mikudagur 31. desember 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 246 - 31. desember 2003
Nr. 246 - 31. desember 2003
11
Javnaðarflokkurin hevur sum tann fyrsti flokkurin
meldað út við valskránni til løgtingsvalið tann 20. janu-
ar 2004. Tað, sum eyðkennir valskránna hjá Javnaðar-
flokkinum, er, at hon í fyrsta lagi snýr seg um mál og
spurningar, sum er viðkomandi hjá tí einstaka føroying-
inum. Í øðrum lagi er henda valskrá sera ítøkilig.
Tað er uppá tíðina, at spurningar og mál, sum upptaka
vanlig fólk aftur koma á dagsskránna. Í góð fimm ár
hevur politiska dagskráin verið dominerað av fullveld-
ismálinum eina. Hetta mál hevur verið ført fram á ein
hátt, soleiðis at tað hevur blokerað fyri týðandi avgerð-
um eins og hetta mál hevur skapað split og spjaðing í
tjóðini. Nú er tíð uppá at vaska talvuna og at byrja av
nýggjum við aftur at seta vælferðina á breddan.
Valskrá Javnaðarflokksins er júst ein slík nýggj byrjan.
Um fólk skal liva og trívast her í Føroyum, má
politikkur aftur fara at snúgva seg um tey viðurskifti,
sum tryggja okkum eitt gott samfelag. Um búskapur og
vinnulív skulu kunna blóma má politiska skipanin
skapa tryggar og mennandi karmar. Stórir partar av
vinnuni hava livað í óvissu um framtíðarkarmarnar.
Óneyðug óvissa hevur valdað um framtíðina hjá
teimum stóru almennu fyritøkunum, sum eru berandi í
vinnulívinum. Her má annað lag koma á og má ein
greiður og miðvísur vinnu- og fíggjarpolitikkur koma í
staðin fyri tað politiska atgerðarloysi og ta líkasælu, ið
nú í fleiri ár hava valdað á økinum.
Í hesum høpi er boð Javnaðarflokksins sera áhugavert,
har sagt verður, at ein strategi verður løgd, sum skal
fevna um menning av nýggjum vinnum og nýggjum
marknaðum og sum heild um eina røð av stimbrandi
tiltøkum eisini fyri hóttar vinnur av samfelagsligum
týdningi uttan tó at fevna um rakstrarstudning til vinn-
una. Víðari verður sagt, at føroyski búskapurin skal hava
fleiri bein at standa á og at karmarnir skulu gerast støð-
ugir. Eisini eru boð uppá ein meira ítøkiligan og fram-
eftirrættaðan fiskivinnupolitikk. Hetta er júst tað, sum
vinnulívinum tørvar.
Tað er áhugavert, at Javnaðarflokkurin umframt ein
sera framskygdan og ítøkiligan vinnupolitikk hevur
raðfest ávís øki, sum eru vanligum fólki sera viðkom-
andi. Talan er um familjupolitikk, heilsupolitikk,
barna- og ungdómspolitikk, almannapolitikk og út-
búgving og gransking. Í heilsuverkinum og á almanna-
økinum valdar óvissa og trot er á heilt grundleggjandi
tænastum. Boð Javnaðarfloksins eru, at bíðilistarnir
skulu burtur, at matvøruprísirnir skulu lækkast, at
bøtast skal um fólkaheilsuna og pensiónsmálið skal
avgreiðast við einari trýstreingjaðari loysn, sum fevnir
um fólkapensión, samhaldsfasta og einstaklingin
sjálvan. Útspælið hjá Javnaðarflokkinum er áhugavert
og sera viðkomandi. Við hesum útspæli er gerandis-
dagurin hjá øllum føroyingum aftur komin á politisku
dagsskránna - tey politisku øki, sum ávirka lívið hjá tí
einstaka menniskjanum eru raðfest høgt. Vit hava
hægsta skattatrýst í Norðurlondum og Europa sum
heild og gerandisdagurin er alt annað enn lættur. Tað er
tí í tøkum tíma, at hesi øki verða politiskt raðfest og at
fokus aftur politiskt verður sett á vælferðina hjá Føroy-
inginum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tað góða samfelagið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Longu Hall á Løgtingsfíggjarlógini aftur?
