fríggjadagur 27. november 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 226 — 27. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S082lurn
Farnir undir Torsvøll
Nýggja Tórsvallarætlanin góðkend av UEFA
EIRIKUR LINDENSKOV
Menn eru nú farnir undir
arbeiðið at gera Tórsvgll í
Havn. Í gjár vóru fólk frá
Verkfrødingastovuni og
máldu av á gkinum, og
verður fyrsta dagin farið
undir at spreingja 2000 kub-
ikmetrar av gróti burtur av
økinum eystan fyri tað økid,
sum higartil er planerað.
Hetta arbeiðið fer at
ganga út yvir gamla Hoyd-
alsvegin, sum gongur fram
við Gundadalshøllini niðan
við svimjihøllini til Ring-
vegin. Hetta var gamla far-
leiðin niðan til Hoydalar,
men ætlanin hevur alla tíð-
ina verið, at hesin vegur
skal burtur.
Tó so. Ætlanin er ikki at
forða fólki at ganga har.
Leivur Hansen, borgarstjóri
sigur, at gjørð verður ein
breyt, har fólk kunnu ganga
- eisini við vognum, og tað
skal eisini bera til at súkkla.
Á býráðsfundi í gjár-
kvgldið skuldi uppskot
samtykkjast um at seta
Tórsvallargrunnin á stovn
longu 1. desember - í staðin
fyri sum ætlað 1. jannuar.
— Hetta vísir seg at vera
neyðugt, um teir skulu
kunna fara í hólt við arbeið-
ið, sigur Leivur Hansen.
Hann sigur, at býráðið
hevur samtykt at seta
500.000 krónurin í grunnin
sum stovnsfæ, og at hetta
er tað, sum tað kostar at
gera gkið klárt.
Annars hevur nýggja
Tórsvallarætlanin tann
sum bara kostar 10 milli-
ónir krónur - verið til við-
gerðar á fundi hjá UEFA í
síðstu viku. Børge Hansen
og Poul Michelsen umboð-
aðu Føroyar á hesum fundi,
og har varð givið grønt ljós
fyri ætlanini.
— Verður tað so klárt at
spæla á vøllinum í summar?
— Tað veldst alt um várið
í Danmark - ella í Noreg,
hvaðani flagið so kemur,
sigur Leivur Hansen.
Hann sigur, at í øllum før-
um verður klárt at spæla á
vellinum á Olavsøku.
Uppi við ovara vøll í
Gundadali eru teir eisin
farnir at planera gkið mill-
um B36 og HB-húsini.
Leivur Hansen sigur, at her
er ætlanin at planera gkið,
sum er heldur óstortligt.
— Eingin avgerð er tíkin
um hatta gkið enn, men eg
rokni vid, at um nøkur fá år
fer UEFA at góðtaka gras-
líki at spæla aljóða dystir á,
og tá verður ovari vøllur
aftur karmur um altjóða fót-
bólt i Føroyum. - Og tå
verður brúk fyri fleiri á-
skoðaraplássum, heldur
Leivur Hansen.
Í morgin verður jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað. Sunnudagin verður træið á
Argjum tendrað og næsta vikuskifti verða hini jålatrøini í kommununi tendrað
Jolatrøini verða tendrað
Í morgin klokkan 16 verður
jólatræið á Vaglinum í Havn
tendrað. Tað verður havnar
Hornorkestur, sum fer at
spæla, og Bjarni Bæk,
próstur, fer at flyta fram
rýður.
Tað verður borgarstjórin
Leivur Hansen, sum fær ær-
una at tendrað træið - og øll
hini ljósini í midbynum. O-
váttað tíðindi vilja vera við,
at vit kunnu vænta okkurt
serligt »yvirralskilsi« við-
víkjandi tendringini, men
um so verður, gongur sjón
fyri søgn í morgin.
Umframt at tendra træið
fer Leivur Hansen eisini at
síga nøkur orð.
Á Argjum verður træið
tendrað sunnudagin, og tann
heiðurin fær varamaður
Leivs, Jan Christiansen,
varaborgarstjóri. Hetta
verður klokkan 16, og á
Argjum fer GHM at spæla
og umframt Jan Christian-
sen, fer argjamaðurin Berg-
ur Debes Joensen, prestur
at tala
Jólatrgini á Hvítanesi, í
Kaldbak og Nóorðadali
verða tendrað næsta viku-
skifti.
Martin Kúrberg og B71
hava longt samstarvið
El HENTZE
B71 hevur gjørt avtalu vid
Martin Kúrberg, ið heldur
fram sum ungdómsvenjari
hjá B71. Báðir partar eru
vælnggdir við samstarvið.
Seinastu tvey árini hev-
ur Martin Kúrbérg arbeitt
sum ungdómsvenjari í
Sandoynni. Fótbóltsfel-
agið ásannaði, at brúk var
fyri einum løntum venjara,
ið hevði tíð og umstødur
at fáa lagt lunnar undir
eina betri virkandi ung-
dómsdeild.
Arbeiðið Martin hevur
lagt fyri dagin hevur verið
mennandi fyri ungdóms-
fótbóltin í Sandoynni, og
tí ivadust vit ikki í, at
løngja avtaluna at galda
eisini fyri kappingarárið
1999, sígur formaðurin í
B71 Jóanes Johannesen.
Martin Kúrberg sigur, at
hann upprunaliga søkti
starvið, tí tað altíð hevur
havt hansara áhuga at ar-
beiða við ungum fólki. Og
at arbeiðið gevur honum
møguleikan at føra tankar
út í lívið.
Hann sigur seg trívast 6-
metaliga væl í Sandoynni.
Fólkini eru fitt og fyri-
komandi. Og tað er týðu-
ligt at merkja, at foreldrini
taka undir við arbeiðinum,
ið gjørt verður, sigur Mart-
in.
Undirhald:“
M Felags-
t sangur
m Robert
Mcbirnie
og Sverri
Egholm
« undirhalda '
BW Regin
| Jacobsen
spælir
harmoniku
Tlf. 317500
$
Framtíðin sær ljós út,
heldur hann. Men felagið
má finna fram til, hvussu
tað kann varðveita ung-
dómin í felagnum. Tað er
í veruleikanum tann stóri
spurningurin, er Martin
ikki eina løtu í iva um
Næsta kappingarár
verður eins og undanfarin
ár spennandi og ríkt. Vit
satsa ikki einsíðis upp á
úrslít, men vit renna held-
ur íkki undan teimum.
Sjálvsagt vilja vit vinna!
Høvudsendamålid er tó at
fáa skipað felagið, so at
tað virkar á einum sunnum
og góðum ítróttarligum
grundarlagi, sigur Martin
- Åspargessuppå við
asparges og heima-
bakaðum breyði
- Dunna v/ reyðkáli,
sviskum, súreplum,
brúnkaðum eplum, 9
hvítum eplum og
sós av soðnum 3
- Ris a la mande 3
- Kaffi
Eisini verður 9
.mandlugåva