mikudagur 31. desember 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 246 - 31. desember 2003
Nr. 246 - 31. desember 2003
19
Eg trúði tí ikki
sjálvur, tá eg herfyri
fekk óformellu
innbjóðingna til tey
Hvítu Húsini. Tískil
er henda frágreiðing
merkt av, at eg visti
ikki ordiliga, hvat
gekk fyri seg henda
dagin. Men tað bar so
til, at undirritaði
beint áðrenn jól varð
boðin inn í tey Hvítu
Húsini í Washington,
DC. Hesin dagurin
varð ein tann besti,
sum eg havi havt í
USA higartil
VITJAN Í HVÍTU
HÚSUNUM
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Áðrenn vitjanina
Tað er mikudagur um
morgunin tann 10. desemb-
er í Cambridge, Massa-
chusetts. Eg eri í mínum
kamari á Harvard, í holt við
at gera meg kláran til dagin.
Eg skal hava matematikk
og hagfrøði henda dagin.
Tíðliga um morgunin
ringir fartelefonin. Tað er
ein góður kammeratur í
hinum endanum.
- Hans, hevur tú hug at
fara ein flúgvitúr til Wash-
ington, DC, spyr hann.
Eg hugsi við mær sjálv-
um, at tað man ikki fara at
loysa seg. Eg havi fyri-
lestrar at fara til og eina
rúgvu av skúlatingum at
gera. So eg sigi sum er, at
tað liggur ikki fyri.
- Tú verður noyddur at
koma, tí henda møguleikan
fært tú helst bert einaferð,
sigur hann.
Eg umhugsi støðuna og
kjakist við meg sjálvan um,
hvussu nógv matematikk
og hagfrøði hava at týða í
mínum dagliga lívi. Frá tí
tankanum er ikki langt til ta
niðurstøðu, at í dag fari eg
ikki í skúla. Í dag fari eg
saman við kammeratinum
til Washington, DC.
Túrurin til
Washington, DC
Seinni um morgunin møtast
vit báðir uttan fyri Harvard-
tokstøðina. Vit taka tokið til
Logan Airport í Boston.
Flogferðaseðlarnir
eru
goldnir, so vit tjekka inn og
fara umborð á flúgvaran
móti Washington, DC.
Klokkan er 9:45 um
morgunin, og vit sita væl
tilrættis í flogfarinum. Um
eitt korter byrjar mate-
matikk-fyrilesturin hjá mær
á Harvard, sum í dag skal
snúgva seg um seriurnar
hjá Fourier—nakað sum eg
ikki ordiliga gevi mær far
um á flogferðini.
Túrurin úr Boston til
Washington, DC. gongur
væl. Eg eti ikki tað stóra
umborð á flogfarinum. Eg
havi onnur ting at hugsa
um, til dømis hvat henda
ferðin man fara at bjóða.
Eg spyrji vinmannin, hvat
vit skulu gera har, men
hann veit heldur ikki.
Í høvuðsstaðnum
Klokkan er umleið 11
fyrrapartin, og vit stíga úr
flogfarinum. Vit eru væl
fyri. Ein rundtúrur í Wash-
ington, DC er tilrættislagd-
ur, og vit fylgja bara við.
Tað fyrsta, vit skulu síggja
henda dagin er The Lincoln
Memorial, sum er ein
minnisvarði fyri Abraham
Lincoln mitt í býnum.
Beint nú eru vit turistar í
Washington,
DC,
onki
annað.
Nú haldi eg meg duga at
síggja endamálið við túrin-
um: eg—tann fremmandi
føroyingurin, útlendingurin
— skal fáa eina ordiliga
rundu í høvuðsstaðnum í
teimum miklu Sameindu
Statunum í Amerika. Fín-
asta slag, hugsi eg, tað
verður nokk ikki betri enn
við einum amerikanara við
liðina.
Tað byrjar at líða út á
seinnapartin, og vit eru enn
bert turistar í Washington,
DC. Vit ganga frá attraktión
til attraktión og hoyra um
amerikanska søgu, soleiðis
sum
teir
skriva
hana.
Amerikanski vinmaðurin
fortelur mær millum linj-
urnar.
