mikudagur 31. desember 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 246 - 31. desember 2003
Nr. 246 - 31. desember 2003
9
Floksformenn hava
trupult at taka Hin
stuttliga flokkin í
álvara, men tora ikki
at venda honum
bakið
STUTTLIG
UPPSTILLING
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
– Demokratiið er so óenda-
liga tolið. Tí tolir demokra-
tiið eisini ein slíkan flokk,
heldur Óli Breckmann,
formaður í Fólkaflokkinum
á tingi, um at Johan í
Kollafirði stillar upp til
løgtingsvalið við Hinum
stuttliga flokkinum.
Beint tvørturímóti heldur
Jenis av Rana, formaður í
Miðflokkinum. Hann dugur
ikki at síggja nakað stuttligt
við nýggja flokkinum yvir-
høvur.
– Tað er niðurgering av
fólkaræðinum. Aðrastaðni
liggja lík í milliónavís eftir
á í stríðnum fyri rættinum
at atkvøða. Demokratiið er
ov dýrabært til ein slíkan
flokk, sigur Jenis av Rana.
Vita ikki um hann er
stuttligur
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldisflokkinum,
viðurkennir
rættin
hjá
Hinum stuttliga flokkinum
at stilla upp. Hann heldur,
at ein slíkur flokkur kann
seta fokus á mál, sum
annars ikki høvdu komið
fram.
– Kanska kunnu skeivir
vinklar í politikki føra til, at
eisini politikarar verða
meiri sjálvkritiskir, sigur
Høgni Hoydal, sum kortini
væntar, at Hin stuttligi
flokkurin man fara at koma
við onkrum álvarsomu.
– Sum orðatakið sigur, so
er álvara í gaman. Vit vita
ikki enn, hvat flokkurin fer
at standa fyri, og tí er eisini
trupult at siga, hvønn
leiklut hann fera at fáa í
valstríðnum, sigur Høgni
Hoydal.
Hin stuttligi
Javnaðarflokkurin
Jóannes Eidesgaard, for-
maður í Javnaðarflokkin-
um, heldur seg kenna
sjónarmiðini hjá Hinum
stuttliga flokkinum aftur.
Javnaðarfólk duga bara ikki
at siga síni sjónvarmið so
stuttliga, sum Johan í
Kollafirði.
– Eg betrakti hin stuttliga
flokkin sum stuttliga partin
av javnaðarflokkinum. Jo-
han stendur persónliga fyri
nógvum sjónarmiðum, sum
Javnaðarflokkurin
tekur
undir við, heldur Jóannes
Eidesgaard
– Tú kanst siga at vit
standa fyri serøsa partinum
av hesum sjónarmiðum,
meðan Johan stendur fyri tí
skemtingarsama.
Johan
hevur nøkur sosial mál,
hann brennir fyri og tað
gera vit eisini, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard við-
urkennir rættin hjá Johan í
Kollafirði at stilla upp, tí
tað er ein demokratiskur
rættur.
– Tað er ymiskt hvussu
fólk siga ting. Summi siga
nøkur alvorlig ting upp á
ein skemtiligan hátt, meðan
onnur gera umvent. Eg
haldi at tað er ein ávísur
álvara í tí, sum Johan sigur,
sjálvt um hann sigur tað á
ein stuttligan máta, heldur
Jóannes Eidesgaard.
Stúrir fyri tíðarspillu
– Jú okkurt skal eisini vera
at flenna at í politikki. Vit
skulu eisini hava skemt,
sigur Óli Breckmann, sum
sjálvur javnan roynir seg
við skemti - bæði frá
tingsins
røðarapalli
og
millum fólk.
Men Óli Breckmann sær
tó ein lítlan vansa við
nýggja flokkinum.
– Tað verður kanska eitt
sindur tyngri at avvikla
politiskar fundir, tí nú
verður ein flokkur meiri,
sum skal hava orðið. Tá
agitasjónin fer í gongd, so
vil hesin nýggi flokkurin
upptaka agiasjónstíð. Tó
kann tað kanska fáa summi
at halda, at fundartíðin
tykist styttri, sigur Óli
Breckmann.
