Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið Sosialurin Nr. 225 — 26. NOVEMBER 1998 Hevur lokalpolitikk- urin alla skyldina? ; eo og le kjast, e it eiga at seta okkum spurningin, um hesin so nógv umrøddi lokalpolitikkur er sjúkan, ið skal ella um hann er eitt súmptom. Er hann eitt súmptom, nyttar ikki stórt at brúka orku uppá at taka súmptomið burtur. Sjúkan mann vera har kortini. Føroyingar yvirhøvur munu væl vita, at lokalpolitikkurin í nógv stórri muni er eitt sjúkueyðkenni enn ein sjúka Seinast í áttati og fyrst í nitiårunum tyktust øll at verða samd um, at størsti syndabukkurin í føroysku kreppuni var valskipanin Hon hevði við sær, at løg- tingsmenn og --Konur ikki dugdu at tala saman um landsins mál, men kravdu sínum valdømum serligar fyrimunir, (sum sæð í ein- um breiðari høpi vóru landsskadiligir Sum rimuligt er, spurdist einki burtur år hugsanunum um at broyta valskipanina nógv ti, at tey lokalt valdu settu seg í móti "int broyting, men heldur ti at aðrir syndabukkar vórðu £ mir uttan fyri nI uttan Tyr Valla sc okkara | mu. Ætlanin við einari 'Yung av kommunalu skipanini varð samtíðis hiidu vallógini vera bráðneyðuga At broytt kommunuskip- an fer at brc yta lokal po lt ikkin, er tó burturvið at halda, eins lítið og at ein skipan við øllum Føroyum sum eitt valdømi fer at gera tað. Tað mundi seinasta St greitt visa Hin vegin eiga vit at seta XKUM spurningi n. um hesin so nógv umrøddi lokalpolitikkur er sjúkan, ið skal basast « og lekjast, ella nytt at teppa ! tey, sum broyting av um hann er eitt súmptom Er hann eitt súmptom, nytt- ar ikki stórt at brúka orku uppá at taka súmptomið burtur. Sjúkan mann vera har kortini. Føroyingar yvirhøvur munu væl vita, at lokalpolitikkurin í nógv stórri muni er eitt sjúku- eyðkenni enn ein sjúka. Herviliga illkynjað sjúka spillir fólkaræðið Kjak um demokratisku stýrisskipanina hevur ikki verið gerandisligt hjá okk- um, eins lítið og tað hevur verið tað seinnu árini í ødrum londum. Í mongum hevur Amerika og USA gingið undan í hesum kjaki, og royndirnar her at tryggja einstaklinginum frælsi gjøgnum demokratiska skipan hava verið fyrimynd í flestu vesturevropéiskum londum og nú eisini víða hvar aðrastaðir. Har eins og her kenst trupulleikin av súmptominum, “lokalpoli- tikkur” mótvegis landspoli- tikki. Trupulleikin var longu frammi, tå mæti Thomas Jefferson f 1787 år Paris striddist móti James Madi- son heima f Amerika um amerikonsku stýrisskipan- ina (United States Consti- tution), sum varð vidtikin sama ár. Stríðið stóð um, hvert samfelagsfriður og reglulag varð best tryggjað við at leggja vald til stjórn- ina ella við at veita kunn- leika til fólkið. Jefferson trúði uppá seinnu loysnina, at samfelagið gjørdist ikki sterkt og trygt í sínum framburði, uttan so at fólkið kendi ábyrgd fyri tí og kendi egið gagn av, at tað valdaði samfelagsfridur og reglulag. Hetta fór eftir hansara hugsan eisini best at tryggja frælsi tess ein- staka og landsins Jefferson tapti. Afturímóti vann hugsanin hjá James Madison um, at orsakirnar til klandur og ósemjur liggja huldar og eru inn- grógvnar í okkara náttúru; vit síggja tær stinga seg fram allar staðir í ymiskum verkum og tiltøkum alt eftir ymiskum umstødum í sam- felagnum. Nidurstødan mátti tí vera, at vit kundu ikki taka burtur orsakirnar til ósemju og klandur, og einasta loysnin var tí hjá okkum at royna at hava tamarhald á avleiðingunum Madison og hansara sam- hugaðu løgdu tí stórri dent á, at stýrisskipanin skifti valdið millum javnsterkar partar, lóggávuvald, útinn- andi vald og dømandi vald, ið kundi halda hvørjum ðrum í skák mát, um teir vildu taka sær ov nógv vald. Í hesum hildu teir seg til franska hugspekingin Montesqieu um, at eitt satt fólkaveldi bert kann virka á einum lítlum øki. Í størri økjum verður felags gagnið skumpað til viks av tús- undatals privatum hugsa- num. Felags gagnið verður sett til viks av undantøkum; tað verður bert framt av tilvild. Í smáu samfelggu- num eru felags áhugamálini eyðsýndari, betur skilt og møgulig at fremja. Í stórra samfelagnum ræður