fríggjadagur 27. november 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 226 — 27. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið SOS)
tað betri í landskappingini
eisini. Men tað var, sum um
allir spælararnir fóru niður
aftan á steypafinaluna.
Trupulleikin var eftir mín-
um tykki, at spælararnir
vóru nøgdir, tá teir høvdu
vunnið steypakappingina.
Teir høvdu ongantíð vunnið
nakað og hava hildið sum
so, at »H71 er eitt ungt fel-
ag. Nú hava vit vunnið eitt
steyp, og tað er nóg mikið<.
Hans heldur, at H71
kundi vunnið føroyameist-
araheitið í fjør.
— Vit kundu blivið før-
oyameistarar, um liðið
hevði vant sum tað skuldi
aftaná steypafinaluna. Van-
liga vóru eini 14 mans til
venjing, men til fyrstu venj-
ngina aftan á finaluna vóru
bert 9 spælarar, sum møttu
upp. Teir vóru mettir. Eg
sigi ikki, at vit høvdu blivið
føroyameistarar, høvdu vit
hildið fram sum áðrenn,
men vit høvdu í øllum før-
um endað hægri enn numm-
ar trý, sigur hann.
Hugburðurin
er skeivur
— Hvussu verður so í ár?
— Tað vísir seg, at vit hava
trupulleikar móti liðum,
sum liggja lægri enn vit á
stigatalvuni. Móti KÍF í
kveld vístu vit bara 40 pro-
sent av tí, vit vanliga kunnu
avrika. Hugburðurin hjá
mínum spælarum var skeiv-
ur frá byrjan. Teir hildu, at
tað bara var ein biltúrur til
Vestmanna eftir tveimum
stigum og so heim aftur.
Men tað er tað jú ikki.
— Men fingu tit ikki eina
ávaring í fyrra dystinum
móti KÍF, sum tit jú taptu?
— Eftir øllum at dóma
ikki, nei. Jú, sjálvandi fingu
vit eina ávaring, men vit
lurtaðu ikki. Nú tosi eg ikki
um einstakar spælarar, mén
um hugburðin hjá gllum
liðnum. Vit gera býttar feil-
ir, sum ikki hoyra heima hjá
sjálvt einum 2. deildarliði,
vísir Hans á.
— Vit konsentrera okkum
ikki nóg nógv. Tað er líka-
mikið hvørjum tå spælir
ímóti: Um allir spælararnir
ikki eru 100 prosent við í
dystinum, so ert tú í stórum
vanda fyri at tapa. Tak til
dømis dystin móti Tjaldrin-
um. Vit skuldu eitast at vera
oddalið, og teir høvdu ong-
antíð vant, men har var
eingin munur fyrr enn móti
endanum.
H71 verður
føroyameistari
— Verdur H71 føroyameist-
ari i år?
Her hugsar Hans eina
løtu, áðrenn hann svarar:
— Eg hevði sagt ja. Eg
haldi, vit hava tað besta lið-
ið í landinum.
Tá vit so spyrja hann,
hvat styrkin við H71-liðn-
um í dag er, svarar hann:
— Styrkin hjá okkum er,
at vit hava spælarar á øllum
plássum, sum kunnu skora
mál — og ikki bert teir fyrstu
seks, sum byrja inni, men
eini tríggir-fýra á bonkin-
um, sum allir kundu komið
á so at siga øll hini liðini í
landinum. Vit hava tveir
sera góðar málmenn, og eft-
ir mínum tykki hava vit eis-
ini bestu verju í landinum —
í øllum fórum tað hægstu.
— Hevur H71 nakrar veik-
leikar?
— Ja, og tann størsti veik-
leikin eru vit sjálvir. Vit
mugu virða øll m6tstødu-
liðini. Sum venjari havi eg
tað ikki soleiðis, at um vit
skulu spæla móti eitt nú
VIF, hyggja vit eftir video-
upptøkum við teimum
0.s.fr. Tað sum hevur størst-
an týdning er, hvat vit sjálv-
ir kunnu megna og gera.
Um vit gera okkara, er tað
líkamikið hvgrjum liði vit
spæla ímóti. Sjálvandi vita
vit, hvgrjum vit skulu ansa
eftir á hinum liðnum o.s.fr.,
men um vit gera okkara ar-
beiði og leggja alla orku í
tað, eri eg ikki bangin fyri
nøkrum gðrum líði í kapp-
ingini, sigur Hans Guð-
mundsson.
Mást hava bæði
hevdið og hjartað við
— Kanska eru ambitiónirnar
millum H71-spælararnar ov
litlar. Tá eg t.d. spældi í FH,
og vit spældu móti onkrum
lægri liði, var málið hjá
okkum altíð at vinna við 10
málum. Tá so tað vóru 10
mál á muni, vildu vit so
gjarna vinna við 11 málum
o.s.fr. Eg havi roynt at
prenta henda hugburðin inn
í mínar spælarar, men tað
riggar ikki heilt, sigur H71-
venjarin.
