Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgtarblaðstjóri Marknaðarleiðari: Jan Møller Jonhard Hammer Blaðstjóri: Blaðfólk: Eiríkur ov Dagny Joensen, Figgjarleidari: Áki Bertholdsen, Skilagóð bretskt av- gerð um Pinochet Oddagrein DÓMARARNIR | bretska Yvirhúsinum, sum eru hægsti dømandi instansur i Bret- landi, gjørdu mikudagin av, at diplomatisk- ur immunitetur - órin - ikki fevnir um fyrr- verandi chilenska einaræðisharran, Au- gustino Pinochet. Herfyri setti ein bretskur undirrættur Pinochet í stovuvarðhald, tí ynski var frammi um at fáa hann útflýggj- aðan til Spania at verða settan fyri rættin fyri at hava framt brotsgerðir móti sponsk- um borgarum í Chile undir einaræðisstýri sínum. Hesa avgerð broytti Hægstirættur, sum metti, at diplomatiskt órin var gald- andi fyri Pinochet, tí hann framvegis er senatorur í Chile. NU hava so démarami: i Yvirhúsinum, sum stendur omanfyri Hægstarætti, broytt avgerðina hjá Hægstarætti. Tríggir av teimum fimm dómarunum komu til ta nið- urstoðu, at diplomatiskt Grin ikki galt fyri Pinochet, tí hesin er skuldsettur fyri brots- gerðir av ringasta slag. Tað er nú upp til bretska innanríkisráðharran, hvat víðari skal henda í málinum. Avgerðin í Yvir- húsinum er Bretlandi til miklan sóma. Vit minnast, .hvussu bretar við dirvi og áræði fóru í kriggj móti nazistunum. Tí fer eingin at gloyma Bretlandi fyri. Og nú hendir tað so aftur, at Bretland vísir dirvi og áræði, hesaferð til at fáa ein einaræðisráðharra og hópdrópsmann fyri rættin. Fyrr ella seinni mátti okkurt land taka slíka manni- liga avgerð sum hesa, ið nú er tíkin. Hetta er tað vit hava bíðað eftir. Nú heimurin gerst altsamt minni og vit alt meira gerast partur av einum heimssamfelag, tá ber ikki longur til hjá hópdrápsmonnum og einaræðisráðharrum at fjala seg aftanfyri eitt sokallað diplomatiskt órin og harvið sleppa undan rættarsókn. BRETSKA avgerðin er einki minni enn eitt vegamót í royndunum at fremja manna- rættindi kring allan heimin. Hetta er í tráð við slóbrótandi arbeiði hjá felagsskapum sum ST og Amnesty. Eftir hesa avgerð kunnu eingir einaræðisráðharrar kennar seg tryggar. Og soleiðis skal tað vera. Avgerðin er eitt týðandi stig á leiðini fram móti heimsrættarsamfelagnum. VIT, sum sita i Føroyum og fylgja hesi gongd, kunnu so fegnast um, at so frægar sjónvarpsrásir sum BBC síggjast í mong- um heimum.Henda óhefta miðlarás er við til at lata upp eygu og oyru okkara fyri tí Orættvisi, ið fer fram nógva staðni kring heimin. At formaður fólkafloksins og Margareth Thatcher ikki teljast millum tey, ið taka veruleikan í eitt nú BBC til eftir- tektar, er teirra skomm. Sosialurin Niclas Johannesen ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting og prent: Sp/ Sosialunn Bústaður: 26 Arg rgjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo Lesarabrgv Fullveldið — proklama- | tion ella veruleiki? Í samljóð við stevnu flok- sins, skjeyt Fólkaflokkurin upp undan løgtingsvalinum, at gjørdur varð nýggjur sátt- máli millum Føroyar og Danmark, ein sokallað sam- ríkjalóg. Floksins sjónarmið eru nærum óbroytt endurgiv- in á fyrstu síðu, pkt. 1,1 í samgonguskjalinum. Við atliti at hesum