um at halda borgararnar frá hvørj- um gðrum; í smærri demo- kratiskum samfeløgum rædur um at fåa borgaru- num kunnleika. Madison og hansara sam- hugadu mundu ikki væntad, at skipanin skuldi føra til tað úrslit, sum vit síggja í øllum londum, eisini í USA, at seráhugamálini skuldu fáa so stórt vald, at tey forða fyri semjum um stórri felags samfelagsmål Tiløk og framstig av einum og hverjum slagi verða forðað av minnilutaáhugað- um, ið kenna seg hótt onk- ursvegna, og sum altíð kunnu fáa so nógv í part við sær, at meiriluti ikki fæst fyri ætlaðu tiltøkunum ella framstigunum. Á tingi end- ar tað við, at minnilutaá- hugamál finna saman í samgongu og atkvødu- greiðslu og verða samtykt, meðan áhugamálini hjá fólkinum sum heild ikki vinna frama." Urslitid av hesari gongd er, at borgarin tekur seg burturúr samfelagskjaki- num. Vónbrotin av mis- kendum royndum at betra um samfelagið, hann kennir seg part av, velur hann sama leiklut, sum hann heldur hini hava, at vera ímóti øllum, sum ikki hava verið í hansara parti, ella hann velur at halda seg heilt burtur í andstygd fyri tí, hann sær fara fram. Tann hóast allar veikleik- ar frægasta samfelagsskip- anin, fólkaræðið, hevur fingið ein svøll, sum ill- kynjaður veksur og máar burtur livførid í skipanini. Vit øll, sum henda góða skipan kundi tryggjað frið, samfelagsligt reglulag og frælsi, gera einki fyri at basa sjúkuni Smámunaligt egingagn og løtuvinningur gerst lagið Frammanfyri er lýst, hvussu gongdin hevur tikið seg upp eitt nú í USA. Hon er okk- um helst ikki ókunnug heldur. Kann vera ikki so ógvusliga, men vit munu ásanna, at eisini hjá okkum tykist tað vera minniluta- áhugamálini, seráhugamál- ini, sum onkursvegna koma igjøgnum í tinginum, og ikki tað, sum meginparturin av fólkinum er samdur um. Hverja ferð eitt týdning- armikið mál tekur seg upp, endar viðgerðin í einum ógvusligum kjaki. Tað gerst ikki eitt orðaskifti við tí endamáli at finna eina loysn, ið flest møgulig kunnu vera samd um. Eing- in lurtar eftir, hvat annar sigur; her ræður um at rópa fyri at verða hoyrdur av sínum veljarum og fáa teir at fegnast um, hvussu væl tað bar til at niðra mótstgð- umannin.” Í tinginum er hetta kanska spæl, men veljarin fatar tað ikki so- leiðis, og í roynd og veru hevur spælið einans til endamáls at tryggja atkvød- una; sektin tykist liggja á, um ein samfelagsliga góð loysn á einum vandamáli verður funnin. Eingin eigur at undrast á, um løgtingsmenn og -konur fáa samvitskubit av hesum spælinum. Tey eru einki verri enn tú og eg, og tey duga eisini at síggja skeivu samfelagsgongdina av hes- um. Men eins og tú og eg geva tey skipanini skyldu- na. Tað eru seráhugamálini, tey lokalu áhugamálini, sum verða løgd undir at forða fyri, at felagsmálini verða loyst. Men kann tað hugsast, at lokalir trupulleikar gerast seráhugamál, tí vit ikki vilja viðgera teir sum landsfel- agsmál, men heldur vilja verja atkvødubytid í egnum valdømi við egnum áhuga- málum? Kann tað hugsast, at vit ikki vilja lurta eftir og skilja trupulleikarnar hjá ðrum, men bert rópa um egnar og loysa teir í rossa- handlum við aðrar minnilut- ar? Kann tað hugsast, at vit í okkara lítla landi menna skipanir, sum halda borg- arunum frá hvørjum øðrum, tó vit áttu at havt fortreytir- nar fyri sanna fólkaræði- num hjá Montesqieu? At okkara mentanar, sam- ferðslu- og útbúgvingar- skipanir partú skulu virka fyri sundurlyndi heldur enn sameining? Leiklutirnir Tá fiskivinnuspurningar verða vidgjørdir, verður ofta víst til kendu visinda- greinina hjå Garrett Hardin: The Tragedy of the Com- mons. Vit kunnu týða hetta sum Sorgarleikurin um felagsognina. Felags gagn ella landsgagn er onnur felagsogn. Tá ongin er at virka fyri felagsgagni og verja tað, og í roynd og veru kanska tingið minst, nyttar lítið við broyttari valskipan. Men, fyri at taka tráðin frá Jefferson og Madison uppaftur, hvgr sigur, at tingið einsamalt skal taka sær av felagsgagninum? At vit hava brúk fyri felags stovnum sum tingi og landsstýri at taka sær av lóg og landaskili, munu vit vera samd um, men merkir