mikudagur 31. desember 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 246 - 31. desember 2003
Nr. 246 - 31. desember 2003
13
VIÐMERKINGAR
Loysing og fullveldi
hoyrir einari farnari
tíð til
Edmund Joensen
Tann stóri hópurin av
hugsandi
føroyingum
dugir at síggja, at loysing
og fullveldi loysir ongar
trupuleikar, men skapar
harafurímóti
alskins
nýggjar trupuleikar, og
kollrennur alt tað før-
oyska samfelagið. Henda
svart - hvíta hugsanin
hoyrir eini farnari tíð til.
Engin nýmótans føroy-
ingur hevur áhuga í at
hoyra farnari tíð til.
Ofta hoyra vit fólk siga
naka soleiðis: "Eg eri ikki
loysingarfólk", ella "eg
eri sambandsfólk". Størsti
parturin av føroyingum
hoyra til hendan bólkin,
og tað siga eisini veljar-
kanningarnar.
Hesi fólkini hava eisini
tað til felags, at tey ynskja
at viðurskiftini í ríkisfel-
agskapinum skulu vera
vælvirkandi og nýmótans.
Akkurát hvussu og hvat
eru ivaleyst ymsar mein-
ingar um.
Hesi fólkini er helst
samd um, at hetta skal ger-
ast á ein fyri føroyingar
virðiligan hátt, sum fram-
vegis ger okkum føroying-
ar stoltar sum tjóð og
byggir brúgv ímillum part-
arnar í ríkisfelagskapinum.
Henda stóra fjøld av
fólki vil sjálvandi ikki av
við
ríkisborgararættin.
Hesi fólkini vilja í heila
tiki ikki av við vælferðar-
trygdina. Rættindini í
samlaða ríkinum skulu
varveitast í heilum líki,
onki minni enn tað. Sjálv-
andi! Tí her hava føroy-
ingar alt at vinna.
Stóri trupulleikin fyri
hesa stóru fjøld av Føroya
fólki er, at 5 av 6 politisk-
um flokkum hava sum
fremsta mál at gera av við
henda sama ríkisfelagskap,
trygd, rættindi og vælferð.
Summir beinan vegin,
aðrir skjótast gjørligt. Tann
sjeyndi
og
nýstavnaði
ætlar at flenna at øllum.
Tað er bara ein tryggur
vegur at ganga. Tað er at
velja Sambandsflokkin.
Tann flokk sum vil tað,
sum stóri fólkaviljin vil,
nevnliga at nýmótansgera
viðurskiftini í ríkisfelag-
skapinum, og skapa trygg
fíggjarviðurskiftir í væl-
ferðarsamfelagnum Før-
oyum.
Nýggja tíðin
Samstarv og samvinna
ímillum lond, er loysunar-
orðið og vegurin fram í
hesum globaliseringstíð-
um. Hetta samstarv og
hesa samvinnu eiga allir
føroyingar eitt gylt at-
gongumerki til ígjøgnum
ríkisborgararættin.
Allir hugsandi føroy-
ingar vita, at tað eru ótelj-
andi fyrimunir í ríkisfel-
agsskapinum.
Fyrimunir sum eru alt-
avgerandi fyri menning-
ina av øllum tí føroyska
samfelagnum.
Sambandsfólk ella ikki
loysingarfólk eru eyvitað
ikki heilt samd í øllum
viðurskifum (t.d. vinstra
og høgra politikki). Tað er
natúrligt. Men tey eru
samd um, at vit skulu
saman menna vælferðar-
samfelagið. Tað sum skilir
er helst meira, hvussu
hetta verður gjørt og
hvussu samfelagságóðin
annars skal bítast.
Júmen tá ið tað eru so
nógvir føroyingar, sum
eru samdir so langt, hví
skulu teir so ikki samla
seg um tann flokkin, sum
er felagsnevnarin fyri hes-
um øllum somlum.
Hví so velja flokkar
sum hava annað í kvittan-
um, og sum hava fyri
neyðini at tosa uttanum.
Hví vænta at flokkar, sum
vóru klárir at loysa eftir
næstseinasta- og seinasta
val, fara at gera annað
hesuferð?
Hví
velja
flokkar sum hava víst, at
teir vóru klárir og vildu
ofra rættindi, trygd og
valferðarsamfelagið?
Sambandsflokkin veitst
tú hvar tú hevur. Hann er
einasta alternativið til
loysingina, og hann má
gerast so stórur hesufer,
við ábyrgd fyri tykkum, at
tað verður hann sum setur
dagskránna.
