fríggjadagur 27. november 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 27. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið S0slZalurfin
ÍTRÓTTUR
sosialurin, box 76. 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo
KIF mundi lumpað
H71 einaferð afturat
Hondbóltur: Við einum stórspælandi Róa Árting á odda
var KÍF so sera nær við at endurtaka bragdið frá fyrra
dystinum móti H71. Men at enda mátti liðið hjá
kollfirðingum taka til takkar við javnleiki 25-25
EmiL L. JACOBSEN
Nú er sligid fast, at KIF
evur sera gott tak á H71
Tað varð staðfest, tå liðið
ljá kollfirðingum fyri aðru
ferð innan tríggjar vikur
sýttu hoyvíkingum sigurin
Í síðsta enda skulu teir í
H71 vera fegnir um, at teir
yvirhøvur fingu nakað stig
burtur úr dystinum, sum
endaði 25-25. Teir 60 min-
attirnir vóru spældir, tå
stødan var 25-24 til KÍF.
H71 fekk frikast nakað frá
målinum. Hetta er ofta sæd
fyrr — tíðin er farin, men
fríkastið ella 3-meturkastið
skal takast. Sum oftast hev-
ur tað ikki so nógv at týða,
og tað verður so at siga aldr-
in skorað upp á tað kortini,
tí hitt liðið setir allar sínar
spælarar í ein múr.
Hesaferð hevði seinasta
kastið týdning. Hans Guð-
mundsson skeyt, rakti
hondina hjá einum KÍF-ara
og fór í málið! Ein drama-
tiskur endi upp á ein dram-
atiskan dyst, har KIF tidliga
i seinna hålvleiki misti ein
av sinum bestu spælarum,
Allan Mørkøre, sum kom út
fyri einum ógvusligum 6-
happi, har hann breyt ngs-
ina. Stutt eftir hetta fekk
Petur Martin Johansen
reyða kortið fyri at brúka
seg Ov nógv, og so var KÍF-
liðið enn meira skert. Fram
til tá høvdu kollfirðingar
havt sera gott tak á H71, og
teir høvdu verið betra liðið
allan dystin.
Nú var eitt korter eftir,
stødan var 21-19 til KIF, og
hoyvíkingar vóru á veg...
Ein vónleys stóða hjá KIF,
skuldi ein trúð, men teir
góvust ikki á hondum. Teir
megnaðu alla tíðina at halda
nøsina framman fyri H71,
og í seinasta enda var tað
svørt óeydna, sum gjørdi, at
teir ikki eisini hesaferð
fingu bæði stigini frá hoy-
víkingum.
Stóri spælarin hjá KÍF var
Rói Árting, sum ferð eftir
ferð helt favorittarnar úr
H71 fyri rukku við sínum
gløgga og undirhaldandi
spælid. Skoradi hann ikki
sjálvur frá vonginum,
spældi hann tverbóltar
tvørturum målteigin, aftan-
fyri H71-verjuna, til hin
vongin, sum so skoradi.
Tað tók langa tíð, áðrenn
hoyvíkingar fingu vart fyri
hesum, og ta einu ferðina
noyddist Jákup Símun Sim-
onsen út í tveir minuttir fyri
at hava vart innanfyri, tá
hann royndi at forða enn
einum av hesum tverbólt-
unum í at røkka sín mann.
Sami Jákup Símun var als
ikki so eyðsæddur sum ofta
fyrr, og heldur ikki hin
vongurin hjá H71 fekk
nevnivert burturúr. Tað
hjálpti heldur ikki tað stóra,
at Hallur Danielsen og
seinni eisini Tróndur Vatn-
hamar kom inn á vongpláss-
ið hjá H71-veteraninum.
Tað var líka vítt sum sítt.
Hans Guðmundsson varð
mansvardur stóran part av
dystinum, men hinir spæl-
ararnir dugdu ikki serliga
væl at gera sær dælt av
plássinum, tað skapti í KÍF-
verjuni. Og tá so Óla Krist-
ian Djurhuus stóð væl í
KIF-målinum, var borðreitt
til enn eina sensatión av
KÍF.
Sum so var javnleikur eis-
ini eitt slag av sensatión
(hóast KÍF vann fyrra dystin
móti H71), men sum dyst-
Allan Mørkøre var so óheppin at bróta ngsina, stutt eftir at seinni hálvleikur var
farin í gongd. Nógv vildu vera við, at hetta í seinasta enda kostaði KÍF sigurin
Mynd: Álvur Haraldsen
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
j
Kollfirdingar fingu enn eitt stig burtur år hoyvikingum Mynd: Ålvur Haraldsen
urin lagadi seg, kann eingin
siga kollfirðingar ringar
fyri, at teir hildu seg hava
uppiborið betri.
Besti maður hjá H71 var
málverjin John Heri Dam,
sum í seinna hálvleiki helt
H71 inni í dystinum. Hann
og restin av liðnum kundi
fegnast um, at teir fingu eitt
stig burturúr, tí tað høvdu
teir ikki uppiborið, og hevði
KIF ikki mist Allan Mørk-
øre, ber bara til at ímynda
sær, hvussu leikur hevði
gingið
Nú fingu liðini eitt stig í
part, og hetta var fyrsti javn-
leikur í hesari landskapp-
ingini. Og hann kundu hoy-
víkingar vera fegnari um
| : Mikudagin 25. november 1998
Rói Arting
Allan Mørkøre
Eddie Joensen
Jákup Dam
— OM 0
Vagnur Johannesen
Petur M. Johansen
KÍF-H71
25 — 25
(14-11)
9 (2)5
5 (1) 5
4 4
3 3
3 3
1 2
2
1
Åvaringar
Utvisingar -
Hans Gudmundsson
Finnur Hansson
Halgir D. Olesen
Jåkup S. Simonsen
Olaf Vestergaard
Hallur Danielsen
Anfinn Debes
Bårdur Brimvik
2
5
Diskvalifikatién/Burturvising 0
Démarar år Kyndli:
Hanus Kúrberg & Hans Thomassen