Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SOSU Nr. 226 — 27. NOVEMBER 1998 Okkara størsti veikleiki eru it sjalvir Spælandi venjarin hjá H71, Hans Guðmundsson, hevur seinastu tvey árini sett sín heilt serstaka dám á føroysku hondbóltskappingina. Íslendingurin, sum hevur livað eina tilveru sum yrkisleikari í Spaniu, heldur H71 hava góðar møguleikar fyri at vinna fóroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í si Á mæ ID ssp | g í Íslandi, hevur spælt 40 Á -landsdystir fyri Ísland og eigur fleiri met, bæði í g íslendskum il og Neistin úr Havn VIF úr Vestmanna og StIF Strondum Felagið er ung sum navnið sigur stovnað í 1971 — og fram til seinasta kappingarår hevði felagið ongantíð vunnið nakað í føroyskum hond- bólti Men hetta broyttist í kappingini 1997/98, tá hoy- víksliðið vann steypakapp- ingina og eisini lá væl fyri í landskappingini, har teir endaðu á einum triðja plássi Høvudsorsøkin til hesa framgongdina man vera júst Hans Guðmundsson, sum hevur lyft H7I-liðið upp á sama stødi sum eitthvert annað lið í deildini. Besta dømid um hetta er sum nevnt steypasigurin í fjør, og í landskappingini higartil í ár hevur H71 vunnið bæði á Kyndli og VIF. Men hvor er Hans Guð- mundsson so? Vit hittu hann á loftinum í Café Natúr mikukveldið. Stutt framm- anundan hevði H71 verið heppið at fáa javnleik móti KIF, sum liggur í nidara enda á stigatalvuni, og Hans hevði sjálvur tryggjað teim- um javnleikum við einum sjáldsomum máli í seinastu sekundunum av dystinum Vit bóðu Hans greiða frá síni tíð sum hondbóltsspæl- ari. — Eg havi spælt hondbólt síðani eg var 9 ára gamal og øll ungdómsárini spældi eg við FH, sum er liðið av Hafnarfirði, haðani eg eri ættaður. I 1985 fór eg so til Spania, har eg fyrst spældi stuttu søgu felagsins við einum liði, ið æt Marl boro Canteras, men skjótt skifti eg til eitt annað felag, sum æt Maritim. Síðani var eg aftur i Islandi i try år áðrenn eg fór aftur til Mar- itim, sum nå æt Puerto Cruz, greidir Hans Gud- mundsson frå Tidina i Spania var Hans Gudmundsson fulltidar hondbóltsspælari, og hetta var ein spennandi tíð. Tá vit spyrja, um hetta var hædd ktið í hansara yrkis- leið sum hondbóltsspælari, svarar hann, at tað var tað upp á nógvar mátar Tá tú hugsar um hví stóðið, må eg siga ja. Fyrsta árið búði eg í eini góðari íbúð, har eg hevði atgongd til tríggjar svimjihyljar og fýra tennisvøllir. Men eg hevði kortini ikki hug at búgva har, so eg flutti í eimi stór hús í tímum hæddum, har eg enntá heyði mín egna gartnara. So á tann hátt má sigast, at tað er tað hægsta, eg havi rokkið, sigur H71- venjarin. — Tað var sum ein Holly- wood-filmur. Felagið var ríkt, men tó ikki so ríkt sum eitt nú Barcelona, har allir spælararnir eru fulltíðar yrkisspælarar. Í Maritim vóru vit bert tveir-tríggir, sum fingu reiðan pening fyri at spæla, og tað var ikki í nær námind so nógv sum teir hjá Barcelona. Hans Guðmundsson fór fyrstu ferð til Spania í byrj- anini av august mánaði 1985 til felagið Canteras, sum helt til í Las Palmas, og sum spældi í bestu sponsku deildini. Tað gekk væl, og hann gjørdi vart við seg beinanvegin. Men venj- arin hevåi ein heldur løgnan hugsunnarhátt, og