Tí tað er hann sum
stendur sum felagsnevn-
ari fyri tí stóra hópinum
av føroyingum bæði fyri
sambandfólki og eisini
fyri ikki loysingarfólki, tá
ið samanum kemur.
Tað góða samfelagið er eisini Tað grøna
samfelagið
- tí skulu vit eisini
stuðla uppundir lok-
alt náttúru- og um-
hvørvisarbeiði, t.d. so
sum tær grønu eldsál-
irnar í Vestmanna
slóða fyri
Hans Pauli Strøm,
Valevni fyri Javnaðar-
flokkin í Norðstreymi
Tað týdningarmesta við
einum góðum umhvørvis-
politikki er, at hann verður
eitt felags mál fyri okkum
øll, ikki bara myndugleikar,
politikarar og serfrøðingar -
men at hann eisini verður
ein náttúrligur táttur í
okkara vinnulívi og ein
livandi ábyrgd hjá hvørjum
einstøkum borgara.
Tí vit fremja tann góða
umhvørvispolitikkin í tí
mátanum, vit liva uppá. - í
tí smáa í gerandisdegi okk-
ara einsvæl og í teim stóru
verkætlanunum. Tí hetta
snýr seg um mátan vit fara
um okkara náttúru, mátan
vit brúka okkara tilfeingi,
mátan vit húsast uppá í
okkara vinnulívi, í okkara
fyrisiting, í okkara privata
húsarhaldi.
Tí má umhvørvispolit-
ikkurin bæði verða lands-
fevnandi eins og lokalur -
ein sak fyri politikkaran
einsvæl og fyri tann ein-
staka borgaran.
– Bæði land og kommun-
ur mugu gera umhvørvis-
ætlanir, so eisini Føroyar
kunnu liva upp til tey krøv,
sum altjóða samfelagið hev-
ur sett sær fyri at fremja í
21. øld - Agenda 21 kallað.
– Vit mugu hava eftirlit
við ávirkanina á náttúru og
umhvørvi av øllum al-
mennum eins og privatum
fyritakssemi og vinnu ann-
ars á sjógvi og landi.
– Vit mugu leggja okkum
eftir at skilja rusk, at fremja
endurnýtslu, kompostera
ella gera mold úr lívrunn-
um burturkasti og styðja
ætlaninar um biogass-ann-
legg.
– Vit mugu eisini styðja
uppundir onnur lokal tiltøk
at fremja umhvørvisgóðan
hugburð og umhvørvis-
undirvísing, t.d. við so-
nevndum grønum skúlum
og barnastovnum.
Vit standa ikki á berum á
fleiri av hesum síðstnevndu
økjunum. Vit eru so heppin,
at tað eru fólk, sum av sín-
um eintingum og við eld-
huga slóða fyri við nógvum
góðum lokalum ætlanum.
Hugsi her m.a. um tær
grønu eldsálirnar í Vest-
manna, sum bæði við egn-
um tiltøkum og í góðum
samstarvi við kommununa
ganga undan í lokala um-
hvørvisarbeiðinum - men
sum sakna betri almennar
karmar og at tað almenna
sýnir virksemi teirra størri
áhuga og styðjar betri upp
undir tað. M.a. við at fáa
hesa lokalu Agenda-21
skrivstovuna upp at standa,
sum skal veita ráð og kunn-
ing til borgararnar.
Styðjar tú Javnaðarflokk-
in á valinum, styðjar tú hes-
ar ætlaninar um ein virknan
umhvørvispolitikk í Før-
oyum.
Suðuroy og framtíðin
Finnleif Guttesen
Valevni í Suðuroy
Tali av ungum millum 0-19
ár minkar við umleið 200
fólkum og tali av eldri yvir
65 ár økist við umleið 300
fólkum tey komandi 25
árini.
Hetta sigur mær, at nú skal
ikki tosast og kannast meira,
nei, nú skal ein komandi
samgonga og landsstýr-
ismenn við dirvi, taka av-
gerð og leggja almenn ar-
beiðspláss í Suðuroy, fyri at
venda tí døpru framrokning-
ini av fólkatalinum í oynni.
Hesi arbeiðspláss kunnu
verða
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan, Strandfara-
skip Landsins, Hagstova
Føroya og onnur.
