hósdagur 26. november 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið SOS
)
Nr. 225 — 26. NOVEMBER 1998
Fyrsta sýning leygarkvøldid:
Seiggj og
tár í Atlantis
- Nú er aftur sjónleikur á skránni í Atlantis. Leygarkvøldid verður fyrsta syn-
ing av íslendska leikinum Seiggj og tár, sum Ólafur Haukur Símunarson hev-
ur skrivað. Saga Jónsdóttir úr Íslandi hevur leikstjórnað
TURIÐ KJØLBRO
Leygarkveldið verður fyrsta
sýning av sjónleikinum
Seiggj og tár í mentunarhús-
inum Atlantis í Klaksvík
Fyrsta sýningin er fyri inn-
bodnum og sunnudagin
byrja sýningarnar fyri al-
menninginum. Leikurin er
íslendskur, skrivaður í 1995
eftir Ólaf Haukur Símunar-
son. Turið Sigurðardóttir
hevur týtt til føroyskt
Íslendski leikstjórin Saga
Jónsdóttir hevur leikstjórn-
að. Hon hevur áður sett leik-
in upp í Íslandi. Hann gekk
fyri fullum húsum á Tjóð-
leikhúsinum í Reykjavík og
varð spældur 167 ferðir
Eisini áhugaleikarar í Hús-
avík, sum er lítil bygd, hava
spælt leikin og eisini har
gekk hann væl
Talan er um ein stóran
leik, har hendingarnar fara
fram fyrst í sekstigrunum
Ikk: færri enn 17 leikarar
eru å palli umframt ein ør-
grynna av tónleiki, tónleiki
frá tí kanska mest spennandi
tíðarskeiðinum hesa øldina
Leikurin fevnur víða, og
er á mangan hátt ein speg-
ilsmynd av gerandisdegn-
um og mongu av livsins
ymisku vidurskiftum. Her
er sorg, skemt, gledi og ålv-
ara, alt saman á ein hátt, ið
ger leikin „fólkaligan“ og
viðkomandi.
Royndur leikstjóri
Saga Jónsdóttir byrjaði sítt
leiklistayrki á Akureyri. Har
var hon sjónleikari í nøkur
ár, til hon flutti til Reykja-
víkar fyri 20 árum síðani.
Hon byrjaði beinanvegin at
starvast í Tjóðleikhúsinum
sum sjónleikari og hjálpar-
leikstjóri - stovnaði síðan,
saman við øðrum, yrkisleik-
bólk, sum virkaði í 6 ár
Tá ið leikfelag Reykja-
víkar flutti í tað nýggja
glæsiliga Borgarleikhúsið,
fór Saga hagar sum markn-
aðar - og selustjóri, og var
har í sjey ár. Hon spældi
eisini nakrar leiklutir um
somu tíð
Saga hevur spælt í 50-60
leikum, leikstjórnað fleiri
leikrit, sett upp „Music-
show“, leikt í sjónvarpi, út-
varpi og filmum - seinast í
„Dansinum“ har partar vóru
tiknir upp í Føroyum í fjør.
Tann filmurin byggir sum
kunnugt å stuttsøguna eftir
William Heinesen Her skal
danses
Edvard ei pallin
Edward Fuglø, sum er fødd-
ur og uppvaksin í Klaksvík,
hevur gjørt pallmyndina.
Hann hevur fingið útbúgv-
ing á Skolen for Brugs-
kunst, og varð liðugur í
1991. Hann hevur teknað
myndir í fleiri bókum og
gjørt pallmyndir. I 1995
fekk hann Barnabókaheið-
ursløn Tórshavnar býráðs.
Hann hevur eisini havt
málningaframsýningar.
Átrokandi spurringar
Ólafur Haukur Símunarson
er eitt av fremstu leikskald-
unum í Íslandi. Seiggj og
tár, sum er tað 13. leikritið í
rødini, varð stórliga fagnað,
tá tað varð frumsýnt í Tjóð-
leikhúsinum í 1995. Onnur
av verkum hansara eru: Bíl-
averk-stæði Badda, Hafið,
Milli skinns og horunds,
Gauragangur. Øll hesi leik-
ritini hava tað til felags at
vera av best umtóktu skemt-
ileikum, men seta sam-
stundis átrokandi spurning-
ar til áskoðararnar, sum eru
komnir í tíggju túsundatali
at síggja avrikini.
Í hesum sambandi kann
vera vert at minnast til lívs-
vísdómin hjá Áka rakara:
„Ein av teimum undurfullu
gávunum, sum okkum eru
givnar og sum eru knýttar
at tí at vera menniskja, er
fyrigevingin. Eingin onnur
Myndir úr leikinum
lúrvera kennir hetta undur-
fulla fyribrigdið. Er tað ikki
eitt undur at eiga í huga sín-
um eitt smyrsl, sum megnar
at gróða sár hjá eini aðrari
sál?
Saga Jónsdóttir, leikstjóri