mikudagur 31. desember 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 246 - 31. desember 2003
Nr. 246 - 31. desember 2003
17
Atlantsflog til Italia
Atlantsflog fer í vetur
at flúgva skíðrennar-
ar millum Keyp-
mannahavn og Ver-
ona í Italia. Møguliga
verður eisini flogið til
Italia í summar
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Vágar:
Atlantsflog hevur gjørt av-
talu við eina danska ferða-
skrivstovu um at flúgva ein
túr um vikuna í vetur við
skíðferðafólki
milum
Kastrup og Verona í Norð-
uritalia.
Magni Arge, stjóri á At-
lantsflogi, sigur, at felagið
byrjar at flúgva til Italia
tann 10. januar. Síðan verð-
ur flogið hvønn leygardag
fram til endan á mars.
Hetta gevur eitt gott íkast
til felagið, sum serliga
kemur væl við hesa árstíð-
ina, tá annars er heldur solt-
ið, sigur hann.
Tað er donsku ferða-
vinnuskrivstovuna
Trier
Ski, sum Atlantsflog hevur
gjørt hesa avtaluna við.
Men um alt gongur eftir
ætlan, kann tað henda, sig-
ur Magni Arge, at eisini
verður flogið til Italia í
summar.
Arbeitt verður við at fáa
ein avtalu í lag um at flúgva
charterferðir til eina aðra
floghavn í Italia við summ-
arferðafólki.
Samráðingar eru í gongd,
men nøkur avtala er ikki
komin upp á pláss enn,
sigur stjórin á Atlantsflogi.
Magni Arge sigur, at
hetta slagið av flogførum,
sum Atlantsflog hevur, er
nógv eftirspurt júst til
flúgving til skíðstøð. Talan
er ofta um stuttar breytir í
hesum floghavnunum, og tá
er flogfarið hjá Atlantsflogi
sera vælegnað.
Hendan flúgvingin nú í
vetur verður so tikin sum
ein roynd, og so verður
sjálvandi roynt at sleppa at
víðka hana komandi ár,
sigur hann.
– Hetta er so avgjørt vert
at byggja víðari á, sigur
Magni Arge, stjóri á At-
lantsflogi.
Tað verður alla tíðina ar-
beitt við nýggjum møgu-
leikum. Og eisini heldur
nærri okkum sjálvum er
Atlantsflog við í kapping
um at fáa flúgving.
Norska oljufelagið Stat-
oil byggir út í stórum í
Norðurnoreg.
Í
hesum
sambandi skal nakað væl
av flúgving skipast úr Stav-
agner og norðureftir. Hetta
liggur væl fyri, tí høgligt er
at koma úr Vágum til
Stavanger. So Atlantsflog
er eisini við í tí kappingini,
sum tó ikki enn er komin
nakran veg sum so, sigur
Magni Arge.
Tyrluflúgvingin hjá
Atlantsflogi hevur
verið heldur minni
enn undanfarin ár.
Færri feðrafólk og
minni at gera í ali-
vinnuni eru onkrar
orsøkir
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Vágar: Tað merkist á tyrlu-
flúgvingini hjá Atlants-
flogi, at alivinnan er í
trongum skóm. Nógv minni
hevur verið at flutt seinnu
tíðina, sigur stjórin á flog-
felagnum.
Hvør av øðrum liva má,
verður sagt. Og tá hóttafall
kemur á ein, gongur tað út
yvir tann næsta.
Soleiðis merkist tað væl
á tyrludeildini hjá Atlants-
flogi, at alivinnan í Føroy-
um er fyri hóttafalli í løt-
uni, sigur Magni Arge,
stjóri á Atlantsflogi.
– Tað hevur verið nógv
minni at flutt fyri alivinn-
una, enn vanligt hevur ver-
ið árini frammanundan,
sigur hann.
Men eisini aðrastaðni
merkist niðurgongd hjá
tyrluni, sigur Magni Arge.
Eitt nú í ferðafólkaflúgv-
ingini til útoyggjarnar.
Tað merkist væl, at fólk
eru flutt úr Svínoy og
Skúvoy. Gásadalur hevur
fingið fast samband, so har
verður ikki flogið meira.
Eisini á Mykinesrutuni
merkist niðurgongd í ferða-
fólkatalinum. Ikki úr Vág-
um til Mykinesar, uttan
millum Havnina og Vágar.