hetta, at hvør tingmaður ella landsstýrismaður kann ella eigur at leggja eina og hverja misnøgd við einari og hvgrjari skipan fyri tingið og fáa loysn, sum valla tænir minnilutanum og, í hvussu so er, skaðar heildini? Gerst lógarskipan okkara tá ikki bara ein hurlivasi? Gerst virðingin fyri tingi og landsstýri tá ikki meira at líkna einari vanvirðing? Fer arbeiðið hjá tingi og landsstýri tá ikki við rætti at kunna verða mett sum ein hissini samanrenning at fremja egináhugamál og ikki felags gagn? Vit munu øll eiga skyld- una. Vit velja løgtingsmenn og --Konur, ið bjóða sær til at loysa okkara smáu eginá- hugamál, ið vit ikki hirða at loysa í samvinnu við okkara felagar. Vit venda okkum til okkara løgtingsvaldu við okkara eginmálum, hvar vit hitta tey, og royna at kroysta tey at loysa okkara smátrupulleikar uttan mun til heildina. Eru tey ikki frå byrjan umboðsmenn fyri minnilutaegináhugamál, so skulu vit skjótt fáa tey til at gerast tað. Annars eru vit ikki millum teirra, ið lurta eftir teimum, og, eru vit nóg nógvir minnilutar, so verða tey jú ikki afturvald. Aðra staðir er tað nú komið har útí, at fólkið sjálvt finnur saman og av felags áhuga loysir egnar trupulleikar. Hetta kann í roynd og veru vera ein góð leið og fólkaræðisliga leiðin í smærri samfelggum. Men hon má haldast óheppin, um hon bert fremur áhugamál- ini hjá nøkrum samfelags- bólkum, sum á henda hátt taka seg burtur úr felags- skapinum. Men gongdin vendist ikki, so leingi poli- tikkararnir fremst taka sær av seráhugamálum, ið kunnu veita teimum smá- munaligt egingagn og poli- tiskar løtuvinningar. Hjá okkum nýttist hetta ikki at verið seinasti útveg- ur. Vit áttu at havt umstød- urnar at bygt eitt satt fólka- ræði, har tað almenna (land- ið) hevði ein týðandi yv- irskipaðan týdning at tryggja landsgagnið, meðan borgararnir í samvirkan loystu felagsgagnið. Kjartan Kristiansen ] Eg kann til stuttleika nevna, at kommunubólkurin, sum sat undan hesum, varð avtikin góða viku eftir, at hann hevði dittað sær at havt fund við bygdarfólkið á Sandoynni og rátt teimum til at loysa egnar trupulleikar við samstarvi og sam- anlegging heldur enn at krevja løgtingid at loysa trupulleikarnar á Sandoynni. At bygdir og oyggjar fóru at taka seg saman æ loysa egnar trupulleikar, sum tey kendu best, heldur enn at løgtingsmenn og --Konur funnu loysnir á tingi, mundi hóvað so illa, at bólkurin var avtikin. 2 Í Riti 2 um Vinnupolitikk — Leikluturin hjá tí almenna og tí privata verða Milton og Rose Friedman endurgivin fyri at siga: Meirilutin ræður — men hetta er ein serligur meiriluti. Hann er ein samgonga av fleiri minnilutum við seráhugamál- um. Lat okkum siga, at í Kjartan Kristiansen skrivar tínum valdømi eru 2 — 3 % av veljarunum minnilutar. Hver minniluti hevur sín serliga áhuga í sínum serliga máli, sum neyvan hevur nakran tydning fyri aðrar veljarar. Hver av hesum minnilutum velur teg, um tú vilt stuðla hansara máli, sama, hvat tú gert við onnur mál. Fært tú nóg nógvar av hesum minnulutum í tín part, so fært tú 51 % í meirilta. Tað eru slíkir rossahandlar, sum stýra samfelagnum. Ráðini hjá Milton og Rose Friedman eru at skerja tað almenna mest møguligt og við lóggávu at forða tí at taka avgerð á ávísum málsgkjum. 3 Hvussu langt úti henda gongd er, sæst serliga í kjaki- num nú um fullveldi. Uttan mun til hvgrja hugsan tann einstaki hevur um henda spurning, kann eingin fata skrivingina í oddagreinunum hjá Dimmalætting og summum tingmonnum Sambandsfloksins sum eina roynd at fremja samstarv í Føroyum. Orðingar sum: "Tá fullveldið gjørdi innrás í Føroyum, fylgdi kettuloppan við." "Í ... hesum óhugnaligu fullveldistíðum.." ".. at lata tey gomlu svíða fyri tað. .. Hetta er ein liður í fullveldis- arbeiðnum." "Tey gomlu eru løgst í seingina." kunnu bert hava eitt endamál, nevniliga at fáa føroyingar at standa so langt frá hvørjum ødrum sum til ber, við tí úrsliti, at einki verður samtykt. Í slíkum poltiskum veðurlagi vendir ongin hin kjálkan til. Javnaðarflokkurin tegir (og samtykkir?) um orðavalið, og spælið kann halda á fram.