hósdagur 26. november 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 26. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið SEs2alurfin
Verður ætlanin hjá landsstýrinum sett í verk, missa vit alingina av landinum:
Tað eru nógvir føroyingar
vilja selja seg fyri lítið og lætt
— Tað er nóg mik-
ið til at kapitali í
Fóroyum til at
figgja alivinnuna.
— Men tað er
harmiligt, at hes-
in kapitalurin er
so lítið vágafúsur,
tí at vit hava ein
banka, sum ikki
hevur skilt, hvat
bankavirksemi er,
men ber seg at
sum ein gamal
sparikassi, sigur,
sigur Torbjórn
Jacobsen, ting-
maður úr sam-
gonguni
AkI BERTHOLDSEN
— Vit mugu hugsa okkum
sera væl um, áðrenn vit fara
at selja útlendingum burtur-
av føroyskari arvajørå.
Torbjørn Jacobsen,
løgtingsmadur tekur ikki
undir vid ætlanini hjå lands-
styrinum um at hereftir skal
tað vera loyvt útlendingum
at eiga 49% av føroysku ali-
vinnuni.
Higartil hava útlendingar
kunnad ått 33% av ognar-
pengunum í einum alibrúki,
men nú ætlar landsstýrið at
geva útlendingum rúmari
ræsur, so at teir hereftir
kunnu eiga 49% av einum
alibrúki, meðan 51% fram-
vegis skal vera á fóroyskum
hondum.
Landsstýrið sigur, at tá ið
hugsað verður um samfel-
agsliga týdningin av før-
oysku alivinnuni, kann tað
vera óheppið, um útlend-
ingar fáa meirilutin av av-
gerðarrættinum í ali vinnuni,
ið sum kunnugt byggir á
tilfeingið á staðnum.
— Hetta, hóast tað eisini
kunnu liggja nógvir fyri-
munir í at fáa útlendskar
fløgur til Føroya.
Og ætlanin vid broyting-
ini er at geva tekin um, at
útlendskur kapitalur og vit-
an eru vælkomin til Føroy-
ar, sigur landsstýrið.
Lógaruppskotið hevur
verið til ummælis hjá Hav-
búnaðarfelagnum, hjá Fel-
agnum fyri Leggildar
Grannskoðarar og hjá Adv-
okatfelag Føroya og tey
høvdu ongar vi ingar
til Í otið.
Løgtingid fer at viðgera
uppskotið í dag.
Tað er ósemja í
samgonguni um
ætlanina hjá lands-
stýrinum, at geva
útlendingum loyvi
til at eiga 49% av
føroyskum alibrúk-
um.
— Tad ber ikki til
at geva ræði á nátt-
úruríkidóminum frá
sær, tí tann, sum
eigur 49% í einum
felag, kann altíð fáa
sær fult ræði á tí við
ymsum snildum,
sigur Torbjórn Jac-
obsen, løgtings-
maður úr samgong-
uni.
Kunnu ikki selja
føroyska grundtøld
Men tað er ikki semja í sam-
gonguni um hesa ætlanina.
Ein av teimum tingmonn-
um í samgonguni, sum ikki
tekur undir við uppskotin-
um, er Torbjørn Jacobsen úr
Tjóðveldisflokkinum.
Hann sigur, at hetta er jú
grundfæið undir føroysku
tjóðini, sum ætlanin er at
selja á útlendskar hendur og
tað kann hann ikki góðtaka
uttan víðari.
— Tað náttúrutilfeingið,
vit eiga, má blíva verandi á
føroyskum hondum. Tað
ber ikki til at selja avreiða
tað á útlendskar hendur.
— Hetta eru matriklar á
føroyskum firðum, sum ætl-
anin er at avhenda til út-
lendingar. Og eru teir fyrst
farnir, fáa vit teir ongantíð
fáa aftur.
Torbjørn Jacobsen sigur,
at aðalreglan má verða, at
vinnulívið, sum liggur
omaná náttúrutilfeinginum
í einum landi, má vera á
innlendis hondum.
— Tað er neyðugt, m.a.
fyri at hava tann tryggleik-
an, at um alt annað íer fyri
bakka, so hava vit í hvussu
so er náttúrutilfeingið eftir.
— Náttúrutilfeingið hevur
so mikið stóran týdning, at
tað eru tey fægstu londini,
sum lata tað frá sær og
leggja tað upp í útlendskar
hendur.
— Og nógva staðni, har tað
er hent, er tað enda í eini
vanlukku. Tað er ikki neyð-
ugt longur at fara longur
enn til Hetlands.
— M.a. lósu vit í Sosial-
inum nú um dagarnar, at
skrivarin í Fiskimannafel-
agnum í Hetlandi er komin
til ta niðurstøðu, at tå ið
oljan einaferð verður uppi,
er onki hjá hetlendingum at
gera, uttan at rýma av land-
inum, ella at mynstra sum
dekkari við onkrum út-
lendskum fiskiskipi í kapp-
ing við manning úr eystur-
londum, sum fær 4.000
krónur um mánaðin í løn.
— Hetta er ein avleiding
av, at hetlendingar hava selt
norðmonnum alivinnuna og
fiskikvotunum eru aðrir út-
lendingar farnir við.
Sjálvir eiga hetlendingar
onki eftir.
Torbjørn Jacobsen sigur,
at gongdin í Hetlandi eigur
at fáa ávaringarlampurnar at
blinka hjá føroyskum polit-
ikarum, tí hetta vísir, hvussu
varnir vit mugu vera, áðr-
enn vit fara at selja útlend-
ingum burturav føroyskari
arvajørd.
