mikudagur 31. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 31. desember 2003
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Próvtøkur á Maskinmeistaraskúlanum
Fríggjadagin 19. desember var próvtøka á Maskinmeistaraskúlanum
har maskinistar og maskinmeistarar fingu prógv.
Maskinistarnir sum fingu
prógv vóru: Kári
Christiansen, Fuglafjørður,
Jan Gaardbo, Toftir, Hjarnar
Gudmundsen, Sandavágur,
Poul Henning Jacobsen,
Syðrugøta, Fróði Jógvansson,
Innan Glyvur, Suni E.
Justinussen, Leirvík, Heðin á
Lakjuni, Klaksvík, Heini
Midjord, Tórshavn, Fróði
Mortensen, Tórshavn,
William Olsen, Skáli,
Fríðbjørn Seloy, Vestmanna,
Poul Nolsøe Sørensen,
Norðragøta, og Bárður
Wilhelmsen, Vestmanna.
Líggjas S. Hansen, Runavík,
vantar á myndini.
Virðislønir: Suni Justinussen
fekk kikara frá Føroya
Sparikassa, og William Olsen
og Fróði Mortensen fingu
klokku frá P/F Trygd
Mynd: Jens Kristian Vang
Maskinmeistarar sum fingu prógv vóru: Jan Heinesen, Norðragøta, Jan Jacobsen, Tórshavn,
Reidar Kirke, Saltnes, Birgir Petersen, Kambsdalur, Eyðstein Rasmussen, Sørvágur, Búgvi Vang,
Fuglafjørður, og Bogi Winther, Kirkjubø.
Virðislønir: Jan Heinesen og Birgir Petersen fingu fototól frá Føroya Banka, Jan Jacobsen og
Reidar Kirke fingu mátitól frá Maskinmeistarafelagnum, og Bogi Winther fekk íðnisvirðisløn
(flidspræmie) frá A.P.Møller.
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagurin
31. desember. Sylvester, deyður í 335. Pávi, sum sigst at hava doypt fyrsta kristna
keisaran Konstantin Mikla. Sylvester var tann pávin, sum fór undir at byggja
Pæturskirkjuna.
Dagurin er nýggjársaftan og verður eisini róptur gamlaárskvøld.
16. januar 2004 tekur Jón
Fríðrik 6Kjølbro, løg-
frøðingur, við sum lands-
dómari
við
Eystara
Landsrætt í Keypmanna-
havn.
Jón er 36 ára gamal og
klaksvíkingur, sonur Alv-
dis, f. Sørensen, ættað úr
Kunoy, og Jógvan F.
Kjølbro, úr Klaksvík.
Hann flutti sum smá-
drongur til Keypmanna-
havnar at búgva og er
uppvaksin har.
Hann byrjaði at lesa til
løgfrøðing í 1987 og var
liðugur í 1992. Meðan
hann las, arbeiddi hann í
danska løgmálaráðnum
sum studentur, og tá hann
varð liðugur, fekk hann
starv sum fulltrúi har.
Samstundis hevði hann til
uppgávu at møta sum
ákæri fyri politistjóran í
Keypmannahavn.
Frá 1994-96 arbeiddi
Jón sum dómarafulltrúi
hjá Sorinskrivaranum í
Havn.
Eftir tað fór hann aftur
í starv hjá danska løg-
málaráðnum og byrjaði á
lógardeildini, har høv-
uðsuppgávan hjá honum
var ES-rættur og manna-
rættindi. Eisini var hann
hjálpari hjá statsadvokat-
inum og møtti sum ákæri
í landsrættinum.
Í 2001 fekk hann starv
sum høvuðsráðgevi í lóg-
ardeldini hjá Løgmála-
ráðnum við ábyrgd fyri
mannarættindum. Í hes-
um starvi var hann ráð-
gevi hjá teimum ymisku
ráðharrunum í donsku
stjórnini í mannarætt-
indamálum. Hann hevur
umboðað Løgmálaráðið
bæði innan- og uttanríkis.
Eisini hevur hann undir-
víst dómarum og øðrum
embætisfólki. Hann hev-
ur eisini undirvíst í Før-
oyum.
Nú hann tekur við sum
landsdómari við Eystara
Landsrætt, hevur hann
farloyvi frá Løgmálaráð-
num í tvey ár.
Jón leggur serligan
dent á at hann sum trúgv-
andi í sínum arbeiði, og í
øllum tí sum hann ger
hevur eitt vers í Kolosse-
brævinum 23,3 fyri eyga,
har stendur "Hvat tit so
gera, gerið tað av hjarta,
sum fyri Harran"
Jón er giftur við Guðr-
un, dóttir Judith og Os-
vald Kjærbo í Havn, tey
eiga
tríggjar
synir:
Kristian 11 ár, Jóhan
Fríðrik 10 ár, og Andrias
Fríðrik 6 ár.