Samanborið við
einari vanligari
vetrarviku, henda
ofta fleiri eldar í
jólavikuni og ser-
liga í nýggjársvik-
uni, fyrst og fremst
av adventskransum
og jóladekora-
tiónum
BRUNAVANDI
Tíðindaskriv
– Vit kunnu ikki ávara
nóg mikið um tann økta
eldváðan í jólamánaðin-
um, sigur Tryggingar-
felagið Føroyar og vísir
á, at sleppast kann und-
an nógvum eldum heima
við hús, um einans øll
hugsa seg væl um.
Hugsa teg væl um -
tað lønir seg
Um tú fylgir hesum
ráðum kanst tú sleppa
undan einum jólaeldi:
• Far ongantíð úr einum
høli, har livandi ljós
brenna - sovna heldur
ikki frá teimum.
• Lat ikki børn ella djór
vera einsamøll í høl-
um, har livandi ljós
brenna.
• Royn altíð at nýta
sjálvsløkkjandi ljós.
• Hav altíð eina kannu
av vatni standandi.
• Lat ikki ljós standa
tætt við tilfar, ið
brennir lætt, t. d. gar-
dinur.
• Brúka
roykalarmar.
Teir kunnu bjarga tær
og øðrum lívinum og
kanska eisini forða
einum minni eldi í at
gerast ein stórur eldur.
– Um eldur kemur í
kortini, sum ein ikki
sjálvur fær sløkt, er um-
ráðandi at fáa øll út og
ringja eftir sløkkiliðnum
á telefon nr. 112, sigur
Tryggingarfelagið Før-
oyar.
Trygging í samband
við jólaeldar
Privat- og sethúsatrygg-
ingar rinda endurgjald
fyri eldskaðar og rinda
eisini fyri rímiligar og
neyðugar útreiðslur í
samband við endurhýs-
ing, um tað ikki er ber til
at búgva í húsinum aftan
á eldskaðan.
Fleiri eldar í jóla-
og nýggjársvikuni
Fólkaflokkurin í
Suðurstreymi bíðaði
til seinastu løtu at
almannakunngera
listan og mánadagin
tók Bjarti Mohr seg
av listanum.
UPPSTILLING
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Fyri jól var fólkafloks-
felagið í Havn liðugt við
listan til løgtingsvalið, men
einhvør ósemja var um
listan, tí valdi felagið ikki
at almannakunngera hann.
Freistin at senda listan
inn var úti týskvøldið og
mánakvøldið
avgjørdi
Bjarti Mohr, at hann kortini
ikki vildi vera á listanum.
Felagið hevði gjørt listan
lidnan og nevndin var samd
um, hvussu listin skuldi
síggja út, men so var hann
broyttur í evstu løtu.
– Eg eri sera keddur av, at
Bjarti Mohr avgjørdi ikki at
stilla upp, sigur Aage
Arnholdson, formaður í
Havnar
Framburðsfelag,
sum fólkafloksfelagið í
Havn eitur.
Aage Arnholdson vil ikki
gera nakra viðmerking til,
hví Bjarti Mohr avgjørdi at
taka seg av listanum. Hann
vísir til, at Bjarti Mohr
alment hevur sagt, at hann
heldur seg ikki hava tíð til
at stilla upp.
Betri møguleikar
til Poul
Uttanifrá ber til at undra
seg yvir, at Bjarti Mohr ikki
visti tað fyri jól, men valdi
at taka seg av listanum, so
bert 10 valevni vera eftir.
Tað kundi kanska verið ein
fyrimunur fyri Fólkaflokk-
in at havt 11 valevni, sum
hinir flokkarnir hava.
Við seinata løgtingsval
fingu Óli Breckmann og
Bjarni Djurholm flestu
atkvøðurnar, meðan Poul
Michelsen og Bjarti Mohr
lógu tættir á triðja og fjóðra
plássi. Poul Michelsen fekk
293 atkvøður og Bjarti
Mohr
256
atkvøður.
Uttanifrá kundi tað sæð út
til, at møguleikarnir hjá
Poul Michelsen er batnaðir
munandi, nú hann ikki
hevur Bjarta Mohr at kapp-
ast við.