Vit ganga frá The Wash-
ington
Monument
til
Capitol Hill, har lógirnar
verða smíðaðar. Vit ganga
eisini forbí tey Hvítu
Húsini, tó uttan at sleppa
inn. Vit ganga aftur og fram
uttan fyri bústaðin hjá
George W. Bush fyri at
fregnast, um vit síggja
nakran kendan persón—
bert við tí úrsliti at verða
átalaðir av einum løgreglu-
manni, sum spyr, hvat vit
gera og biður okkum at
enda "fara onkra aðra-
staðni."
Tað er liðið væl út á
seinnapartin, og eg eri
troyttur. Vit eru báðir
troyttir. Eg hugsi um øll
skúlatingini, sum liggja og
bíða eftir mær í Cambridge,
og um hvussu eg veri
noyddur at vera uppi í alla
nátt fyri at taka mær av
Fourier og øðrum góðum
matematikarum.
Enda-
málið við hesum túrinum
byrjar at kámast fyri mær,
og eg haldi ikki longur, at
tað er vert at vera her.
Máltíðin áðrenn
vitjanina
Klokkan 18:00 eru vit
bodnir til nátturða hjá
nøkrum Harvardfólki. Eg
hugsi við mær sjálvum, at
hesin nátturðin man fara at
verða hæddarpunktið á
túrinum. Kanska kundi eg
enntá fingið eina veika
amerikanska øl.
Mettir av amerikanskari
søgu arbeiða vit okkum
fram til húsini, har máltíðin
skal vera. Vit eru nakað
vátir, tá vit koma, tí tað
hevur regnað allan dagin.
Tískil fáa vit høvi at taka
eitt brúsubað og skifta í
nýggj klæðir.
Langt um leingi eru vit
meira hampuligir á at líta.
Nú kunnu vit fara til borðs.
Vit eru seks mans við borð-
ið, og vit reypa og skála.
Summir greiða frá teirra
farnu skúladøgum, og aðrir
um hvussu vit mugu liva í
nú’inum.
Føroyingurin
tosar mest um grindadráp
og seyðahald, tá spurningar
verða framførdir um smáu
oyggjarnar.
Høvuðsevnið við borðið
er tó boðskapurin um, at vit
mugu fáa tað mesta og
besta burtur úr okkara
tilveru. Tað eru vit allir
samdir um. So skála vit fyri
tí.
Nátturðin er liðugur, og
vit báðir gera okkum til
reiðar til at fara "inn í
býin," sum teir taka til. Vit
vita ikki, hvat hesir eldru
Harvardmenn hava í kvitt-
anum, men vit eru aftur
spentir og ikki so troyttir
sum fyrr á degnum. Vit eru
væl fyri og til reiðar at upp-
liva náttarlívið í Wash-
ington, DC.
Á veg til Hvítu Húsini
Bilar eru klárir uttanfyri, og
vit seta okkum inn. Vit eru
mitt í býnum, so vit hugsa
við okkum sjálvum, at tað
kann ikki verða langt at
koyra.
Ferðslan er ikki nógv, nú
klokkan er farin av 20:00
hetta mikukvøldið í Wash-
ington, DC. Vit koyra
millum kendar og ókendar
gøtur, millum annað á
Pennsylvania
Avenue
nummar 1600, har tey
Hvítu Húsini liggja. Hetta
sýnist alt kent fyri okkum,
tí vit hava gingið og malið
her fyrr á degnum.
Løtu seinni verður bil-
urin parkeraður fáar gøtur
frá Hvítu Húsunum. Vit fáa
hvør sítt regnskjól og royna
at ganga millum droparnar
aftaná okkara nýggju vin-
um, sum vísa vegin fram.
Vit ganga í einar fimm
minuttir. At enda standa vit
uttanfyri Hvítu Húsini.
- Hvat skulu vit gera her,
spyrja vit báðir.
- Tað fáa tit at síggja, siga
teir smílandi.
Vit standa beint uttanfyri
eina inngongd til Hvítu
Húsini, har ein rúgva av
løgreglumonnum og øðrum
fólki í uniformum standa.
Vit hugsa, at tað man ikki
fara at verða leingi, áðrenn
vit verða bidnir um at "fara
onkra aðrastaðni," sum ikki
einaferð.
