hósdagur 26. november 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 225 — 26. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið SSR) 13
Borðtennis: Útlit eru fyri eini
spennandi kapping hjá bæði monnum
og kvinnum
EMiL L. JACOBSEN
Seinasta vikuskiftið vóru
fyrstu borðtenniskappingar-
nar í vetur spældar í bad-
mintonhøllini í Havn. Spælt
varð bæði í yngru deildun-
um og hjá teimum eldru.
Leygardagin vóru tað tey
yngru, sum vóru í dysti. Hjá
pinkunum sær Streymur A
út til at hava eitt sterkt lið.
Mildrið Djurhuus og Marj-
un Thomsen eru ósigraðar,
og pinkurnar hjá Streymi Á
taptu bert ein einstaklinga-
dyst, so tær verða ivaleyst
tungar at syfta f år.
I piltadeildini hevur T OR
a lagt seg á odda. Hóast teir
bert vóru tveir á liðnum, so
megnaðu teir at taka 1.
plássið eftir fyrsta umfar.
Teir á liðnum hjá TOR a
vóru Sigurð Carlsson og
Ragnar Egilsson.
Eitt av teimum lutfalsliga
nýggju feløgunum í før-
oysku borðtenniskappingini
er OylF úr Oyndarfirði, og
hetta felagið hevur lagt seg
á odda í deildini hjá smá-
gentum. Tað sær út til, at
miðvísa arbeiðið í Oynd-
arfirði seinastu 6-8 árini nú
fer at bera frukt. Vár Gaard
úr OylF vann allar sínar
dystir leygardagin og eigur
sostatt sín stóra lut í odda-
støduni hjá OylF eftir fyrsta
umfar.
Eins og hjá piltunum er
TOR a komið væl frá byrjan
í smádreingjadeildini. Her
må TOR a eisini vera greið-
ur FM-favorittur. Teir
vunnu allar liðdystirnar og
allar einstaklingadystirnar í
liðdystunum. Ein frágreið
ing kann kortini vera, at
smádreingirnir hjá TBF av
Tvøroyri ikki møttu, so
spennandi verður at síggja,
hvussu leikur fer, tá hesi
bæði liðini metast í ðrum
umfari.
TOR a er eisini klárt á
odda í kappingini hjá
dreingjum. Heili tveir leik-
arar eru Ósigraðir eftir fyrsta
umfar. Teir eru Dann Thor-
leifsson og Christian.
Tey vaksnu
Sunnudagin var tað so tørn-
ið hjá teimum vaksnu. Í
kvinnubólkinum vóru seks
lið við og gav tað tilsamans
15 liðdystir. Oddaliðini
bæði TBF og Streymur
spældu ein sera javnan dyst,
sum TBF vann 3-2. Elin-
borg Nygaard vann allar
sínar dystir í fyrsta umfari.
Í meistaradeildini hjá
monnunum vóru fýra lið
við. TOR a við Birgiri
Carlsson og Eyðuni Luid á
liðnum løgdu seg á odda.
Petur Niclasen á liðnum
hjá TOR c var einasti leik-
ari, sum kom ósigraður
gjøgnum fyrsta umfar av
kappingini. Flestu dystirnir
vóru javnir, og liðini tóktust
eisini at vera sera jóvn, so
útlit eru fyri eini spennandi
kapping í meistaradeildini í
ár.
FM-liðkappingarnar í borðtennis byrjaðu seinasta
vikuskiftið. Á myndini høgrumegin er tað Leo
Poulsen, sum roynir seg
Myndir: Álvur Haraldsen
Borðtennisárið byrjað
ROYA TERMOVIRKI
Birgir Carlsson (myndin) og Eyðun Luid, sum tilsamans eita TÓR a, hava lagt seg á odda í meistaradeildini
hjá monnum. Útlit eru fyri eini spennandi kapping í ár Mynd: Álvur Haraldsen
A TERMOVIRKI
2. Streymur A
3. Streymur B
din
i TR
2. TÓR
3. TÓR
4. TÓR
3. TÓR b
OD
a
Cc
b .
d/NÍF