Varðveita frádráttin til sjómenn!
Inn í 2004 við nýggjum andliti
Birgir Mohr, Sandi
Hóast tey sjey feitu árini
beint nú hava verið!
Lækkandi konjunkturir
fyri framman!
Ein av orsøkunum – ella
høvuðsorsøkin til sam-
gonguslitið er, at teir báðir
stóru – Tjóðveldisflokkur
og Fólkaflokkur eru greiðir
yvir, at longu nú er hall
aftur á løgtingsfíggjarlógini
fyri 2003 – og at trupult
verður at fáa 2004-løg-
tingsfíggjarlógina at hanga
saman, tí er avmynstrað.
Hettar er samstundis ein
staðfesting av, at politikk-
urin frá 1998 er sligin feil á
fleiri økjum. Tvær høvuðs-
orsøkir eru til hallið. Onnur
er tann, at samgongan í há-
stórheit minkaði danska
blokkin árliga við kr. 367
milliónum, hin orsøkin er,
at miðfyrisitingin er vaksin
fyrilitaleyst hesu 6 árini og
útreiðslurnar hareftir.
Tað, at inntøkur Føroya
fólks lækka nakað við
hvørt, tað eru vit von við,
og tað áttu løgtingið og
landsstýrið at vitað. Vit liva
í einum fiskivinnusamfel-
ag, har landsbúskapurin
gongur í bylgjum. Tað vita
flestu húsarhald í Føroyum.
Slíkt gevur svingandi inn-
tøkur. Vita landsins kosnu
ikki tað og duga at stýra
hareftir, ja so gongur galið
og tað er tað, sum hent er –
tey dugdu nú at síggja trup-
ulleikarnar
nærkast
og
rýmdu í land av skútuni. Tó
var tað kanska tað frægasta,
gerast kundi, tó tað ikki
vísir ábyrgd.
Men hesum skilinum varð
ávarað ímóti øll árini síðan
1998, men tey so sera klóku
fullveldisfólkini vildu ikki
lurta – fullveldið fram um
alt, tí er við at ganga galið
nú her hjá okkum – endarnir
røkka ikki gaman.
At siga nei til inntøkur,
samstundis sum vit hava
kempuíløgur fyri framman,
sum eru neyðugar fyri okk-
ara framtíð, tað er ikki
skilagóður politikkur. And-
støðan á løgtingi hevur
ávarað móti hesum øll árini.
Ein nýggj samgonga má
tíverri liva við hesum
ógvusliga niðurskurðinum,
men útreiðslurnar kann hon
vónandi gera eitt sindur við
sum frálíður. Okkum tørvar
eina nýggja samgongu, ein
nýggjan politikk.
Tað vil javnaðarflokkur-
in.
Vinjard Johansen
Valevnið Miðflokksins
Eysturoy
Stórsta vinnan hjá okkum
eigur verða stuðla fult út.
Skal tann meinigi borgarin
og skulu privatar fyritøkur
klara seg í framtíðini, eiga
vit at halda fæst við høvð-
usvinnuna sum hevur stór-
an týdning fyri land okkara.
Fyri at borgara skula
trívast sum sjómenn, eiga
vit ikki at tosað um at
skerja ella taka burtur tann
skattafrádrátt teir fáa ídag,
heldur skula vit halda fram
við hesum, og virða okkara
sjómenn fyri tað teir eru
fyri land okkara.
Vit áttu at sæð hetta sum
ein góðan stuðul fyri land-
ið, og heldur roynt at hildi
fæst við manningina á skip-
unum, og fingi áhugan upp
hjá ungum røskum monn-
um fyri sjólívinum.
Landi hevur brúk fyri
hesari vinnu, og sjálvandi
skal tað hava sín fyrimun,
fyri tann sum váðar lív sítt
á havinum og er burtur frá
familju stóran part av
árinum.