Tey 10 nøvnini á fólka-
flokslistanum
í
Suður-
streymi eru: Óli Breck-
mann, løgtingsmaður, Við-
argøta 2, Argjum, Eli
Christiansen,
umsiting-
arleiðari, Miðrás 4, Tórs-
havn, Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, Millum
Gilja 121, Hoyvík , Turið
Christophersen,
hjálpar-
fólk, Grønlandsvegur 40,
Tórshavn, Elna Skylv Han-
sen, ítrottarráðgevi, á Bø,
Kaldbak,
Jan
Hansen,
bygdaráðslimur,
Nólsoy,
Poul Michelsen, stjóri,
Gundadalsvegur 19, Tórs-
havn, Annika Olsen, hand-
ilsskúlalærari, Blankagøta
12, Tórshavn, Heðin D.
Poulsen, løgfrøðingur, J.
Paturssonargøta 78, Tórs-
havn og Torkil V. Rasmus-
sen, lærari, Mammulág 1,
Tórshavn .
Jenis av Rana:
Johan ger
fólkaræðið
til láturs
Poul vann á Bjarta Mohr
Jenis av Rana úr Miðflokkinumm dugur einki stuttligt at síggja við Hinum stuttliga flokkinum.
Bjørgfríð Ludvig, sum
starvast í Vinnuhús-
inum, heldur, at tey
brekaðu so vítt sum
gjørligt mugu inte-
grerast á »vanliga«
arbeiðsmarknaðinum
og á jøvnum føti við
onnur starvsfólk.
- Nøkur kunnu eftir
eina royndartíð loysa
uppgávur á jøvnum
føti við onnur, meðan
onnur møguliga
skulu hava eina varda
skipan restina av
arbeiðslívinum
HANDIKAPPDAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjørgfríð Ludvig segði eis-
ini nøkur orð á altjóða
handikappdegnum
í
Almannaráðnum, 3. des-
ember.
Hon
viðgjørdi
spurningin: Hvørjar møgu-
leikar hevur ein persónur
við breki á privata arbeiðs-
marknaðinum?
Hon helt, at hesin spurn-
ingur kann svarast einfalt:
- Tað snýr seg um at
skapa pláss fyri fólkum við
breki.
Bjørgfríð segði, at spurn-
ingurin um møguleikarnar
hjá hesum fólkum ikki hev-
ur verið nógv umrøddur.
- Eg haldi ikki, at fólk við
breki kunnu gerast upp sum
ein bólkur, tí brekini og før-
leikin kunnu vera so ymisk.
Hon helt, at endamálið
má vera at integrera fólk
við breki á »vanliga«
arbeiðsmarknaðinum
so
vítt sum møguligt og á
jøvnum føti við onnur
starvsfólk.
- Nøkur kunnu eftir eina
royndartíð loysa uppgávur
á jøvnum føti við onnur,
meðan onnur møguliga
skulu hava eina varda skip-
an restina av arbeiðslívin-
um.
Bjørgfríð helt, at tað ber
til at fáa fleiri brekaði út á
vanliga arbeiðsmarknaðin,
men neyðugt er við karm-
um, soleiðis at fólk kunnu
fara út á arbeiðsmarknaðin
og eitt nú í styttri tíð fáa løn
frá tí almenna – ella varð-
veita sína pensjón.
- Ofta gera vit ein top-
down politikk, har vit seta
tað stóra apparatið í gongd.
Men her kundu vit møgu-
liga heldur valt eina prakt-
iska loysn.
Hon helt, at ein máti at
loysa hetta uppá, kundi ver-
ið, at ein persónur varð sett-
ur sum millumlið millum
tey brekaðu og virkini.
- Ein háttur kundi verið at
vitjað virkini og kannað
eftir, hvør tørvurin er.
Bjørgfríð helt, at ein so-
nevnd gummu ella gubba-
skipan kundi verið, har ein
persónur á arbeiðsplássin-
um kann taka ábyrgd av tí
brekaða og hjálpa og veg-
leiða viðkomandi, og inte-
grera tann vinnuskerda
sosialt á arbeiðsplássinum.
- Tað almenna kundi í eitt
stytri tíðarskeið rindað løn-
ina hjá hesum fólkum í
einar 3-6 mánaðir. Eftir
hetta kundi arbeiðsgevarin
so mett um, hvørt tann
brekaði kann vera verandi
ella ikki.
- Vit mugu ansa eftir ikki
at skapa ein triðja arbeiðs-
marknað fyri tey, sum ikki
kunnu fara til arbeiðis á
jøvnum føti við onnur
starvsfólk.
