Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. desember 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 246 - 31. desember 2003 Nr. 246 - 31. desember 2003 23 NÝGGJÁRSHALD Bartal Nolsøe Poulsen Meðan nýggjársfyrireik- ingarnar eru um at vera av á hesum sinni, og vit eru til reiðar at bjóða nýggja árin- um vælkomnum á midnátt í kvøld við fýrverki og báli, so er dagurin í dag bert ein annar arbeiðsdagur hjá sløkkiliðnum í Havn. Av brandstøðini verður sagt, at teir eru vælmannaðir sum altíð. Av teimum 30 monn- unum, ið eru knýttir at støðini, standa 15 mans til reiðar um ársskiftið, um nakað skuldi verið á vási. Brandstøðin hevur ikki gjørt sum løgreglan og boð- sent eyka manning til ar- beiðis í kvøld. Ártúsund skiftið var nakað serligt, og tá sótu øll á nálum, tá ið leið ímóti midnátt, eisini brandmeistarin í Havn. Ta ferðina varð eyka fólk boð- sent, men nú um dagarnar verður tað ikki hildið verða neyðugt. - Vit seta trygdina í há- sæti allar dagar í árinum, so í so máta er 31. des. bert ein vanligur arbeiðsdagur hjá okkum, sigur vakthavandi á Brandstøðini. Støðin við Oyggjavegin er mannað 24 tímar um døgnið, alt árið, og eitt fullbúgvið sløkkilið kann standa klárt 5 minuttir eftir at alarmurin er settur í gongd. Á brandstøðini fegnast teir um veðrið nú um dag- arnar. Hóast hálkan kann seinkað teimum eitt sindur, er niðurkomnið kavin kær- komin um ársskiftið. – Størsti brunavandin á nýggjárinum hevur ofta staðist av, at rakettir og annað fýrverk kemur ov nær mongu flagtekjunum, men í hesum veðrinum er lítil vandi fyri, at ein mis- eydnað rakett festir í tekj- urnar, verður sagt. Annar vandi liggur í mongu nýggjársbálunum, ið verða brend um landið í kvøld. Bálini eru heldur mong í Tórshavnar Komm- unu, so brandstøðin hevur ikki fólk til at vera á staðn- um við hvørt bál. Áðrenn fest verður í nýggjársbálið hava fyrireikarnir skyldu at boða frá tiltakinum, og brandstøðin skal hava navn og bústað hjá einum ábyrgdarpersóni, og sostatt skuldu teir á Oyggjavegn- um havt ein lista yvir øll bál, sum verða brend í kvøld. – Nú viðurskiftini í sam- band við nýggjársbál eru meira skipaði enn tey áður hava verið, haldi eg eisini at ymsu fyrireikarnir kenna eina størri ábyrgdarkenslu, og hetta minkar beinanveg- in um vandan fyri ósketni, ið kann elva til eldsbruna. Nýggjársbálini eiga ikki longur at vera eitt gott høvi til at tøma sær kjallaran fyri burturkast, ið átti at verið beint á Sandvíkarhjalla. Sagt verður annars av brandstøðini, at jólini vóru stak friðarlig. Tað einasta, ið teir høvdu til at taka um høgtíðina var at hjálpa bil- førarum, ið onkursvegna vóru komnir illa fyri í hálk- uni. Tórshavnar Sløkkilið klárt til ársskiftið Bileftirlitið er komið við hagtølum fyri skráseting av nýggj- um akførum í 2002 og 2003. Samlaða úrslit- ið gjørdist ein mink- ing upp á 161 akfør í mun til 2002. Flest nýggir Mazda vórðu skrásettir í 2003 AKFØR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Bileftirlitið sendir javnan út tíðindaskriv við hagtølum yvir skráseting av nýggjum akførum. Nú fingu vit so tey samlaðu tølini fyri 2003 í mun til 2002. Tølini vísa, at tilsamans vórðu skrásett 1910 nýggj akfør, viðfestisvognar íroknaðir, + 195 prutl. Eisini sæst at tað bert eru seldir 4 nýggir bussar í ár ímóti 17 í fjør, tá ein stórur partur av bussunum hjá Bygdaleiðir og Bussleiðini í Havn vóru skiftir út. Á hýruvognunum er ikki so stórur munur, ein lítil minking, men talið á motorsúkklum ar vaksið. Tað at alt fleiri taka koyri- kort til motorsúkklu sæst eisini aftur í tølunum. Talið á persónbilum er minkað við umleið níggju prosentum. Minkingin er væl minni enn tølini gjøgn- um árið hava víst. Fyri nøk- rum fáum mánaðum síðan vóru umleið 200 bilar færri skrásettir, men endaliga tal- ið bleiv 134 bilar. Í desem- ber 2002 vóru bert skrásett- ir 61 persónbilar í mun til 122 í ár. Eisini færri vøruvognar eru skrásettir - í prosentum tað sama sum persónbilarn- ir. Sambært skrásetingini av nýggjum akførum vóru hesi fimm bilmerkini tey mest seldu í 2003: Mazda við 306, Toyota við 293 (+ 10 Lexus), Citroën við 179, Peugeot við 160, og Ford við 130 seldum bilum. Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri JAN-DES í 2003 og 2002 Des Des Broyting Jan-Des Jan-Des broyting %broyting Akfaraslag 2003 2002 Des 03/02 2003 2002 2003-2002 2003-2002 Brandbilar 0 1 -1 1 2 -1 -50,00% Bussar 0 0 0 4 17 -13 -76,47% Kampingvognar 0 0 0 1 0 1 Hýrubilar 0 1 -1 19 26 -7 -26,92% Lastbilar 1 2 -1 23 19 4 21,05% Leguvognar 0 0 0 6 3 3 100,00% Motorsúkkla 0 1 -1 13 8 5 62,50% Neyðsendakfar 1 1 0 5 5 0 0,00% Persónbilar 122 61 61 1393 1527 -134 -8,78% Smábussar 0 1 -1 6 3 3 100,00% Tangabilar 0 1 -1 4 2 2 100,00% Viðfestivognar 3 9 -6 128 123 5 4,07% Vøruvognar 61 26 35 307 336 -29 -8,63% Samlað 188 104 84 1910 2071 -161 -7,77% Harafturat eru skrásett 195 nýggj prutl í 2003. Sølan av nýggjum akførum minkar framvegis 31. des. er ikki stórt annað enn ein vanligur arbeiðsdagur á brandstøðini í Havn Tjóðpallur Føroya er endaður í eini bíði- støðu, nú val er út- skrivað í ótíð. Fíggjar- lógin er dottin niður- fyri, og tað vil siga, at ongin játtan er til Tjóðpallin, so hann kann fara í gongd komandi ár sum ætlað. Í ringasta føri kann ein nýggjur mentamálaráðharri forpurra játtan til Tjóðpallin TJÓÐPALLUR Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Í mai mánaði í ár var løg- tingslóg nummar 68 sam- tykt. Hon snýr seg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist, sum føroyskir sjónleikarar hava bíðað eftir í áravís. Og 2. novem- ber 2003 kom hon so í gildi. Men nú val er útskrivað í ótíð, er Tjóðpallurin endað- ur í eini bíðistøðu. Fíggjar- lógin datt jú eisini niðurfyri aftaná, at valið varð út- skrivað, og harvið eisini játtanin til Tjóðpallin fyri 2004. Hetta hevur við sær, at nú slepst ikki ígongd fyrr enn valið hevur verið, nýggj samgonga er skipað og fíggjarlógin 2004 er samtykt. Í og við nýggjari sam- gongu og nýggjum lands- stýrismonnum kann tað í ringasta føri merkja, at Tjóðpallurin ongar játtan fær, men so svartskygdir eru yrkisleikararnir í Før- oyum tó ikki. Tá lógarupp- skotið var fyri í løgting- inum fekk tað bert eina at- kvøðu ímóti, og ein at- kvøða var blonk. Restin av atkvøðunum vóru fyri. – Tað er tann besti stuð- ulin ein kann fáa. Nú mugu vit bara bíða til politikkar- arnir fylgja tí upp, sum varð avgjørt tá, sigur Jenny Petersen, dagligur leiðari hjá leikhúsinum Gríma. Stórt framstig Sambært lógini um Tjóð- pall Føroya skal setast eitt leiklistaráð við sjey limum. Tveir limir skulu útnevnast av landsstýrismanninum í mentamálum. Men nú politikkararnir hava pakkað saman, so verða bert týdn- ingarmiklar avgerðir tiknar í Mentamálaráðnum. Og tá onki leiklistaráð kann setast, tí teir báðir limirnir ikki verða settir av lands- stýrismanninum, sum í løt- uni er løgmaður, so verður heldur ongin stjóri settur. Men Jenny Petersen er bjartskygd, hvat Tjóðpall- inum viðvíkur. – Tað er eitt sindur keðil- igt, at vit ikki kunnu koma í gongd sum ætlað, men Gríma heldur so fram í ver- andi líki, inntil Tjóðpallurin kemur. Við lógini hevur leiklistin í Føroyum tikið eitt stórt fet frameftir, sigur hon. Hinvegin so verður tað nógv lættari at arbeiða fram í tíðina. – Við lógini kann ein siga, at vit fáa tryggari fíggjarligar rammur. Til dømis verður tað lættari hjá okkum at fáa fólk úti frá, tí vit frammanundan vita, hvussu nógvan pening okk- um verður latin. Men sum er í løtuni hongur Tjóðpallur Føroya í leysari luft. Og ongin av- gerð verður tikin fyrr enn nýggjur landsstýrismaður í mentamálum er settur. Tjóðpallur Føroya í leysari luft Myndatxt: Tjóðpallur Føroya er nú í eini bíðistøðu. Við valinum, sum varð útskrivað í ótíð, er játtanin til Tjóðpallin enn