Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 246 - 31. desember 2003 Nr. 246 - 31. desember 2003 5 Kondittaríið slær hurðarnar upp 3. januar letur Kond- ittaríið í Havn upp- aftur undir leiðslu av Nordin Manai KONDITTARÍIÐ Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tá kvinnurnar á Kondittar- ínum fyrr í ár valdu at takka fyri seg, vóru tað mong, ið vóru skjót at mótmæla. Onkur byrjaði at savna und- irskriftir inn fyri at mót- mæla, men líka lítið hjálpti. Ella kanska hjálpti tað? Tann 3. janauar letur Nordin Manai hurðarnar á Kondittarínum uppaftur í nýggjum líki. Upplagt – Eg helt tað vera upplagt at lata kondittaríið uppaftur, og sum fólk tosa, so hevur stór- ur saknur verið í tí, sigur nýggi eigarin Nordin Manai. Inni er eisini umbygt og broytt, og nýggir litir eyð- merkja nú rúmið. Men alt verður ikki heilt nýtt, tí tríggjar av teimum, sum arbeiddu á gamla Konditt- arínum, fara eisini at ar- beiða í nýggja. Seinastu dagarnar hevur Kondittaríið havt opið sum eina roynd, men tann 3. januar verður av álvara byrjað við morgunmati, køldum døgurðamati og dessertum saman við ein- um kaffimunni og tí, sum hartil hoyrir. Sambært Nordin, so hava tær, sum fyrr arbeiddu á gamla Kondittarínum verið inni og hugt, og tær lata bara væl at. Hvussu verður opið er ikki greitt enn. Í fyrsta um- farið verður opið frá klokk- an 9 á morgni, men hvussu leingi opið verður, er enn ikki avgjørt. Tað er alt eftir, hvussu tørvurin er, sigur Nordin Manai. KONDITTARÍIÐ: Tann 3. januar slær Kondittaríið í hjartanum í høvuðsstaðnum hurðarnar uppaftur. Tá verður latið upp í nýggjum líki og við nýggjum eigara Mynd: Jens Kr. Vang Vagnur Nolsøe á Tvøroyri noyðist at vinka farvæl til tað arbeiði, hann droymdi um, tí ein nýggjársrakett kostaði honum tað mesta av sjónini í øðrum eyganum NÝGGJÁRSHALD Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í dag verður nýggjáraftan hildin úm alt landið. Fýr- verk fyri milliónir verður skotið upp í royk og stór og smá skjóta og bresta hvørt um annað. Á Tvøroyri gongur ein 23 ára gamal drongur, men hann fæst ikki so nógv við fýrverk og rakettir longur. Kanska eru tað sporini sum ræða, hann veit tað ikki ordiliga. Veit bara, at hann tímir ikki so væl long- ur. Men hann heldur kor- tini, at innast inni kunnu tað væl vera minnini um eina nýggjársaftan fyri nøk- rum árum síðani, sum enn spøkja. Rakettin slóð bakk Tá ið Vagnur Nolsøe var lítil, var hann líka grammur at skjóta rakettir og bresta fýrverk, sum øll onnur. Men Vagnur er eitt liv- andi dømi um, hvussu tað kann ganga, tá ið illa vil til. Hann er eisini eitt livandi dømi um, at eitt óhapp kemur altíð sum snarljós av bláum himli. Og eina minniliga nýggj- ársaftan í 1987 broyttist alt uppá eitt lítið sekund. Vagnur minnist tað væl, sum hendi hesi nýggjárs- aftan, tá ið hann var sjey ára gamal. – Vit vóru eini fimm systkinabørn í aldrinum sjey til 10 ára gomul, sum vóru farin til ein pápa- beiggja at skjóta rakettir. – Tað vóru einir tveir metrar ímillum okkum, tá ið vit skutu. Tá ið tíðini var ikki so nógv tosað og hugsað um trygd í samband við fýr- verk, men tey høvdu kortini tikið tey fyrivarni, sum vóru vanlig tá, tí tey øll høvdu rør, sum var sett fast í eitt stakikk, at skjóta rakettirnar upp úr. Men brádliga vildi so illa til, at tann eina rakettin fór ikki upp í loft, sum ætlað. Hon sló bakk og brast beint í andlitið á Vagnuri. Hetta var ein var ikki ein serliga stór rakett. Tvørtur- ímóti var hetta ein rakett av tí slagnum, sum vanliga verður nevnd »babyrakett« og tað eru helst tær minstu rakettirnar, sum fáast. Men hóast rakettin var lítil, var tað ríkiligt til at gera stóran skaða. – Tað var í sama viðfangi at eg sjálvur festi í eina rakett, at rakettin, sum varð skotin beint undir liðini á mær, sló bakk og rakti meg beint í vinstra eygað. Vagnur minnist enn, hvussu tað sveið og hann græt og skríggjaði alla nátt- ina. – Eg fór beint á sjúkra- húsið, men morgunin eftir fór hann til Havnar, har hann