Familjan býr í Glostrup
og koma nógv saman við
øðrum føroyingum. Tey
koma í eina samkomu har
sum nógvir føroyingar
eisini ganga.
Jón Fríðrik Kjølbro:
Landsdómari við Eystara
Landsrætt
15
14
Nr. 246 - 31. desember 2003
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Próvtøkur á Tekniska Skúla
Fríggjadagin 19. desember fingu rørsmiðir, húsasmiðir, elektrikarar og
maskinsmiðir prógv á Tekniska Skúla í Havn.
Rørsmiðirnir sum fingu prógv vóru: Christian P.
Djurhuus, Tórshavn, lærupláss: Sp/f Hans Dam í Hoyvík,
Erik Jespersen, Tórshavn, lærupláss: P/F Maria Poulsen &
Co.í Tórshavn, Eyðstein Vágfjall, Klaksvík, lærupláss: Sp/f
Victor á Lakjuni í Klaksvík, Heðin Wenningsted, Hvalvík,
lærupláss: Sp/f Hans Dam í Hoyvík.
Mynd: Jens Kristian Vang
Húsasmiðirnir sum fingu prógv vóru: Fróði Benjaminsen,
Strendur, lærupláss: Sp/f Haldur Vang á Toftum, Jógvan Andr.
á Brúnni, Fuglafjørður, lærupláss: Svenn Olsen í Syðrugøtu,
Poul Heri Hansen, Nes, lærupláss: Hans J. Hansen Byggivirki
á Nesi, Suni í Hørg, Sumba, lærupláss: Mortan Petersen (y) á
Tvøroyri, Poul Ólason Johannesen, Fuglafjørður, lærupláss:
Finnur Simonsen á Argjum, Hjalmar S. Juul, Oyndarfjørður,
lærupláss: JLJ-Bygging í Oyndarfirði, Tóroddur Vang, Glyvrar,
lærupláss: TN-Bygging á Glyvrum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Elektrikararnir sum fingu prógv vóru: Magni Dam,
Norðskáli, lærupláss: Sunda El á Oyri, Kenneth Gaardlykke,
Miðvágur, lærupláss: Sp/f Thorfinn Nielsen í Miðvági, Fríði
Smith Hammer, Rituvík, lærupláss: Sp/f El-Talvuvirkið í
Norðragøtu, Oystan Jensen, Sørvágur, lærupláss: P/f
Tórshavnar Skipasmiðja, Símun Kerá, Hellurnar, lærupláss:
Sp/f El-Teknik í Leirvík, Kristian Madsen, Kollafjørður,
lærupláss: Petur F. Joensen á Eiði, Kim Johan Petersen,
Tórshavn, lærupláss: Tummas Eli Hansen í Hoyvík, Sjúrður í
Skemmuni, Saltangará, lærupláss: El-Service á Skála
Mynd: Jens Kristian Vang
Maskinsmiðirnir sum fingu
prógv vóru: Hans J. Falkvard,
Sørvágur, lærupláss: P/F J.K.
Joensen & Sonur í Miðvági,
Jákup J. Fonsdal, Vestmanna,
lærupláss: P/F Tórshavnar
Skipasmiðja, Brian í Gong,
Tórshavn, lærupláss:
Tórshavnar Skipasmiðja, Óli
Súni Hansen, Oyndarfjørður,
lærupláss: P/F Skipasmiðjan á
Skála, Helgi Johansen,
Tórshavn, Tórshavn, lærupláss:
P/F Noma Tek í Tórshavn,
Rodmund P. Johannesen,
Miðvágur, lærupláss: P/F J.K.
Joensen & Sonur í Miðvági,
Poul Dan Kjærbo, Vágur,
lærupláss: Sp/f Vágs
Skipasmiðja, Kristmund Rói
Nielsen, Sandur, lærupláss: P/F
Tórshavnar Skipasmiðja,
Kristoffur Nielsen, Strendur,
lærupláss: P/F Mekanik í Runavík, Jákup Poulsen, Tórshavn, lærupláss: P/F Tórshavnar Skipasmiðja, Kim Poulsen, Miðvágur, lærupláss: P/F J.K. Joensen & Sonur í Miðvági, Esmar Sørensen,
Trongisvágur, lærupláss: P/F Bærendsen´s Teknik á Tvøroyri. Vantar á myndini: Rúni í Jansagerði, Miðvágur, lærupláss: P/F J.K. Joensen & Sonur í Miðvági.
C
M
Y
K
14