mál- setningi, so er Fólkaflokk- urin harumframt av teirri grundfatan, at vit ikki røkka tjóðskaparligum frælsi fyrr enn vit kunnu tryggja karm- arnar um fíggjarliga frælsið, tí sum kunnugt livir eingin av berari formalismu ella proklamatiónum. Við atliti at hesi sannroynd hevur flokk- urin áhaldandi øll nítigrini víst á tað neyðuga í, at før- oyski búskapurin verður lag- aður sum ein norðuratlant- iskur fiskivinnubúskapur, har kostnadarstødid er ein spegilsmynd av teimum framleidslumøguleikum, sum ein slíkur búskapur leggur lunnar undir. Tað er óneyðugt at minna á, hverja lagnu hesin boð- skapur hevur fingið millum hinar flokkarnar og í fjøl- miðlunum. Lenartillagingar Beinleiðis ríkisveitingin knappast skjótt um milli- ardina. Aðrar veitingar frá statskassanum tátta í fjórð- ings milliard. Samanumtik- ið er samlaða veitingin tí knappliga helvtina av fíggj- arløgtingslågini. Neyvan fara danir at nokta at skerja rikisveitingina. Spurningurin er heldur um rikisveitingin verður skorin yvir styttri ella longri áramál. Ofta hoyrast tey sjónar- mið, at danir, orsakað av millumtjóða sáttmálum, eru bundnir at veita landskass- anum ískoyti til førovska samfelagið er burðardygt Hesi sjónarmið halda ikki í veruleikanum, men for- treingja ta sannroynd, at megnar samgongan at full- føra sín fullveldissetning, so fer samfelagið ikki at vera skipað samsvarandi verandi inntøkumøguleikum lands- kassans Fer ríkisstuðulin at falla burtur, verður tí neyðugt við eini tillagingargongd, sum verður rættiliga víttfe . nandi, og sum eisini fer at seta nýggj merk fyri búskapar- liga rásarúmið í landinum. Fyrsta beinleiðis árinið verður lønartillagingar, sum verða orsakaðar av nýggju marknaðarligu fortreytun- um. Hesar tillagingar verða sjálvsagdar, skulu vit rokna við framleiðslugkingini, sum skal til, skal tað eydnast at varðveita livifétin í landi- num. Ein og hvgr avgerð hevur avleiðingar. Tað er ti sjålv- sagt, at politiski myndug- leikin i sínum boðskapi ger greitt, at verður fullveldið rokkið, so verður neyðugt at stríðast fyri at varðveita ver- andi lívskor. At boða annað má metast sum gykl. Formalia Millum manna hoyrist javn- an, at spurningurin um full- veldi er bert ein spurningur um formalia, ein avgreiðslu- spurningur. Í tí høpi fært tú rákan av, at fullveldisspurn- ingurin er ein trúðarspurn- ingur heldur enn nakað ann- að. i Somu sjónarmið eru mangan vavd saman við teirri fatan, at øll elendig- heitin fyrst í nitiårunum hevdi sin uppruna i land- sudri. Hetta er fortreingjan av veruleikanum. Tað er staðfest, at stjórnin og danska fíggjarveldið vill- leiddu landsstýrið í sam- bandi við partabrævabýtið, og danir hava eisini goldið fyri síni mistøk, men upp- runan til vanlukkuligu stóðu okkara í nítiárunum finna vit harafturímóti her á landi. Hóast tað, so er eingin ivi um, at samfelagið ikki fram- haldandi tolir at virka eftir heimastýrislógini, sum er ein karmur við vantandi sam- svari millum ábyrgd og myndugleika og ein skipan við ógreiðu um ábyrgdina í peninga- og búskaparligu viðurskiftunum millum rík- ispartarnar. Tað er eisini und- ir heimastýrislógini, at sam- felagið fór av knóranum. Tað er tó neyvan rætt