mikudagur 31. desember 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 246 - 31. desember 2003
Nr. 246 - 31. desember 2003
25
UTTAN ÚR HEIMI
Biskupar finnast at Blair
Tveir bretskir biskupar finnast nú hvassliga at Tony
Blair, forsætisráðharra, tí hann gjørdi av at fara í kríggj
við Irak.
Erkabiskupurin í York, David Hope, sigur við blaðið
The Times, at Blair vendi tað deyvað oyrað til, tá hann
hóast stóra mótstøðu frá fólkinum gjørdi av, at Bretland
skuldi taka lut í álopinum á Irak. Tom Wright, sum er
biskupur í Durham, er eisini hvassorðaður. Hann sigur
við blaðið, at Tony Blair og amerikanski forsetin,
George W. Bush, hava hóreiggjað sær sum tveir, ið tóku
heimsins lagnu í egnar hendur.
Tony Blair hevur verið fyri hvøssum atfinningum
teir seinastu dagarnar. Beint fyri jól segði hann við
BBC, at amerikanarar og bretar hava funnið fleiri
prógv fyri, at Irak hevði hópoyðingarvápn, men sunnu-
dagin vísti amerikanski umsitingarleiðarin í Irak, Paul
Bremer, hesum aftur.
Stórur hugur at leita
Áhugin millum útlendsk oljufeløg at leita eftir olju á
norska landgrunninum hevur ongantíð verið so stórur
sum í ár, skrivar Aftenposten.
Í 2002 komu fimm nýggj feløg inn á norska land-
grunnin at leita eftir olju. Tað var tað sama sum í 2001. Í
ár søktu tíggju nýggj feløg um leitiloyvi, og sjey teirra
fingu játtandi svar. Tríggjar umsóknir eru ikki liðugt
viðgjørdar enn. Feløgini, sum hava fingið loyvi í ár, eru
Gaz de France, BG Group, Talisman, Andarko, Mærsk
Olie, Revus Energy og Ruhrgas. Tey trý, sum ikki hava
fingið svar enn, eru Oranje Nassau, Sumitomo og Acorn.
Einar Steensnæs, oljumálaráðharri, væntar, at upp-
aftur fleiri útlendsk feløg fara at bjóða seg fram á
norsku oljuøkjunum. Hann væntar, at áhugin verður
stórur, tá 18. útbjóðingarumfar verður. Har er talan um
ikki færri enn 90 øki, og millum teirra eru nøkur í
Norðsjónum, sum eru sera áhugaverd, sigur ráðharrin.
Jólagávur fyri átta mia.
Julen varer længe, koster mange penge, siga danir, og
tað seinna er í hvussu er staðfest í ár.
Sambært arbeiðsgevarafelagnum HTS brúktu danir
ikki minni enn átta milliardir krónur til jólagávur í ár,
og tað eru 16 prosent meiri enn í fjør. Búskaparfrøðing-
urin hjá HTS, Jørn Brendstrup, sigur við Jyllandspost-
in, at danir hava spart væl av pengum hetta seinasta ár-
ið, og tí hava teir hava ráð at keypa fleiri ella dýrari
jólagávur í ár. Eisini heldur hann, at summi hava brúkt
eitt sindur meiri enn vanligt, nú tey vita, at tey fáa ein
ávísan skattalætta næsta ár. Men sambært búskapar-
frøðinginum ávirkar hetta ikki bara jólahandilin, tí
hann væntar, at tann privata nýtslan í Danmark verður
størri næsta ár enn í ár.
Annars fekk ríkiskassin eisini sítt burtur úr tí góða
jólahandlinum. Sambært HTS gav jólahandilin 6.000
arbeiðspláss, og ríkiskassin fekk 2,8 mia. krónur í
skatti og avgjøldum.
Heimsins størsta slanga
Í einari bygd á indonesisku oynni Java hava fólk fanga
eina slangu, sum eftir øllum at døma er tann størsta,
sum menn vita um. .
Talan er um eina pyton-slangu, og sambært tíðinda-
stovuni AP er hon 14,85 metrar long og vigar 985
pund. Slangan er nú í einum búri í bygdini Curugsewu,
og bæði ferðafólk og onnur hava longu leitað sær hagar
at hyggja at henni. Pyton-slangan er annars tann
longsta slangan í heiminum. Tað verður sagt, at hon
kann eta ein seyð, og fleiri ferðir hevur hon eisini verið
fólki at bana.
Sambært metbókini hjá Guinness átti ein slanga, sum
varð skotin á indonesisku oynni Celebes í 1912, gamla
metið. Hon var tíggju metrar long. Tyngsta slangan,
sum menn vistu um frammanundan, var ein anakonda,
sum varð skotin í Brasil í 1960. Hon vigaði 455 pund.
