mikudagur 31. desember 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 246 - 31. desember 2003
Nr. 246 - 31. desember 2003
7
Vil verja tað góða samfelagið
Javnaðarflokkurin
legði mánadagin fyri í
valstríðnum. Flokk-
urin hevur gjørt eina
valskrá í 12 høvuðs-
punktum – har boð-
skaðurin er at verja
»tað góða samfelagið«
LØGTINGSVAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Javnaðarflokkurin vil fegin
í samgongu aftur, eftir at
flokkurin í sjey ár hevur
sitið í andstøðukuldanum.
Høvuðsboðskapurin
hjá
flokkinum er at verja tað
góða samfelagið, har rúm
skal verða fyri øllum, ung-
um sum gomlum, sjúkum
sum røskum.
Valskráin í 12 punktum
varð løgd fyri føroysku
fjølmiðlarnar á fundi í høl-
um Starvsmannafelagsins
mánadagin.
Familjan
Fyrsta punktið snýr seg um
familjuna. Flokkurin vil
tryggja verandi barsilsskip-
an, gera hana smidligari og
laga hana til tørvin hjá ein-
støku familjuni. Hetta vil
flokkurin gera í neyvum
samstarvi við partarnar á
arbeiðsmarknaðinum – eis-
ini fyri at tryggja fíggjar-
liga grundarlagið undir
skipanini.
Síðani vil flokkurin inn-
føra ein systkinaavsláttur,
sum er avsláttur, ið barna-
familju fáa, um tey hava
fleiri børn á dagstovni ella í
ansing, og uppihaldspen-
ingurin – sum so mikið rok
hevur verið um, skal varð-
veitast, staðfestir flokkurin.
Undir familjumálum nem-
ur flokkurin eisini við íbúð-
armarknaðin.
Flokkurin
heldur, at lóggávan skal
broytast soleiðis, at íbúðar-
feløg fáa somu rentustuðuls-
og mvg sømdir, sum tey, ið
byggja privat sethús. Flokk-
urin vil gera eina miðvísa
ætlan fyri at byggja íbúðir til
tey við serligum tørvi, eins
og fyri lestraríbúðir.
Leigarar, sum í dag nær-
um eru rættarleysir, skulu
hava tryggjað rættindi,
heldur flokkurin.
Heilsan
– Bíðilistar til sjúkuvið-
gerðir á sjúkrahúsunum
skulu burtur, og flokkurin
vil samskipa tey trý sjúkra-
húsini betur, soleiðis at
mest nytta fæst burturúr.
Viðvíkjandi serviðgerð utt-
anlands, so heldur flokkur-
in, at álit aftur skal skapast
á hesa skipan, so tað ikki
verður ein afturvendandi
trupulleiki á hvørjum ári, at
fólk skulu gerast ótrygg, tí
ráð ikki eru at senda tey til
serviðgerðir uttanlands.
Flokkurin vil eisini fara
undir eina samskipan av
øllum heilsustovnum og
áhugabólkum í eitt felags
átak fyri fólkaheilsuna. Til-
boð um heilsukanning eig-
ur at verða givið øllum 45
ára gomlum, og kommunu-
læknaskipanin skal fáast at
virka sum verulig familju-
læknaskipan.
Flokkurin
heldur, at hetta eigur at
gerast við eini sjúkratrygg-
ingin, men at hetta í fyrstu
atløgu skal gerast við at
leggja ymsu sjúkrakassar-
nar saman í ein landsum-
fatandi sjúkrakassa.
Børn og ungdómurin
Á fólkaskúlaøkinum heldur
flokkurin, at viðurskiftini
hjá lærarunum eisini eiga at
verða bøtt. Skipanin við
ársverkum skal í hesum
sambandi
endurskoðast,
eins og undirvísingartil-
farið skal dagførast.
Fyri at javnseta lesandi
ungdómin heldur flokkurin,
at lærubøkurnar í mið-
námsskúlunum eisini eiga
at verða ókeypis eins og í
fólkaskúlanum.
Frítíðartiboðini innan tón-
leik, musikkskúlar, ítrótt og
aðra mentan skulu mennast.
Mentan- og
granskingin
Flokkurin heldur, at tað er
av týdningi, at vit hava
dygdargott mentanartilfar
til børn og ung til tess at
standa ímóti útlendskum
árini. Eisini vil flokkurin
tryggja mentanararvin v.ið
góðum
umstøðum
fyri
søvnini. Innan gransking
heldur flokkurin, at um-
framt vanliga vísindaliga
gransking, so eigur gransk-
ing, ið mennir okkara
vinnumøguleikar, eisini at
raðfestast frammalaga.
