mikudagur 31. desember 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 246 - 31. desember 2003
Nr. 246 - 31. desember 2003
21
Veitslusangir og
barnasangir, Frændur
og Kular Røtur,
Brandur Enni og
Kristel Lisberg,
Studio Pegasus og út-
varpssendingar. Ein
kundi hildið áfram,
men felagsnevnarin
fyri øll hesi er eini og
sami maður, Steintór
Rasmussen, sum man
eiga flestu føroysku
landaplágurnar sein-
astu 20 árini, og tí
kann landapláganna
harri vera eitt hósk-
andi heiti til hansara
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Fyri júst 20 árum síðani,
kom ein ókendur bólkur á
pall til eina nýggjárskon-
sert í Klaksvík. Frændur itu
teir. Ongin visti nakað ser-
ligt um teir, og teir høvdu
onga útgávu aftan fyri seg.
Men við hesi konsertini fór
kavabólturin á rull, og hann
er ikki steðgaður enn.
Landaplágurnar komu ein
fyri og onnur eftir frá bólk-
inum og serliga Steintóri,
sum hevur skrivað flestu
sangirnar hjá bólkinum.
Sangirnir eru lættyrktir,
lagið er lætt at syngja og
lønin fyri tað er fólksins
viðurkenning. Øll hava
tikið sangirnar til sín, og
øllum dámar líka væl at
syngja teir – enn tann dag í
dag.
Koma aftur
Í dag hoyrist annars ikki so
nógv til 20 ára gamla bólk-
in, men hann livir væl enn.
Og undirtøkan er líka góð.
Tað varð staðfest við manér
í Gundadalshøllini til árligu
nýggjárskonsertina í Havn.
Um havt verður í huga, at
meginparturin av teimum,
sum vóru millum áhoyrar-
arnar hetta kvøldið ikki
vóru fødd, tá Frændur í
1983 fyri fyrstu ferð trinu á
pall, so man hetta kvøldið
hava verið eitt tað besta
prógvi um, at teirra sangir
eru líka væl dámdir millum
ungdómin í dag, sum fyri
tíggju ella fimtan árum síð-
ani. Øll sungu tey við teim-
um kendu Frændur løg-
unum.
– Tað er fyri tað fyrsta ein
avbera lívsjáttandi kensla at
standa og syngja fyri so
ungum fólki, og at tey duga
so at siga allar sangirnar.
Samstundis er tað púra
óskiljandi, sigur ein nakað
lítillátin Steintór Rasmus-
sen. Hann sigur seg kunna
skilja, at hansara ættarlið
dugir sangirnar og dámdu
teir, men at børnini hjá
teimum so eisini vísa seg at
dáma tónleikin, tað heldur
hann vera óskiljandi.
– Sjálvandi eru vit glaðir
fyri tað, tað sigur seg sjálvt,
men tað eru nærum ófati-
ligt, at teir liva millum fólk-
ið enn, sigur hann.
Hann dugir illa at seta
orð á, hví tað man vera so,
men hann heldur so avgjørt
eina orsøk vera, at sangirnir
eru so lættir og melodiøsir.
Fleiri yndissangir
Tá Steintór verður biðin um
at velja sær sín yndissang,
ber tað stutt sagt ikki til hjá
honum at velja bara ein.
Hann byrjar við at tosa um
landapláguna av teimum
øllum, Føroyar. Men bein-
anvegin tá hann hevur
nevnt hann koma aðrir upp
á tal, so sum Tey dansa eins
og skuggar av Amnesty út-
gávuni, Lívsmynd, sum
man verða fastur táttur til
hvørja veitslu í landinum,
Hon er omma mín, sum
Kular Røtur sungu. Ein av
teimum nýggjaru sangun-
um, sum Steintór er sera
glaður fyri sjálvur er, Kanst
tú siga farvæl av seinnu
soloútgávu hansara, Kær-
leikans vallaraheim.
– Tað er ein sera persón-
ligur sangur, sigur hann.
Og tað sást væl aftur í
tekstinum. Tað er ongin ivi
um, at sangurin er yrktur í
Klaksvík av einum, sum
hevur búð har meginpartin
av sínum lívi.
– Sangir eru at saman-
bera við tíni børn. Tú ert
góður við øll tíni børn, men
upp á hvør sín máta, sigur
hann.