Tí nú er fast samband um
Vestmannasund,
og
so
flúgva fólk ikki vestur í
Vágar, um tey skulu til
Mykinesar við tyrluni. Tey
koyra vestur og flúgva so
av flogvøllinum.
Oljuleitingin undir Før-
oyum hevur givið eitt sind-
ur í ár. Men næsta ár er
einki væntandi haðani, sig-
ur Magni Arge.
Atlantsflog fer í vetur at
flúgva skíðrennarar millum
Kastrup og Norðuritalia.
Gongur tað, sum leiðslan í
Atlantsflogi vil, verður eisini
flogið til Italia í summar
Mynd: Edvard Joensen
Hóast Atlantsflog
hevur flutt fleiri
ferðafólk í ár enn í
fjør, liggur minni
eftir hjá felagnum,
nú árið er farið
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Vágar: Hóast endaliga
uppgerðin ikki er liðug,
sigur Magni Arge, stjóri á
Atlantsflogi, at minni
verður eftir í kassanum í
ár, enn tað var í fjør.
Kappingin í flogferðsl-
uni harðnar alsamt, og tað
gerst dýrari hjá feløgun-
um at flyta ferðafólkini,
vísir Magni Arge á. So
hóast
ferðafólkatalið
vaks, varð ikki so nógv
eftir, sum ynskiligt kundi
verið, sigur hann.
Atlantsflog hevur havt
størri virksemi í ár, enn
árini
frammanundan.
Fleiri túrar hava verið
gjørdir. Men tað hevur
kortini ikki merkt, at
pengar koma í kassan
beinanveg. Tí tað tekur tíð
at byggja slíkar upp. Eis-
ini hóast tað er á rutum,
felagið røkir framman-
undan. Eitt nú seinna-
partstúrarnir til Danmark-
ar, hóast teir eru rímiliga
nógv brúktir, sigur Magni
Arge.
Hann fegnast um, at
felagið hevur havt væl av
flúgving millum onnur
lond, sum hann málber
seg. Her nevnir hann eitt
nú
charterflúgvingina
millum Ísland og Grøn-
land í summar sum eitt
gott dømi.
Ferðingin hevur verið
nógv nú um høgtíðirnar.
Bæði undan jólum og
millum jól og nýggjárs.
Fleiri fólk og
færri pengar
Hóast ikki er endaliga uppgjørt, sigur Magni Arge, at
Atlantsflog hevur flogið fleiri ferðafólk í ár enn í fjør. Men
tað liggur minni eftir á kistubotninum, metir hann
Mynd: Edvard Joensen
Minni tyrluflúgving
Tyrluflúgvingin hevur av álvara merkt trongstøðuna í alivinnuni, eins og tað eisini merkist, at
fólk eru flutt av útoyggjunum
Mynd: Edvard Joensen
Hendan talvan vísir, hvussu
inntøkurnar
hjá
fiski-
monnum hava verið tey
seinastu árini.
Talvan vísir miðaltøl fyri
samlaðu
hýruna
hjá
dekkara fyri tey seinastu 10
árini, og ber tí væl til at
síggja gongdina.
Taka vit eina dagløn hjá
arbeiðara, so er hon fyri ein
8 tíma dag kr. 865. Fiski-
mannafelagið sigur, at tað,
sum er útyvir tað, er tað,
sum fiskimaðurin fær eyka
fyri yvirtíð, arbeiði sunnu-
dagar v.m. Fiski-mannafel-
agið sigur, at í ár mugu vit
ásanna, at trøini vaksa ikki
inn í himmalin.
– Í fleiri ár er inntøkan
hækkað, tí bæði fiskiskapur
og prísir hava verið góðir .
Men nú er prísgongdin
vend, og hetta merkir lækk-
andi inntøkur fyri ein stór-
an part av flotanum. Men
hetta er ikki óvæntað, tí hjá
fiskivinnuni hevur altíð
gingið upp og niður.Kortini
ber ikki til at siga, at
inntøkurnar í ár hava verið
vánaligar.
Rækjuskipini eru tey,
sum eru ringast fyri. Her er
vent í holuni afturímóti fyri
nøkrum
árum
síðani.