At flyta eitt ella tvey ar-
beiðspláss ger alt ov lítlan
mun, tað skal verða millum
hálvtrýss og hundrað ar-
beiðspláss,
sum
skulu
verða flutt innan eitt ella
tvey ár.
20% av andstøðuni á tingi flutt Suðuroyar
Hergeir Nielsen
Upp undir jól er vanligt at
suðringar koma heimaftur
at vitja, og eru vit øll sera
fegin um, at so er.
Nakrir teirra vitjandi eru
harafturat so fegnir um at
koma hendanvegin, at teir
hesi jólini eisini taka flyt-
ing á pappírinum.
Felags starv teirra er, at
teir allir sita á tingi, og eru
partar av andstøðuni.
Vit, sum hava stríðst við
at flyta almenn arbeiðspláss
hendanvegin, standa stein-
runnin uppi yvir hesum ík-
asti, sum soleiðis heilt av
sær sjálvum leitar hendan-
vegin.
Vit halda tað vera eina
stórhending, og maðurin á
gøtuni er so smátt farin at
rokna við, at teir kanska
flyta alt tingið hendanvegin.
Vit suðringar bjóða teim-
um hjartaliga vælkomnum,
ynskja teimum gleðilig jól,
og rokna sjálvandi við, at
teir eru komnir fyri at vera.
Framá við Sjálvstýrisflokkinum
Kenneth Rasmussen
form. Unga Sjálvstýri
Sjálvstýrisflokkurin er fyri
yvirtøku av øllum máls-
økjum so hvørt, sum vit
hava ráð og fyrisitingar-
ligan førleika til tess. Men
vit vilja tryggja okkum, at
allir føroyingar hava tað
gott og trívast á vegnum
móti fullari ábyrgd í øllum
málum. Tá eitt málsøkið er
yvirtikið vendst ikki aftur,
tí mugu øll viðurskifti, sum
viðvíkja økinum verða lýst
væl og virðiliga, áðrenn vit
taka ábyrgdina. Ikki fyrr
enn vit eru óheft av donsk-
um pengum, kann støða
takast til, um vit vilja loysa
ella ikki. Tá tað er hent,
kunnu føroyingar fara til
fólkaatkvøðu. Eingin vil
taka eina so stóra avgerð,
um útlitini fyri komandi
tíðir eru ótrygg.
Allir møguleikar
opnir
Sjálvstýrisflokkurin
vil
halda fram á sjálvstýrisleið,
men ásannar eisini, at í løt-
uni eru nógv mál, sum eru
meiri átroðkandi enn yvir-
tøkur. Fíggjarligu útlitini
eru ikki góð og partar av
vinnuni
eru
í
djúpari
kreppu. Hesa sannroynd
fara vit at taka við í kom-
andi samráðingum um at
skipa landsstýri. Vit hava
ongar bindingar um at fara
í samstarv við ávísum
flokkum og fara í ta sam-
gongu, har vit fáa flest av
okkara sjónarmiðum við.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leygardagin 15. septembur í ár andaðist
Kurt Joensen, Fuglafirði, 65 ára gamal.
Hóast tað ikki kom heilt óvart, so var tað
tungt at fáa deyðsboðini av Kurt Joensen.
Kurt var ættaður úr Kollafirði, sonur Jógv-
an og Elsebeth Malenu Joensen úr Húsin-
um.
Kurt kom til Fuglafjarðar í 1966, tá hann
giftist við Annefíu Johannesen. Tey fingu 6
børn, fýra synir og tvær døtur.
Fyrstu ferð eg mynstraði sum stýrimaður,
var við "Kappanum" í desembur 1971. Tá
kom eg umborð sum 2. stýrimaður fyri
Kurt, sum hevði fingið sær nakrar frítúrar.
Túrarnar aftaná kom eg at sigla saman við
Kurt. Fyrstu túrarnar var hann fyrri
stýrimaður, og so onkran túr seinni var
hann skipari. Tá Kurt var skipari, var eg 1.
stýrimaður hjá honum. Tann avloysingar-
tíðin var so liðug, og okkara vegir sum
skipsfelagar skiltust tá.
Í 1975 fekk eg hýru sum einastýrimaður
við "Dagsstjørnuni", sum tá var vaktar- og
bjargingarskip. Í februar mánað árið eftir
kom at mangla ein stýrimaður. Spurt var tá,
um eg visti ein stýrimann. Víst varð á Kurt,
sum eg helt vera ein framúr skilamann.