ein- vegis at geva heimastýris- lógini alla ábyrgdina av pol- itisku og peningaligu dispos- itiénunum í åttatiårunum, tá menn í politiskum skilaleys- um offarakæti forkomu før- oyska buskapinum. Sum kunnugt er eingin lóg betri enn tey fólk, sum umsita hana, heldur ikki heimastýr- islógin ella onnur lóg, sum framyvir skal regulera við- urskiftini Føroyar og Dan- markar imillum Varda tilveran So hvørt sum samfelagið fer at standa å egnum beinum er neyðugt, at vinnulívið burturav verður rikið eftir handilsligum meginreg. m. Hetta hevur við sær, at farið verður burtur frá tí hugburði, at samfelagið kann rekast eftir gðrum enn búskapar- ligum fortreytum. Serstakliga verður neyð- ugt at tátta í almenna sek- torin, sum í dag livir eina varda tilveru, goldin av donsku ríkisveitingini. Árinið frá almenna sek- torinum á lønarlagid og har- við kostnadarstødid er sera umfatandi. Verður ríkisstuð- ulin skorin niður ella fellur burtur, rakar skurðurin tí fyrst hitt almenna. Eisini hevur ríkisstuðulin verið or- søk til ávirkan á privatu tæn- astuvinnuna, sum hevur lag- að seg til ríkisstuðulin, og tí helst er stórri enn okkara eg- inframleiðsla loyvir. Nýggju fortreytirnar fara tí at kreyja, at politiski myndugleikin megnar at halda fast við ein búskapar- og vinnulívspolitikk, har málið er skattalættar og løn- artillagingar soleiðis, at framleiðslan kann vaksa og soleiðis kompensera fyri nið- urskurðinum í almenna sekt- orinum og samstundis tryggja, at privata tænastu- vinnan ikki fer fyri bakka. Hvussu tillagingartíðin er far hepnast, er ilt at spáa um Tó er givið, at náa vit ikki fullveldinum, verður neyð- ugt at stríðast fyri at halda uppi lívskorini. Tá samlaði ríkisstuðulin er burtur, er burturvið at halda, at danska vælferdarskipanin í Føroy- um kann halda fram óbroytt. Harafturímóti verður lendski búskapurin fyrimyndin, við lægri skatti, reguleraðum lønarlagi, minni almennum sektori ella saman lagt — læg- ri kostnadarstødi. Folkaviljin Hóast politiski myndugleik- in í fyrstu atløgu skal taka stóðu til broytingar millum ríkispartarnar, so liggur sein- asta orðið um politisku kós- ina hjá fólkinum. Tað er tí sera umráðandi, at politiski myndugleikin fær til vega allar upplýsingar, sum kunnu vera sakligt stødi undir avgerðunum um broytt ríkisrættarlig viðurskifti. Landsstýrið hevur fyri- I Tað er lættari at sløkkja eina kontakt enn ein eld! Hugsa teg um. Tað skaðar ikki. TRYGGINGARFELAGIÐ FØRSYAR Bjarni Djurholm, løgtingsmadur reikað verkætlanarskipan, har målid er at seta nevndir at kanna og lysa rikisrættar- og búskaparligu vidurskift- ini, gerast Føroyar fullveldi. Broytingar eru alneyðug- ar. Tað er tó umráðandi, at landsstýrið í sínum kanning- arsetningi ikki velur leiðina, har málið er alt ella einki, men harafturímóti ger út- greiningar á breiðum stødi. Fortreytin fyri tjóðskapar- ligum frælsi, er búskaparligt frælsi. Hesa fortreyt eigur landsstýrið at leggja sær í geyma. Er málið hinvegin verandi samfelagsbygnaður, goldin av dónum, so verður fullveldisætlanin ikki annað enn eitt tjóðskaparligt eks- periment uttan innihald — ein proklamatión uttan veru- leika. Tað verður 6sømiligt. Bjarni Djurholm