Hon helt, at ein avtala
kundi verið gjørd við fak-
feløgini um, at tann brekaði
tekur sær av tí, sum við-
komandi nú einaferð dugir
til, og síðan kundi hesin
fingið løn í mun til dygd-
irnar.
- Talan kundi eitt nú verið
um hálva løn, men slíkt
eigur at metast um í hvørj-
um einstøkum føri.
Bjørgfríð harmaðist um,
at fakfeløgini ofta síggja
slíkar skipanir sum eina
hóttan.
- Tí er neyðugt, at feløg-
ini eru væl kunnaði um tað,
sum gjørt verður.
Bjørgfríð Ludvig, sum
umboðaði
Vinnuhúsið,
harmaðist um, at fakfeløg-
ini ikki vóru við á fundin-
um, altjóða handikappdag-
in, 3. desember.
Eiga ikki at skapa ein
triðja arbeiðsmarknað
- Tað almenna kundi í eitt stytri tíðarskeið rindað lønina hjá teimum brekaðu einar 3-6 mánaðir
ella so. Eftir hetta kundi arbeiðsgevarin mett um, hvørt tann brekaði kann vera verandi í
starvinum ella ikki, heldur Bjørgfríð Ludvig
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Hetta hevur verið
eitt óvanliga gott ár
hjá okkum og
línuflotanum sum
heild sigur reiðarin,
Torleif Sigurðsson
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er stuttligt at vera fiski-
maður, tá ið tað gongur so
væl, sum tað hevur gjørt
hjá teimum, ið sigla við
línuskipinum, Pison úr
Klaksvík.
Torleif Sigurðsson, reið-
ari, sigur, at nú árið er at
enda komið, hevur skipið
fiskað 1588 tons, sum eru
seld fyri stívliga 22,2 milj.
krónur.
- Skipið fór fyrsta túrin í
árinum, 9. januar og av-
reiddi seinastu ferð, 14.
desember.
Reiðarin sigur, at skipið
hevur verið til fiskiskap
240 dagar í 2003, og mann-
ingarparturin er 630.000
krónur.
- Men her mugu vit at
hava í huganum, at mann-
ingarparturin verður rokn-
aður fyri allar túrarnar,
skipið hevur gjørt, og tí er
hetta ikki tað, sum mann-
ingin hevur tjent.
Hann sigur, at sjálvandi
hava menn havt frítúrar,
men inntøkan hjá teimum,
sum hava verið flestu túr-
arnar við Pison, liggur
omanfyri 500.000 krónur,
og tað má sigast at vera
rættiliga óført.
Sambært
hagtølunum,
liggur miðalprísurin hjá
Pison fyri alt árið á sløkum
14 krónum fyri kilo.
- Jú, hetta hevur verið eitt
óvanliga gott ár. Eg veit
ikki um, at nakar annar
línubátur nakrantíð hevur
fiskað fyri eitt so stórt
krónutal í eitt ár, sigur reið-
arin.
Sum skilst, er Morgun-
stjørnan næst besti línubát-
urin í ár, og á triðja plássin-
um kemur West Freeser.
Morgunstjørnan hevur tó
fiskað fyri 3,2 milj. krónur
minni enn Pison.
Tað hevur annars gingið
væl hjá teimum flestu línu-
bátunum, sum hava verið í
vinnu meginpartin av árin-
um.
- Eg haldi, at flestu skip-
ini hava fiskað millum stív-
liga 1000 og uppí eini 1300
tons, og tað má sigast at
vera ógvuliga gott. Veiði-
virðið hjá hesum skipum
liggur í miðal um einar 15-
16 milj. krónur. Hetta hevur
tískil verið eitt heilt óvan-
liga gott ár hjá línubát-
unum, sigur Torleif Sig-
urðsson.
Skipari á Pison er Petur
Eliasen, sonur Vinnu og
Kristian í Vági. Bæði for-
eldrini eru úr Klaksvík.
Kristian er farin, men
Vinna er á lívi.
Manningarparturin við Pison er 630.000 krónur
- Tað hevur gingið óvanliga væl hjá línuflotanum í ár, sigur
Torleif Sigurðsson, reiðari á Pison
C
M
Y
K
9
8