Steintór hevur skrivað
um áttati sangir, sum eru
givnir út, og hann vísir tí á,
ta avbera torføru uppgáv-
una tað er, hjá honum at
velja ein burtur úr rúgvuni.
Men tá hann verður spurdur
umaftur, viðgongur hann
tó, at tann sangurin, sum
rennur honum fyrst í huga,
tá hann verður spurdur so-
leiðis er Føroyar.
Steintór byrjaði at yrkja
Føroyar, tá hann búði niðri
miðskeiðis í áttatiárunum. Í
1985 byrjaði hann at yrkja
hann, og hann gjørdi hann
lidnan í 1986, beint áðrenn
Føroyar plátan kom út.
Ein annar sangur, sum
somuleiðis enn tann dag í
dag, fær sangskrivaran at
steðga við eina løtu er
Lívsins leikur, sum Arnfríð
Lützen syngur. Tað er ein
sangur, skrivaður um lívs-
ins ringrás. Við løttum orð-
um og eyðkenda stílinum
hjá Steintóri, er boðskapur-
in í sanginum álvarsamur,
men tó er tað onki menn-
iskja, sum ikki fatar hann.
Íblástur allastaðni
Steintór sigur, at hann
finnur sín íblástur alla-
staðni. Har hann er í ger-
andisdegnum, fólk hann
tosar við, støðan í samfel-
agnum og so framvegis.
– Eg skrivi um ymiskt.
Um tað bert var út frá mær
sjálvum, so hevði tað ikki
verið serliga áhugavert,
men eg skal tó viðganga, at
yrkingarsavnið, tað fer
kanska heldur meira aftur
um skrivaran, enn mínir
sangir gera, sigur hann.
Í yrkingarsavninum er
ein yrking um eitt lítið barn
til dømis. Tað er ongi ivi
um, at henda yrking er
skrivað stutt eftir, at Stein-
tór og konan, Jóngerð,
fingu dóttrina Rakul Ró.
Ein eftirnølara, sum vekir
tankar í høvdinum á pápa
sínum, sum hann helst
ongantíð hevur havt áður.
Her er tað eisini talan um
eina menning í skrivingini.
Steintór skrivar eina yrking
um smábarnið, sum tey
hava fingið á heldur eldri
árum enn tey bæði fyrru
børnini.
Onnur, sum hava fingið
eftirnølarar, siga, at tey væl
síggja sínar egnu tankar
aftur í yrkingini hjá honum.
Tankar, sum ein als ikki
hevur á sama hátt um síni
børn á ungum árum.
Frændur – ikki
Frændir
Steintór Rasmussen byrjaði
at skriva sum 16 – 17 ára
gamal, meðan hann gekk á
HF í Klaksvík. Nógv av
løgunum tá, vóru merkt av
tí tíðini, sum tá var. Tað er
ongin ivi um, at tað er ein
ungur maður, sum hevur
skrivað løg sum Minnist tú
gildið, Tú ert bert eitt
kuffert og so framvegis.
Fyrsta
útgávan
við
Frændum kom á sumri í
1984, og var tað plátan
Saman við tær. Móttøkan
var sera góð, og tað var ikki
sørt, at teir tríggir vóru
bilsnir. Steintór átti megin-
partin av sangunum á tí
plátuni, men til tær seinnu
útgávurnar kom serliga
Eyðun Nolsøe eisini við
sum sangskrivari.
Framman undan fyrstu
útgávuni stóðu teir sum
sagt fyri fyrstu ferð á palli,
og bólkurin hjá teimum
mátti hava eitt navn.
Ein vinmaður hjá Stein-
tóri, Edvard Olsen, kom við
uppskotinum. Og á fyrstu
útgávuni stendur Frændir á
húsanum. Men seinni vísti
tað so seg, at tað var ikki
rætta stavsetingin, so norð-
oya dialektin mátti víkja
fyri mállæruni, og navnið
varð broytt til Frændur.
Meira umhugsin nú
Steintór tosar um munin á
hansara skrivihátti í dag og
fyrr. Og hann kemur inn á
hetta, at tá ein sum ungur
setur seg niður at skriva
sangir, tá hugsar ein ikki
altíð so nógv. Reglarnir eru
ikki nógvir, og ein leggur í
veruleikanum heldur ikki
so nógv í, hvussu tað verð-
ur móttikið.