Løtu seinni kemur ein
maður í klædningi út. Hann
heilsar upp á teir gomlu
Harvard-mennirnar, sum
vóru teir gamlir vinir. Hann
tekur eisini pent í hondina á
okkum báðum næming-
unum og sigur "gott kvøld."
Meira verður ikki sagt.
Við manninum í klædn-
ingi á odda ganga vit inn
ígjøgnum portrið til tey
Hvítu Húsini.
Vit báðir hyggja aftur
spyrjandi upp á hvønn
annan. "Hvar sker her?" og
"Hvat gera vit her?" eru
tankar, sum stinga seg upp,
nú vit standa uttan fyri
garðin til tey Hvítu Húsini.
Vit vita onki.
Inni í Hvítu Húsunum
Bilsnir og hálvt í ørðviti
gera vit, sum vit vera
bidnir. Hetta høvdu vit ikki
væntað. Maðurin í klædn-
ingi tosar við trygdarvørð-
arnar, og løtu seinni ganga
vit ígjøgnum trygdareftir-
litið.
Vit spáka spakuliga nið-
an eftir vegnum ímóti inn-
gongdini til sjálvt Húsið.
Tað byrjar at loysna eitt
sindur í sinnunum hjá okk-
um báðum, nú vit vita, hvat
hendir.
Menn byrja at práta
meira, og maðurin í klædn-
inginum greiðir frá, hvat er
um at henda.
- Hetta er tykkara dagur,
sigur hann við okkum og
ljóðar gávumildur á málin-
um.
- Hetta er stórt, sigur
amerikanski
vinmaðurin
við meg.
- Størri enn nakað annað
eg havi upplivað í USA,
svari eg honum.
Higartil havi eg ikki
tosað tað stóra, men eg havi
mest sum bert sitið og
hugsað fyri meg sjálvan,
hvat løgin dagur hetta er.
Amerikanarin hevur eina
líknandi kenslu av "ikki at
vita, hvat gongur fyri seg
rundanum seg," sum hann
málber seg. Henda kenslan
er enn at finna hjá okkum
báðum, meðan vit spáka
móti inngongini.
Maðurin
í
klædningi
leiðir okkum fram til ta
fyrstu hurðina. Hann strýk-
ur eitt kort ígjøgnum ein
kortlesara,
og
hurðin
opnast fyri okkum.
Vit báðir vinmennirnir
ganga fyrst inn í Húsini.
- Vit eru í Hvítu Húsun-
um, sigi eg spakmæltur við
kammeratin.
- Vit eru sanniliga í Hvítu
Húsunum, endurtekur hann
við róligari rødd.
Og
klædningsmaðurin
tekur samanum:
- Hetta eru Hvítu Húsini,
sigur hann beinrakin.
So er tað staðfest, at nú
eru vit í Hvítu Húsunum.
Vit standa eina løtu í gong-
ini, og løtu seinni verða vit
vístir oman eftir gongini
inn í okkurt, sum líkist eini
kantinu.
- Hvat vilja tit hava at
drekka? spyrja teir.
Eg lati, sum um eg um-
hugsi tilboðið eina løtu,
men eg veit væl, hvat eg vil
hava at drekka. Og so biði
eg um eina Coca-Cola.
Vit spáka víðari, og tað
næsta rúmið kenni eg væl.
Tað er tað Ovala Kontórið,
sum er arbeiðsskrivstovan
hjá forsetanum. Tíverri er
kontórið tómt júst nú, so
forsetin verður helst ikki at
hitta henda dagin.
Nú eg standi og hyggi
meg runt í Ovala Kontór-
inum, verður amerikanska
søgan eitt vet meira livandi
fyri mær. Tað, sum eg
hoyrdi um amerikanska
søgu fyrr á degnum, helt eg
meg kenna ógvuliga væl,
og tað var ikki longur so
áhugavert, eftir at fólk hava
greitt frá somu hendingum
ferð aftaná ferð.
Men nú eg eri við rúmið,
har millum annað menn
sum John F. Kennedy og
Theodore Sorensen hava
tingast um, hvat gerast
kundi við Kubakreppuna
og atomhóttanina, so verð-
ur søgan meira viðkom-
andi, og hon tykist nærri at
míni egnu lagnu.