Eisini vil flokkurin stuðla
tónleikaframleiðslu.
Umhvørvi
Javnaðarflokkurin staðfest-
ir, at umhvørvisøkið hevur
ligið í órøkt í nógv ár. Her
vil flokkurin virka fyri at
endurnýta og skilja ruskið
og forða fyri, at burturkast-
ið frá skipum verður tveitt
fyri borð. Flokkurin vil seta
á stovn eina Agenda 21
skrivstovu í Føroyum og
seta Kyotu sáttmálan í gildi,
so Føroyar eisini taka al-
tjóða ábyrgd.
Flokkurin
vil
eisini
stuðla undir arbeiðið at
menna alternativar orku-
keldur á sjógvi og landi.
Aldurdómurin
Eftirlønin skal tryggjast við
trimum súlum, sum flokk-
urin málber seg. Fólkapen-
sjónin, samhaldsfasta pen-
sjónin og fakfelagspensión-
in skal verða grundarlagið
undir framtíðar pensjóns-
skipanini í Føroyum.
Innan eldrarøktina heldur
flokkurin, at fleiri røktar-
heimspláss og døgnrøktar-
pláss skulu stovnast kring
alt landið. Eisini vil flokk-
urin birta upp undir skip-
aðan eldrapolitikk – ella
seniorpolitikk, sum tað
eisini verður rópt.
Fiskivinnan
Bátar undir 30 fót skulu
fiska frítt, sigur flokkurin,
sum eisini heldur, at Føroya
skulu hava ein fiskidaga-
marknað, sum skal umsita
og umseta fiskidagar og
fiskiloyvi. Málsviðgerðin
av fiskidøgum skal eisini
gerast greiðari.
Vinnan
Skattligu viðurskiftini hjá
alivinnuni skulu broytast,
so at tey samsvara við við-
urskiftini hjá okkara kapp-
ingarneytum.
Útlendskir
íleggjarar
skulu hava víðkaðar møgu-
leikar, og vil flokkurin
hækka 30% hámarkið sum
er fyri útlendskum kapitali í
alivinnuni.
Flokkurin vil, at Føroya
skulu framleiða háprísvør-
ur við útbúnari arbeiðs-
megi, og at tímalønt skulu
hava útbúgvingartilboð –
við fullari lønarsamsýning.
Flokkurin heldur eisini,
at nýggjar vinnur og nýggir
marknaðir skulu mennast.
Flokkurin vil leggja eina
strategi, sum skal fevna um
menning av nýggjum vinn-
um og nýggjum marknað-
um og sum heild um eina
røða av stimbrandi tiltøkum
eisini fyri hóttar vinnur av
samfelagsligum týdningi –
uttan tó at fevna um rakstr-
arstudning til vinnuna.
Fíggjar- og búskapar-
politikkurin
Almennu
útreiðslurnar
skulu koma øllum brúkar-
um til góðar, við at hesi øki
verða raðfest:
o Útbúgving
o Heilsa
o Eldraøki
o Umhvørvi
o Samferðsla
Felags húsarhaldið skal
fíggjast við eini samhalds-
fastari skattaskipan, har
breiðastu herðarnir bera
tyngstu byrðarnar, sigur
flokkurin, sum eisini held-
ur, at búskapurin skal rek-
ast ábyrgdarfult, so vit
framhaldandi kunnu varð-
veita og menna vælferðina.
Miðfyrisitingin
Javnaðarflokkurin ætlar at
skera burtur trý aðalráð.
Flokkurin ásannar, at talið
av aðalráðum er vaksið so
nógv bara fyri at fáa eina
politiska kabal at ganga
upp soleiðis, at aðalráð eis-
ini hava verið til smáu
flokkarnar í fullveldissam-
gonguni.
Flokkurin heldur, at al-
menni bygnaðurin skal ikki
vera størri enn hóskiligt er,
og
»hóskiligit«
heldur
flokkurin tað verða við seks
aðalráðum, soleiðis sum
ætlanin upprunaliga var við
nýggju stýrisskipanini.
Javnaðarflokkurin
vil
leggja saman øll vinnumál,
so sum fiskivinnu, olju-
vinnu í eitt aðalráð, meðan
skipað verður eitt nýtt inn-
lendisráð, sum skal taka sær
av almennum stovnum,
kommunumálum, lógarmál-
um og umhvørvismálum.