John Johannessen,
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymi
Góði lesari. Fyri nøkrum
døgum síðani tók eg eina
stóra avgerð. Kanska ta
størstu, eg higartil havi
tikið í lívinum. Eftir gjølla
umhugsan gjørdi eg av at
leggja journalistiska kallið
frá mær og játtaði at stilla
upp til løgtingsvalið fyri
Javnaðarflokkin.
Drúgvu royndirnar, sum
kritiski fjølmiðlamaðurin í
fólksins
tænastu,
hava
sannført meg um, at brúk er
fyri nýggjum andlitum í
føroyskum
politikki.
Nýggjum
fólkum,
sum
standa fyri opinleika. Sum
vilja brúka orku uppá at
føra veruligan politikk og
finna breiðar semjur um
politisku álvarsmálini, ið
skulu til, fyri at fáa gerand-
isdagin hjá okkum øllum at
hanga saman. At brúka
orkuna upp á persónligt
stríð og herróp uttan bak-
land. Tað byggir ikki land.
Tí bjóði eg meg fram til
eina nýggja uppgávu. Eg
bjóði meg fram sum fólks-
ins tænara á Føroya Løg-
tingi. Eg bjóði meg fram at
fáa álvara og opinleika í
føroyskan politikk. At vera
við til at skapa tað góða
samfelagið. Eitt samfelag,
vit kunnu kalla Føroyar fyri
øll. Eg bjóði meg fram at
finna breiðu semjuna, sum
kann skapa eitt sjálvbjargið
land, har tað er liviligt hjá
øllum samfelagsstættum.
Mín áheitan á teg, er at
stuðla mær at røkka mál-
inum. Lat okkum saman
fara inn í nýggja árið við
einari nýggjari dagsskrá.
Við bestu ynskjum um
eitt av Harranum signað
nýggjár og við vón um tína
atkvøðu tann 20. januar.
VIÐMERKINGAR
Vit eru føroyingar serstøk tjóð - ella hvat??
Jóanis Nielsen
Valevni fyri Fólkaflokkin í
Vágum
Alt meira talar fyri, at vit
føroyingar skulu hava okk-
ara lóggávu á øllum økjum.
Vit upplivdu nú um dagar-
nar, at friðaligir føroyskir
vælgerðarfelagsskapir fingu
stemplið yvirgangsfólk sett
á seg av limum í danska
fólkatinginum, ja, enntá av
monnum av muslimskum
uppruna, í hvørs londum har
menniskju, ið loyva sær at
hava aðra meining enn
átrúnaðarliga leiðslan, dag-
liga verða steinað, hongd,
hálshøgd og skotin til deyða.
Her fingu vit bara lógina í
øvugtari útgávu, at forfylgja
vælgerðarfelagsskapir við at
koyra teir í bólk við
brotsmonnum. Víttgangandi
muslimar hava ikki fyrilit
við nøkrum, heldur ikki ST-
fólki ella hjálparfólkum hjá
Reyða Krossi.
Pro vita merkir, at
vera Fyri Lívi
Pro Vita, sum merkir, at vera
Fyri Lívi, altso sum er ímóti
at sláa menniskju íhel, verð-
ur samanborðin við eitt nú
sjálvmorðsbumbufólk. Um
vítgangandi bólkar í USA,
sambært fjølmiðlunum, fara
so langt, at teir gera seg inn
á læknar og onnur, sum
fremja fosturtøku, so er
neyvan nakar limur í Føroya
Pro Vita, sum tekur undir
við teimum, ella hevur nak-
að samstarv við slíkar - tað
forbjóðar seg sjálvt - tí so
ganga teir móti sínum egna
motto: Fyri Lívi. Hesir am-
erikonsku bólkar liggja so-
statt líka langt frá Føroya
Pro Vita, sum viðhaldsfólkið
hjá donskum fólkatingslim-
um liggja, sum í grundini
eru ímóti at verja lívið hjá
hinum mest hjálparleysa
skapninginum.