tað elvdi til, at hann skifti felag rætt- iliga skjótt. — Vit vandu hart at byrja við og fóru síðani á ferð runt um alt Spania, har vit í tvær vikur spældu venjingardyst- ir og luttóku í smærri kapp- ingum. Eg var toppskjútti í øllum teimum kappingun- um, men í seinasta dystin- um, áðrenn vit skuldu heim aftur, tá landskappingin byrjaði, bleiv eg skaddur. Eg fór í kontraálop og bleiv tikin í armin, so eg forstrekti ein vødda heilt frá nakkan- um niður í ryggin, greiðir Hans frá. — Eg var skaddur, men felagið segði sum so, at eft- irsum eg fekk løn frá teim- um, noyddist eg eisini at spæla. Tað gjørdi eg so, hó- ast eg ikki fekk skotið og nóg illa loftað heldur. Í fyrsta landskappingardyst- inum skeyt eg tvey mál — við vinstru hond, og soleiðis gekk tað frameftir Canteras tapti triggjar teir fyrstu dystirnar, men tað gekk framá hjá Hans, og í fjórða dystinum móti Tene- rife taptu teir við einum máli, og her skeyt Hans sjey mál. Maðurin, sum hevði verið toppskjútti í fyrireik- ingunum til landskapping- ina, var um at koma fyri seg, og av tí sama gekk tað eisini framá hjá liðnum. Men í fimta dystinum, sum var á útivelli móti Santander, varð hann settur av liðnum! — Eg veit ikki hví venjarin setti meg av, nú tað var farið at ganga rætta vegin aftur hjá mær. Fólk skiltu heldur einki og vóru í gðini inn á venjaran. Á vegnum heim aftur úr Santander boðaði formaðurin í felagnum frá, at eingin venjing var dagin eftir, men at fundur skuldi vera klokkan átta um morg- unin, har bæði spælarar og venjarar vórðu kallaðir inn. Nevndin í felagnum Can- teras var rættiliga væl mannað. 20 limir vóru í nevndini, sum fyrst kallaði venjaran og síðani Hans inn. Segði sína — Eg minnist týðiliga, at eg sat við eitt langt borð einsa- mallur gðrumegin, meðan teir 20 nevndarlimirnir sótu hinumegin. Har fekk eg at vita, at sáttmálin við meg bleiv uppsagdur. Hans sigur, at tá hann fekk hetta at vita, hevði hann einki at missa og segði tí sína hjartans meining um venjaran — teir vandu tvær ferðir um dagin og runnu 10 kilometrar hvgnn dag, og tað helt Hans ikki vera ser- liga skilagott. — Eg fór heim, og ein tíma seinni kom formaðurin heim til mín og bað meg verða verandi. Tað hevði eg ikki so góðan hug til, men tað endaði tað so við kortini, og soleiðis gingu tvær vik- ur. So kom forsetin aftur og segði, at teir ikki fingu nakr- — Styrkin hjá okkum er, at vit hava spælarar á øllum plåssum, sum kunnu skora mál — og ikki bert teir fyrstu seks, sum byrja inni, men eini tríggir-fýra á bonkin- of grl + um, sum allir kundu komið á so at siga øll hini liðini í sera góðar málmenn, og eftir mínum tykki hava vit eisini bestu verju í landinum, heldur Hans Guðmundsson, spælandi venjari hjá H71 an nýggjan venjara, tí teir ikki funnu nakran, sum var skikkaður til starvið. Og so var eingin framtíð hjá mær í felagnum. Um hetta mundið spældu tveir aðrir íslendingar í Maritim frá Tenerife. Teir høvdu fyrr sett seg í sam- band við Hans og biðið hann komið og spælt við teirra felag. — Eg ringdi til teir og segði, at eg hevði hug at koma. Maritim spældi í næstbestu deildini, so ítrótt- arliga var tað eitt afturstig. Men hinvegin fekk eg