Brúkarin
Brúkaramálini hava eisini
fingið sítt pláss í valskránni
hjá
Javnaðarflokkinum,
sum heldur, at ein tíðar-
hóskandi brúkaralóggáva
skal samtykkjast, og at
skipast skal eitt brúkaraum-
boð til at fremja brúkara-
kunning og tryggja, at
brúkaralóggávan
verður
hildin. Eisini skal setast ein
brúkarakærunevnd at við-
gera og taka avgerðir í kær-
um frábrúkarum.
Føroyar fyri øll
Javnaðarflokkurin heldur,
at tá almenn størv verða
sett á stovn, so eiga hesi at
verða løgd til útjaðaran.
Flokkurin mælir til størri
kommunalt økissamstarv,
og at verðandi útbygging av
samferðsluni skal halda
fram, og nýggjar ætlanir
skulu setast í verk.
Um sjálvstýrismálið sig-
ur flokkurin, at við støði í
uppritinum um »Tjóðskap-
arligu semjuna« verður ar-
beitt fyri, at sjálvstýrismál-
ið fær eina gongd, sum
flestu føroyingar kunnu
taka undir við – helst 80-90
ella 100%, sum formaðurin
málbar seg á tíðindafund-
inum mánadagin.
Javnaðarflokkurin legði fram valskránna fyri fjølmiðlunum mánadagin: Hans Pauli Strøm, skrivari, Bergur P. Dam, næstformaður, Jóannes Eidesgaard,
formaður, Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur í Klaksvík og Andreas Petersen, løgtingsmaður í Eysturoy
Mynd: Jens Kristian Vang
Javnaðarflokkurin vil,
eftir sjey ár í and-
støðu, aftur stjórna
føroyska samfelag-
num. Flokkurin
útihýsir ikki sam-
gongusamstarv við
nakran av hinum
flokkunum og gald-
andi fíggjarkarmar
við skerdum blokk-
stuðuli skulu varð-
veitast
LØGTINGSVAL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Bíðilistar burtur, bíligari
mjólk, ókeypis lærubøkur,
tónleikur stuðlast, systkina-
avsláttur og ein betra
Barsilsskipan. Seinnapartin
mánadagin legði Javnað-
arflokkurin, sum fyrsti
flokkur, sína valskrá fyri
løgtingsvalið 2004 fram.
Tilboðini frá Javnaðar-
flokkinum eru mong, ja so
nógv, at ein kundi freistast
at hildið, at jólini í ár halda
fram til 20.januar. Komandi
dagarnar fara hinir flokk-
arnir at leggja sína valskrá
fram, og teir hava óivað
heldur einki ímóti, at jólini
verða longd ein góðan
mánað í ár.
Javnaðarflokkurin hevur
ikki verið í samgongu síðan
1996, og flokkurin vil gera
alt fyri at koma fram at
aftur eftir løgtingsvalið 20.
januar. Flokkurin vil ikki
útihýsa nakran flokk í ein-
um møguligum samgongu-
samstarvi eftir løgtings-
valið.
Hóast Javnaðarflokkurin
var harðliga ímóti, at
blokkstuðulin varð skerdur,
so sigur flokkurin seg
kortini vilja arbeiða undir
galdandi
fíggjarkarmum
við skerdum blokkstuðuli.
Hvørki lántøka ella øktur
blokkstuðul kemur upp á
tal.
Ongin ávísur
Jóannes Eidesgaard sigur,
at høvuðsmálini hjá flokk-
inum í valstríðnum verða
heilsu- og familju poli-
tikkurin. Javnaðarflokkurin
ætlar eisini at markera seg á
vinnu- og fiskivinnuøkin-
um. Valskráin boðar frá, at
flokkurin framvegis heldur
fast um solidariska grund-
arlagið, sum Javnaðar-
flokkarnar í Norðanlondum
hava gjørt til sítt vøru-
merki.
Jóannes Eidesgaard vil
kortini ikki útihýsa einum
møguligum
samgongu-
samstarvi við Fólkaflokkin,
sum av røttum kann sigast
at vera mótsvarið til soli-
darisku skipanirnar hjá
Javnaðarflokkinum. –Vit
sótu í samgongu við Fólka-
flokkin í árunum 1991-93,
og hóast vit hugsjónarliga
mugu sigast at verða mót-
setningar, so fingu vit
kortini nógv av skafti. Eg
kann millum annað nevna,
at ALS varð hesi árini sett á
stovn, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Javnaðarflokkurin hevur
øll árini í andstøðu valt at
vera opin fyri øllum sam-
gongumøguleikum. Undir
framløguni av valskránni
kom greitt til sjóndar, at
flokkurin heldur fast um
somu kós. –Tað vísir seg
vanliga, at tað er ov lítið, at
tveir flokkar finna saman.
og tí er neyðugt, at vit halda
øllum møguleikum opnum.