Tú mást ikki sláa íhel!
Sum vanligur kristin føroy-
ingur, hevur tað verið hildið
í hevd, at halda fimta boð:
Tú mást ikki sláa íhel! Tað
er eitt kærleiksboð, sum er
galdandi øll menniskju, frá
størsta brotsmanni til lítla
barnið í móðurlívi. Vit hava
fingið
tað
inn
við
móðurmjólkini,
ikki
at
skaða okkara næsta á
nakran hátt. Í Føroyum
kemur slíkt sera sjáldan fyri,
og tað skelkar alt landið, tá
ið tað hendir. Men dráp er
dagligur kostur í Danmark
og í londum kring okkum.
Hjá teimum fara slík tíðindi
inn gjøgnum annað oyra og
útaftur gjøgnum hitt.
Heldur ikki krossin,
kristindómsins merkið
Fara vit at geva eftir og laga
okkara lógir eftir donskum
mynstri, ja, so kann næsta
kravið nattúrliga verða, at
geva fríða pornológ í Føroy-
um, tí tann lógin er galdandi
í Danmark og øðrum ES-
londum, har tað eitur, at
kvinnan skal hava loyvið at
selja sín kropp, tað verið seg
til litaðu bløðini, pornorásir
ella við skøkjulevnaði. Upp-
aftur næsta kravið vil verða
tað, ið varð viðtikið í Frak-
landi áðrenn jól, at sýtt verð-
ur starvsfólki í handlum at
bera hálsketu við krossi í, tí
tey mugu ikki á nakran hátt
vísa fram tað ið minnir um
átrúna, heldur ikki krossin,
kristindómsins
merkið.
Krossurin, sum hevur verið
heiðursmerki føroyinga í
øldir, Krossin, sum menn
skóru inn í vaðbeinið, sum
vit høgdu inn í gravsteinin,
sum vit hevjaðu á kirkjuspír-
inum. Skipini og bátarnir
vóru signaði við at sigla
tríggjar ferðir runt á vánni
(tríeindin) tá ið tey vóru
sjósett. Børnini hava verið
signað frá tí tey lógu í vøgg-
uni. Slíkar ríkar siðir, mugu
danir ikki banna føroyingum
at halda.
Danir skulu halda fingr-
arnar langt burtur frá okk-
ara lógum og siðum.
Tað má og skal vera eitt
krav frá okkum, at danir
skulu
halda
fingrarnar
langt burtur frá okkara
lógum og siðum. Teir hava
nóg mikið at rudda upp í
egnum landi. Í Danmark
verða árliga umleið 20.000
børn tikin í móðurlívi. Nú
er undirskot í yngra ættar-
liðinum, tey gomlu hava
ongan at ansa sær, tí hitt
yngra ættarliðið slapp ikki
at verða føtt. Tað sigur seg
eisini sjálvt, at tá ið 20.000
menniskju av yngra ættar-
liðinum árliga resta í, so
verður gongdin skeiv. Ikki
er neyðugt at hava meistar-
ar í støddfrøði at finna fram
til tað. Hvørt smábarn kann
seta tey tølini upp á ein
pappírlepa, telja tey saman
og trekkja frá, so einfalt er
tað. Og hvør røktingarmað-
ur finnur útav hesum tá ið
hann skipar hagan.
Vit vilja halda fast við
tey kristnu lívsvirðini
Vit eru føroyingar serstøk
tjóð. Skal hetta bara vera
sangur á munninum? Ella
vilja vit halda fast við okk-
ara siðir og okkara mentan,
við tey kristnu lívsvirðini,
og framvegis liva undir
tryggum og góðum korum
sum eitt heiðurligt fólk, ið
kann vera eitt fyridømi fyri
onnur fólkasløg?
Við ynski um Harrans
signað nýggjár.