lá á Landssjúkrahús- inum í einar 14 dagar. Nakað aftaná fór hann til Danmarkar, har hann varð lagdur undir skurð. Men eygað stóð ikki til at bjarga og í dag er tað at kalla óbrúkiligt. – Tað kann slett ikki brúkast at hyggja langt við, so til arbeiðis er tað óbrúki- ligt. Men av neyð kann tað brúkast at lesa við, men tá má eg hava bæði linsur og brillur. – Eg havi fingið at vita frá eygnalæknanum, at eg skal venja tað blinda eyga, so at eg av neyð kann brúka tað at lesa við, skuldi tað ólukkuliga hent, at okkurt hendir við hinum eyganum eisini, sigur Vagnur. Tá ið tíðini varð tað ongin, sum tosaði um at hava verndarbrillur, tá ið fýrverk verður skotið. Men sum orðatakið sig- ur: Brent barn ræðist eld. Og hóast vagnur ikki misti mótið eftir óhappið, brúkti hann altíð svimjibrillur eftir tað, tá ið hann skeyt rakettir. Men hesi seinastu árini er áhugin fyri fýrverkið heilt fánaður burtur. – Eg fáist slett ikki við rakettir longur, sigur Vagn- ur. Hann sigur, at hugurin er heilt farin. Hann veit ikki hví, men innast inni kann tað væl vera, at tað er tank- in um tað, sum hendi á nýggjárinum í 1987, sum spøkir enn. Kortini er hann mangan og hjálpir til, tá ið tvørafólk fyrireika stóra nýggjárs- haldið. Mátti vinka dreymastarvinum farvæl Umframt so gott sum at missa annað eyga, hevur hetta óhappið eisini havt aðrar avleiðingar fyri Vagn. Tað eru nevniliga summi størv, sum krevja góða sjón á báum eygum. At verða politistur og at verða flog- skipari eru tvey dømi um størv, har góð sjón krevst á báðum eygum. Vagnur hevði ongar ætl- anir um at gerast flogskip- ari. Men hann hevði ætlað at lært til politist. Men tað ætlanina má hann sleppa. Sjálvsagt harmast hann um, at hann noyddist at vinka farvæl til dreyma- starvið. Men tá ið ein hurð er afturlatin, so er at finna eina aðra og tað er júst tað, sum Vagnur hevur gjørt. Hann er farin til skips og nú siglur hann við Rankan- um. Hann hevur kannað mál- ið og hevur fingið at vita, at hann sleppur á skipara- skúla, hóast sjónin á øðrum eyganum er so nógv niður- sett. Nú ætlar hann sær so at fáa siglingstíðina frá hond- ini og so ætlar hann sær á skiparaskúla. Nolsøe fólkið á Tvøroyri eru tiltikin ítóttarfólk og Vagnur bregðar ikki heilt burturúr ætt. Hann hevur spælt fótbólt og borðtennis og tað ger hann framvegis, tá ið hann er heima. Og hóast, serliga borðtennis er ein ítróttur, har tað gongur skjótt fyri seg, hevur tað ikki darvað hann nakað serligt. – Men fýrverk er ikki at spæla við og verður ikki farið fram við størsta var- semi, kann óhappið henda, tá ið tú minst varnar tað. Tí er tað sjálvsagt ógvuliga umráðandi at brúka vernd- arbrillur. Vagnur sigur, at serliga eyguni eru stórur missur. –Vit hava bara tvey eygu í part og tað er umráðandi at ansa væl eftir teimum. Fer annað, er bara eitt eftir og eitt óhapp kann altíð henda, sigur hann. NÝGGJÁR Tíðindaskriv Aftur í ár skipar Nýggj- ársnevndin fyri nýggjárs- haldi í Runavíkar komm- unu. Byrjað verður kl. 23.30 við kyndlagongu gjøgnum býin. Kyndla- gongan endar niðri á nýggja havnaøkinum, har felagsbál og fýrverk verður á midnátt. Borg- arstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, heldur nýggj- ársrøðuna. Á skránni verður eisini felags- sangur. Eftir á nýggjárshaldið skipar Mentanarhúsfel- agið fyri dansi í Støkk- høllini. Til dansin spæla Sign- ar í Homrum, Hjalti Joensen, Agnar Lam- hauge og Høgni Klakk- stein. Nýggjárshald í Runavíkar kommunu Misti annað eyga av rakett á nýggjárinum Ein nýggjársrakett kostaði Vagnuri Nolsøe á Tvøroyri dreymastarvið. Hann hevði ætlað at læra til politist, men við einum eyga, sum er at kalla blint, er onki at gera. Tað ræður um at vísa størsta varsemi, tá ið fyrverk verður skotið, tí tað er sum eitt skot, at eitt óhapp kann henda, sigur hann. Her er Vagnur avmyndaður sman við Jaspuri Vang, politisti, uttanfyri politistøðina á Tvøroyri, har hann ætlaði, at arbeiðspláss hansara skuldi vera Myndina tók Leivur Nygaard C M Y K 5 4 SANSIR 355355