Vit hava havt eitt gott ands-
støðusamstarv við Sam-
bandsflokkin seinastu árini,
og hetta samstarv kann
møguliga enda við einum
samgongusamstarvi, men
vit mugu eisini verða opin
fyri øðrum flokkum, sigur
hann
Skeivar raðfestingar
Valskráin hjá Javnaðar-
flokkinum er breið, og tað
trýtur ikki við góðum
tilboðum, um tú velur at
seta krossin við lista C. Tað
er kortini ein sannroynd, at
alt kostar, og stóri spurn-
ingurin til Javnaðarflokkin
má verða, hvussu flokkurin
ætlar at fíggja tilboðini.
– Seinastu fimm árini
hava føroyingar verið vitni
til ein einvísa prioritering
sum eitur fullveldið. Nú
skal leggjast á annan bógv,
og valskráin hjá okkum
vísir greitt, at vit vilja pri-
oritera øðrvísi enn undan-
farna samgonga, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
Valskráin sær dýr út,
hvussu skal hon fíggjast?
Fíggingin má til ein og
hvørja tíð passa teimum
fíggjarkarmum, sum nú
einaferð
eru
galdandi.
Síðan vit vóru í samgongu
eru fíggjarlógin økt við 1,5
milliard. Okkara valskrá
fevnir um eitt fýra ára
skeið, og tí haldi eg, at vit
eru beskeðin. Eg havi
skrivað fleiri valskráir áður,
sum hava verið væl dýrari
enn henda. Sum sagt, so
snýr tað seg um eina rætta
prioritering, sigur formað-
ur Javnaðarfloksins
Javnaðarflokkurin nýtti
stóran part av framløguni
av valskránni til at greiða
frá, at raðfestingin á vinnu-
økinum eigur at broytast.
Flokkurin metir, at før-
oyska vinnulívið eigur at
vinna føroyska samfelag-
num størri inntøkur. Í
sjálvari valskránni leggur
Javnaðarflokkurin upp til,
at føroyska vinnulívi eigur
at gerast meira fjøltátta, so
føroyska samfelagið fær
fleiri bein at standa á.
Hava tit nakrar konkretar
ætlanir á hesum økinum?
Nei tað hava vit ikki í
løtuni. Í føroyska samfelag-
num eru nógv klók høvd,
sum kundu verið frálíkir
ígongdsetarar. Eg kann
nevna biotøkni sum eitt øki,
har føroyingar áttu at satsa
meir upp á. Heldur enn at
skriva Hvítabøkur, eiga vit
at nýta klóku høvdini í
vinnulívinum,
har
tey
kunnu vinnu okkum størri
inntøkur, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Eingin lántøka
Hóast greið tekin eru um, at
búskaparvøksturin í Føroy-
um er steðgaður, og bæði
ali- og rækjuvinna eru í
svárari kreppu, so sigur
Jóannes Eidesgaard , at tað
kemur ikki upp á tal at fara
út um landoddarnar at læna
pengar. Hann slær eisini
fast, at ein øking av blokk-
stuðulinum kemur heldur
ikki upp á tal.
Sjálvsstýrissamgongan
hevur seinastu árini arbeitt
við at einskilja nakrar av
almennu fyritøkunum, so
føroyska samfelagið fekk
fleiri inntøkur. Ein átrok-
andi spurningur til javnað-
arflokkin er, um flokkurin
tekur undir við møguligum
einskiljingum, so fleiri inn-
tøkur koma í landskassan,
og fíggjarliga rásarúmið
gerst størri.
– Vit vilja altíð verða við
til at diskutera einskiljing.
Tað er ógvuliga týdningar-
mikið, at endamálið við
eini einskiljing er tað rætt.
Tað má ikki bara vera hug-
sjónarligt ella eitt fullveldi,
sum avger um almennu
fyritøkurnar skulu ein-
skiljast, men heldur skal
spurningurin verða um tað
tænir føroyska samfelag-
num. Tosar tú um fyritøkur
sum Føroya Tele og At-
lantsflog, so halda vit tað
verða í ordan. Økið sum
heimarøkt og onnur um-
sorgan
av
borgarunum
heldur Javnaðarflokkurin
hoyra undir almennum regi,
greiðir Jóannes Eidesgaard
frá.
Nú skal Javnaðarflokkurin
í landsstýrið
Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, vil ikki útihýsa nøkrum flokki í einum møguligum samgongusamstarvi eftir løgtingsvalið. Høvuðsmálini hjá Javnaðarflokkinum undir
valstríðnum verða familju-og heilsupolitikkurin.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6