Hóast mínir førleikar at meta um tað vóru
avmarkaðir, so bleiv tað mín sannføring til
síðsta dag, at tann metingin var røtt. Har var
onkur annar, sum eisini kendi Kurt, og tað
var eingin ivi um at ringja og spyrja, um
hann hevði hug at koma við. Kurt tók av, og
hann sigldi við vaktar- og bjargingarskip-
unum til tann síðsta dagin, hann var
arbeiðsførur. Vit komu umborð at loysa av
síðsta fríggjadag í august í fjør.
Kurt hevði nokk ikki følt seg heilt væl
túrin frammanundan, men tí gjørdi hann
ikki stóran háva burturúr. Eg visti í hvørfall
einki um tað. Kurt hevði verið á Lands-
sjúkrahúsinum til eina kanning, meðan
hann var heima. Júst tá Kurt var komin
umborð við manningarskifti, fekk hann boð
um
at
seta
seg
í
samband
við
Landssjúkrahúsið. Hann ringdi út á
Landssjúkrahúsið og fekk boð at koma til
eina kanning aftrat, helst sama dag.
Seinni sama seinnapart ringdi sonur
hansara og segði okkum, at pápi hansara
var sjúkrameldaður, tí læknarnir høvdu
staðfest, at hann hevði krabbamein í háls-
inum og skuldi niður til viðgerð. Tað var ein
hvøkkur fyri okkum allar, men vit livdu í
vónini um, at Kurt fór at koma aftur frískur,
men so var ikki.
Hesi árini, Kurt sigldi við vaktarskip-
unum, eru hendar nógvar broytingar, bæði
hvat fiskimarki og fiskivinnulóggávu
viðvíkur, eins og á tí tøkniliga økinum.
Kurt var ikki ein, ið skúgvaði nýggjar av-
bjóðingar frá sær, men nærlagin setti hann
seg inn í tað, hann hevði við at gera. Kurt
var við Ólavi Halga, tá hann varð brúktur
sum skúlaskip hjá sjómansskúlanæming-
um. Mær tókti, at tað var eini ótrúlig evnir,
hann hevði, at læra frá sær, og tað gjørdi
hann so sera grundiga, at har datt onki lið
burturímillum.
Fyrsta sum teldurnar komu umborð á
skipini, royndu vit, sum tá sigldu saman,
sum frægast í felag at seta okkum inn í tey
ymisku viðurskiftini. Tað var fleiri ferðir,
eg segði Kurt frá um okkurt, sum eg ikki
fann útav. Ofta var svarið, at hatta fekk
hann ikki hjálpt mær við, men so dagin eftir
ella stutt seinni kom hann ofta og segði:
"Tú, eg havi hugt at hasum, tú spurdi um,
og eg havi funnið útav, at tað er soleiðis:…"
Soleiðis var Kurt. Um hann ikki hevði eitt
svar her og nú, so kendi hann seg ikki
leysan av tí, hann var spurdur um, men
royndi at finna, og fann ofta svarið.
Vit sigldu saman fyrst frá februar 76 til
septembur 78, tá vit fóru á hvør sítt hold, og
síðan bert vóru onkrar túrar saman, til vit
fyrst í 90 árunum komu aftur at sigla fast
saman.
Tað vóru nógvar hugnaligar løtur saman
umborð. Ikki vóru vit altíð samdir um tað,
sum tosað varð um, minni enn so, og ofta
varð eitt sindur harðmælt, men ongantíð
førdi tað til illstøðu. Tað átti nokk bara at
vera so. Helst høvdu báðir meir ella minni
hug at andøva ímóti.
Sum skipari á einum vaktar- og bjarging-
arskipi havi eg ofta hildið tað vera rætt at
tosa við aðrar um, hvussu mundi vera rætt-
ast at gera. Oftast hevur tað verið við stýri-
menninar, ein hevur tosað við um tey
ymisku viðurskiftini. Uttan at taka nakað
frá nøkrum øðrum, so loyvi eg mær at siga,
at Kurt var mangan góður í ráðum, uttan at
ein fekk kenslu av, at hann helt, at hansara
meining var tann einasta rætta.
Kurt var við til bjargingar á sjónum,
áðrenn hann byrjaði í Vaktar- og Bjarg-
ingartænastuni. Tann 2. januar 1957 sigldi
Godanes á Flesjarnar og gjørdist vrak.
Støðan var tann, at ein av brøðrunum hjá
Kurt hevði verið við Godanesi og skuldi við
túrin eftir. Tí vistu teir at Godanes skuldi
koma tað kvøldið. Um kvøldið sóu teir, at
tað var so upplýst við Flesjarnar.