Eg standi eina góða løtu
og hyggi eftir hesum fína
rúmi. Nógvar myndir renna
mær í hug, serliga myndir
frá Kennedytíðini, eitt nú
vælkenda myndin tá John F.
Kennedy er saman við lítla
soninum John F. Kennedy,
Jr. í Ovala Kontórinum.
Tað er kanska ikki so
løgið, at júst Kennedy-
familjan melur í høvdinum
á mær hesa løtuna. Eitt er,
at føroyingar kenna familj-
una væl, men John F.
Kennedy var eisini frá
Harvard. Og umframt tað,
so ber tann eini Harvard-
maðurin henda dagin eisini
eftirnavnið Kennedy, og
fleiri myndir av Kennedy-
familjuni hingu í húsunum,
har vit ótu nátturða hetta
kvøldið.
Tá eg eri komin yvir
Kennedy, meðan eg standi
við Ovala Kontórið, leiða
tankarnir meg víðari til ein
annan demokrat, nevniliga
Bill Clinton. Hann hevur
eisini gjørt nógv um seg í
Ovala Kontórinum, og var
hann ein ógvuliga vælum-
tóktur
maður
millum
amerikanarar—og starvs-
fólk í Hvítu Húsunum. Her
er nógv søga at tríva í,
ongin ivi um tað.
Vit møta Condoleezza
Rice
Vit standa enn við Ovala
Kontórið, har vit hava
staðið í einar 20 minuttir og
prátað og hugsað um lívið í
Hvítu Húsunum seinnu 200
árini. Eg eri liðugur at
drekka mína Coca-Cola, og
vit ganga allir víðari.
Vit fáa nú at vita, at leið-
in gongur til tann privata
partin av Hvítu Húsunum
— har sum forsetin býr. Vit
práta um leyst og fast, og
meðan vit ganga, spyr ein
av teimum, hvussu húsini
hjá forsetanum í Føroyum
síggja út. Eg svari sjálv-
andi, at vit hava ongan for-
seta í Føroyum, men at
statsyvirhøvdið hjá føroy-
ingum býr í Danmark.
- Hví í Danmark, spyrja
teir, meðan vit spáka víðari.
- Tað veit eg ikki, sigi eg
og beri meg undan.
Tað eydnast at bjarga
mær burturúr hesi samrøð-
uni við, at vit møta einum
kendum persóni í gongini.
Tað er Condoleezza Rice,
trygdarráðgevi hjá George
W. Bush. Vit heilsa stutt
upp á hana og fara víðari.
Klokkan er umleið 21:00,
og vit hava ikki møtt for-
setanum enn. Vit báðir eru
samdir um, at eftir ein dag
sum henda, er ikki órímiligt
at vænta, at maðurin frá
Texas kemur oman eftir
gongini og heilsar. Men tað
ger hann ikki.
Hóast vit ikki møta Bush,
meðan vit spáka úr Hvítu
Húsunum, eru vit væl
nøgdir við dagin. Ein fínur
dagur at taka sær frí frá
matematikk og hagfrøði.
Og ein fínur dagur at krúpa
inn í ein annan heim.
Byrjað varð at byggja húsini í 1792, og tey stóðu
liðug í árinum 1800. Byggifrøðingurin var írin
James Hoban. Tað var George Washington, sum
var forseti, tá byggingin byrjaði, men hann livdi
ongantíð í húsunum. Tann fyrsti forsetin, sum búði
har, tað var John Adams. Í dag býr George W.
Bush saman við Laura Bush í teimum Hvítu
Húsunum í Washington, DC
Um Hvítu Húsini
Føroyingur vitjaði í Hvítu Húsunum hjá Bush
Soleiðis sóu Hvítu Húsini út, tá vit vitjaðu. Húsini vórðu bygd fyri umleið 200 árum síðani, og tey húsa amerikanska forsetan og familju hansara
Tað er frá hesum talarastóli, at tíðindi
verða borin úr Hvítu Húsunum til
fjølmiðlarnar. Tað vóru ikki nógv
tíðindi at hoyra, tá vit vitjaðu
Her standa vit báðir vinmennirnir við inngongdina til privata partin av Hvítu Húsunum hjá
George W. Bush. Vit vistu onki um vitjanina til tey Hvítu Húsini fyrr enn beint áðrenn
C
M
Y
K
19
18