Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 Birna Mórkóre: tidindabladid SOS) Nr. 225 — 26. NOVEMBER 1998 Elin hevur vitad av vonleysu støduni í vesturbynum - Tørvurin å ansingarplåssum hevur alla tidina verid størstur á Argjum og í vesturbýnum. Ti undrar tað meg, at Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn, nú eftir at hon er farin frá sum formaður í sosialu nevnd kemur fram við uppskoti at gera dagstovn í vesturbýnum. Hon kann ikki lasta nókrum óðrum enn sær sjálvari fyri at stóðan er sum hon er, sigur Birna Mørkøre. Turm KJØLBRO Í blaðnum týsdagin segði Elin Lindenskov limur byråds- i Havn, at næsti dag- Havn må gerast ti har er In á ansingarpiassum stur. At byråds- r vid hesum nú undrar Birnu Mørkøre ið fyri hálvum ødrum ári síðani skrivaði Elini Lind- enskov og ødrum limum bræv, har hon lýsti vónleysu støðuna hon sum foreldur at barni við ongum ansingarplássi í Havn var í Tá búði hon í vesturbýnum, nú býr familjan á Argjum, har stødan er eins ring - Tað sum eg stúrsaði við var, at Elin Lindenskov kemur við hesum nú, hon ikki longur er formaður í sosialu nevnd. Hon hevur vitað av vónleysu støduni í vesturbýnum, ið mær er for- talt alla tíðina hevur verið verri enn aðra staðni í bý- num. Hon kundi verið kom- býráðs- in við hesum hugskotinum, tá ið hon var formaður og skipað so fyri, at dagstovnur varð bygdur í vesturbýnum. Nú eru pengarnir upp! og eingin itøkilig ætlan liggur á borðinum at gera nakað í vesturbýnum ella á Argjum í næstum. Elin Lindenskov kann ikki lasta nøkrum ødrum enn sær sjálvari fyri at stødan er sum hon er á Argjum og í vesturbýnum, sigur Birna Mørkøre Ikki ein króna - Nakað áðrenn summarfrí- tíðina í ár stóð ein grein í Sosialinum um ætlanirnar hjá býráðnum um, hvat tey skuldu brúka teir pengarnar, sum vóru settir av til barna- ansing, til - har stóð ikki ein króna, hvørki til vesturbý ella Argir. Av tí at eg visti, at dagstovnurin á Argjum hevði eina umsókn inni um útbygging, spurdi eg Elina um ongin ætlan var fyri Argir. Fekk tá at vita at tað var tað ikki - tó varð um- sóknin hjá stovninum á Argjum játtað seinni, sigur Birna - Eg haldi fast við, at eg frá býráðnum fekk at vita, at Argir var tað gkið, sum var ringast fyri, harnæst kom vesturbýurin. Hetta var um ein tók stovnspláss í mun til børn á bíðilista. Gott nokk vóru øki, sum ongan sjålvstødugan stovn høvdu, men tey børnini sluppu hóast alt inn á aðrar stovnar í Havnini. - Eftirsum at býráðið altíð hevur havt eitt treytaleyst mark millum Argir og vest- urbýin, so loysir ein barna- garður í vesturbýnum ongar trupulleikar á Argjum - í hvussu so er ikki so leingi býráðið ikki hevur vidgjørt býarmarkini. Greinin í blaðnum gjár definerar vesturbýin og Argir fyri seg, sigur Birna Mørkøre. Einki svar Elin svaraði ongantíð uppá brævið Birna sendi. Tá ið - Hvussu hevði verið at latið tað verið upp til foreldrini at gera av, hvar børnini skulu = ansast. Tað verður gjørt við skúlabórn, so hví ikki lata tað galda fyri vøggustovur og barnagarðar eisini, spyr Birna Mørkøre. Birna vendi sær til býráðið fekk hon at vita, at stødan