Hóast hann situr í
Haag, ákærdur fyri
krígsbrotsverk, er
Slobodan Milosevic
valdur í serbiska tjóð-
artingið. Hann er
heldur ikki tann
einasti.
VAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tær mest víðgongdu kreft-
irnar á høgravonginum í
Serbia vunnu tjóðartings-
valið
um
vikuskiftið.
Flokkurin fekk eina millión
atkvøður og 82 av teimum
250 tinglimunum og er
sostatt størsti flokkur í
landinum.
Millum tey valdu er fyrr-
verandi serbiski forsetin,
Slobodan Milosevic, sum
situr í Hagg, har hann er
ákærdur fyri krígsbrotsverk
og brotsverk ímóti manna-
ættini. Og hann er ikki tann
einasti. Eitt annað valevni,
sum eisini er valt í tingið, er
Vojislav Seselj. Hann er
eisini í Haag, tí hann er
ákærdur fyri krígsbrots-
verk, hópmorð og brotsverk
ímóti mannaættini.
Teir báðir sleppa tó
neyvan at seta fótin inn um
tinggáttina í Beograd, men
eygleiðarar siga, at valúr-
slitið er ein greiður boð-
skapur um, at tær víð-
gongdu tjóðskaparkreftir-
nar í Serbia hava góðan
byrð í løtuni.
Einki bendir tó á, at tær
koma í sjálva stjórnina.
Krígsbrotsmenn valdir
í tjóðartingið
Hóast hann er ákærdur fyri grov krígsbrotsverk, er Slobodan Milosevic valdur í serbiska
tjóðartingið
Vápnaðir vaktarmenn
umborð á flogførum
Amerikonsku mynd-
ugleikarnir krevja, at
útlendsk flogfeløg
skulu hava vápnaðar
vaktarmenn umborð
á flogførunum í ser-
ligum førum.
TRYGD
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikanararnir ætla ikki,
at tað, sum hendi tann 11.
september í 2001, skal end-
urtaka seg, og tí hava teir
nú sent fleiri útlendskum
flogfeløgum krav um, at tey
skulu hava vápnaðar vakt-
armenn umborð á flog-
førunum, um umstøðurnar
tala fyri tí.
Flogfeløgini fáa lítla og
onga tíð til at umhugsa seg,
tí skipanin skal koma í gildi
beinanvegin, og hon umfat-
ar øll flogfeløg, sum flúgva
til og úr USA. Flutnings-
flogfør koma eisini undir
skipanina.
Amerikonsku myndug-
leikarnir siga, at tað verður
ikki neyðugt at hava vápn-
aðar vaktarmenn umborð
altíð, men bert tá illgruni er
um, at yvirgangsmenn ætla
at søkja at málum í USA
ella aðrastaðni.
Skandinaviska flogfelag-
ið SAS hevur eisini fingið
amerikanska kravið, og har
hevur tað ikki fingið serliga
góða móttøku. Talskvinnan
hjá SAS, Siv Meisingset,
sigur við norska útvarpið,
at tað er ikki siðvenja at
hava vápn umborð á flog-
førunum. Hon dugir tó ikki
at siga, hvørjar avleiðingar
amerikanska kravið kann
fáa.
Sambært norska útvarp-
inum eru norsku loftferðsl-
umyndugleikarnir heldur
ikki fegnir um kravið úr
USA.
Flogskiparar í fleiri lond-
um hava fyrr víst aftur hug-
skotinum um at hava vápn-
aðar vaktarmenn umborð á
ferðamannaflogførum.
Amerikanarar krevja, at øll flogfør, sum flúgva til og úr USA, skulu hava vápnaðar vaktarmenn
umborð
2003
14. JANUAR: Jørgen Niclasen leggur frá sær
sum landsstýrismaður, eftir at eitt søguligt
misálit er um at verða samtykt í løgtinginum.
Hann leggur frá sær, áðrenn løgtingið
atkvøður, og tað sæst týðiliga, at hann er
kroystur. Jacob Vestergaard verður seinni
landsstýrismaður við fiskivinnumálum fyri
Fólkaflokkin.
15. JANUAR: Axel Tórgarð, fyrrverandi prestur, fær »Heiðursløn landsins« fyri at týða
heimsbókmentir til føroyskt. Samstundis fær Gunnar Hoydal, rithøvundur, mentanarvirðirsløn landsins.
15. FEBRUAR: Eivør Pálsdóttir luttekur í íslendska grand-prix’num við sanginum »Í nótt«. Hon stendur seg væl uttan at vinna, og leggur lunnar undir eina rimmar undirtøku sum
sangari í Íslandi.
C
M
Y
K
25
24