Bergur P. Dam,
Valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Tað er tíð uppá, at løg-
tingið átekur sær sjálv-
søgdu ábyrgdina av orku-
politikkinum í okkara
landi. Tað er skeivt og
vandamikið at lata eina
monopolfyritøku
sum
SEV stýra orkupolitikkin-
um.
Í eina tíð hevur føroysk-
ur orkupolitkkur aftur
verið á dagsskrá. Ella
kanska heldur tann vant-
andi orkupolitikkurin. Tí
veruleikin er jú, at løg-
tingið ikki hevur vilja tik-
ið á seg ábyrgdina av at
orða, eftir hvørjum treyt-
um orkuútbyggingin í
Føroyum skal verða.
Og sum ikki einaferð,
er tað SEV, sum er í
brennideplinum.
Hesin
felagsskapur, ið mest er at
líkna við ein orkupolit-
iskan dinosaur.
Við býrokratiskari ar-
rogansu
roynir
SEV
leiðslan at læsa orkuút-
byggingarnar í Føroyum á
eini natúr- og umhvørvis-
oyðileggjandi kós. Hvørt
lítið fet á annan bógv,
krevur ómetaligt stríð við
henda felagsskap. Higar-
til hevur tað bert eydnast í
tveimum førum - aldu-
orkuverkið við Søltuvík
og tær tríggjar vindmyll-
urnar við Mýrarnar í Vest-
manna - at bróta einoygdu
SEV leiðina.
Vanlukkan á Eiði
Mest ræðandi dømi um
skilaleysa orkuútbygging
hava vit sæð í samband
við sonevndu Eiðis verk-
ætlanina. Har er stórur
partur av natúruni í Eyst-
uroynni skamfílaður í
enum milliardaprojekti,
sum tó ikki hongur bú-
skaparliga ella orkutøkni-
liga saman. Og nú ætlar
so leiðslan í SEV at fara
víðari - at leggja uppaftur
fleiri áir turrar - at forða
enn størri parti av feska
vatninum at renna út í
firðirnar.
Her er talan um útbygg-
ing, sum kann hava við
sær óbótaligan skaða á
bæði natúr og umhvørvi.
Tí eiga allar hugsandi
kanningar, um árin á natúr
og umhvørvi, at verða
gjørdar, áðrenn farast
kann víðari.
Runnu undan ábyrgd
Bæði SEV-leiðslan og
landsstýrismaðurin í um-
hvørvismálum føra fram
at ábyrgdarbýtið í slíkum
málum er ógreitt. SEV
sigur seg ikki hava nakrað
ábyrgd av umhvørvinum
og boðar frá, at SEV ætlar
at gera sum minst av ár-
inskanningum. Og lands-
stýrismaðurin skjýtir seg
undir, at nýtt lógarverk
enn ikki er liðugt.
Men tað skerst ikki
burtur, at fráfarandi sam-
gonga hevur runnið und-
an ábyrgdini - eisini á um-
hvørvisøkinum. Til dømis
bað samgongan um, at
danskir
myndugleikar
tóku fyrivarni viðvíkjandi
Føroyum, tá Danmark
staðfesti Kyoto sáttmálan.
Um Føroyar høvdu bund-
ið seg til ymsu altjóða
sáttmaálarnar á umhvørv-
isøkinum, hevði ongin ivi
verið um, at ein tílíkar út-
byggingar ikki kundu
verið framdar, uttan so at
djúptøknar árinskanning-
ar fyrst vórðu gjørdar.
Ein landsuppgáva
Ein stór uppgáva hjá
komandi løgtingsmann-
ing verður at seta í verk
ein veruligan umhvørvis-
politikk fyri Føroyar. Ein
politikk, har mál verða
sett upp um, hvussu vit
skulu útbyggja okkara
land á einum burðardygg-
um
grundarlagi.
Tað
merkir, at tað í øllum mál-
um skal gerast upp, hvørj-
ar avleiðingarnar fyri
natúr og umhvørvi verða.
Og at krøv um fyrilit fyri
umhvørvinum verða sett
øllum útbyggingum.