ein betri sáttmála við Maritim, enn eg hevði havt við Can- teras, og eg treivst eisini nógv betur her, so tað iðraði eg meg ikki um. Samstarvið millum Hans Guðmundsson og Maritim stóð við í tvey ár, áðrenn hann fór heim aftur til Ís- lands, har hann komandi trý árini spældi við KR og Breiðablik. Men í 1989 var aftur boð eftir honum úr Tenerife, og hann fór niður aftur og spældi eitt ár afturat við fel- agnum, sum nú æt Puerto Cruz (í Spania hava liðini ngvn eftir sponsorunum — Maritim er ein týsk hotell- keta, og Puerto Cruz er navnið á býnum, haðani lið- ið kom. Tá var tað býráðið, sum var sponsorur hjá liðn- um). Fyrru ferð, Hans spældi við Maritim, flutti liðið upp í bestu deildini, men so fór Hans aftur til Íslands. Síðani flutti liðið niður aftur, men kappingarárið 1989/90, tá Hans var við aftur, flutti lið- ið uppaftur í bestu deildina. Men aftur hesaferð valdi Hans at fara aftur til Íslands. — Hví vart tú ikki verandi, tá tú treivst væl og hevði góð = løn? — Eg veit ikki rættiliga. Eg hevði tað gott har, men eg vildi nokk bara sleppa heim. Nei, eg veit ikki rætt- iliga, men hatta er nokkso typiskt fyri meg, haldi eg. Ég hevði onga veruliga or- sek til tað, men fór kortini, sigur Hans. Kappingarårid 1991/92 var Hans aftur í barndóms- felagnum FH, sum hann var við til at gera til bæði meist- ara og steypavinnara hetta kappingarárið. Síðani gekk leiðin til HK, KA av Akur- eyri, aftur FH, ÍR og í 1997 H71. — Hvussu kom sambandið millum teg og H71 so i lag? —H71 ringdi til mín og spurdi seg fyri, um eg hevði hug at verða venjari hjá teimum. At byrja við heyði tað ikki mín áhuga, hóast teir ringdu tríggjar ferðir. Teir bjóðaðu mær at koma til Føroyar eitt vikuskifti bara at práta saman, og at enda hugsaði eg sum so, at ok, eg havi ongantíð verið í Føroyum, so hví ikki royna tað, bara til stuttleika. Tað var í august 1996, at Hans kom til Føroyar fyrstu ferð. Tað var av fyrstan tíð ikki ætlanin, at hann sjálvur skuldi spæla, men bert landinum. Vit hava tveir skuldi vera venjari. — Ætlanin var uppruna- liga, at eg skuldi vera ven)- ari og arbeiða á Skipa- smiðjuni, men tað hóvaði mær lítið, tí eg var ikki júst vanur við slíkt arbeiði, greiðir Hans frá um fyrsta fundin millum seg og H71. — Eg hugsaði sum so, at tað var ein hugnaligur fund- ur, men at eg var longu á veg aftur til Íslands. Men so kom Óli Samró til mín og spurdi meg, hvat eg hevði arbeitt við fyrr. Eg greiddi honum frá, at eg hevði arbeitt sum løgreglu- maður (Hans er útbúgvin løgreglumaður), sjålvstød- ugur sølumadur, og at eg hevði átt eina café í Íslandi. Og so endaði tað við, at eg bleiv leiðari av Café Natúr, sigur hann. Skuldi ikki vur — Tá eg kom til H71, visti eg næstan einki um felagið ella spælararnar á liðnum. Fremsta ambitiónin hjá mær var tá — og er tað framvegis — at gera H71-spælararnar betri, tá eg fari, enn teir vóru, tá eg kom. Meiningin var ikki, at eg skuldi spæla við sjálvur, men tá Halgir Dal Olesen bleiv skaddur í knøunum, sá eg, at eg noyddist at taka meira å- byrgd sjålvur, sigur Hans Gudmundsson. — Vit vunnu steypakapp- ingina í fjør, men annars var eg eitt sindur vónbrotin, tí eg haldi, at vit kundu gjørt