Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 246 - 31. desember 2003 Nr. 246 - 31. desember 2003 3 Fyri seinastu ferð verður bál brent á bønum millum J. Paturssonargøtu, Mortansstovubrekku og Brekkugøtu í Havn. Um skamma tíð verður hetta økið gjørt til parkerings- pláss NÝGGJÁRSBÁL Í miðbýnum framvið J. Paturssonargøtu og Trónd- argøtu í Havn er, so løgið tað ljóðar, ein órørdur bøur. Her er ein lítil oasa mitt í øllum meldrinum í høvuðs- staðnum, smáar 100 metrar norður og suður og kanska einar 60 metrar eystur og vestur. Her veksur gras, her eru heyggjar, her eru stórir og vakrir klettar, fleiri av teimum hava nøvn: t. d. »Flaggsteinurin« og »Trappusteinurin«. Nøvn- ini hava sjálvsagt børnini, sum gjøgnum tíðirnar hava spælt her, funnið uppá. Seinastu árini hevur onkur eisini funnið uppá at prýða bøin við trøum og runnum. Men serliga man bøurin vera kendur fyri tær nógvu sóljurnar, sum spretta fram við rennunum, tá ið várið fer at blóma. At hetta stað hevur stóran týdning fyri øll, sum búgva í økinum, man vera óneyð- ugt at siga. Her ber til at spæla, uttan at hava ótta fyri bilum, her eru mangar »hyttur« bygdar gjøgnum tíðirnar o. s. fr. Her hevur eisini borið til at brenna bál á nýggjárinum, her er jú nóg langt frá húsum. Men nýggjársaftan 2003 kl. 20 verður seinastu ferð, at nýggjársbál verður tendrað her. Og sóljurnar tær verða ikki at síggja aftur, tí um stutta tíð er hesin bøur ikki til meira. Tíðliga í heyst frættist í útvarpinum, at Býráðið dagin eftir fór at hava mál til samtyktar um at gera parkeringspláss á bønum, eitt sonevnt »grønt« parkeringspláss. Og Býráðið samtykti, ein- mælt sigst. Íbúgvararnir í granna- lagnum stóðu allir sum kánus, eingin hevði frætt so mikið sum eitt kis um hesar ætlanir. Síðani er hent tað, at grannafelag er sett á stovn og broytingaruppskot og ynski eru sett fram, sum kunnu vera við til at varð- veita trivnaðin í økinum. Men higartil hevur einki av hesum vunnið frama, og í hesum døgum verður ar- beiðið boðið út. So nýggjársaftan 2003, kl 20 verður seinasta nýggj- ársbálið á bønum tendrað. Bálfyriskipararnir hava tey boð, at ein góður máti at vísa samanhald og hevja ynskið um at fáa trivna og góð viðurskifti í økinum er, at eitt stórt og flott bál at fer at brenna og lýsa yvir økið. Seinasta bálið á bønum Ein grønur blettur mitt í Havnini… Men hann verður nú søga, tí Tórshavnar Byráð hevur samtykt at gera parkeringspláss á hesum øki. Hetta harmast grannarnir um, sum í dag, nýggjársaftan, fara at kynda stórt bál á staðnum – fyri seinastu ferð… Mynd: Jón Kragesteen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi okkara Jacob S. Jensen Tórshavn andaðist á Ellisheiminum í Havn mánadagin 29. desember, 84 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Ebenezer nýggjársdag kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Tove, Árni, Sólrun, Bjørga og Ása Tey, sum ynskja at minnast Jacob við blómum ella kransum, kunnu ístaðin lata Kristnastovu eina gávu, konto í peningastovnunum. Hervið verður kunngjørt, at elskaði maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Sofus M. Jakobsen Tórshavn andaðist 22. desember 2003, 68 ára gamal. Vegna familjuna Agnas, Árni, Bjarni, Finn og Elin Við 739 av 1699 atkvøðum bleiv Anfinn Kallsberg, løgmaður, kosin at vera Ársins Neyðra- kett av lesarunum hjá Dimmalætting. Ingi Samuelsen, blaðstjóri, handaði honum neyðrakettina á Norð- oya Kunningarstovu í Klaksvík NEYÐRAKETT Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Anfinn Kalls- berg, løgmaður, er ársins neyðrakett 2003. Hann fekk 739 av teimum tilsam- ans 1699 atkvøðunum. Hann fekk rakettina hand- aða á Norðoya Kunningar- stovu næstseinasta dagin í árinum. Ingi Samuelsen, blað- stjóri á Dimmalætting, segði at undirtøkan var tann størsta í ár til hesa kapping- ina. Kappingin stóð serliga millum løgmann og for- mannin í Javnaðar-flokkin- um, Jóannes Eidesgaard. Men Anfinn hevði tó munin allatíðina. Og við góðum 37 % av atkvøðun- um, varð hann kosin at vera ársins neyðrakett. Sum vant Anfinn Kallsberg, løgmað- ur tók smílandi móti neyð- rakettini og einari tekning, sum baksíðuteknarin hjá Dimmalætting hevur tekn- að. – Henda atkvøðugreiðsl- an hevur víst seg ikki at víkja frá øðrum, har eg vanliga eisini havi ligið millum 36 og 48 % av at- kvøðunum, so hetta er ikki meira enn vanligt, segði ein vælhýrdur løgmaður. Og so segði hann, at hann vónaði, at hetta talið eisini fór at liggja um tað sama aftaná løgtingsvalið, sum verður um tríggjar vikur. – Har fái eg veruliga nyttuna av tí, segði Anfinn. Jóannes Eidesgaard fekk 619 atkvøður, Páll á Reyna- túgvu 216, Óli Breckman 208, Lasse Klein 114 og Jørgen Niclasen 25 atkvøð- ur. Hetta kann vera tekin uppá, at tað serliga eru við- urskifti, sum eru feskast í minninum hjá fólki, sum gera av, hvønn tey kjósa sum ársins neyðrakett. Ingi Samuelsen legði dent á, at Dimmalætting hevði gjørt av, áðrenn nýval varð útskrivað og áðrenn ein viss gul bók kom út, at løgmaður skuldi vera í upp- skoti sum ársins neyðrakett. Men hann vísti tó ikki aftur, at ivaleyst eru tað hending- arnar í seinastuni, sum hava gjørt sítt til, at Anfinn var tann, sum fekk nógv tær flestu atkvøðurnar. Løgmaður er Ársins neyðrakett Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting, handaði Anfinni Kallsberg neyðrakettina, eina tekning og bunkan av atkvøðunum á Norðoya Kunningarstovu týsmorgunin Okkum øllum tørvar c vitaminir C M Y K 3 2