Teir fóru tí at lurta eftir Tórshavnar
Radio, fyri at vita hvat mundi vera hent.
Teir hoyrdu tá, at Godanes hevði siglt á
flesjarnar. Kurt saman við pápanum og
brøðrum sínum drógu tá áttamannafar,
maskinbátin teir áttu, og fóru út fyri at
hjálpa, um tað var brúk fyri teimum. Teir
komu bert til at taka eina boyu upp. Tað
segðist at skiparin hevði bundi seg í eina
boyu, tí tað manglaði eitt bjargingarbelti,
men einki hekk í boyuni teir tóku.
Einaferð í 60árunum, tá klaksvíkingar
vóru á veg til Føroya við einum sandbáti,
sum teir høvdu keypt, forlistu teir. Teir
sendu út neyðarkall, og skip fóru at leita.
Millum teirra var Boðanes, sum Kurt var
stýrimaður á. Teir lógu tá undir Shetlandi
og krokaðu. Navigatiónsútgerðin var ikki
tann sama tá sum nú. Teir høvdu bert ein
peilara at halda seg til, og bjargingarbáturin
hevði í mesta lagi ein sendara, men bert við
tí útgerðini og við at krosspeila við onnur
skip funnu teir gummibátin. Teir løgdu
framat gummibátinum og tóku so fyrst
menninar úr gummibátinum og síðan
gummibátin. Menninir vóru allir vátir, men
høvdu tað annars gott. Teir fingu turr
klæðir frá manningini á Boðanesi, og so var
ikki meira um tað enn, at Boðanes fór á
Klaksvík við monnunum.
Einaferð vit vóru á Klaksvík við einum
av vaktarskipunum, kom Bethuel Johanne-
sen, Klaksvík, sum var skipari á sandbátin-
um, umborð á vaktarskipið. Hvørji ørindir
hansara vóru, minnist eg ikki. Kanska bara
at práta. Bethuel, sum ikki kendi Kurt aftur,
spurdi Kurt, hvør hann var. Skemtingar
samur sum Kurt var, svaraði hann: "Vit
hava verið saman til skips, og tá var tú í
buksunum hjá mær." Tá tað var sagt, tá visti
Bethuel, hvør maðurin var, og teir fingu eitt
gott prát saman.
Kurt, eins og kona hansara, Annefía, átti
trúgvandi foreldur, og tann førningur, hann
fekk frá ungum av, var honum ein stuðul alt
lívið, og eftir tí aldu tey upp síni børn.
Átrúnaðarliga var hann eisini sannførdur
um, at við egnari megi eru vit menniskju, tá
um frelsuna ræður, øll sum kamelur, ið skal
gjøgnum eitt nálareyga, men hann var eisini
sannførdur um, at tann, sum trýr á Jesus
Kristus og heldur út til endan, skal verða
frelstur av Guðs stóru náði. Hesum hvíldi
hann í líka til sína síðstu stund.
Kurt er nú farin, og maður kemur í mans
stað, men saknurin er stórur, bæði á ein og
annan hátt hjá okkum øllum, ið høvdu við
Kurt at gera sum starvsfelaga og vin. Góða
Annefía, børnini, verbørnini abbabørn og
systkin. Stórstur er saknurin hjá tykkum,
sum hava mist mann, pápa, verpápa, abba
og bróður.
Tað sigst, at tíðin lekir øll sár. Tað er
nokk satt, men tann tíðin kann sýnast sera
long. Harrin styrki tykkum í sorg og sakni.
So legg tú allan trega
í Harrans sterku hond,
lat trúgv og vón teg gleða,
um tíðin sýnist vánd.
Tað er ei tú, ið veldur,
ei tú, ið tekur ráð,
Guð veldisstavi heldur,
og ferð øll hans er náð.
Friður veri við minninum um Denhard
Kurt Joensen.
Ellintur
Sunnumorgunin 14. desember komu
boðini um, at Lina Arge var slóknað 85
ára gomul. Nú var hennara lívsskeið at
enda komið og virknar hendur faldaðar á
seinasta sinni. Hon var troytt nú og
trongdi til hvíldina.
