fakligum førleika.
Neyðugt hevur tí verið at
troytt møguleikarnar á út-
lendskum arbeiðsmarknað-
um. Prísurin fyri slíka
arbeiðsmegi er sjálvsagt
hægri.
- Landsstýrið heldur tað
tí vera skilagott at veita lætta
yvir skattaskipanina í hesum
føri. Tí verður skotið upp,
at persónar, sum koma til
Føroya í bráðfeingis
arbeidsørindum, sleppa
undan skatti av fríari ferð
og fríum bústaði. Mett
verður, at broytingin fer ikki
at hava stórar útreiðslur ella
krøv til umsiting við sær, tí
roknað verður ikki við, at
stórt tal av skattgjaldarum
koma at fáa hesar sómdir.
Danida
Við løgtingslóg nr. 16 frá 27.
februar 1996 um broyting í
løgtingslég um landsskatt
og kommunuskatt, varð vid
$ 29a møguleiki fyri at
fritaka skattskyldugar
persónar fyri skatt av inn-
tóku, sum forvunnin varð
fyri arbeiði, sum Danida
skipar fyri og fíggjar. Henda
áseting varð tó tidaravmark-
að frá 1. januar 1995 til og
við 31. desember 1997.
- Endamálið hjá landsstýr-
inum í 1996 at seta $ 29a í
løgtingslég um landsskatt
og kommunuskatt i gildi var
m. a., at betra um møgu-
leikarnar hjá føroyskum
vinnuvirkjum at bjóða uppá
arbeiði, sum Danida felags-
skapurin skipar fyri og fíggj-
ar. Ætlanin hjá landsstýri-
num var harafturat at skapa
somu skattligu fortreytir hjá
teimum persónum, sum
vórðu útsendir av før-
oyskum vinnuvirkjum til
Danidaverkætlanir, sum fyri
teirra donsku starvsfelagar.
- Avgjørt var, at lógin
skuldi vera tidaravmarkad
fyri tidarskeidid 1995-1997
fyri at fåa møguleika at end-
urskoda skipanina og meta,
um neydugt var at halda
fram eftir hetta tidarskeid.
Landsstýrið ynskir vid hes-
um lógaruppskoti at seta $
29a í løgtingslég um lands-
skatt og kommunuskatt í
lógina aftur.
- Arbeiðið, sum teir út-
sendu hava gjørt í sambandi
við Danidaverkætlanir, er á
einum høgum fakligum
stødi. Hetta hevur merkt, at
teir, sum hava verið útsendir
og harvið eisini teirra virkir,
hava fingið eina vitan og
nakrar royndir, sum teir ann-
ars ikki høvdu fingið. Teir
hava við hesum fingið betri
møguleikar framyvir fyri at
luttaka f kappingum um
stórri arbeiðsuppgávur í út-
landinum, og eisini fáa teir
nýtt royndirnar frá útlandi-
num í sambandi við arbeiðs-
uppgávur/verkætlanir í Før-
oyum.
Nr. 225 — 26. NOVEMBER 1998
7 persónar útsendir
Í tíðarskeiðinum 1995 til
1997 vóru 7 persónar út-
sendir av føroyskum vinn-
uvirkjum í samband við
Danidaverkætlanir, sum
komu undir $ 29a.
Persónarnir, ið útsendir
vóru, hava ein serkunnleika
á ávísum gkjum, og hava
hesir verið fult frítiknir fyri
at gjalda skatt í Í til 6
mánaðir; ein persónur tó í
eitt ár. Bruttolgnin hjá
teimum útsendu hevur verið
25.000 kr. um mánaðin,
vísti Signar á Brúnni á.
- Viðmerkjast skal, at ein
stórur partur av arbeiðinum
í sambandi við Danidaverk-
ætlanir fer fram í Føroyum.
Inntøkurnar sum koma frá
hesum arbeiðum verða upp-
gjørdar serskilt, og verða
skattaðar, sum vanlig skatt-
skyldug inntøka í Føroyum.
- Í mun til løgtingslåg nr.
16 frá 27. februar 1996
verður mælt til, at reglan
ikki longur verður tíðarav-
markað. Hetta tí, at skipanin
hevur víst seg at virka uttan
trupulleikar, og harafturat er
tað óheppið at gera lutfals-
liga stuttar tíðaravmarking-
ar, tá fleiri av verkætlanu-
num, sum Danida skipar
fyri og fíggjar, ganga yvir
long tíðarskeið.
Pensjónistafrádráttur
Næsta broytingaruppskot er
ein tilpassan av lógini um
landsskatt og kommunu-
skatt til nýggju reglurnar
um hjúnabandsskatt og
sjálvuppgávu, sum kom í
gildi 1. januar 1998. Enda-
málið við pen-
sjónistafrádráttinum í $ 3 í
løgtingslóg um áseting av
skatti var at tryggja, at pen-
sjónistar, ið bert fingu
grundupphæddina, —ikki
skuldi rinda skatt.
- Samskatting er sett úr
gildi fyri øll, eisini fyri pen-
sjónistar, og ónýttur frá-
dráttur eigur sambært gald-
andi lóg ikki at kunna flytast
frá einum pensjónisti til
annan. Vísandi til endamál-
ið annars við pensjónista-
frádráttinum, nýggju sjálv-
uppgávuna og framlagda
uppskot til broyting í løg-
tingslóg um áseting av
skatti til landskassan verður
tí skotið upp at strika møg-
uleikan fyri at flyta ónýttan
frádrátt í kommunuskatti til
hin hjúnafelagan. Henda
broyting hevur ikki fyrisit-
ingarligar ella fíggjarligar
avleiðingar við sær.
Vs gildi hn januar 1997
he løgtingid, at
kommunuskatturin hjå pen-
ingastovnum, tryggingarfel-
øgum og vinnurekandi
grunnum skuldi bytast mill-
um allar kommunurnar i
mun til fólkatalið, uttan
mun til í hvgrjari kommunu
virksemi varð rikið. Við
hesum uppskotið verður tað
sama galdandi fyri oljusøl-
ufyritøkur og telesamskift-
isfyritøkur, verður m.a. sagt
í viðmerkingunum til hetta
uppskotið, súm Signar á
Brúnni legði fyri tingið fyrr
í mánaðinum