hjå henni var sera torfør, ti hon búði í vesturbynum. Um hon eitt nú hevði búð í eysturbýnum, hevði stødan verið betri. - Eg haldi ikki, at tað er rætt, at møguleikarnir fyri at fáa børnini ansað skulu vera so út av lagi vánalig fyri ávísar partar av Havn- ini. Vit gjalda hóast alt tað sama í skatti uttan mun til, hvar vit búgva í býnum. Hvussu hevði verið at latið tað verið upp til foreldrini at gera av, hvar børnini skulu ansast. Tað verður gjørt við skúlabern, so hví ikki lata tað galda fyri vøggustovur og barnagarð- ar eisini, sigur Birna Mørk- øre. Savnsmynd. - Um so er at tad kann væntast, at tað framhaldandi skal vera so stórur munur á ansingarmøguleikunum alt eftir hvar í kommununi tú býrt, fer kommunan so at gera vart við hetta, tá ið barnafamiljur skulu byggja ella keypa sær hús, spyr Birna Mørkøre at enda. Elin Lindenskov, býráðslimur: Stødan var oðrvisi - Tørvurin á ansingarplåssum var størstur í Hoyvík. Nú er størsti tørvurin i vesturbýnum og á Argjum og tí taka vit tað økid fram nú, sigur Elin Lindenskov í viðmerking til samróðuna omanfyri. Tur KJøLBRO - Eg skilji væl støduna hjå Birnu Mørkøre, men tå kundi eg ikki svara ødrvisi. Fyri hålvum ødrum ári síð- ani var stødan annaðleiðis. Størsti tørvurin á ansingar- plássum var Inni á Gøtu, men við tað at ein stovnur verður bygdur har nú broyt- ist stødan og tað økid stend- ur ikki longur ovast á list- anum. Nú eiga vesturbýurin og Argir at standa fyri skot- um, men hvat itøkiliga skal gerast har er ov tíðliga at siga enn. Hinvegin hevur nýggjur barnagarður á Argj- um verið nevndur. Men einki nýtt er hent í sosialu nevnd síðani annar formað- Elin Lindenskov. Hetta er svarið frá Elini Lindenskov til tað Birna Mørkøre førir fram í blad- num, nevniliga spurningin, hvi Elin Lindenskov nå tosar um bygging av stovni f vesturbynum eftir at hon er farin frå sum formaður í sosialu nevnd. - Um mørkini millum býarpartarnar eiga at verða tikin burtur, soleiðis sum Birna Mørkøre skjýtir upp, sigur Elin Lindenskov, at tað kann hugsast at vera ein pytilig loysn. Foreldrafelag- ið í Havn hevur eisini mælt til hetta. - Tað er ikki vidgjørt í býráðnum, men eg dugi at síggja, at tað er ein møgu- leiki Vórðu mørkini tíkin burtur rokni eg við, at stóðið á stovnunum hækkaði, tí so høvdu teir gjørt meiri burtur úr at gera júst teirra stovn góðan og áhugaverdan. Sum býráðspolitikari hava vit ikki møguleikan at kanna eftir, hvussu stovn- arnir virka, sigur Elin Lind- enskov. Glid kemur á Fyrrverandi formaðurin í sosialu nevnd roknar við, at landsstýrið verður noytt til at játta fleiri pengar á fíggj- arlógini næsta ár til barna- ansing. - Eg rokni við at glid kemur á og at barnaansing verður løgd yvir til komm- unurnar at umsita. So skulu vit finna út av, hvussu pen- ingaliga býtið skal vera millum land og kommunu. Ábyrgðin á økinum eigur at vera okkara, tað verður lætt- ari at gera langtíðarætlanir og harvið verður tað eisini lættari at geva foreldrum eitt svar uppá, nær tey kunnu vænta, at børn teirra sleppa á stovn, sigur Elin Lindenskov at enda. Elin Lindenskov. Mynd: Álvur Haraldsen.