— Vit hava nú mist trý stig
móti KÍF, sum er eitt lið,
vit á pappírinum eiga at
vinna. Mær hevði dámt
betur, um vit høvdu 14 stig
í staðin fyri 11. So høvdu
vit ligið nógv betri fyri, men
nú er eingin munur í kapp-
ingini, sigur hann.
H71 ikki so nógv
harðari enn onnur lið
Nógv meta H71 sum eitt lið,
ið spælir sera hart og enntá
berjir seg til sigurs. Móti
Kyndli herfyri fingu ikki
færri enn tríggir H71-spæl-
arar reytt kort (m.a. Hans
Guðmundsson sjálvur), og
tilsamans fekk liðið tiggju
útvísingar.
— Spælir H71 so harðari
enn onnur lið?
— Eg eri ikki samdur við
tí sjónarmiðnum. Eg haldi,
at >trupulleikin< hjá okkum
er, at vit eru stórri og hægri
enn tey flestu av hinum lið-
unum. Tað sær verri út, tá
ein stórur spælari kemur út
ímóti einum minni spælara,
heldur Hans Guðmundsson.
— Men hinvegin gera
spælararnir feilir, sum ikki
hoyra heima á einum 1.
deildarliði. Eg havi roynt at
lært teir, at um tú fert út
ímóti einum spælara, og
hann sleppur ígjógnum, so
lat hann fara. Kanska skorar
hann, kanska skorar hann
ikki, men um tú tekur hann
tá, fáa teir brotskast, og tú
fært tveir minuttir út, og tað
er ov dýrt. Lat hann fara og
ikki taka judotak á hann,
men hav álit á málmannin
hjá tær
Hans Guðmundsson kall-
Umframt at vera spælandi venjari hjá H71 er Hans
Guðmundsson eisini dagligur leiðari á Café Natúr,
sum man vera eitt tað mest vitjaða staðið í Havnini
ar hetta >klossutar< feilir,
men hann heldur eisini, at í
dystinum móti Kyndli fekk
H71 óneyðuga nógvar út-
vísingar móti endanum, og
at ein stórur partur av tí var
sjónleikur.
— Vit eru stórir, og tað ger
tað lættari hjá m6tstødu-
monnunum at filma, so tað
sær verri út. Jacob Jónsson
(spælandi venjari hjá Kynd-
li, blåm. ) fekk eitt gult kort
fyri at filma móti okkum,
og tað kortið var tiltrongt.
Mínir fyrstu tveir minuttir
komu eisini eftir sjónleik frá
Jacob — har hendi einki.
Men hondbóltur er ein
>kontaktsportur<, og tá
spælarar tveita seg niður
hvgrjaferð, er tað torført hjá
dómarunum at skyna mill-
um veruleika og sjónleik.
Vil hava hinar at
avgera dystirnar
Hans Guðmundsson sær
eina framgongd í føroysk-
um hondbólti, og hann held-
ur tað eisini vera sera pos-
itivt, at útlendskir spælarar
eisini eru komnir upp í
kappingina seinastu árini.
Summi bera ótta fyri, at
tá tað koma ov nógvir út-
lendingar á liðini, detta før-
oysku spælararnir burtur-
ímillum, men hetta hevur
H71-venjarin sína egnu
hugsan um.
— Eg ætlaði mær ikki at
spæla við frá byrjan av, men
så meg noyddan til tað. Men
filosofiin hjá mær er fram-
vegis, at eg vil hava teir at
avgera dystirnar. Tak nú til
dømis dystin móti KIF, har
eg varð mansvardur ein
stóran part av dystinum. Tað
er nógv lættari at skora, tá
tað eru fimm móti fimm,
enn tá tað eru seks móti
seks, og sjálvur hevði eg
sera fegin viljað verið ein
av teimum fimm, heldur
enn at eg var tann sum bleiv
mansvardur, sigur Hans
Guðmundsson.
— Men um spælarar ikki
fáa tað ábyrgd at skula av-
gera dystir sjálvir, verður
tað truplari hjá teimum at
mennast, og tí verði eg held-
ur ikki serliga glaður, tá eg
skjóti 17 mál, men liðið
kortini tapir (í fyrsta dyst-
inum móti Kyndli, sum H71
tapti 23-24), sigur hann.
- Men hóast eg varð
mansvardur móti KIF, og
tað er lættari at spæla fimm
móti fimm, so fóru mínir
spælarar hvgrja ferð skeiv-
an veg og hjálptu í roynd
og veru verjuni — í staðin
fyri at vongirnir hildu seg
úti á vongplássunum, so tað
várð meira pláss til at finta
millum verjuspælararnar.
Men har var trupulleikin
sum nevnt, at vit høvdu
vunnið dystin, áðrenn hann
varð spældur...
Sonurin eisini
á liðnum
Hans Guðmundsson er ikki
einasti íslendingur í H71.
Móti endanum av grund-
spælinum seinasta kapping-
arár kom sonurin Finnur
eisini úr FH til hoyvíkingar,
og tað skerst ikki burtur, at
hann hevur arvað nógv av
hondb6éltsevnunum hjå
pápa sínum.