Í dag er hann meiri ansin,
tá hann skrivar. Hann
hugsar meira um, hvat tað
er, sum hann skrivar um.
– Tað eru kanska í so
nógvir reglar í dag, og ein
spekulerar ov nógv, sigur
hann hugsunarsamur. Men
so sigur hann, at soleiðis
munnu øll broytast við tíð-
ini. Tá ein er ungur, er tað
tað spontana, sum ræður
oftari. Og tað broytist við
árunum.
Steintór hevur skrivað
nógvar sangir, sum øll
Føroya fólk hava tikið til
sín, og so bleiv tað til
barnasangir við Kulum
Røtum, eitt hugskot, sum
vardi í nøkur ár og fekk
dygga undirtøku kring alt
landið, og sum saman við
Trølla Pæturi eisini royndi
seg uttan fyri landoddarnar.
Síðani hevur hann arbeitt
við Studio Pegasus, Brandi
Enni og nú eisini Kristel
Lisberg. Og tað allarsein-
asta skotið á stammuni er,
at hann saman við Sámali
Bláhamar og Hans Eileri
Hammer er farin at arbeiða
fyri at savna pening inn til
HIV smittað børn í Suður –
Afrika.
Yrkjarin
Umframt alt hetta gav hann
út sítt fyrsta yrkingarsavn
stutt fyri jól. Ikki verður
tosað so nógv um tað, men
hann sigur, at hann fekk
hug at royna seg við yrk-
ingum, og so gjørdi hann
tað. Allar yrkingarnar eru
skrivaðar í ár.
– Eg helt, at tað var stutt-
ligt at royna tað, og so bleiv
eg rættuliga bitin av tí, tí
tað er stuttligt at kunna
orða seg á ein øðrvísi hátt
uttan at skula hugsa um
málslig ella onnur haft og
bond, sigur Steintór.
Hann sigur púra avgjørd-
ur, at tað ongantíð hevur
verið hansara dreymur at
skriva yrkingsavn.
– Eg trívist minst líka
væl sum sangskrivari, sigur
hann.
Nýggj útgáva
Steintór er ein maður, sum
má sigast ikki at trívast væl
uttan so, at hann hevur
nógv jørn í eldinum og
helst øll í senn. Tá er hann í
essinum, og nógv kemur av
skafti.
Seinnu árini hevur tað tó
av tí sama ikki verið nógv
at hoyrt til Frændur og ei
heldur nakað nýtt tilfar er
komið frá bólkinum.
Men Steintór sigur, at
stundin er komin til at geva
okkurt nýtt út nú, og tað
hava teir tríggir ætlanir um
at gera í komandi ári.
– Vit fara at seta okkum
niður, tá nýggjárið er farið
afturum og tosa um nøkur
ítøkilig viðurskifti, sum
mugu fáast uppá pláss. Tað
nyttar onki, at eg bara sigi,
at nú skulu Frændur geva
eina nýggja fløgu út. Tað
má tilrættisleggjast væl,
sigur hann.
Orkan og viljin hjá øllum
trimum er tilstaðar, og hug-
urin somuleiðis, sambært
Steintór,
so
føroyingar
kunnu vænta, at einaferð í
2004 kemur ein nýggj út-
gáva við okkara "gamla"
bólki Frændum.
– Eg haldi, at vit skylda
øllum at koma við onkrum
nýggjum tilfari. Tað er
sjálvandi stuttligt at syngja
teir gomlu, men nýtt skal
eisini til, so tað fara vit at
arbeiða fram ímóti, sigur
Steintór
Rasmussen
at
enda.
Landapláganna harri
Steintór Rasmussen avmyndaður úti í Leikalund, har hann signeraði yrkingarsavnið, sum hann gav út stutt fyri jól
Mynd: Bárður Lydersen
Steintór er her avmyndaður
saman við einari kvinnu,
sum so avgjørt hevur gjørt
sítt til, at Frændur blivu til.
Lis Nolsøe er mamma Eyðun
og Rana
Mynd: Bárður Lydersen
Steintór Rasmussen og
Frændur fara at koma við
einari nýggjari fløgu í 2004
Mynd: Bárður Lydersen
C
M
Y
K
21
20