Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 225 — 26. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið Sos2lurn Foreldrafelagið kært býráaðið - Foreldur i Havn, sum eingi ansingarplåss hava til børn síni, hava frá byrjan verið énøgd við kontantgjaldid hjá Tórshavnar kommunu og nú hevur Foreldrafelagið kært býráðið til kommunala eftirlitið fyri at gjalda út uttan at hava lógarheimild. TurIÐ KJøLBRO Kontantgjaldið, sum Tórs- havnar kommuna síðani 1. juli hevur veitt foreldrum at børnum, ið ikki hava kommunalt ansingartilboð, hevur ongantíð verið ngkur loysn, sum Felagið fyri for- eldrum at småbørnum í Havn hevur góðtikið. Felag- ið hevur sett spurnartekin við, um lógarheimild hevur verið fyri hesum gjaldi, og hevur samstundis víst á, at kontantgjaldið er stuðul til svarta dagrøkt meðan bíði- listin til ansingarpláss í kommununi alsamt veksur. Nú lítið hálvt ár eftir at skip- anin kom í gildi kærir For- eldrafelagið Tórshavnar bý- ráð til kommunala eftirlitið. Kæran, sum varð send kommunala eftirlitinum mánadagin, er soljóðandi: „Felagið fyri foreldrum at småbørnum í Havn (For- eldrafelagið) klagar Tórs- havnar kommunu fyri at gjalda út sosiala veitingar uttan at hava heimild í lóg. Klagan er grundað á, at Térshavnar kommuna í figgjarårinum 1998 er farin undir at gjalda kontant- studul til børn millum 6 og 12 månadir, sum ikki fåa kommunalt ansingarpåss. Foreldrafelagið hevur ferð aftaná ferð heitt á kommununa um at steðga útgjaldinum av kontant- stuðli og heldur brúka pen- ingin til tiltøk, ið kunnu koma børnum í kommununi til góðar í fleiri ár framyvir. Familjur, ið fáa kontant- gjald, men sum ikki hava ráð til at mamman/pápin eru úr arbeiði, kunnu brúka peningin til svarta dagrøkt ella svarta barnagentu Tað vil siga, at Tórshavn- ar kommuna brúkar pening til at stuðla svørtum arbeiði, meðan bíðilistin til ansing- arpláss í kommununi alsamt veksur“. Kæran er undirskrivað av formanni felagsins, Elini Olsen. Hvor skal gjalda fyri børnini - Foreldrini at teimum trimum havnarbørnunum, sum ganga í skúla á Velbastað vilja hava Tórshavnar kommunu at rinda fyri skúlagongdina. Støda verður tikin til hetta á býráðsfundi í Havn í kvold. Foreldrini at teimum 22 børnunum í vesturbýnum í Havn, sum ikki fingu børn síni inn á Venjingarskúlan í fyrsta flokk, stríddust alt summar at fáa býráðið at broyta avgerðina og kærdu málið til Landsstýrið. Tey fingu ikki viðhald. Flestu børnini fóru tí í kommunuskúlan, trý fóru til Velbastaðar, og nú skal avgerð takast um, hvør skal rinda fyri tað. TUR KJØLBRO f kvøld skulu byrådslimirnir i Havn taka stødu til um kommunan skal åtaka sær at rinda kommunala út- reidslupartin f sambandi við, at try børn úr Havn eru farin f skåla å Velbastad. Hetta er íkomið, tí hesi trý børnini ikki sluppu sum annars væntað í fyrsta flokk á Venjingarskúlan. Ístaðin fyri at lata børnini fara í kommunuskúlan valdu for- eldrini at koyra børnini til Velbastaðar í skúla. Málið hevur verið fyri í skúlaráðnum fyri tveimum mánaðum síðani og ein meiriluti í ráðnum mælir frá, at kommunan rindar út- reiðslupartin, tí pláss er á skúlunum í kommununi. Ein minniluti í ráðnum mælir til, at kommunan rindar helvtina av útreiðslu- partinum. Í hesum skúla- árinum eru tríggir 1. flokkar í Kommunuskúlanum við 13, 15 og 16 næmingum í hvørjum flokki - og í Eyst- urskúlanum eru tríggir 1. flokkar við 18, 19 og 19 næmingum í hverjum flokki. Ein meirluti í mentamåla- nevndini tekur undir við meirlutatilráðingini hjá skúlaráðnum. Ein minniluti Klæmint Olsen vísir til skúlasamstarvið, ið longu er millum kommunurnar. Hann mælir til, at næmingar úr Tórshavnar kommunu, sum ganga í Velbastaðar skúla verða mótroknaðir í teimum næmingum úr Kirkjubøar Sóknar komm- unu, sum ganga i skúla í Havn, soleiðis at foreldrini sleppa frá at gjalda. Málið verður avgreitt á býráðsfundi í kvøld. ALT Á EINUM STAÐ CR > Tel 319767 Ut år håsinum: Hvønn dag frå kl. 17 - 22.30 I matstovuni: Sunnudag til friggjadag frå kl. 17 - 22.30 BONDASTEIK + qað gu Steikt í kryddblandi og við kryddsmeri ENSKUR BÚFFUR v/ brúnari sós og leyki FRANSKUR BÚFFUR v/ persillusmeri T-BONE STEAK v/ kryddsmeri RIO BRAVO STEAK v/ ananas og paprikasmeri Allir kjøtverdir verða borðreiddir við grønmeti og bakaðum epli rr NYTT Rio Bravo matstovan hevur nú opið hvort friggjakvøld til kl. 02.00 og hvort leygarkvøld til kl. 03.00. Nógvir spennandi rættir at fáa. FONS hvort friggjakvøld frá kl. 19.00-24.00 Hvussu kanst tú lata vera ? Fondue: Et alt tað, tú orkar, * fyri einans 70,- kr. Atgongumerki til Casablanca íroknað. Vinarliga bílegg borð áðrenn á tel 31 97 67. Á „Nú Fríggjakvold ókeypis atgongd Diskoteque hvort friggjakvøld og leygarkvøld til kl. 03.45. (Dyrnar lata aftur kl. 02.30) Slepp undan bidirødini! Nú kunnu gestir vid stamkorti sleppa inn við Sverrisgøtu ALT Á EINUM STAÐ Tel 31 97 67