Tað verður løgið aftur at ganga fram
við hugnaligu húsum hennara mitt í
Havnini og ikki at síggja hana sita við
vindeygað. Har sat hon vanliga við
stokkum ella øðrum handarbeiði fyri at
fáa sum mest av dagsljósi, tí eyguni bil-
aðu tey seinnu árini. Hon dugdi sera væl
til hendurnar og nógv kom burturúr, sum
hon plagdi at geva burtur. Hon var blíð at
koma inn til og í hugnaligu stovuni hevur
mangur sitið væl. Hon plagdi t.d. at bjóða
'góðaráð' og alt bakaði hon sjálv.
Vit kendu einans Linu hennara ellisár,
men hava fingið manga søguna um
hennara virkna lív, um Málingahandilin,
sum byrjaði í hennara kjallara, og har hon
arbeiddi, og um tey 27 árini, hon var
'kaffikona' á Sjómansskúlanum og hvønn
morgun rann niðan trappurnar har - hetta
var góð venjing. Hon var altíð so glað, tá
hon hitti onkran, sum mintist hana av
sjómansskúlanum, og eina av seinastu
ferðunum hon var í Klaksvík, segði hon
smílandi frá, hvussu stýrimenninir um-
borð á Dúgvuni høvdu tikið undir armin
á henni og hjálpt henni, tí hetta var jú
'kaffikonan'!
Lina var familjukær og átti nógvar
vinir bæði her og uttanlands, og hon var
trúføst at halda samband við vinir sínar.
Tað var ofta, tú hoyrdi málið á henni í
telefonini - stundum var tað okkurt, hon
hevði hoyrt í útvarpi, ið upptók hana, tí
hon sat væl undir øllum, um enn hon
viðhvørt sá lítla meining við dagsins
samfelag.
Lina hevði ferðast víða, og tað besta
hon visti var at sleppa burtur at ferðast,
síggja onnur lond og fáa sól. Í mong ár
var hon umboð fyri Føroyar í felags-
skapinum Samnordisk Pensionärskultur
og ferðaðist til skeið har og fann sær
nógvar vinir millum norðurlendskar pen-
sionistar. Henni dámdi væl at vera mill-
um fólk og hevði mong áhugamál. Hon
var á sinni við í Kvinnufelagnum, var
ógvuliga virkin í Pensionistafelagnum í
Havn, nevndarlimur í Hjartafelagnum í
mong ár og tók eisini lut í arbeiðinum
Bót til bata hjá Føroya felag móti krabba-
meini.
Hennara lív var ikki altíð ein dansur á
rósum, men hon var lívsglað og hvørja
ferð sjúka rakti, stríddi hon seg við sínum
sterka vilja á føtur aftur. Men eisini hon
mátti sanna tað, sum sálmaskaldið so
beinrakið tekur til:
"Tey sjeyti ár er vár jarðarleið
í stoltasta stríð og møði;
um áttati-aldur ein kappi beið,
alt sárkaðist ellisstøðið."
Og sárt var at síggja, hvussu ørkymlandi
tað var fyri hesa sjálvbjargnu kvinnu at
missa sín førleika. Hon vildi fyri alt í
verðini klára seg sjálva. Fyri nøkrum
árum síðan var hon fyri døtti og breyt seg
sundur. Hon stríddist av øllum alvi fyri at
koma aftur fyri seg, men tá hon so dánt
fekk gingið, hendi tað syrgiliga, at hon
aftur datt og breyt beinið. Enn einaferð
stríddist hon fyri at verða frísk, og hevði
ilt við skilja, at árini fingu hana aftur.
Hon legði seg undir skurð við vón um
bata, men vónbrotið var stórt, tá hon ikki
kendi sær nakað framstig, og so kom
seinasta sjúkan uppí, sum hon ikki fekk
vunnið á. Seinasta mikudag var hon borin
út úr Vesturkirkjuni.
Við hesum orðum vilja vit lýsa frið
yvir minnið um Linu Arge.
Takk fyri trúfestið og hvíl í friði!
Tóra og Nicolina
Minningarorð um Denhard Kurt Joensen
Minningarorð um Linu Arge
Gullbrúdleyp
Í dag, 31. desember, hava hjúnini Hanna og Sigurd á Brúgv Johannesen, Vestmanna,
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum. Tey, ið vilja heilsa upp á
gullbrúðarparið, eru hjartaliga vælkomin frá kl. 17.00.
Gullbrúdleyp
Í dag, 31. desember, hava hjúnini Hanna og Karl Isaksen í Klaksvík verið gift í 50 ár.
Dagurin verður hildin hjá dóttrini á Traðargøtu 13 frá kl. 16.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
C
M
Y
K
13
12