Men ikki minst merkir
tað, at landið tekur málið í
tí álvara, sum krevst og
skapar karmar, soleiðis at
eisini verður rúm fyri alt-
ernativum til traditionell-
ar loysnir.
Til hetta er gjørt, eigur
SEV útbyggingin í Eyst-
uroynni at bíða.
Umhvørvisábyrgd
Natúr- og umhvørvis-
dygga orkuútbyging
Barsilsskipanin betrast
Sjálvstýri við ábyrgd
Elin Lindenskov,
valevni Javnaðarfloksins
Javnaðarflokkurin
vil
varðveita og betra rættin til
barnsburðarfarloyvi. Lógin
um barsilsfarloyvi, sum vit
hava í dag, gevur foreldrun-
um rætt til hálvt árs far-
loyvi við løn, síðani hálvt
árs farloyvi uttan løn.
Javnaðarflokkurin
vil
virka fyri, at barsilsskipan-
in við tíðini kann veita løn
allar 12 mánaðirnar. Eisini
vilja vit virka fyri, at skip-
anin gerst smidligari, so-
leiðis at hon kann tillagast
einstøku familjuni. Hetta
vilja vit gera við at geva
foreldrunum møguleika til
sjálv at velja, hvussu tey
ynskja at brúka barsils-
tíðina. T. d. tá ein familja
ynskir at brúka nakrar mán-
aðir heima, síðani arbeiða
niðursetta tíð eitt tíðar-
skeið, ella goyma nakað av
tíðini, til familjan seinri
hevur tørv á tí.
www.lindenskov.com
Milson Berg,
valevni hjá sjálvtsýris-
flokkinum í Suðuroy
Fiskur er enn høvuðsgrund-
arlagið undir okkara væl-
ferð. Har fiskurin samlast
er lív í. Við hesum í hugan-
um fór eg upp í arbeiði at
fyrireika landingarmiðstøð
á Tvøroyri. Tungt hevur tað
verið, men nú stendur úr-
slitið uppi og er klárt at
byrja arbeiðið fyrst í kom-
andi ári. Eitt úrslit av
áhaldni at røkka málinum,
sum viðhvørt tóktist at vera
nokk so ómøguligt, var
eydnað. Og nettupp tað at
røkka málinum og ongantíð
sleppa ætlanini er tað, eg
ætli at taka við í tað polit-
iska arbeiði bæði innan mín
flokk og í størri høpi:
Tað skal vera gott at vera
bæði ungur og gamal í Før-
oyum. Frítíðarmøguleikar
fyri ung verða raðfest
frammalaga, íbúarmynstri
verður endurskoðað, tað
skal vera møguleiki bæði at
seta føtur undir egið borð
og búgva bíliga seinni í
lívinum tá krefturnar byrja
at ganga undan. Eisini skal
vera lættari at vera barna-
familja í Føroyum og fólka-
pensiónin eigur sum skjót-
ast at verða dagførd.
Útróðrarflotin er illa fyri.
Grundarlagið at investera
til nýgerð er burtur. Har
skal arbeiðast fram ímóti
betri
lánimøguleikum,
loyvi at flyta avlop frá ein-
um ári til næsta, og minsti-
forvinningurin skal aftur á
sama støði, sum hann var
áðrenn broytingaruppskoti í
desembur 1997.
Sjálvstýri við ábyrgd.
Tað merkir m.a. at einki
skal yvirtakast uttan tað er
búskaparliga forsvarligt, og
at fólksins vælferð við ver-
andi inntøkumøguleikum
ikki verður skerd. Fólkið
eigur at verða spurt eftir
hvussu langt og hvussu
skjótt vit skulu at fara.
Suðringar! Sjálvstýris-
flokkurin og valevni tess
heita á tykkum um at
standa saman um flokkin.
Við áhaldni fara ogur at náa
tey mál sum eru sett. Nøkur
av teimum eru longu nádd
og eitt av teimum fara ogur
at merkja tá nýggji Smyril
væntandi fer í sigling
komandi ár.
C
M
Y
K
11
10