Ikki bråk fyri ti
Torbjørn Jacobsen heldur
ikki, at tað er brúk fyri
útlendskum kapitali í før-
oysku alivinnuni.
— Alivinnan gongur væl
og hon er í stórum vøkstri
og hevur stóran týdning.
Hon stuðulsfrí og kastar
rættiliga fitt av sær.
— Eftir, hvat eg veit, er øll
útsetingin av smolti í ár
longu fíggjað.
— So hví verður rópt eftir
útlendskari fígging, tá ið
vinnan gongur væl og gevur
avkast.
Løgtingsmadurin heldur,
at skal útlendskur kapitalur
í føroyskt vinnuliv, skal tað
verða í vinnum, har føroy-
ingar ikki gera seg so væl
galdandi nú.
-Møguligur útlendskur
kapitalur eigur at verða
brúktur til at menna før-
oyskt vinnulív, har menna
eitt vinnulív omaná tað
vinnulív, sum longu er, fyri
at økja umsetningin í Før-
oyum,
— Utlendskur kapitalur
skal ikki brúkast til vinnur,
sum virka væl í føroyum
frammanundan.
Nógvir strámenn
Løgtingsmadurin á Glyvr-
um visir å, at tann, sum eig-
ur 49% av einum felag, er
so sterkur, at tad er ein
spurningur um hann ikki i
veruleikanum hevur fult
ræði á tí.
— Siga vit, at fimm før-
oyingar eiga hini 51%, skal
tað undra meg stórliga, um
tað ikki altíð onkur av teim-
um verður til sólu.
— Tað eru nógvir føroy-
ingar, sum heldur enn fegnir
vilja vilja verða strámenn
hjá útlendskum feløgum.
-Føroyingar hava altíð
verið til sølu fyri lítið og
lætt. Og ivist ikki í, at tað
verða nógvir føroyingar til
sølu fyri 2% í partapengum,
so at útlendsk felag skjótt
fáa fult tamarhald á allari
alivinnuni í Føroyum, sigur
hann.
Torbjørn Jacobsen sigur,
at tað ber eisini væl til við
ymsum légfrødiligum
snildum at sleppa uttanum
regluna um, at útlendingar
bara kunnu eiga 49% av
kapitalinum í einum ali-
brúki.
— Tað kann lættliga lata
seg gera at geva útlending-
um fult ræði í einum før-
oyskum alibrúki við at
stovna fleiri partafeløg,
holdingfeløg o.sfr, soleiðis
at útlendsku feløgini í veru-
leikanum eiga meirilutan.
— Og hvar fer so yvirskot-
ið av alivinnuni, tå id út-
lendskur kapitalur eigur so
stóran part av henni, spyr
sum
hann eisini.
Sleppa ikki at
mennast
Torbjørn Poulsen sigur, at
tå ið hugsað verður um
útlendskan kapital í alivinn-
uni, verður fyrst og fremst
hugsað um, at tað eru norð-
menn, sum skulu gera iløg-
ur her.
— Sjálvir hava norðmenn
rættiliga strangar treytir fyri
alivinnuni. Norska stjórnin
hevur lagt bond á alivinn-
una, so at hon ikki sleppur
at mennast.
— Tað er m.a. gjørt við at
seta fóðurkvotur eftir avtalu
við ES, so at hon ikki slepp-
ur at mennast.
Hetta er gjørt fyri at halda
prísunum uppi.
— Men av tí sama er
norskir alarar farnir at leita
sær uttanlands vid kapital-
inum. Teir hava keypt alla
alivinnuna i Hetlandi og i
Skotlandi. Somuleidis hava
teir keypt nógv alibrúk i
Kili og í Kanada
— Og nú eru tað Føroyar,
sum skulu leggjast víðopnar
fyri norsku alarunum
Torbjørn Jacobsen vísir á,
at sjálvir eru norðmenn so
varnir við at fáa útlendskan
kapitali, at teir loyva ikki
meiri enn 40% av útlendsk-
um fløgum í norsku alivinn-
uni.
—Men teir eru so strangir,
at teir hava heimild at kanna
ognarviðurskiftini heilt út í
ytsu liðir fyri at tryggja, at
útlendingar ikki koma at
eiga meiri enn tey 40% í-
gjøgnum holdingfeløg, y-
misk partafeløg og aðrar
logfrødiligar snildir.
Nokk av pong
Annars heldur Torbjørn Jac-
obsen, at tað er nóg mikið
av føroyskum kapitali til at
gera íløgur i førøyskt vinnu-
liv.
— Men tiverri er hesin
kapitalurin so lítið vágafús-
ur av tí at vit hava ein bank-
a, sum ikki hevur skilt, hvat
bankavirksemi er, men ber
seg at sum ein gamal spari-
kassi.
Hann leggur afturat, at ein
annar vandi við at geva út-
lendskum kapital; víðari
ræsur i Føroyum, er, at
stinga útlendingarnir av aft-
ur, verður holið eftir teir í
føroyska vinnulívinum ov
stórt at fylla aftur.
Torbjørn Jacobsen sigur,
at hann tí er ógvuliga iving-
arsamur fyri ætlanini at
hækka útlendska kapitalin í
alivinnuni upp í 49%, í
hvussu so er so leingi, sum
tað ikki fæst 100% trygd
fyri, at teir ikki kunnu ogna
sær meiri enn tey 49% í-
gjøgnum ymsar logfrødilig-
ar snildir.