Størstu broytingina hava
ísfiskalínuskipini. Tað er
ikki so øgiliga nógv ár
síðani, at fægstu túrir undir
Føroyum góvu meira enn
minstuløn. Í dag gevur tað
meira at sigla við línuskipi
enn
við
ísfiskatrolara.
Hetta kann siga nakað um,
hvussu ringt tað kann vera
at meta um framtíðina,
sigur Fiskimannafelagið.
Seinastu
árini
hava
inntøkurnar verið hesar í
miðal upp á mannin um
dagin, tá ið alt er talt við.
Stórir ísfiskatrolarar:
2003
1617
2002
1728
2001
1584
1994
830
Smáir ísfiskatrolarar:
2003
1478
2002
1855
2001
1892
1994
810
Ísfiskalínuskip:
2003
1826
2002
1732
2001
1483
1994
772
Ídnaðarfiskitrolarar:
2003
1037
2002
1240
2001
782
1994
888
Nótaskip:
2003
2847
2002
3743
2001
3849
1994
1187
Rækjutrolarar:
2003
1178
2002
1234
2001
1152
1994
880
Hekkutrolarar:
2003
1942
2002
2252
2001
1790
1994
1442
Garnaskip á svartkalva-
og havtaskuveiðu:
2003
1383
2002
1421
2001
1686
1994
915
Gongdin í
ísfiskaveiðuni
Annars hevur gongdin hjá
ísfiskaskipum hevur verið
henda:
Sí talvu I
Tølini
fyri
2003
eru
fyribilstøl, gjørd upp eftir
avrokningum,
sum
eru
innkomnar pr. 9/12-2003.
Munandi batnaðir
Avgerandi fyri inntøkur
fiskimanna eru teir prísir,
sum fáast fyri fiskin.
Sjálvandi er tað avgerandi,
hvussu stórur partur av
fiskinum er bílgur fiskur
og, hvussu stórur partur er
dýrur fiskur. Men annars
hevur
gongdin
verið
hendan tey síðstu 20 árini:
Sí talvu II.
Sáttmálin ímillum
Fiskimannafelagið og
Reiðarafelagið er
sagdur upp og
samráðingar skulu
vera um nýggjan
sáttmála
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fiskimannafelagið
og
Reiðarafelagið skulu aftur
nú til samráðingarborðið.
Tað er greitt, eftir at
Fiskimannafelagið hevur
sagt sáttmálan við reiðara-
felagið upp.
Sáttmálin varð undir-
skrivaður 6. mai í 2002 og
kundi sigast upp til 1. des-
ember í ár og tað varð hann.
Kortini er sáttmálin fram-
longdur til 15. januar.
À landsfundinum hjá
fiskimannafelagnum í gjár
greiddi Óli Jacobsen, for-
maður í Fiskimannafel-
agnum, frá teimum málum,
sum eru uppi í tíðini.
Hann segði, at tað mest
nýskapandi í sáttálanum,
sum kom í gildi í fjør, var,
at nú hava fiskimenn eisini
fingið eina eftirlønarskip-
an.
Frá 1. juli 2002 var inn-
gjaldið í eftirlønargrunnin
25 krónur um dagin. Av
teimum rindaði fiskimað-
urin 10 krónur. 1. juli í ár
fór gjaldið upp á kr. 47, og
av hesum rindar fiskimað-
urin tær 20 krónur. Restina
rinda reiðararnir.
Stytt túralongd
Ein onnur stór broytingin
var í túralongdini. Fram til
seinasta sáttmála var hon í
mesta lagi 4 mánaðir. Men
tað hevur leingi verið greitt,
at hetta var ov leingi. Men
frá 1. januar 2003 er túra-
longdin ásett til í mesta lagi
3 mánaðir.
– Hetta er so ein góður
bati, men vit rokna hetta
bert at vera eitt stig á leiðini
at fáa túralongdina enn
longur niður, sigur Óli
Jacobsen.
Annars hevur trivnaðurin
umborð fekk stórt pláss í
sáttmálanum, sum er í gildi.
Í hesum sambandi verða
eisini skyldur lagdar á
fiskimenn.eitt nú skulu teir
velja trygdarumboð, og tað
skal ikki roykjast í felags-
hølum umborð.
Somuleiðis skulu skipini
útvega útgerð, so tað ber til
at hoyra útvarp v.m. gjøgn-
um serligar hoyriverndar-
móttakarar.