ógreið. Í ringasta føri kann nýggi landsstýrismaðurin nokta at lata pening til pallin, føroyskir sjónleikarar so leingi hava bíðað eftir Savnsmynd Karl Joensen, stjóri Arbeiðseftirlitið Í Dimmalætting mikudagin tann 17. desember er blað- grein við yvirskriftini: Álvarsamt misálit á Arbeiðseftirlitið. Blaðmaðurin skrivar her um átakið, sum Arbeiðs- eftirlitið fór undir í seinnu helvt av september 2002 og sum hevði til endamáls, at kanna trygdina á fiska- virkjum. Um sjálva greinina er at siga, at tað er trupult at fáa samanhang í tí sum skrivað verður t.d. tá blaðmaðurin upplýsir, at sjey virkir vóru fráboðað løgregluni fyri brot á umhvørvislógina og av hesum sjey virkjunum fingu nøkur virkir smærri sektaruppskot og somuleið- is av hesum sjey virkjunum ger fútin í fleiri førum einki við málið, tí talan er um bagatellir. Blaðmaðurin skrivar síð- an, at ákæra ikki verður reist móti nøkrum av hes- um sjey virkjunum - also fútin hevur givið nøkrum virkjum sektaruppskot men fútin reisir ikki ákæru. Fútin kann eftir rættar- gangslógini § 931 avgreiða mál, uttan at hesi verða havd í rættinum, um so er at skuldsetti ásannar seg sek- an í brotinum og váttar at vilja rinda bótina, men ákæruskrift er tó partur av sektaruppskotinum, sum tilskilar, hvørjar heimild- irnar eru fyri sektar- uppskotinum; verður bótin ikki goldin endar málið av sær sjálvum í rættinum. Sum greitt frá í tíðinda- skrivi frá Arbeiðseftirlit- inum tann 6. september 2002 fóru eftirlitsfólk hjá stovninum, uttan av boða frá frammanundan, at vitja fiskavirkir um alt landið og fór eftirlitið m.a. at umfata, um hóskandi maskinvernd varð nýtt, um neyðsteðgar- ar vóru har teir upprunaliga áttu at vera og um virkini virkaðu sum fyriskrivað. Tílíkt eftirlit er partur av uppgávuni hjá Arbeiðseftir- litinum at ansa eftir, at lóg- in og tær ásetingar sum verða gjørdar við heimild í lógini, verða hildnar. Umframt hetta serliga átak fremur Arbeiðseftirlit- ið reglulig eftirlit, sum ikki verður kunnað um. Arbeiðseftirlitið kann krevja, at viðurskifti, sum ikki eru í sansvar við áset- ingar í lóg og kunngerðum, beinanvegin ella áðrenn eina av Arbeiðseftirlitinum ásetta freist, verða fingin í rættlag. Um tílík boð ikki verða fylgd og Arbeiðseftirlitið metir at eftirlits- og góð- kenningar møguleikin er úttømdur, er bert tann evsti møguleikin eftir og tað er at boða løgregluni frá málin- um. Metir Arbeiðseftirlitið, at grundleggjandi trygdar- skipanir eru broyttar soleið- is, at vandi er fyri trygdini hjá arbeiðsfólkunum, er tal- an um so álvarsamt brot á ásetingar í lóg og kunngerð, at málið verður fráboðað løgregluni beinanvegin, umframt at Arbeiðseftrilitið kann krevja at vandin bein- anvegin verður beindur burtur m.a. við at arbeiðs- fólk fáa boð um, at fara úr vandaøkinum og at alt ar- beiði á nevnda øki verður steðgað. Arbeiðseftirlitið ger so- statt sítt arbeiði eftir fyri- settum reglum og har møguleikarnir hjá Arbeiðs- eftirlitinum ikki røkka longur, verður málið latið fútanum. Ikki ber til hjá Arbeiðs- eftirlitinum at ráða yvir tí orku, sum løgreglan hevur til at avgreiða hesi mál og somuleiðis hevur fútin sum ákærumyndugleiki ta enda- ligu avgerð, hvussu hann metir at málið frá sær skal avgreiðast, tó soleiðis at revsingin, um hægri revs- ing ikki er heimilað í aðrari lóggávu, verður samsvar- andi lóg um arbeiðsum- hvørvi, sum ásetur at brot v.m. verða revsað við bót, hefti ella fongsul í upp til eitt ár. Vit meta at samstarvið millum stovnarnar er gott og regluligt samskiftið er um tey ymsu málini. Endaliga kunnu vit gleð- ast um niðurstøðuna hjá blaðmanninum um, at kanningin hjá Arbeiðseftir- litinum hevur ikki verið til fánýtis, tí 48 virkið vórðu kannað og har av fingu 45 av teimum boð um at gera ábøtur á verandi trygdar- umhvørvi. Tórshavn, tann 17. desember 2003 Arbeiðseftirlitið svarar blaðgrein í Dimmalætting C M Y K 23 22