- Eg eri ótrúliga glaður
fyri at hava Finn við mær í
H71. Upprunaliga spurdi eg
hann beinanvegin, tá eg
kom til H71, um hann ikki
hevdi hug at koma við mær.
Men hann vildi heldur vera
í FH í í gllum fórum eitt år
afturat. Men á jólum ringdi
hann so til mín og segði, at
hann hevði hug at koma
kortini, og tað eri eg fegin
um, sigur Hans.
— Men er fóroyska kapp-
ingin rætta staðið hjá einum
evnarikum 19 ára gomlum
hondbóltsspælara, sum iva-
leyst stílar hægri?
— Eg dugi ikki at síggja,
hví hann ikki skal kunna
menna seg í Føroyum.
Hann er bert 19 ára gamal,
og hann má framvegis venja
nógv, áðrenn hann kann fáa
kjans á einum íslendskum
1. deildarliði — og tað rokni
eg við hann kann fáa um
eini tvey ár, sigur Hans
Guðmundsson um Finn
Hansson.
— Hvussu er tað at spæla
á sama liði sum sonurin hjá
sær?
— Eg eri sera glaður fyri
at spæla saman við honum.
Tað havi eg ongantíð gjørt
fyrr.
— Hvat heldur hann?
— Tað veit eg í roynd og
veru ikki, tí eg havi ongan-
tíð spurt hann... Men hon-
Hans Guðmundsson
37 ár úr Íslandi
40 A-landsdystir fyri Ísland í tíðarskeiðnum 1982-86
(ein móti Føroyum).
Var síðani ikki tøkur til landsli0i0, tí hann búði í
Spania, og ferðin heim til Íslands at spæla landsdyst
tók 6 tímar hvønn vegin.
28 Europa Cup-dystir
800-900 landskappingardystir |
Síðani september 1997 spælandi venjari hjá H71
Uppvaksin í felagnum FH av Hafnarfirði. Sonurin
Finnur Hansson fekk navnið Finnur, so forbókstavirnir
hjá honum eru... FH. Tað var við vilja...
Í miðal besti íslendski málskjútti nakrantíð í Europa
Cup
Í miðal næstbesti málskjútti nakrantíð í søguni hjá
íslendsku landskappingini (tann besti er Valdemar
Grímsson, sum framvegis spælir)
I miðal fjórðbesti málskjútti nakrantíð á íslendska A-
landsliðnum.
Yrkisleikari í Marlboro Canteras (1985), Maritim
(1985-86) og Puerto Cruz (1989-90) í sponsku kapp-
ingini
um dámar eisini væl her í
Føroyum. Og hevði hann
ikki verið her, hevði eg helst
farið úr H71 í fjør, men
hann lokkaði meg at taka
eitt ár afturat, avdúkar
Hans, og tað skilst, at hann
er fegin um at hava onkran
úr familjuni saman við sær.
— Síðani seinastu jól havi
eg bert verið tvær vikur
heima í Íslandi. Eg eigi tveir
synir, sum eru ávikavist 6
og 7 ára gamlir, og eg heyði
fegin viljað verið meira
saman við teimum, so eg
ikki blívi heilt fremmandur
fyri teimum. Men á jólum
fara eg og Finnur heim til
Hafnarfirðar. Eg havi altíð
verið heima á jólum, eisini
tá eg spældi í Spania.
Havi tað sum
eri eg 18 ár
— Verður árið í ár títt sein-
asta við H71?
— Tað kann eg sjálvandi
ikki siga við vissu, sum nú
er. Eg kann ongantíð siga
nakað um næsta ár — ein
telefon, sum ringir, kann
broyta alt.
— Bíðar tú eftir, at tele-
fonin skal ringja?
— Nei, tað geri eg ongan-
tíð.
— Um nú H71 ikki verður
føroyameistari í ár, tekur tú
so eitt ár afturat?
— Nei... nei, tað er ikki
tað, tað ræður um. Tað
broytist ikki so nógv, um vit
vinna FM ella ikki. Tað
veldst um, hvat hendir, tá
kappingin er liðug. Eg kann
ikki siga nú í november,
hvat fer at henda í april. Eg
kenni meg væl fyri, hóast
eg eri 37 ár. Eg havi verið
so heppin, at eg ongantíð
havi verið álvarsliga skadd-
ur, men eg má venja meira
nú enn fyrr. Men eg havi
tað framvegis, sum um eg
eri 18 ára gamal, sigur Hans
Guðmundsson at enda.
Vit báðir myndamaðurin
takka fyri prátið. Klokkan
er farin av midnátt, og teir
seinastu gestirnir eru farnir
av caféini. Vit hålvgum um-
bera okkum, at tad bleiv so
seint, og at tad ivaleyst er
langt aftan å songartid hjå
einum nærlagdum ítróttar-
manni. Men eisini her verða
vit tiknir á bóli:
— Fyri mær er klokkan
ikki meir enn átta. Mín ar-
beiðsdagur er bert um at
vera liðugur nú, svarar café-
leiðarin og kondbóltsvenj-
arin, áðrenn hann vísir okk-
um veg út gjøgnum kjall-
arahurðina.