Óli Jacobsen sigur, at
hetta verður longu gjørt á
nøkrum skipum, men hend-
an ásetingin fer ætlandi at
gera sítt til, at hetta fer at
verða galdandi fyri allar.
Nýggur sáttmáli
Formaðurin í Fiskimanna-
felagnum sigur í ársfrá-
greiðingini, at tað, sum má
gerast til ein komandi sátt-
mála, er at endurmeta tey
øki, sum eru í sáttmálanum,
sum er.
Fyri eftirlønina er tað ein
spurningur um krónutalið,
sum skal gjaldast inn, er tað
rætta og um lutfallið mill-
um fiskimenn og reiðarar
er tað rætta.
– Viðvíkjandi túralongd
er tað spurningurin, um vit
skulu longu nú fara í holt
við at fáa hana enn longur
niður. Viðvíkjandi trivnað-
armálum er tað ein spurn-
ingur um, í hvønn mun
ásetingarnar í sáttmálanum
eru fylgdar. Men tað sten-
dur eisini til fiskimenn
sjálvar at fylgja við og at
gera vart við seg, um sátt-
málin ikki verður fylgdur.
Men Óli Jacobsen sigur,
at sjálvsagt eru tað eisini
onnur mál, sum skulu tak-
ast upp, hann sigur, at eitt,
sum
Fiskimannafelagið
hevur frætt um, er, at lógin
um frítíð hjá fiskimonnum í
veruleikanum er við at
verða sett úr gildi.
– Hetta kunnu vit ikki
lata um okkum ganga. Her
vilja vit gera vart við, hvat
sjómanslógin sigur:
Manningin á fiskiskipum
hevur, tá ið viðurskiftini
ikki gera tað ógjørligt, rætt
til 8 tíma hvíld um sam-
døgurið, soleiðis at 6 tímar
av hesi hvíld verða óbrotn-
ir. Á trolarum eigur mann-
ingin tó rætt til 6 tíma vakt-
arskifti. Undantak kann í
einstøkum førum verða
gjørt, tá ið meirilutin av
manningini kemur ásamt
við skiparan um hetta.
–
Hendan lógin skal
sjálvsagt haldast. Og er
nakað í mannagongdini
umborð á skipunum, sum
ger, at menn javnan vakja í
óhugnaliga nógvar tímar,
so má hetta rættast, sigur
Óli Jacobsen.
Fiskimannafelagið
Væl av fólkið møtir á
landsfundi hjá Fiskimanna-
felagnum og nú standa sátt-
málasamráðingar fyri dur-
um. Óli Jacobsen, formað-
ur felagsins, sigur, at nú
verða tey mál tikin upp,
sum ætlanin er at bøta í
nýggja sáttmálanum.
Fiskimenn hava sagt sáttmálan upp
Inntøkan hjá
fiskimonnum
framvegis góð
Talva I
Veiða
Kilo upp
Ár
um dagin
menn
á mannin
(Línuskip)
1976
3431
16
214 kg
1993
2250
14
161
2001
3340
13,6
246
2002
4519
13,6
332
2003
5119
14,1
363
(Smáir trolarar)
1978
3200
6,5
492
1993
3420
8,4
407
2001
4013
5
803
2002
4588
5
918
2003
2881
5
576
Veiða
Kilo upp
Ár
um dagin
menn
á mannin
(Partrolarar)
1986
4000
6,4
620
1993
3350
6,4
523
2001
6587
7,5
878
2002
6878
7,4
929
2003
6931
7,6
912
(Stórir trolarar)
1977
6170
13
475
1993
4740
12,8
370
2001
6131
10,6
578
2002
7731
10,6
729
2003
6088
10,5
580
Talva II
Smáir
Stórir
Línuskip
trolarar trolarar
1983
4,89
4,34
5,24
1993
4,46
6,52
7,59
2001
6,63
9,76
15,61
2002
6,30
8,72
13,22
2003
4,94
9,85
12,81
Hækking/
lækking:
1983-2003
1%
127%
144%
2001-2003
-25%
1%
-18%
2002-2003
-22%
13%
-3%
Hóast inntøkan hjá fiskimonnum er lækkað, er hon framvegis góð, sigur Óli Jacobsen í
ársfrágreiðing síni, sum hann legði fyri landsfundin hjá Fiskimannafelagnum í fjár
C
M
Y
K
17
16